leygardagur 1. februar 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 22 - 1. februar 2003
Nr. 22 - 1. februar 2003
3
Set er heitið á nýggj-
um íbirtingarfelag,
sum Sparikassa-
grunnurin, NOTIO
og Framtaksgrunn-
urin hava sett á stovn
ÍBIRTINGARFELAG
Ingrid Bjarnastein
Tey, ið hava eina ella hvørja
verkætlan, sum tey hava
gingið og malið við leingi
kunnu nú seta seg í sam-
band við Set P/F. Set er eitt
nýtt íbirtingarfelag, sum
Sparikassag r unnurin,
NOTIO og Framtaksgrunn-
urin hava sett á stovn.
Partapeningurin
er
til-
samans tríggjar milliónir
krónur, har hvør stovnari
eigur eina millión í part.
– Íbirtarar í Føroyum
hava ikki so góðar møgu-
leikar fyri at føra hugskot
til lívs. Teir hava stóran
týdning. Teir mynda fram-
tíðina í føroyska samfelag-
num, nýhugsan og vinning.
Vit halda, at tað er týdning-
armikið at geva íbirtarum
ans, og hetta er grundin til
at vit hava stovnað Set,
segði Bjarni Olsen, stjóri í
Sparikassanum á tíðinda-
fundi hósdagin.
Mett verður, at tørvur er á
einum íbirtingarfelagi fyri
at betra um møguleikarnar
fyri at hugskot, ið kunnu
vera grundarlag undir løn-
andi framleiðslu, gerast til
veruleika.
Fíggjarligt avkast
– Vit vilja skapa eina íbirt-
aramentan. Vandi er fyri, at
góðar verkætlanir ikki vera
framdar, tí ongin peningur
er til tess. Hugskotsstøði
krevur pening. Tað er ofta
talan um high-risk, og her
ætlar Set at røkja ein
týðandi leiklut bæði við at
skapa fíggjarliga grundar-
lagið fyri verkætlanini og
við at veit neyðuga ser-
kunnleikan, varð millum
annað sagt.
Ongar avmarkingar eru
fyri verkætlanunum, men
kravi er, at Set fær eina
ítøkiliga verkætlan áðrenn
hon verður stuðlað.
– Vit hava mett, at tað ber
ikki til at halda seg innan
fyri eitt ávíst økið í sam-
felagnum. Landið er lítið
og um vit siga, at vit bara
skulu stuðla einum ávísum
øki, so kunnu vit ikki vænta
ein stríðan streym í fleiri ár,
sigur Bjarni Olsen.
Endamálið við stovnanini
er vinnuligt. Verkætlanir
skulu geva hóskandi av-
kast, so talan ikki bara
verður um stuðul, men eis-
ini um fíggjarligan vinning.
– Tað er altíð ein tap-
vandi, men vónandi fara
tær verkætlanirnar, sum
eydnast at vita upp ímóti
teimum, sum ikki eydnast.
Leingi ávegis
Sparikassastjórin sigur, at
endamálið við Set er á
vinnuligum grundarlagi at
seta váðafúsan íbirtingar-
penin í verkætlanir/hug-
skot, sum hava góðar
møguleikar
fyri
einum
munandi búskaparligurm
avkasti.
Felagið hevur verið leingi
ávegis. Tosað hevur verið
um at stovna tað í eini tvey
ár, men tað er vorðið útsett
av ymsum orsøkum.
Í nevndini hjá felagnum
sita Jákup Magnussen, for-
maður. Hann er 50 ár og út-
búgvin sivilverkfrøðingur,
stjóri og stonvari av fyri-
tøkuni Nomatek, ið fram-
leiðir útgerð úr rustfríum
stáli. Marita Rasmussen.
Marita Rasmussen er 35 ára
gomul,
útbúgvin
fiski-
vinnufrøðingur og starvast
sum sølu- og marknaðar-
leiðari í alifyritøkuni Fúta-
kletti. Heini Zachariassen
er tann seinasti í nevndini.
Hann er 30 ára gamal, er
útbúgvin siviløkonomur, og
vørustjóri í antivirusfyri-
tøkuni Bullguard Ltd. í
Danmark.
Við
hesum
nevndarlimum verður ikki
ivast í, at felagið kann liva
upp til viðtøkurnar fyri Set.
Stjóri í Set er Símun
Hammer, og felagið fer at
halda til inni í Saltangará.
At enda kann nevnast, at
sjálvt navnið hjá felagnum
er komið av millum annað
»set-eplum« og at »seta
við«. Eisini hava ensku
orðini »Seed Capital« nak-
að við føroyska navnið at
gera. Búmerkið hjá íbirt-
arafelagnum er ein haga-
sólja. Um blást verður á
hana, so verða fræini
spjadd runt allastaðni, har
møguleiki er fyri nýggjum
lívi.
Frá hugskoti
til veruleika
Bjarni Olsen, stjóri í Føroya Sparikassa,
greiddi hósdagin frá endamálinum við
nýggja íbirtarafelagnum, Set P/F, sum
júst er sett á stovn
Mynd: Jens Kr. Vang
Øll valfeløgini vilja
eiga nýggja lands-
stýrismannin, sigur
løgmaður, sum stað-
festir, at tað eru nógv
atlit, sum skulu tak-
ast, tá ið nýggjur
landsstýrismaður skal
veljast. Nøvn, sum
eru frammi, eru
annars Jógvan á
Lakjuni, tingmaður
og Jacob Vestergaard,
formaður í Føroya
Kommunufelag
FISKIMÁLA-
RÁÐHARRIN
Jan Müller
Enn tykist einki røkjast
fyri, at Fólkaflokkurin fer
at seta nýggjan persón í
sessin í Fiskimálaráðnum,
sum Jørgen Niclasen fór úr,
tá ið tingið hótti við mis-
áliti. Løgmaður loysti Jørg-
en Niclasen úr starvinum,
og formliga verður tað eis-
ini løgmaður, sum skal seta
nýggja fiskimálaráðharran.
Í hesum førinum er talan
um landsstýrismann úr
flokkinum hjá løgmanni. Tí
kundi
tað
hugsast,
at
løgmaður ikki nýttist at
hugsa um so nógv ymisk
viðurskifti, tá ið hann skal
velja nýggja landsstýris-
mannin, sum hann skuldi
havt gjørt, um talan var um
landsstýrismann hjá einum
av hinum samgonguflokk-
unum. Løgmaður er jú for-
maður í Fólkaflokkinum.
Men sambært Anfinni
Kallsberg, so er nógv at
hugsa um:
– Nýggi ráðharrin skal
útnevnast so skjótt, sum tað
ber til, men tað er eisini
neyðugt hjá okkum at nýta
ta tíðina, sum skal til. Vit
eru ikki lidnir enn. At
áhugin fyri at eiga lands-
stýrismannin er stórur sæst
m. a. aftur í, at øll valfe-
løgini hava gjørt vart við, at
tey halda seg eiga rætt til
nýggja landsstýrismannin,
sigur Anfinn Kallsberg,
sum nú í knappar tvær
vikur hevur verið í sessin-
um hjá fiskimálaráðharr-
anum.
Løgmaður flokkar møgu-
ligu evnini til landsstýris-
sessin í tríggjar bólkar:
– Ein møguleiki er, at tað
verður ein av tingmonnun-
um. Ein annar møguleiki
er, at tað verður eitt umboð
úr einum av valfeløgunum,
og ein triði møguleiki er, at
tað verður ein persónur,
sum ikki hevur fingist við
politikk, men sum hevur
stórt innlit í fiskivinnuna,
og sum verður mettur at
hava hegni at røkja hetta
sera avbjóðandi starvið.
Jógvan besta boðið
Hesi seinastu árini hevur
Fólkaflokkurin oftast funn-
ið landsstýrismanningina í
tingbólkinum.
Álítandi
keldur í politiska umhvørv-
inum halda, at um Fólka-
flokkurin hesa ferð velur at
gera, sum teir hava gjørt
seinastu ferðirnar, so verð-
ur Jógvan á Lakjuni nýggj-
ur landsstýrismaður.
– Hann er avgjørt ein
møguleiki. Men í prinsipp-
inum eru allir tingmenninir
góðir møguleikar fyri at
gerast
landsstýrismenn,
sigur Anfinn Kallsberg,
sum kortini ikki man rokna
við, at tað longu nú er
møguleiki
hjá
Jørgeni
Niclasen aftur at gerast
landsstýrismaður.
At Jógvan á Lakjuni
verður hildin at vera tann
av tingmonnunum, sum er
mest upplagda evnið til
landsstýrissess, kemst av
fleiri orsøkum. Fólkaflokk-
urin eigur sjey tingmenn.
Tveir eru valdir í Norð-
oyggjum, og hvørgin teirra
verður landsstýrismaður, tí
løgmaður er úr Norðoyggj-
um. Óli Breckmann er for-
maður í tingbólkinum og
fíggjarnevndarformaður, og
hann verður ikki landsstýr-
ismaður. Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður í vinnu-
málum, er úr Suðurstreymi,
og tað útilokar, at t. d. Poul
Michelsen verður lands-
stýrismaður. Norðstreym
eigur nývaldan fólkafloks-
tingmann, Heðin Zacha-
riassen, og hvørki hann ella
vágatingmaðurin koma upp
á tal. Tí verður sagt, at um
tað verður ein løgtings-
maður, so verður tað Jógv-
an á Lakjuni.
Suðuroyingar vilja
framat
Løgmaður minnir á, at
hóast tað tey seinnu árini
fyri tað mesta hava verið
løgtingsmenn, sum hava
umboðað
Fólkaflokkin í landsstýr-
inum, so hevur tað ikki
altíð verið soleiðis:
– Tá ið Finnbogi Arge
kom í landsstýrið, var hann
ikki
tingmaður,
men
fremstur av teimum í Suð-
urstreymi, sum ikki vóru
komnir á ting. Eisini í sjeyti
og fyrst í áttatil árunum
hevði
Fólkaflokkurin
landsstýrismenn, sum ikki
fyrst
vóru
fólkavaldir,
minnir Anfinn Kallsberg á.
Harvið sipar hann til D. P.
Danielsen
á Velbastað,
Demmus
Hentze,
sum
frammanundan hevði verið
tingmaður fyri Sandoyar
valdømi, men sum ikki
varð afturvaldur og á Páll
Vang á Tvøroyri, sum kom í
landsstýrið, tí fólkafloks-
menn í Suðuroy vildu
styrkja um flokkin har
suðuri. Hetta var eisini
nakað, sum Óli Breckmann
tók undir við í Dagblaðnum
og eisini í løgtinginum, tá
ið hinir báðir omanfyri
nevndu eftir valið í 1978
vórðu valdir at halda fram
sum umboð fyri Fólka-
flokkin.
Góðar fólkaflokskeldur í
Suðuroy undirstrika, sum
tær áður hava gjørt í So-
sialinum, og aftur í dag, at
nú eru tað teir, sum eiga
tørn. Boðið hjá teimum er
Jacob Vestergaard á Økr-
um, sum er løgreglumaður.
Hann var á listanum til
løgtingsvalið í fjør. Hann
fekk 85 persónligar at-
kvøður, og var næstur á list-
anum aftanfyri Hera Hjelm,
sum var toppskorari við
131 persónligum atkvøð-
um. Annars hevur Jacob
Vestergaard ongar lands-
politiskar royndir, og har-
við
kennir
hann
ikki
politiska spælið innanífrá.
Men síðani eftir kommunu-
valið í 2002 hevur hann
verið formaður í Føroya
Kommunufelag, so heilt
óroyndur er hann ikki.
Fólkafloksmenninir
í
Suðuroy, og teir, sum halda
við teimum, siga, at um
flokkurin skal hugsa um at
fáa umboðan úr valdømin-
um í løgtingið aftur, so
mugu teir brúka lands-
stýrissessin at hjálpa sær
við. Onnur í Fólkaflokkin-
um vísa á, at hetta er eingin
trygd fyri, at flokkurin
vinnur umboð. Tað eydn-
aðist ikki, tá ið Páll Vang
var landsstýrismaður, og
tað eydnaðist heldur ikki, tá
ið Jákup Olsen hevði um-
boðað flokkin í Suðuroy í
løgtinginum.
Ikki so upplagt
Løgmaður nevnir eisini
møguleikan, at onkur per-
sónur, sum stendur vinnuni
nær, verður landsstýris-
maður, uttan at hetta júst
hevur við valfeløgini at
gera. Tað er ikki greitt,
hvønn ella hvørjar løgmað-
ur hugsar um, og tað er
torført at ímynda sær, at
talan skuldi verið um per-
sónar, sum eru tætt knýttir
at t. d. Reiðarafelagnum,
Fiskakeyparafelagnum ella
Arbeiðsgevarafelagnum.
Men kanska verður hugsað
um onkran reiðara, og tá
hevur Árni Dam á Norð-
skála verið nevndur. Hann
hevur verið uppstillaður
fyri Fólkaflokkin.
Ofta hevur verið funnist
at, at kvinnurnar í Fólka-
flokkinum ikki hava verið
við í fremstu røð. Her er so
ein møguleiki. Higartil
hevur Fólkaflokkurin ong-
antíð havt eina kvinnu í
landsstýrinum, men tað
hevði av álvara verið ein
uriaspostur, um ein kvinna,
sum ikki hevur royndir í
landspolitikki, hevði verið
útnevnd til fiskimálaráð-
harra.
Tað ber altíð til at gita,
men hesir møguleikarnir
tykjast ikki at vera serliga
upplagdir. Mest upplagt er
tað, at tað verður ein suður-
oyingur, og í tí førinum
sigst mest benda á Jacob
Vestergaard, ella verður tað
ein tingmaður, og so verður
tað Jógvan á Lakjuni.
Løgmaður sigur seg ikki
vita, um nýggi landsstýris-
maðurin verður útnevndur í
komandi viku, ella um tað
verður bíðað longri enn so:
– Vit brúka ta tíðina, sum
tað er neyðugt at brúka,
sigur Anfinn Kallsberg.
Suðuroyingar halda seg eiga mannin
Jógvan á Lakjuni, tingmaður
er eitt av boðunum uppá
landsstýrismann í fiski-
vinnumálum
Jacob Vestergaard, formaður
í Føroya Kommunufelag, er
eisini eitt boð uppá lands-
stýrismann
C
M
Y
K
3
2