leygardagur 1. februar 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 22 - 1. februar 2003
Nr. 22 - 1. februar 2003
5
Landsstýrismaðurin
í
vinnumálum, Bjarni Djur-
holm, fer at leggja frágreið-
ingina um bygnaðin av
fiskivinnu á landi fyri á
fyrstkomandi landsstýris-
fundi
Bjarni Djurholm fekk
frágreiðingina handaða í
Sjó- og vektarbúðini hós-
dagin. Frágreiðingin snýr
seg sum sagt um bygnaðin
av fiskivinnuni á landi. Og
hetta er eitt mál, sum
landsstýrismaðurin fer at
leggja fram á landsstýris-
fundi.
– Eg fari at skjóta upp, at
frágreiðingin verður nýtt
sum grundarlag fyri einum
aðalorðaskifti á tingi, sigur
Bjarni Djurholm, sum vísir
á, at tað hava verið aðal-
orðaskifti um fleiri ymisk
mál, men ongantíð hetta.
– Hetta er eitt sera týdn-
ingarmikið mál, so eg taki
tað sum givið, at tað verður
eitt orðaskifti um tað, slær
landsstýrismaðurin í vinnu-
málum fast.
Tá Sosialurin fekk orðið
á landsstýrismannin, var
hann staddur á tingfundi.
Hann hevði ikki lisið frá-
greiðingina,
men
hann
segði, at hann hevði blaðað
hana ígjøgnum. Har hevði
hann millum annað bitið
merki í, at teir spurningar-
nir, sum hann hevði sett,
sóu út til at vera sera greitt
svaraðir.
Aðalorða-
skifti um
bygnaðin av
fiskivinnu
á landi
Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni
Djurholm, fær her frágreiðingina um bygnaðin í
fiskivinnuni á landi handaða
Mynd: Jens K. Vang
Fólkafloksfólk í
Suðuroynni vilja hava
tann nýggja
landsstýrismannin
við fiskivinnumálum.
Teir viðganga at teir
hava ligið framvið at
fingið sessin, men
spurningurin er, um
Fólkaflokkurin vil
satsa upp á
Suðuroynna, sum ikki
altíð hevur givið
flokkinum tær nógvu
atkvøðurnar
POLITIKKUR
Theodor E. D. Olsen
- Vit brúka ta tíðina, sum
tað er neyðugt at brúka.
Hetta sigur Anfinn Kalls-
berg. løgmaður, har hann á
síðu 3 í blaðnum í dag verð-
ur spurdur, hvussu tað
gongur at finna tann rætta
ella ta røttu, sum skal verða
fiskimálaráðharri eftir Jør-
gen Niclasen.
Tá nýggjur landsstýris-
maður skal setast verður
ofta sagt, at øll landsfeløg-
ini hjá tí flokkinum, sum
eigur sessin, liggja fram-
við, og ofta hevur felagið
hjá Fólkaflokkinum í Suð-
uroynni gjørt vart við sína
ónøgd, tá teirra flokkur
hevur
valt
landsstýris-
umboð úr øðrum valdøm-
um.
Jacob Vestergaard, ið er
ein av kandidatunum, sum
Sosialurin
skilir
verða
bjóðaðir fram, viðgongur,
at fólkafloksfólk í Suðuroy
aftur hesaferð hava róð
framundir, at tey skulu um-
boða flokkin í Landsstýrin-
um, men sum hann sigur, so
er eingin føst mannagongd,
tá flokkurin velur ráðharra,
og tí er ikki gott at vita,
hvør verður kosin.
Jacob Vestergaard sigur,
at tey hava vónað hvørja
ferð, nýggjur landsstyris-
maður skuldi veljast, og at
hetta hevði verið positivt
fyri flokkin og teir veljarar
í oynni, sum so trúliga hava
valt Fólkaflokkin ferð eftir
ferð. Men hann leggur aftur
at, at hetta er eitt talv við
nógvum
leikum,
sum
eingin enn kennir úrslitið
av. Kortini hopa fólkafloks-
fólk í Suðuroy aftur hesa-
ferð til tað seinasta, sigur
Jacob Vestergaard.
Væntaði nýggjan
ráðharra í gjár
Knútur Nygaard sigst at
vera maðurin í Suðuroynni,
sum hevur gjørt tað lobby-
arbeiðið, ið suðuroyingar
vóna skal til, fyri at teir
skulu fáa tann nýggja
landsstýrismannin
hjá
Fólkaflokkinum.
Hann sigur eins og Jacob
Vestergaard, at tey hava
vónað hvørja ferð, nýtt
landsstýri varð mannað, at
eitt umboð úr teirra lokal-
felag bleiv valt í Tinganes.
Men hesaferð eru vónirn-
ar betri, sigur ein bjart-
skygdur Knútur Nygaard,
ið heldur, at hetta hevði
verið ein gularót hjá Fólka-
flokkinum í Suðuroynni,
sum á undanfarna løgtings-
vali einans fekk 424 at-
kvøður tilsamans. Hann
sigur, at tey hava givið
flokkinum teirra boð upp á,
hvørji eru skikkað at verða
komandi fiskimálaráðharri,
men viðgongur samstundis,
at tað hava hini lokalfeløg-
ini í Føroyum eisini gjørt.
Knútur Nygaard dylur
ikki fyri, at hann heldur tað
vera snilt av Fólkaflokkin-
um at velja sær fólk úr
Suðuroynni.
- Suðuroyggin er fjórð-
størsta valdømi í landinum
– størri enn Vágar, Sandoy
og Norðstreymoy – og tí
mátti
tað
verið
gott
»terræn« at dyrka, og tað
skal heldur ikki so nógv til
at fáa ein umdømisvaldan
her suðuri. Vit vóru bert
seks atkvøður frá einum
løgtingssessi næstseinasta
val og hóast skrædl var
væntað, so kom tað tó ikki
seinast,
sigur
Knútur
Nygaard, sum tá Sosialurin
prátaði við hann væntaði, at
ein nýggjur landsstýris-
maður fór at verða settur í
gjár.
- Annars kann løgmaður
bíða ein mánaða afturat,
sigur Knútur Nygaard og
sipar til, um ein nýggjur
ráðharri alment verður sett-
ur tann fyrsta dagin í ein
mánaða.
Í vikuni hevði Suðuroyar
Norðara
Javnaðarfelag
fund um framtíðina hjá
oynna, og sum Sosialuirn
skilir, væntaðu fá av um-
boðunum hjá hinum flokk-
unum, at Fólkaflokkurin
fór at leita sær til Suðuroyar
eftir landsstýrismanni hesa-
ferð. Grundgevingin var
snøgt sagt tann, at tað tykist
ov torført hjá flokkinum at
vinna nakran løgtingsess í
oynni, og at tað tí ikki vildi
verið takstiskt skilagott.
Enn vil Anfinn Kallsberg
sum sagt einki siga, hvønn
Fólkaflokkurin heldur skal
yvirtaka sessin hjá Jørgen
Niclasen. Løgmaður brúkar
brúka ta tíðina, sum tað er
neyðugt at brúka, sigur
hann.
Í Bretlandi vil
fólkið eitt og
politiski myndug-
leikin eitt annað í
stríðsspurn-
inginum við Irak
UTTANLANDS
Heri á Rógvi
London: Størsta iva-
málið í heiminum hesa
seinastu tíðina hevur
verið, hvørt USA og tess
sameindu fara at gera
álvara av hóttanunum at
leypa á Irak, og byrja eitt
kríggj
við
Sadam
Hussein og hansara her.
Tað er amerikanski for-
setin, ið gongur á odda í
stríðnum móti Irak, og
hann er fremsti fortalar-
in fyri hernaðarligum
álopi.
George Bush fær stuð-
ul frá nógvum stjórnar-
leiðarum í Evropa. Ein
teirra er bretski forsætis-
ráðharrin, Tony Blair.
Bush og Blair skulu á
fund saman um stutta
tíð, og tann fundurin
verður sagdur at vera
sera týðandi fyri, hvør
endalig støða verður
tikin.
Higartil hevur stuðul-
in frá Blair til Bush ikki
verið at tikið feil av.
Munur er tó á Blair og
fólkinum.
Seinastu kanningarnar
vísa, at stórt fleirital av
bretum eru ímóti her-
naðarligum álopum á
Irak.
Blaðið Daily Mirror,
sum sjálvt er hart ímóti
hernaðarligu ætlanunum
hjá Bush, sigur at teirra
kanningar vísa, at mill-
um 75 og 80 prosent av
bretum eru ímóti her-
naðarligum álopum.
Eisini aðrar kanningar
hava víst, at bretar ikki
ynskja kríggj.
Støðan hjá meirilutan-
um av bretum er hin
sama sum hjá fólki í
nógvum londum í vest-
urheiminum.
Eisini í Føroyum fara
fólk á fundi leygardagin
at gera vart við teirra
misnøgd. Hesin fundur-
in verður hildin í Havn.
Bretar vilja ikki
hava kríggj
Suðuroyingar gjørt heimaarbeiðið
Suðuroyingar ynskja, at ein
av teirra oyggjarmonnum fer
at ráða fyri borgum inni í
Fiskimálaráðnum. Men hini
valdømini liggja eisini
framvið
C
M
Y
K
5
4