Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-01, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. februar 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 22 - 1. februar 2003 Nr. 22 - 1. februar 2003 7 Vit vilja gjarna hava Landsrættin at meta, um hetta er ein rímu- ligur dómur fyri so grovan harðskap. Tað sigur Linda Hessel- berg, ákæri, sum hev- ur kært dómin í ham- aramálinum fyri Eystara Landsrætt. HARÐSKAPUR Ingi Rasmussen Ákæruvaldið var ikki nøgt við dómin, sum ein 48 ára gamal maður fekk fyri at buka sín maka við einum hamara. Fýra sløg raktu høvdið, og kvinnan var deyðanum nær. Maðurin fekk níggju mánaðir, hóast ákæruvald- ið vildi hava hann dømdan fyri drápsroynd. Tað helt dómarin ikki verða prógv- að, og tí fekk hann dóm eftir siðvenjuni um harð- skap. Nú kærir ákæruvald- ið dómin, men tað er ikki í eini roynd at fáa mannin dømdan fyri harðskap. – Vit kæra revsilongdina, og hava slept málinum um drápsroynd. Vit halda, at skaðarnir eru so álvarsligir, og at vápnið, sum er brúkt, er so vandamikið, at alt tal- ar fyri einum skerpaðum dómi. Tí hava vit gjørt av at fáa Landsrættin at taka støðu til, hvat skal vera rættarpraksis í einum slík- um dómi, sigur Linda Hesselberg ákæri. Í Sosialinum í gjár undr- aðist leiðarin á Kvinnuhús- inum stórliga um dómin, sum hon helt vera alt ov linan. Hon helt rættin leggja størri dent á at verja harðskapsmannin enn offr- ið. Á sama hátt halda fólk á gøtuni, at tað er væl slopp- ið við níggju mánaðum, tá tú hevur sligið ein hamara fleiri ferðir í høvdið, so lív hevur verið í váða. – Vit hava eisini fingið nógvar reaktiónir. Slíkt leggja vit sjálvandi merki til, og tað rínur sjálvandi við okkum. Men okkara meting byggir einans á løgfrøðilig- ar metingar, sum vit hava gjørt eftir at hava lisið dóm- in, og vit halda, at dómurin er ov linur. Vápnið er ein metalhamari, sum er sligin beint ímóti høvdinum, og tað er so mikið álvarsligt, at tað eigur at geva ein longri revsing, sigur Linda Hess- elberg. Ákærin krevur harðari revsing Meðan Javnaðar- flokkurin og Tjóð- veldisflokkurin fylkj- ast fyri friði, heldur Óli Breckmann, at føroyingar eiga at viðurkenna rættin hjá USA at loypa á heims- ins lond. Eitt gamalt stríð um friðarpolit- ikk er aftur á dags- skránni í Føroyum FRIÐARFUNDUR Ingi Rasmussen Meðan USA hóttir við at loypa á Irak, skipa Tjóð- veldisflokkurin og Javnað- arflokkurin fyri stórum fólkafundi fyri friði á Vagl- inum leygardagin, har teir á »friðarligan og virðiligan hátt mótmæla ætlanunum um hernaðarligt álop á Irak, sum kann gera ein ræðandi krígsvanda til blóðugan veruleika«. Fundurin á Vaglinum er eitt afturljóð frá kalda krígnum. Øðrumegin stendur vinstravongurin og friðarrørslan, og hinumegin stendur høgravongurin, har Fólkaflokkurin og Óli Breckmann eru sjónligast. Tiltakið er íkomið, tí Jóannes Eidesgaard og Høgni Hoydal ein dagin prátaðu saman í tinghús- kjallaranum um støðuna í Miðeystri og tey mótmæl- ini, ið hava verið kring all- an heim ímóti einum álopi á Irak. Hetta er ein saman- renning millum tveir flokk- ar, sum hava samstarvað nógv, men hava staðið langt frá hvørjum øðrum síðstu árini. – Á hesum økinum hava Tjóðveldisflokkurin og Javnaðarflokkurin altíð kunnað samstarva, so tað er natúrligt, at vit fyriskipa hetta í felag. Vit hava eisini nógv onnur øki, sum vit hugsjónarliga kundu sam- starva um, sigur Jóannes Eidesgaard. Oman fyri alt Nú snýr tað seg um eina krígshóttan, ið liggur langt oman fyri vanligt politiskt kegl og stríð í Føroyum, heldur Jóannes Eidesgaard. – Avleiðingin av einum kríggi er so ótrúlig og ræðandi, at eitt og hvørt hugsandi fólk eigur at hava eina meining um tað. Tað hevur verið ein løgin kensla, at allur heimurin reisir seg, meðan onki hoyrist úr Føroyum. Um onki hoyrist, so senda vit eitt tekin út um eina líka- sælu, sum sigur, at vit liva so væl í hesum smørholin- um, at trupulleikar hjá øðr- um ikki koma okkum við. Men hetta er so mikið við- komandi, at vit eiga ikki at lata tað fara framvið, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann heldur, at løgmaður fer skeivur, tá hann ber seg undan at hava eina meining um málið við tilvísing til løgtingssamtyktina, sum sigur, at Føroyar skulu vera uttanveltaðar í ósemjum millum lond. – Reyði tráðurin í løg- tingssamtyktunum hevur verið eitt friðarynski. Við fólkafundinum fáa vit eisini givið eitt tekin úteftir um, at í øllum førum nøkur í Føroyum ikki taka undir danska politikkinum, sum stuðlar USA treytaleyst, sigur Jóannes Eidesgaard. Politisturin USA Óli Breckmann, formaður í tingbólki Fólkafloksins, hevur lítið gott at siga um tiltakið á Vaglinum. – Tað, sum gongur fyri seg á Vaglinum, er politiskt offside. Eg verji teirra rætt at møsna, men eg eri grundleggjandi ósamdur við tey, sigur Óli Breck- mann. Hann heldur, at USA hevur eina serstøðu í heim- inum, sum føroyingar eiga at viðurkenna. – Eg vil heldur hava eitt aktivt USA, sum altjóða løgregluland, enn eitt USA, sum sjálvvalt avbyrgir seg frá heiminum. Funda- mentalistarnir hata líka nógv føroyska kapitalismu og demokrati, sum øll onn- ur demokrati. Um amerik- anar og bretar halda, at tað er grund til at leypa fyri- byrgjandi á Irak, so vit fáa ruddað hatta skarnið Sadd- am Hussain av jørðini, so stuðli eg teimum fult út. Hetta er eisini ein skylda vit hava mótvegis Ísrael, sum er brennidepilin í bar- daganum millum islam og kristindómin, sigur Óli Breckmann, formaður í tingbólkinum hjá Fólka- flokkinum. Gamalt stríð kyknað um friðarpolitikk Vinstra, høgra... Jóannes Eidesgaard og Óli Breck- mann eru ósamdir um støð- una hjá USA í heiminum. Mynd: Jan Müller Um allan heim hava mót- mælisgongur verið ímóti ein- um álopi á Irak. Leygardagin fara føroyingar eisini at gera vart við seg á Vaglinum undir herrópinum »Heldur byggja brýr enn blaka bumbur«. Mynd: Reuter Knappliga brast fyri nevi. Hetta var hetta vikan, tá tað kom fram, at allir flokkar á løgtingi knappliga fylkjast um ein yvir- tøkuleist, sum løg- maður hevur skotið upp fyri forsætisráð- harranum. Føroyar stevna ímóti einum innanhýsis sjálvstýri, og spurningurin um fullveldi er skotin fram í tíðina BAKSÝNI Ingi Rasmussen Málið um yvirtøkulógina hjá løgmanni liggur í løtuni til viðgerðar hjá fremstu serfrøðingunum í Dan- mark. Teir skulu eitt nú hyggja eftir, at málið sam- svarar við teirra fatan av, hvat letur seg gera undir verandi ríkisrættarligu skipan, og um tað er í samljóði við ásetingarnar í grundlógini. Nakað av iva hevur stungið seg upp um, hvat yvirtøkulógin hjá løgmanni í grundini snýr seg um. Vert er at gera vart við, at enn er bert talan um eitt uppskot, sum løgmaður sendi for- sætisráðharranum 30. sep- tember í fjør, og tí er ov tíð- liga at siga nakað endaligt. Men málið er, at tað skal samtykkjast í hesum árin- um, og við gildiskomuni av lógini koma írestandi máls- økini uttan fyri heimastýr- islógini á føroyskar hendur. Tá vera bara írestandi málsøkini á heimastýris- lógini, serliga løgreglan og fólkakirkjan, eftir í buktini. Sjálvstýri inneftir Herluf Sigvaldsson, stjóri á uttanríkisdeildini á Løg- mansskrivstovuni, hevur ar- beitt við málinum. Hann greiðir frá, at yvirtøkulógin skal savna øll málsøkini uttan fyri heimastýrislógina undir eina lóg, so føroying- ar kunnu yvirtaka tey uttan at skula í Fólkatingið hvørja ferð. Málið er at sleppa undan løgfrøðiligum kegli og kon- frontatiónum, og yvirtøkur- nar skulu fáast í eina fasta legu. Samstundis verður heimastýrislógin standandi við sínum A- og B-málum. Uttan fyri hesi málsøki liggja so uttanríkismál, verjumál og ríkisborgara- rættur, sum eru karmurin um ríkisfelagsskapin. – Tá Heimastýrislógin og yvirtøkulógin eru gagnnýtt til fulnar, so kunnu vit siga, at vit hava fingið fult inn- anhýsis sjálvstýri. Tá ráða vit á øllum teimum málum, sum vit kunnu undir ver- andi skipan. Men tað hevur onki við fullveldi at gera, greiðir Herluf Sigvaldsson frá. Sjálvstýri úteftir Tá Heimastýrislógin er tømd, og yvirtøkulógin framd, hava føroyingar so- statt so stórt sjálvstýri, sum til ber undir verandi skipan. Skal komast víðari, má fullveldi setast aftur á dags- skránna, og sambært løg- manni verður tað framt við eini fólkaatkvøðu. Við henni kunnu tey síðstu málsøkini yvirtakast sum ein heild. – Tað, sum heldur okkum saman í ríkiseindini, eru tá uttanríkismál, verjumál og ríkisborgararættur. Tey málsøkini avgera, um eitt land er ein sjálvstøðug, politisk og løgfrøðilig eind í altjóða viðurskiftum, sig- ur Herluf Sigvaldsson. Tá heimastýrislógin og yvirtøkulógin eru gagnnýtt, so øll mál eru vorðin før- oysk, er bara spurningurin um fullveldi eftir, og við fullveldinum koma tey síðstu málsøkini til Føroya. Um tað kemur so langt er bæði ein spurningur um politikk og fólkavilja. Lítið nýtt Orðini, sum nýtt hava verið um yvirtøkuleistin higartil, hava verið stór. Mest sum ov stór, heldur onkur. Ein løgfrøðingar, sum Sosialurin hevur tosað við, heldur ikki, at yvirtøkulóg- in er nøkur kollvelting. Fyrst og fremst er hetta áhugavert politiskt, heldur hann, tí hann dugir ikki at síggja nakað í uppskotin- um, sum broytir verandi skipan. Kjarnin er bert at fáa eina semju um, at málini uttan fyri heimastýrislógina, kunnu yvirtakast og fyri at lætta um, verður tað gjørt undir einum. Sostatt er hetta bert ein politisk avtala og ikki ein nýggj skipan, tí tað hevur ofta borið til at yvirtikið slík mál áður, um bert pol- itiski viljin og handalagið hevur verið nóg gott. Tað snýr seg altso um, hvat pol- itiskt letur seg gera, og tað hevur altíð verið kjarnin í heimastýrislógini, sigur løgfrøðingurin. Ein annar løgfrøðingur hevur hug at samanbera málið við nýggju klæði keisarans, tí yvirtøkulógin er hægst eitt plagg, sum verður lagt afturat heima- stýrislógini. Brast fyri nevi At uppskotið er eitt varligt stig á sjálvstýrisleið, er helst orsøkin til, at tað knappliga brast fyri nevi, so øll samdust um yvirtøku- leistin. Báðir andstøðu- flokkarnir, sum annars ikki hava styðjað samgonguna í nógvum á ríkisrættarliga økinum síðstu árini, vóru jaligir. Formaður Javnaðarfloks- ins, Jóannes Eidesgaard, kundi boða frá, at Javnaðar- flokkurin helst fór at taka undir við tí. – Javnaðarflokkurin gleðist yvir, at tað endiliga er gingið upp fyri løgmann og samgonguna, at tað eru fleiri møguleikar at fremja føroyskt sjálvstýri enn tann, sum hevur verið leisturin hjá samgonguni higartil. Um hetta er ein nútúmans- gerð ella víðkan av heima- stýrislógini, haldi eg ikki, at vit skulu brúka so nógva orku uppá. Hóast okkara sjálvstýrislóg varð meira víðgongd, so var hon bara meint sum eitt útspæl til samráðingar, og tí vil Javn- aðarflokkurin eisini taka undir við leistinum hjá løg- manni, sigur Jóannes Eidesgaard. B-tónin hjá Alfred Olsen, næstformanni Sambands- floksins, lá tætt við C. Sam- bandsflokkurin heldur, at hetta minnir nógv um ný- skipanaruppskotið hjá sær, og tí ber helst til at fáa eina breiða semju um fleiri av málunum, segði Alfred Ol- sen. Kortini er okkurt, sum eisini er ført fram í upprit- inum hjá løgmanni, sum Sambandsflokkurin ivast í, og tí tekur flokkurin ikki treytaleyst undir við øllum, segði hann við Útvarp Føroya. Høgni Hoydal, formaður- in Tjóðveldisfloksins, sum hevði fullveldismál undir sær, hevur staðiliga ávarað ímóti nýggjum skipanum innan fyri ríkiseindina, men hann kundi eisini stuðla uppskotinum hjá løgmanni. – Vit hava fingið játtan frá donskum myndugleik- um um, at tað er eingin trupulleiki at yvirtaka øll mál – eisini tey, sum ikki eru nevnd í heimastýrislóg- ini. Spurningurin er bara, um tað skal gerast undir einum ella so hvørt. Fyri okkum er tað betri, at tað verður gjørt undir einum. Vit troyta bara Heimastýr- islógina til fulnar, og tað ber væl til uttan nakran nýggjan sáttmála, segði Høgni Hoydal. Fogh fegnast Uppskotið liggur í løtuni til viðgerðar í Danmark hjá fremstu serfrøðingum teirra. Alt byrjaði við einari yvirlýsing 14. januar 2002, har nýggi forsætisráðharrin Anders Fogh Rasmussen og Anfinn Kallsberg løgmaður samdust um, at føroyingar kundu yvirtaka øll málsøki, sum lógu uttan fyri grund- lógina, og stjórnin segði seg verða sinnað at gera eitt felags lógargrundarlag fyri málsøkini uttan fyri heima- stýrislógina. Tað er hetta grundarlag- ið, sum løgmaður saman við umsitingini hevur orðað til eitt uppskot og sent for- sætisráðharranum. Tá løg- maður 30. september í fjør sendi Anders Fogh Ras- mussen sítt uppskot, tók hann eisini væl ímóti tí. Í einum skrivi 16. okto- ber svaraði hann løgmanni, at hann var »fuldt ud ind- stillet« at seta eitt arbeiði í verk, sum hevur til enda- máls at ganga landsstýrin- um og einari lóggávu, ið savnar øll málsøki uttan fyri heimastýrislógina, á møti. Søgulig semja um innanhýsis sjálvstýri Anfinn Kallsberg og Anders Fogh Rasmussen geva hvørj- um øðrum hondina um eitt innanhýsis sjálvstýri. Inneftir sleppa vit at ráða alt tað, vit kunnu. Men úteftir verður tað framvegis Danmark, sum setir karmarnar. Mynd: Jens Kristian Vang Innanhýsis sjálvstýri FØROYSK MÁL Heimastýrislógin: Málsøkini á listi A og lista B Yvirtøkulógin: Det civile beredskab, Mål og væg, Retsplejen (dómstólarnir), Det strafferet- lige område, Udlændinge området, Det formu- eretlige område, Det person-, familie- og arve- retlige område. FELAGS MÁL Uttanríkismál Verjumál Ríkisborgararættur Fakta C M Y K 7 6