leygardagur 1. februar 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 22 - 1. februar 2003
Nr. 22 - 1. februar 2003
9
Liggur sum ein bumba undir Strandferðsluni
– Tað slepst ikki und-
an at lækka túratalið
hjá Strandferðsluni.
Men fær leiðslan á
Strandferðsluni rætt,
verður neyðugt við
enn fleiri tiltøkum
STRANDFEÐSLA
Áki Bertholdsen
Tað er ongin ivi um, at
Strandferðslan
verður
noydd til at skerja túratralið
á summum rutum
– Tað slepst ikki uttanum,
sigur Kristian Davidsen,
stjóri á Strandferðsluni.
Og tað sigur hann í kjal-
arvørrinum á teimum polit-
isku stigum, sum eru tikin
hesa seinastu vikuna.
Tað hevur alla tíðina ver-
ið greitt, at Strandferðslan
verður noydd til at útvega
sær stórar eyka inntøkur í
ár, skal játtanin halda - og
tað skal hon.
Spurningurin er bara,
hvussu tað verður gjørt!
Sjálv ætlaði Strandferðsl-
an at útvega sær seks milli-
ónir í eyka inntøkum við at
hækka prísirnar á ferðsa-
seðlum við Bygdaleiðum
og við Strandfaraskipunum.
Men harumframt skuldi
hon spara 7,5 milliónir fyri
at fáa alt at mala runt. Nak-
að av tí kundi hon spara við
tað, at siglingin inn á
Skálafjørðin og á Vág,
verður strikað.
– Men eftir verða undir
øllum umstøðum einar fýra
milliónir,
sum
skuldi
útvegast við sparingum.
– Og tað er púra greitt, at
tað letur seg ikki gera, uttan
at tað rakar tænastustøðið
og at túratalið fer at lækka,
sigur Kristian Davidsen.
– Skulu vit spara fýra
milliónir, fer tað at merkj-
ast væl og virðiliga.
Men, hvussu sparingarnar
skulu fremjast, fer Strand-
ferðslan at arbeiða við nú.
Ein bumba undir
Strandferðsluni
Men kanska verður støðan
hjá Strandferðsluni uppaft-
ur verri.
Á samgongufundi týsdag-
in varð avgjørt, at Strand-
ferðslan sleppur bert at
hækka prísin á ferðaseðlum
eini 7% yvir ein kamb og tað
er væl minni, enn Strand-
ferðslan hevði skotið upp.
Upprunaliga
ætlaði
Strandferðslan
bara
at
hækka ferðaseðlaprísin við
Strandferðsluni
og
við
Bygdaleiðum. Men sam-
gongan gjørdi av at tað
skuldi eisini verða dýrari at
flyta farm við Farmaleiðum
og at príshækkingin skuldi
vera 7% yvir ein kamb.
Sostatt komu hækkingar-
nar at raka breiðari, enn
Strandferðslan ætlaði, men
afturfyri verður hækkingin
ikki so ógvuslig.
Men tað er stór óvissa
um, antin hækkingin upp á
7% verður nóg mikið.
– Strandferðslan metir, at
hækkingin upp á 7% fer
bara at geva eina meirinn-
tøku uppá 2,5 milliónir.
Men samgongan hevur
eina aðra fatan, tí hon
metir, at tað er nóg mikið til
at geva Strandferðsluni
ætlaðu meirinntøkuna uppá
seks milliónir, sigur Kristi-
an Davidsen.
Hann sigur, at tað, sum er
ógvuliga trupult at meta
um, er, hvussu príshækk-
ingin fer at ávirkað talið á
ferðafólkum.
– Vit hava mett, at verða
prísirnir hækkaðir 7%, fer
tað at føra til, at ferðafólka-
talið við Strandfaraskipun-
um fer at lækka 2%, at nøgd-
in av farmi fer at lækka 3%
og at ferðafólkatalið við
Bygdaleiðum fer at lækka
4%.
– Hinvegin hevur sam-
gongan mett, at ein hækk-
ing uppá 7% fer ikki at
ávirka talið á ferðafólkið og
nøgdina av farmi yvirhøv-
ur.
– Sostatt er er stór óvissa
um tølini og vit hava avtalað
við vinnumálaráðið, at vit
skulu fylgja neyvt við gong-
dini í ferðafólkatali og farmi.
– Og verða frávik tann
skeiva vegin, so at inntøku-
metingin ikki fer at halda,
skulu vit boða frá, tí so má
málið takast uppaftur.
– Í øllum førum er
grundarlagið, at príshækk-
ingarnar skulu geva seks
milliónir meiri í inntøkum.
Men Strandferðslan hevur
altso mett, at hækkingin
uppá 7% fer at geva 3,5
milliónir krónur minni í inn-
tøku, enn Samgongan metir.
Og tað fer at liggja um
ein bumba undir Strand-
ferðsluni.
Tað ásannar stjórin á
Strandferðsluni eisini.
– Verður tað metingin hjá
samgonguni, sum er tann
rætta, verður bara neyðugt
at spara tær fýra milliónir-
nar, sum upprunaliga ætlað.
– Men verður tað meting-
in hjá Strandferðsluni, sum
heldur, verður neyðugt at
spara 3,5 milliónir afturat
og tað kann elva til ógvu-
liga stórar trupulleikar.
– Og tað haldi eg er
ógjørligt, sigur Kristian
Davidsen.
Elva til trupulleikar
Undir øllum umstøðum er
tað greitt, at tað verður
neyðugt at lækka túratalið
niður fyri at spara tær upp-
runaligu fýra milliónirnar.
– Men skal uppaftur meiri
sparast, hevur stjórin á
Strandferðsluni onga hóming
av, hvussu tað kann gerast.
– Tað eru ikki so nógvir
møguleikar. At seta spar-
ingar í verk, gerst ikki frá
einum degi til annan, so eg
dugi ikki at síggja, hvussu
vit kunnu seta fleiri spar-
ingar í verk.
Sostatt eru bara tveir
møguleikar og teir eru at
hækka ferðaseðlaprísirnar
enn meiri ella at Strand-
ferðslan fær eina eykajáttan
á fíggjarlógini.
– Men tað verður so ein
politiskur spurningur at
taka støðu til, sigur stjórin á
Strandferðsluni.
Her skal viðmerkjast, at
tingmenn í samgonguni
hava staðiliga boðað frá, at
talan verður ikki um, at
prísurin skal hækka meiri
enn hesi sjey prosentini,
sum eru avtalað. Tingmenn
úr samgonguni hava eisini
staðiliga boðað frá, at tað
verður ikki talan um eyka-
játtanir, uttan at tað “stend-
ur um lív”.
Sostatt er als ikki sagt, at
poltiisku trupulleikarnir hjá
Strandferðsluni eru av. Tað
er eisini væl hugsandi,at
tað fer at elva til politiskar
trupulleikar, tá ið tað kemur
har til at skarvast skal av
túratalinum her og har.
Í øllum førum hevur Her-
geir Nielsen, sum er einasti
samgongutingamður úr Suð-
uroy, sagt, at túratalið til
Suðuroynna kann ikki vera
lægri og verður túratalið ímil-
lum havnina og Suðuroynna
lækkað, tekur hann tað sum
eina stóra provokatión.
Annars væntar stjórin á
Strandferðsluni, at prís-
hækkingarnar koma í gildið
um eina viku ella so.
– Strandferðslan skal í
hvussu so er spara fýra milli-
ónir í ár og tað fer at raka
nokk so hart og tað slepst ikki
undan at lækka túratalið.
Kanska noyðast vit at spara
enn meiri, men tað verður
ógjørligt, sigur Kristian
Davidsen, stjóri á Strand-
ferðsluni.
Strandferðslan sleppur at
hækka prísirnar á ferðaseðl-
um eini 7%. Hon metir, at
tað fer at geva 2,5 milliónir í
meirinntøku. Men samgong-
an skúgvar metingina til
viks, tí samgongan metir, at
tað fer at geva seks milliónir
Í stuttum
• Strandferðslan skal hava seks milliónir inn í
meirinntøku við príshækkingum.
• Harafturat skal Strandferðslan spara 7,5 milliónir.
• Hon kann spara 3,5 við at Skálafjarðarsiglingin og
siglingin á Vág halda uppat.
• Sostatt skulu fýra milliónir sparast afturat og tað
letur seg ikki gera uttan at lækka túratalið.
• Strandferðslan sleppur at hækka prísirnar umleið
7% yvir ein kamb.
• Strandferðlan metir, at tað fer einans at geva 2,5
milliónir í meirinntøku.
• Men samgongan metir, at tað fer at geva 6 milliónir
í meirinntøku.
• Heldur metingin hjá Strandferðsluni, skal hon so-
statt finna 3,5 milliónir afturat.
• Og heldur stjórin á Strandferðsluni ikki ber til
FERÐASEÐLAPRÍSIR
Áki Bertholdsen
Strandferðslan er nú farin
undir arbeiðið at gera ein
nýggjan prísbygnað fyri
alla tað almennu sam-
ferðsluna.
Tað hevur ofta verið
funnist at príspolitikkinum
hjá Strandferðsluni. Ein
atfinning hevur verið, at í
summum førum er tað
bíligiari hjá fýra fólkum at
leiga hýruvogn ímillum
bygdir enn tað er at brúka
Bygdaleiðir og tað er heilt
av lagi. Ein onnur atfinn-
ing hevur verið at tað ov
stórur prísmunur á teimum
ymsu leiðunum.
Kristian Davidsen sig-
ur, at tað eru nógvar hugs-
anir um, hvussu tað kann
gerast og teir arbeiða nú
við ymsum hugskotum.
Hann dugir ikki at siga
enn, hvat grundsjónar-
miðið verður.
– Hetta er eitt mál, sum
rakar rættiliga nógv fólk
og tí er tað eitt arbeiði,
sum skal fyrireikast væl
og virðiliga og sum skal
umhugsast gjølliga, áðr-
enn tað verður sett í verk.
Hann sigur, at tískil
verður tað ikki enn, at ein
nýggjur
prísbygnaður
kemur í gildi.
Spurningur er, hvat
verður góðtikið, tí í stóran
mun er talan um ein polit-
iskan spurning.
– Í løtuni er eitt uppskot
frammi um, at allar leiðir
skulu kosta tað sama.
Men spurningurin er,
hvussu tað skal fíggjar og
tað er eitt politiskt mál.
Kristian Davidsen sig-
ur, at tann nýggi prís-
bygnaðurin skuldi helst
ikki givið Strandferðsluni
minni inntøkur enn hon
hevur nú.
– Men eitt endamál er
at gera prísskipanina ein-
faldari fyri at sleppa und-
an øllum bólkunum, sum
nú eru. Eitt nú eru nógvir
ymsir bólkar av bilum og
tað er ikki lætt at hava við
at gera, sigur strandferð-
slustjórin.
Strandferðslan
fer nú at
gera nýggjan
prísbygnað
ÍTRIV
Vilmund Jacobsen
Er vilji og hugur til steðar,
er einki til hindurs hjá
monnum, sum burtur av
liva av tí, sum upp úr havin-
um kemur, at hugna sær
millum túrarnar. Onkur
heldur kanska, at hetta letur
seg ikki gera, og tað veldst
sjálvsagt um, hvussu nógv
skipini eru úti, og hvussu
langir túrarnir nú einaferð
eru. Men tað eru ikki øll
skip og allir bátar, ið hava
so nógvar fiskidagar, at tey
kunnu vera til fiskiskap alt
árið. Og tá er hent hjá fiski-
monnum, sum annars bal-
ast á havinum, at hava eitt
hvørt ítriv at fara til. Verri
er ikki, um hetta ítriv eisini
gevur motión, sum ein
fiskimaður eins og onnur
hevur brúk fyri.
Í Ítróttarhøllini í Runavík
tóku vit hesar myndirnar
seinasta hóskvøld.
Jack og Niclas Højgaard,
faðir og sonur, sigla báðir
við línubátinum, Volunteer,
sum Jack eigur. Teimum
dámar væl at spæla fótbólt,
tá ið høvið býðst, og tað er
nú ikki so sjáldan. Teir eru
við í "teaminum", sum
spælir innandurafótbólt í
Ítróttarhøllini í Runavík
hóskvøld. Her møta teir
trúgvir, hvørja ferð teir eru
heima. Jack er ikki nakar
ársungi, men kortini bæði
lættur og fimur sum ein
annar unglingi. Niclas er
stríðsmaður burtur av á
vøllinum.
Á Føroya Banka
Volunteer
er
ein
lítil
línubátur millum teir størru
og talið av fiskidøgum,
sum skipið hevur, er ikki
óavmarkað. Tí ræður um at
brúka dagarnar væl og so-
leiðis, sum veðrið hevur
háttað sær seinastu tíðina,
hevur ikki loyst seg at ligið
úti. Volunteer hevur gjørt
tríggjar stuttar túrar í ár, og
væl er komið burtur úr. Nú
bíða teir eftir líkindum at
fara út á Føroya Banka at
royna; har eigur Volunteer
30 fiskidagar. Várið er góð
fiskitíð á Bankanum, men
illsligt til veður.
Men tað er ikki bara
veðrið, sum spælir inn. Tá
ið fiskidagarnir eru av-
markaðir, verður eisini
hugsað um prísin, ið fáast
kann fyri fiskin. Tí verður
eisini roynt at lagað stuttu
túrarnar soleiðis, at fiskurin
verður seldur á marknaðin-
um, tá ið trýstið er minst.
Men tað er ikki altíð so
lætt, tá ið aðrir sjálvsagt
royna tað sama.
Bæði Jack og Niclas lata
væl at, tí nógvur fiskur hev-
ur verið at fingið - so nógv-
ur, sum ongantíð áður.
Hóast fiskidagarnir eru
avmarkaðir, ber væl til at
fáa eina góða ársinntøku
við tí fiskiskapi, sum verið
hevur seinastu árini.
Okkurt árið hevur Jack
keypt fiskidagar frá øðrum
skipum, sum hava havt dag-
ar til avlops.
Petur og Atli
Petur í Túni, sum vit síggja
á myndini saman við Atla
Joensen, siglir við trolbát-
inum, Randi.
Hjá teimum er dagatalið
heldur ikki óavmarkað.
Skipið er lítið, tá ið náttúru-
kreftirnar spenna út vøddar
sínar, soleiðis sum verið
hevur í seinnu helvt av
januar. Men stutt er á fiski-
leið. Tí kann Randi at fara
út og koma innaftur eftir fá-
um tímum. Ein stuttur túrur
er gjørdur í hesum árinum,
og eisini hesin prógvaði, at
nógvur fiskur er at fáa.
Randi er nútímansgjørd
við bøttum umstøðum hjá
manningini, og á brúnni eru
nýggj tól og tvær teldur
settar upp.
So, tað er ikki bara um-
borð á teimum størru skip-
unum, at hugsað verður um
umstøðurnar og trivnaðin
hjá manningini.
Maðurin á myndini við
síðuna á Peturi í Túni, er
Atli Joensen, ið er verson-
ur, Petur Thomsen, sála,
sum átti garnaskipið, Okn-
ina. Atli arbeiðir hjá Zach-
ariasi Leitisstein, men plag-
ar at gera nakrar túrar við
Oknini av og á.
Bæði Petur og Atli dáma
væl at spæla fótbólt, og tað
er næstan ikki tað hós-
kvøld, at Petur ikki tuskar
runt í Ítróttarhøllini í Runa-
vík - um Randi ikki er til
fiskiskap
Hugna sær við fótbólti millum túrarnar
Úr arbeiðsklæðum í
venjingarbúna. Jack
Højgaard er ikki nakar
ársungi, men lættur og fimur
sum ein unglingi.
Mynd: Vilmund Jacobsen
Niclasi dámar væl at tuska runt í Ítróttarhøllini í Runavík, tá ið hann ikki er til skips. Hann er
stríðsmaður burtur av.
Mynd: Vilmund Jacobsen0
Tað er gott at hava okkurt at
leska sær við, tá ið stríðið á
vøllinum er av. Petur í Túni
(tv.) siglir við Randi; Atli
arbeiðir hjá Zachariasi
Leitisstein, men er við
garnaskipinum, Oknini, av
og á.
Mynd: Vilmund Jacobsen
C
M
Y
K
9
8