Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-01, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. februar 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 22 - 1. februar 2003 Nr. 22 - 1. februar 2003 11 UTTAN ÚR HEIMI Danskir fiskimenn í øðini Í dag koma tær nýggju fiskiveiðireglurnar hjá ES í gildi. Reglurnar umfata millum annað toskafiski- skapin í Norðsjónum og hava til endamáls at varð- veita stovnin, men donsku fiskimenninir hava longu gjørt greitt, at teir ætla sær ikki at gera eftir nýggju reglunum. Reglurnar áseta millum annað, hvussu nógvar fiskidagar hvørt skip kann hava, samstundis sum kvotan er munandi skerd. Men sambært fiskimonn- unum letur tað seg ikki gera at halda reglurnar. Teir siga, at skulu teir gera, sum reglurnar siga, fara teir allir á húsagang. Tí ætla fiskimenninir at fiska, sum vóru gomlu reglurnar framvegis í gildi. Danska fiskimannafelagið hevur boðað frá, at tað styðjar sínar limir, og formaðurin í felagnum, bent Rulle, segði fyrrakvøldið við danska sjónvarpið, at hann fer ikki at mæla sínum limum til at halda nýggju reglurnar. Hetta fall ikki í góða jørð hjá ráð- harranum í matvørumálum, Mariann Fischer-Boel. Hon segði við sjónvarpið, at orðalagið hjá Bent Rulle var heilt burturvið og kann ikki góðtakast. Danmnark hevði formansskapin í ES, tá nýggju veiðireglurnar vórðu samtyktar, og tað var tí júst danski ráðharrin, sum stóð á odda fyri samráðingun- um. Eftirlitsmenninir leka ikki Amerikanarar vilja vera við, at ST-vápnaeftirlits- menninir í Irak eru ikki nóg tættir, og at iraksku myndugleikarnir tí frammanundan hava fingið at vita, hvar eftirlitsmenninir ætla sær at leita eftir hóp- oyðingarvápnum. Sambært blaðnum USA Today hava amerikanararnir myndir, sum vísa, at irakar hava tømt vápnagoymslur, beint áðrenn eftirlits- menninir hjá ST eru komnir hagar at leita. Men formaðurin hjá eftirlitsmonnunum, Hans Blix, avsannar amerikansku skuldsetingarnar. Við svenska útvarpið sigur Hans Blix, at einki hald er í amerikansku skuldsetingunum. Hann sigur seg eisini ivast í, at amerikansku skuldsetingarnar koma frá fólki í umsitingini. - Amerikanararnir vita væl, hvussu vit arbeiða, og hvussu trygdarskipanir okkara eru, sigur Hans Blix. Ætlaðu at gera geiðsla- virkna bumbu Bretska stjórnin sigur seg hava upplýsingar um, at yvirgangsfelagsskapurin al-Qaeda ætlaði at gera eina geiðslavirkna bumbu í nítiárunum. Í hesum bumbuslagnum verður vanligt spreingi- evni nýtt til at breiða geiðslavirkin evni, og tí er talan ikki um vanligar kjarnorkubumbur. Ein talskvinna hjá uttanríkisráðnum í London segði í gjár, at bretsku myndugleikarnir hava hald- góð prógv í hesum málinum. Sambært talskvinnuni fingu bretar fatur á próvtilfarinum í einari legu hjá al-Qaeda í Afghanistan. BBC vil vera við, at al- Qaeda var komið longur við bumbuætlanini, enn bretar og amerikanarar hildu, og at felagsskapurin hevði fingið tað neyðuga tilfarið frá Taliban. Felagsskapurin skal eisini hava gjørt ávísar royndir á einari rannsóknarstovu tætt við afghanska býin Herat. Sambært BBC kunnu bretar prógva, at Osama bin Laden ætlanin at útvega al-Qaeda eina geiðslavirkna bumbu var fremsta málið hjá Osama bin Laden í 1999. - USA hevur eittans endamál við at fara í kríggj við Irak, og tað er at fáa ræðið á iraksku oljuni, sigur fyrrverandi suður- afrikanski forsetin IRAK-KREPPAN Árni Joensen: - Eg fordømi, at eitt veldi, ið hevur ein forseta, sum ikki dugir at hyggja fram- eftir, og sum ikki er førur fyri at hugsa, ætlar sær at tveita heimin út í eitt nýtt holocaust, segði fyrrver- andi suðurafrikanski forset- in í sínum higartil harðasta álopi á George W. Bush, forseta. - Hví ber USA seg soleiðis at? Vinur teirra, Ísrael, hevur hópoyðingar- vápn, men av tí at Ísrael er ein av teirra sameindu, bið- ur USA ikki ST síggja til, at tey ísraelsku hópoyðing- arvápnini verða beind burt- ur, segði Mandela og legði afturat, at tann irakska olj- an er einasta málið við amerikansku álopsætlanini. Fyrrverandi suðurafrik- anski forsetin duldi heldur ikki fyri, at hann heldur lít- ið um fremsta stuðulin hjá Bush, Tony Blair. - Tony Blair arbeiðir sum amerikanskur uttanríkis- ráðharri. Hann er ikki bretskur forsætisráðharri longur, segði mandela og legði afturat: - Bush arbeiðir uttan um ST, og bæði hann og Blair undirgrava heimsfelags- skapin, ein felagsskapur, sum undanmenninir hjá báðum løgdu lunnar undir, segði fyrrverandi forsetin og friðarheiðurslønarvinn- arin. Nelson Mandela legði afturat, at hann fer at taka undir við øllum tiltøkum ímóti Irak, sum St sam- tykkir, vísir tað seg, at Saddam Hussein ikki vil samstarva, men hann fer ikki at góðtaka eitt álop utt- an ST-heimild. Tað kann ikki góðtakast og hevði ver- ið eitt vánaligt fyridømi fyri heimin, segði hann. Níggju fólk doyðu, og 39 fingu skaða, tá eitt tok í Avstralia fór út av jarn- breytini fyrrakvøldið. Í gjár vistu myndugleikarnir ikki, hví tokið var farið útav, men summi av ferðafólkun- um vildu vera við, at tokið rendi á eitt ella annað, sum lá á jarnbreytini. Tokvan- lukkan, sum var stut sunn- an fyri Sidney, er tann ring- asta í Avstralia í 26 ár. Bæði evropearar og amerikanarar eru dapurskygdir, tá tað snýr seg um tey búskaparligu útlitini, og hvørki evropearar ella amerikanarar hava stórvegis álit á sínum myndug- leikum BÚSKAPARÚTLIT Árni Joensen: Amerikanararnir eru longu farnir at gloyma alt um tær stóru fíggjargølurnar við fyritøkum sum Enron og WorldCom, samstundis sum evropeararnir hava minni álit á sínum vinnu- lívsleiðarum nú enn fyri einum hálvum ári síðani. Tað sæst í einari kanning, sum varð gjørd á altjóða búskaparráðstevnuni í Davos í Sveits í síðstu viku. Men eitt er felags fyri evropearar og amerikanar- ar: Báðu megin Atlantshav- ið er álitið á ta búskaparligu menningina minkað. Bara 39 prosent av evropearun- um og amerikanarunum halda, at tað gongur tann rætta vegin búskaparliga. Fyri bert einum hálvum ári síðani svaraðu heili 56 prosent av teimum spurdu evropearunum og amerik- anarunum, at teir vóru nøgdir við tey búskaparligu útlitini. Kanningin úr Davos av- dúkar, at serliga týskarar hava smáar vónir um bús- kapin í framtíðini. Heili 79 av týskarunum, sum tóku lut í kanningini, siga, at tað gongur tann skeiva vegin við búskapinum. Samstundis vísir kann- ingin, at amerikanarar hava yvirhøvur betri álit á sínum vinnulívsfólki, enn evrope- arar hava. 41 prosent av teimum spurdu í USA siga seg hava álit á teimum, sum standa fyri landsins vinnu- lívi, men í Evropa eru tað bara 23 prosent, sum siga tað sama um teir evrope- isku vinnulívsleiðararnar. Tá evropeararnir fingu sama spurning fyri einum hálvum ári síðani, søgdu 29 prosent seg hava álit á vinnulívsleiðarunum. Áhugavert er eisini at síggja, at evropearar hava yvirhøvur lítið álit á myn- dugleikunum í sínum egna landi. Bara 18 prosent siga svara hesum spurninginum játtandi. Ikki tí, amerik- anararnir tykjast heldur ikki hava stórvegis álit á sínum myndugleikum. Har svaraðu 27 prosent spurn- inginum játtandi. Fyri bert einum ári síðani søgdu 46 prosent av teimum spurdu í USA, at tey høvdu álit á sínum myndugleikum. Mandela við hvøssum álopi á George W. Bush Tokvanlukka Búskaparligt dapurskygni báðu megin Atlantshavið Kjølbro Heilsøla, sum er nýtt umboð fyri Mustad framleiðslur, bjóðar teimum báð- um norðmonnunum Leif Erich Dørffel, góðskusamskipara hjá O. Mustad & Søn og Svein Erik Bakker, sølustjóra hjá Dyr- korn AS, sum koma til Føroya í komandi viku, at vera hjarta- liga vælkomnar VITJAN Tíðindaskriv Teir eru komnir at seta gongd á søluna av tí nýggju egningarmaskinuni - Coas- tal Autoline system - hjá Mustad og at fremja eitt søluátak fyri Mustad húk- um og øðrum framleiðsl- um, herundir svøvlalínurn- ar, sum Dyrkorn framleiða fyri teir. Við sær hava teir bæði egningarmskinuna og nýggju stokkarnir - MagPacker - og saman við Poul Andrias Mikladal og Finn Baldvinsson frá Kjølbro Heilsølu, fara teir at sýna skipanina fram á ymsum støðum kring landið, umframt húkar og línur. Føroyskir línumenn fáa á hendan hátt eitt frálíkt høvi at síggja, kanna og meta um skipanina sjálvir og at hoyra eina stutta framløgu um, hvussu skipanin er gjørd, og hvussu hon virkar. Svein Erik fer at greiða frá, at hendan skipanin - Coastal system - er ein spildur nýggj samansjóðað útgáva av Mustad Autoline skipanini, sum hevur full- automatiska egning, línu draging og húka skiljing. Hetta ger, at tað slepst undan tíðarkrevjandi arbeiðinum at egna og at beina gamalt agn burtur av aftur húkunum, og at stríð- ast við fløktar línur, tá túrurin er liðugur. Skipanin ger arbeiðið bæði smidlig- ari og sjálvstøðugari hjá smábátum og meðalstórum fiskiførum, minkar mann- ingina niður í helvt, og gev- ur tessvegna øktar inntøku- møguleikar. Sjálvvirkandi línuskip- an-in »Mustad Coastal Autoline system« sum veðrur á framsýningini, verður til sølu, og møgu- leikar verða eisini fyri ser- tilboðum á bæði húkum og línum. Ferðin byrjar og endar í Klaksvík, har opið hús verður báðar dagarnar á Kjølbro Heilsølu. Jákup Mikkelsen, stjóri á Kjølbro Heilsølu, sigur, at eftir at hava selt Mustad húkar í mong ár, fegnast hann um at kunna bjóða fullfíggjað- ar línuskipanir saman við eykalutum og línum. Hann metir, at hendan nýggja sjálvvirkandi línuskipanin - Coastal Autoline systemˆ endiliga gevur teimum miðalstóru bátunum somu fyrimunirnar, sum teir størru bátarnir hava havt tey seinastu 30 árini. Hann vísir eisini á, at línufiskiskapur er ein av dygdarbestu fiskihætt- unum, og í hesum tíðum við avmarkaðum fiskidøg- um og ótta fyri minkandi fiskastovnum í framtíðini, eiga allir møguleikar at verða troyttir at útvega línumonnum ta útgerð og tænastu, sum kann lætta um teirra arbeiði og gera tað meira gagnligt. Leif Erich, sum hevur ar- beitt hjá Mustad tey sein- astu 28 árini, sigur, at O. Mustad & Søn AS er heim- sins størsti húkaframleiðari og heimsins fremsti útveg- ari av sjálvvirkandi línuút- gerð. Felagið hevur selt sjálvvirkandi línuskipanir - Autoline systems - í Føroy- um síðani fyrst í 70‚unum, tá ið Jógvan á Gørðunum sum tann fyrsti fekk sær hesa útgerð. 30 ár seinni eru nakrir og 30 føroyskir línubátar útgjørdir við Mustad skipanini. Ein av hesum er Grani av Tvør- oyri, sum er ein tann besti av føroysku línubátunum. Mustad er fyri stuttum farin í samstarv við Dyr- korn at framleiða svøvla- línu. Ymisk snið og ymsar longdir og tjúkdir (5,5mm ˆ 11,5mm) við metal ella plast stopparum og við at nýta polyester ella danline/- polyester blandað snøri. Línurnar verða framleiddar á fabrikkini við bryggjuna í Ålesund, har høvuðsstøðin hjá Dyrkorn er. Svein Erik arbeiðir í Ålesund, har hann hevur arbeitt fyri Dyrkorn farnu fýra árini. Frammanundan var hann verkfrøðingur hjá Mustad í Noregi og kennir sjálvirkandi línuskipaninar - the Autoline Systems - væl og virðiliga. Hann sig- ur, at Dyrkorn hevur fram- leitt snøri og fiskireiðskap í meira enn 85 ár og gera sær ómak sjálvir at lurta og læra, hvat kundarnir veru- liga ynskja. Dyrkorn broyt- ir framleiðsluna hjá sær áhaldandi, so hon hóska betur til tørvin hjá kundan- um. Fleiri og fleiri bátar skifta línu til Dyrkorn. Svein Erik og Leif Erich fegnast um nýggja samar- beiðið millum Mustad og Dyrkorn, tí teir er sannførd- ir um, at »samarbeiðið fer at geva okkara kundum tað besta úrvali av línureið- skapi og útgerð á marknað- inum.« Hesin túrurin verð- ur teirra fyrsti í Føroyum, og teir eru sera spentir at koma higar og fáa høvi at tosa við teir føroysku línu- menninar um teirra royndir og serligu áhugamál. Poul Andrias Mikladal, sum hevur ábyrgdina av at samskipa hesa norsku vitj- anina, hevur sett tíðar- ætlanina (sí lýsing aðra- staðni í blaðnum), sum verður fylgd í vikuni, sum teir vitjandi eru í landinum. Hann sigur, at bilurin hjá Kjølbro Heilsølu verður á ymsu støðunum frá kl. 9 til 18 allar dagarnar í komandi viku, og fyrilestrarnir hjá norðmonnunum verða kl. 10 og 15, saman við onkr- um til ábits. Men um onkur ikki kann koma til ásettu støðini, eru teir vælkomnir at ringja til hansara, nær tað skal vera á 21 62 70, og avtala tíð til at síggja út- gerðina. Tað er stórur áhugi fyri nýggju Norrønu. Nógvir fyrispurning- ar og bíleggingar eru komnir. Serliga páskatúrarnir tykjast væl umtóktir millum føroyingar SAMFERÐSLA Edvard Joensen Tað er heilt stórur áhugi fyri páskatúrunum hjá nýggju Norrønu. Higartil hava meira enn 1.000 fólk tryggjað sær ferðaseðlar aftur og fram til Danmarkar á páskum. Áki Jespersen, leiðari á skipsdeildini hjá Smyril Line, sigur, at føroyingar tykjast rættiliga spentir upp á nýggja skipið, og nógvir vilja royna tað. Páskaferðirnar til Dan- markar eru nógv umbidnar. Serliga er tað góða tilboðn- um um bilpakkan til Dan- land á páskum, sum føro- ingar hava tikið av. – Tað verður líkasum ein heil føroysk koloni har niðri á páskum, sigur Áki Jespersen. Umleið 250 pakkar av hesum slagnum eru seldir, sigur hann. Tað vil siga, at talan er um eini 1.000 fólk, sum ætla sær páskaferð. Talan er um eina tilboðs- ferð fyri tvey vaksin og tvey børn umframt bil. Far- ið verður úr Føroyum tann 10. apríl og heim aftur tann 17. apríl. Annars sigur Áki Jesper- sen, at fleiri tilboð av yms- um slagi fara at koma frá Smyril Line. Eitt nú fer at verða lýst við bilpakkum á øllum farleiðum bæði fyri há- og lágárstíð, sigur hann. Hann sigur, at tað er ikki líkt til at bruttoprísurin, sum lýstur er, og sum onkur hevur hildið verið í so høgan, hevur forskrekt fólk. – Tí talan er jú um ein bruttoprís, sum rættiliga ofta verður lækkaður við øllum teimum tilboðum, sum alla tíðina koma, sigur hann. Eisini útlendingar Eisini útlendingar hava víst nbygda skipinum rættiliga stóran áhuga, sigur Áki Jes- persen. Tað merkist heilt væl á teimum messum, sum Smyril Line hevur luttikið á uttanlands, eins og um- boðsfólkini uttanlands eis- ini greiða frá tí sama, sigur hann. Serliga eru tað vanligu, »gomlu« marknaðirnir, sum gera vart við seg. Eitt nú Tyskland, Danmark og Noreg, sum altíð hava verið góðir marknaðir. Sama er við Íslandi, greiðir Áki Jes- persen frá. Eisini íslending- ar hava verið sera tíðliga ávegis við bíleggingum. Men eisini aðrastaðni úti í heimi hava fólk víst nýggja skipinum áhuga, so alt í alt sær tað bara hugaligt út, sigur Áki Jespersen. Útlendingarnir eru ser- liga áhugaðir í summarsigl- ingini, men Áki Jespersen sigur, at áhugi er eins væl fyri ferðingini lágárstíðina sum fyri háárstíðina. Summarsiglingin hjá nýggju Norrønu byrjar í Hanstholm tann 10. mei og endar aftur í Hanstholm tann 13. september. Gongur eftir ætlan Tíðin, til nýggja Norrøna skal í sigling, styttist skjótt. Eftir ætlan skal skipið vera liðugt tann 20. mars. Og tað tykist at halda sum er, sigur Áki Jespersen. Smyril Line hevur fólk á skipasmiðjuni í Týsklandi, har Norrøna verður smíðað, og teir láta væl at, sigur hann. Í løtuni er Norrøna í dokkini, har hon verður málað uttan. Skipið verður væl útgjørt og í stóran mun rikið av teknikki. Men fólk skal kortini vera umborð. Og tey verða heldur fleiri, enn tey hava verið við gomlu Norrønu. Tey fara í stóran mun at leggja seg eftir at hava fleiri fólk til at vera um ferða- fólkini, sigur Áki Jesper- sen. Minni verður hinvegin av eitt nú maskinfólki, vísir hann á. Alt í alt roknar hann við at eini 100-120 fólk fara at manna nýggju Nor- rønu. Tá tey vóru mest við gomlu Norrønu, tað var undir summarsiglingini, plagdu tey at liggja umleið tey 100, sigur Áki Jesper- sen, leiðari á skipsdeildini hjá Smyril Line. Stórur áhugi fyri Norrønu Áhugin fyri at sleppa at ferðast við nýggju Norrønu er heilt stórur. Skipið verður væntandi liðugt 20. mars, og fer í sigling beinanveg Mynd: Jens Kristian Vang Norðmenninir koma á Kyndilsmessu Jákup Mikkelsen er stjóri í Kjølbro Heilsølu C M Y K 11 10