Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-01, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. februar 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 22 - 1. februar 2003 Nr. 22 - 1. februar 2003 13 Sum vit fleiri ferð hava víst á í hesum teigi, veks- ur vandin fyri einum hernaðarligum álopi á Iraq fyri hvønn dag. Vit hava eisini gjørt vart við, at vit als einki hava til yvurs fyri einaræðisstýrinum í Bagdad, samstundis sum vit hava gjørt vart við, at tað eru aðrir mátar enn kríggj, um ein vil sleppa av við einaræðið í Iraq. Støðan er heilt einfalt tann, at vit trúgva ikki, at hetta er eitt mál, ið kann loysast við hernaðarmegi. Afturat hesum kemur, at eitt kríggj móti Iraq fer at valda iraqiska fólkinum so ómetaliga neyð og ræðuleikar, at álopið ikki kann verjast reint moralskt. Oman á hetta kemur so tann stóri vand- in fyri, at eitt hernaðarligt álop á Iraq kann leiða til ein heimsumfatandi samanbrest millum mus- limar og kristin – nakað, ið aftur kann enda við einum veruligum veraldarbardaga. Av hesum orsøkum er umráðandi, at ein politisk loysn fæst í Iraq eins og í restini av Miðeystri. Tað er ikki nógv eitt lítið land sum Føroyar kann gera til tess at forða einum kríggi í Miðeystri. Hinvegin eigur einki land, tað veri seg stórt ella lítið at sita hendur í favn, meðan eitt ella tvey stórveldi reka okkum út av eggini. Øll eiga at siga frá. Tað er tí sera gott, at skipað verður fyri friðarfundi á Vaglinum í Havn leygardagin 1. februar. Um allan Vesturheimin hevur í seinastuni verið skipað fyri friðartiltøkum. Her er talan um eina nýggja vending, tí friðarrørslur hava ikki verið virknar í mong ár. Vanlig fólk eru um at rakna við. Tey eru við at innsíggja, at tað eru teirra ungu synir, brøður og pápar, ið skulu út í eitt stríð, har ein hópur liggur eftir á. Er tað stríðið vert? Hvør verður takkarlønin? Sambært veteran- ar frá Golfkrígnum fær heimvendi hermaðurin gráin tøkk og lítið annað. Vanlig fólk duga at hugsa og hugsa oftast bæði djúpari og klókari tankar enn heimsins toppolitikkarar. Tey vita, at eitt nútímans stórkríggj kann loysa ófatiliga oyðileggjandi kreftir úr teymum! Tey vita, at í eini komandi orrustu kann eingin kenna seg tryggan uttan mun til, hvar enn á knøttinum, ein er staddur. Fyreikararnir til friðarfundin leygardagin á Vagl- inum í Havn eiga tí stóra tøkk og dyggan stuðul uppiborið. Tað er gleðiligt, at tað eru Tjóðveldis- flokkurin, Unga Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Sosialistiskt Ungmannafelag, sum hava tikið stig til fundin og reika fyri. So er kortini ikki heilt øskukalt her. Tiltakið boðar frá góðum, og tað skal vera okkara vón, at nógv fólk møta til tess at sýna samhug við friði og andstygd fyri kríggi. DAGSINS MEINING Sosialurin Friðartiltak í tøkum tíma VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Jóhan Carl Dam valevni Nú stendur aðalfundurin fyri durum og havi eg játtað at lata meg stilla upp sum valevni til formanssessin, og skal her bera fram ym- iskt, eg sum formaður sam- an við nevnd felagsins fari at virka fyri. Mong mál liggja fyri framman og fara at krevja loysn innan drúgva tíð: Tryggingarviðurskiftini hjá limum okkara eru alls ikki nøktandi og mugu takast upp til endurskoðan. Eftirlønarútgjaldið hjá okkara pensiónistum skal takast upp til viðgerðar í summar (tá er freistin úti á niðurfrystingini). Tað er ikki nevnd felagsins sum hækkar/lækkar útgjaldið, men nevndin er alls ikki - og eigur ikki - at vera uttan ávirkan. Grunnin eiga limir okkara! Tað skal vera ein sjálv- fylgja at limir sum ynskja tað, kunnu hitta formannin og/ella nevndina um teir ynskja tað. Tað eigur at vera sjálvsagt at ávísar dag- ella kvøldtíðir verða settar av til hetta endamál. Milliónir liggja óvirknar og skulu ikki tveitast til høgru og vinstru, men fáast at virka limunum til góða. Sáttmálasamráðingar verða nú í vár og má hin gamli hátturin, at vit mest- sum uttan drál taka við tí mótparturin bjóðar, slepp- ast. Okkara hurðar skulu standa opnar fyri nógv breiðari samstarvi við hini fakfeløgini enn higartil. Eitt mál at taka upp til komandi samráðingarnar verður at fáa yvirtíðarsatsin at samsvara øðrum lønar- sáttmálum her á landi. Meðan okkara limur skal noyðast við 35%, 65% og bert í serstøkum førum 100%, fáa flestu aðrir løn- arstættir 50% fyri teir fyrstu 2-3 tímarnar og síð- an 100% allar yrkadagar. Hetta er órættur so tað stendur eftir! Mong onnur mál liggja á láni, men komandi opin- leikin í felagnum fer at kunna limir okkara um tey viðurskiftini. Árni Dahl Í "FREGNUM " í farnu viku skrivar høvuðsum- mælari blaðsins um eitt bolivianskt Nobel-skald, sum hann nevnir Gabriel Garcia Marquez. Ummæl- arin er so vísur í síni søk, at hann nevnir hetta tvær ferðir. Um eg nú skrivi, at Gabriel Garcia Marquez er føddur í Aracataca í Kolumbia 6. mars 1928, og at hann fekk Nobel-virðis- lønina í bókmentum í 1982, so sigur Carl Johan Jensen, bókmentaligur úrmælingur, sum veit alt, at hetta er upp- spunnið møsn, sum allar frøðibøkur og heimasíður á alnótini trútta niður í fólk. Tá ummælarin á Fregn- um sigur, at Gabriel Garcia Marquez er boliviani, so er lítið hjá okkum deyðiligu at gera. Oraklið hevur talað. Og so má columbianin vera boliviani. Gabriel Garcia Marquez sleppur ikki at vera úr Kolumbia, har hann er føddur, og hvørs søgu hann byggir allan skaldskap sín á. Carl Jóhan Jensen og FREGNIR hava talað – tað má sjálvt eitt Nobel-skald smyrja seg við. Formansval Havnar Arbeiðsmannafelags Bolivianin hjá Carl Jóhan Jensen – hvør er hann? TÍÐINDASKRIV Fuglafjarðar Bókasavn hevur havt eina røð av kvøldsetum, har ymiskir rithøvundur hava verið og tosað um bøkur sínar, um tað at skriva, yrkja ella eitthvørt annað, sum liggur teimum á hjarta. Hesi tiltøk hava verið hildin nøkur mánakvøld í fjørheyst, og hava kvøldini verið sera hugnalig og áhugaverd. Ætlanin er at halda áfram við hesum tiltøkum. Næst á skránni verður ein av okkara mest lisnu rithøv- undum Oddvør Johansen, sum kemur at tosað um seinastu bók sína "Tá ið eg havi málað summarhúsið". Tiltakið verður á Fugla- fjarðar Bókasavni mána- kvøldið 3. feb, kl. 20:00. Oddvør Johansen hevur fingið nógvar virðislønir fyri bøkur sínar m. a. M. A. Jacobsens Bókmentavirðis- løn í fjør hesa somu bók. Høvið verður hjá áhoyrar- um at seta høvundanum spurningar aftaná. Eisini verður høvi at fáa sær ein drekkamunn við tónleiki og onkrum øðrum góðum afturvið. Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin. Eisini verða onnur tiltøk á skránni á Fuglafjarðar Bókasavni. Mánakvøldið 24. februar fer Andras Mortensen at tosa um hin føroyska róðrarbátin. Andras Mortensen hevur skrivað eina Ph. D. ritgerð um evnið, og kom hendan út í bók í ár 2000. 17. mars kemur Tóra Tóroddsdóttir at tosa um bók sína "Rura", sum er um rørðslumenning og sansaskipanina hjá før- oyskum børnum. Bókin er týdd til fleiri ymisk mál. Oddvør Johansen á Fuglafjarðar Bókasavni Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu tá kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara Fanny Marie Petersen Klaksvík doyði og varð jarðarð. Tøkk fyri blómur og kransar, tøkk til prest, kirkjutænarar, sangarar og gravarar. Tøkk til starvsfólkið á Norðoya Røktarheimið, tøkk til tykkum, sum hjálptu til á ymiskan hátt og tykkum, ið fylgdu henni til gravar. Familjunnar vegna Óli og Herman Tøkk Hjartaliga takki eg tykkum øllum, sum vitj- aðu meg á 90 ára føðingardegi mínum. Somuleiðis takki eg hjartaliga fyri gávur, blómur, fjarrit og telefonuppringingar. Gott nýggjár øll somul. Heilsan Morensa Olsen, Klaksvík Tøkk Vit vilja við hesum takka tykkum, sum á ymiskan hátt vóru við til at gera silvurbrúd- leypsdag okkara 30. desember 2002 so góð- an og minnisríkan. Takk fyri gávur, blómur, fjarrit, uppringingar og fyri framførslur við góðum sangi og røðum. Takk til familju og vinir, ið hjálptu so væl til. Hjartans tøkk øll somul. Noomi og Jákup 1.424 hvalir løgdu beini í Føroyum í fjør. Best varð Hvalba vitjað TÍÐINDASKRIV Føroya Náttúrugripa- savn sigur í tíðindaskrivi frá, at 1.424 hvalir av ymsum sløgum løgdu beinini í Føroyum í fjør. 626 grindahvalir upp á tilsamans 4.274 skinn vórðu merktir í 10 grindum. Tíggju ferðir vórðu eisini springarar hildnir til í fjør, og teir vóru flestir í tali av teimum hvalum, sum doyðu her. 744 hvítskjórutir springarar vórðu dripnir. Umframt doyðu 18 hvessingar og seks døg- lingar, sigur Náttúru- gripasavnið. Oftast varð boð eftir hvalbingum at koma við knívinum. Ikki færri enn fimm ferðir varð hildið til í Hvalba. Bæði grind, springarar og døglingar. ej Grindir í fjør Páll á Reynatúgvu landsstýrismaður Føroysk landbúnaðarlóg- gáva er í flestum førum illani farin, og drúgv tíð er millum lógaruppskotini, sum fáa viðmælandi við- gerð á tingi. Undanmaðurin í sessinum fekk meir enn tað eina lógaruppskotið í høvdið aftur, og sitandi landsstýrismaður hevur eisini møtt stórari mótstøðu við sínum broytingarhugi. Kann vera, at politiska handalagið hevur verið eyð so óstortsligt eisini. Eins akkerskend, jarðar- lóggávan er, tá ið hon hevur vunnið frama, eins trupul er hon at fáa í eygað. Tað verður altíð havt á orði á tingi, at einki skapar so nógv politiskt stríð og eld- huga á tingi, sum lógarupp- skot viðvíkjandi jørð og landbúnaði. Og sjálvandi hava jørð og landbúnaður týdning hjá allarflestu før- oyingum, so ella so. Grein- skrivarin ikki undantikin. Undarligt er tað tó, at vit kunnu hava so ymiskar hugsanir um føroyskan landbúnað. Ein evarska lítlan part av vinnuligu og búskaparligu Føroyum, men ein part, sum, ment- anarliga og kensluliga, eftir øllum at døma lættliga fær politisku sinnini í kók, nær tað skal vera. Hvar er ósemjan? Men eru vit nú so ósamd kortini, ella rættari, hvat hava vit at vera so ósamd um? Jú, vit kunnu vera ósamd um ognarviðurskiftini, um jørðin skal vera almenn ogn, ella privat ogn. Í dag stendur nærum á jøvnum millum óðalsjørð og lands- jørð. Neyvan verður polit- iskur meiriluti fyri ognar- tøku av óðalsjørðini, so tey ognarviðurskiftini, vit í veruleikanum kunnu við- gera, er landsjørðin. Selja smáu festini Nakað einfalt sett upp, so er landsjørðin aftur býtt upp í festigarðar og leigu- traðir (smærru festini). Her kunnu vit meta um, um støðan skal vera, sum hon er, ella um vit skulu selja leigutraðirnar burtur av, t.d. festini undir eina mørk, ella um øll landsjørðin skal seljast. Ikki er rætt at lata standa til, uttan samstundis at gera av, um vit skulu hava vinnurekandi garðar í Føroyum ella ikki. Eisini skulu vit gera av, um tað er rímiligt, at summi fáa ókeypis nýtslurætt til leigutraðir, eftir ivinga- somum tillutingarháttum, meðan onnur skulu rinda pening fyri grannateigin. Lítið er, sum talar fyri hes- um seinna, tí sera trupult verður hjá landsstýris- manninum (Jarðarráðnum), at umsita eina skipan, sum setur allar landsins borg- arar, ið ynskja sær eina leigutrøð, javnt fyri lógini. Men skulu so leigu- traðirnar tillutast størru festarunum? Sæð í mun til at fáa betri rakstur á gørð- unum, so er tað uttan iva rætt. Hinvegin, so verður nærum ógjørligt at fáa tað ígjøgnum politisku skipan- ina. Tí er helst rættast at selja smáu festini fyri eina upphædd, ið líkist markn- aðarvirði. Óliðilig skipan Verandi støða hjá flestu festigørðunum er ikki nøktandi. Nakað ymiskt er, hvussu hilnast, men teir flestu garðarnir eru eitt baks at fáast við í dag. Antin av ov stórari skuld, ella av ov avmarkaðum vakstrarmøgleikum. Ein óliðilig skipan, har ætt- bundin skuldarkensla renn- ur um kapp við langa ar- beiðsviku og vánaliga úrtøku. Ei heldur er land- búnaðurin á einari vinnu- ligari rennibreyt, tá hugsað verður um eitt nú parta- felagslóggávu. Helst er ein greiður meiriluti fyri, at hús, fjós og vinnutól gerast ogn hjá festarunum, og verða rikin vinnuliga sum slík. Føroysk framleiðsla Við fáum undantøkum, so eru tað festigarðarnir, sum eru mjólkar- og neyta- kjøtsframleiðararar. Vit kunnu vera politiskt ósamd í, um vit skulu hava før- oyska landbúnaðarfram- leiðslu. Føroyska mjólkar- framleiðslu, neytakjøts- framleiðslu, ella t.d. før- oyska eplaframleiðslu. Tað eru politikarar, sum halda, at ikki er neyðugt við før- oyskari landbúnaðarfram- leiðslu. Grundgevingarnar fyri og ímóti kunnu vera ymiskar. Alt frá mentan til sjálvbjargni, og av heilsu- bótarávum, hevur verið nevnt. Tá ið til stykkis kemur, er helst ein greiður meiriluti fyri føroyskt framleiddari mjólk, kjøti og eplum, men ikki fyri ein og hvønn kostnað. Skuldin Ein av allar størstu ósemju- møguleikunum finst í skuldini. Ella rættari. Í spurninginum um, hvussu vit loysa skuldarspurningin hjá mest skuldarbundnu gørðunum. Framyvir skal skott vera millum lánveit- ara og eigara, og spurning- urin er um ikki garðarnir, riknir sum partafeløg, kundu verið ein serligan búnaðarbanka fyriuttan. Verandi støða er ikki nøktandi, og um vit vilja tað ella ikki, so noyðast vit at sanera stóran part av gørðunum. Sanering er aldrin samhaldsføst, ella rættvís, men í flestum førum neyðug, tá ið støðan er vorðin, sum hon er, og pengar eru farnir fyri skeytið. Sera ivingarsamt er eisini, um vit kunnu seta treytir um festiskifti, tá ið vit sanera. Støðan líkist jú í stóran mun skipagølunum á sinni. Illa ber til at staðfesta og hefta ábyrgdarloysi á nakran festara, um ábyrgd- arhavandi lánveitari, ráð- gevi, og eigari, hevur havt aktivan leiklut í verkætl- anunum. Tað er eisini ógvuliga ymiskt frá garði til garð, hvør virðisøking liggur eftir hjá eigaranum, t.e. hjá landinum. Landsjørðin verandi almenn Tíðin er neyvan búgvin, um hon nakrantíð verður tað, at einskilja festijørðina á festigørðunum. Útsagnir- nar eru ymiskar; "skal vera landsjørð", "so fer onkur at leggja alt undir seg", "tryggjar okkum javna mjólkarframleiðslu", "mið- staðarspekulasjón". Sam- anumtikið kunnu grund- gevingarnar fyri at varð- veita minna partin av føroysku jørðini sum landsjørð tykjast nakað tunnar og "hykleriskar", men hinvegin er tað ein rættiliga rótrunnin fatan, sum ikki skal undirmetast. Eitt slíkt uppskot vinnur neyvan frama á tingi. Tað er allarhelst at fara skeivur, tá ið tú dittar tær at gera viðmerkingar til land- búnaðarviðurskifti í Før- oyum. Hetta er tí ikki ein hugsjónarlig grein, men bert ein jánkaslig prag-mat- isk roynd at lýsa eitt fyri mær týðandi samfelagøki, sum í alt ov stóran mun er bundið upp av vanahugsan, og vantandi politiskum loysnum. Vónandi er her sáddur onkur spírin í politisku royndini at velta føroyska landbúnaðin av nýggjum. VIÐMERKINGAR Hví ræðast vit landbúnaðin? Finnleif Guttesen Tvøroyri Tað er heilt ófatuligt, at nakar tingmaður í og ætt- aður úr útjaðarunum er so undirbrotligur, sum tað tikist at tingmenn hjá sam- gonguni eru. Tað er ikki bert ferða- seðlaprísirnir, sum hækka, men eisini farmagjald og somuleiðis er studningur til fiskaflutning lækkaður. Alt hetta er steinur omaná byrðu, hjá vinnuni og teim- um, sum búleikast í út- jaðaranum. Við hesari avgerð hevur løgtingið skert møgu- leikarnar hjá útjaðaranum munandi og kann hetta bert verða tekin um, at eitt nýtt samgonguskjal er skrivað, har menning av útjaðar- anum er strikaður í tekstini. Vónandi er hetta ikki so, men tað fer so tiðin at vísa. Hevur útjaðarin nú fingið mønustingin av løgtinginum? C M Y K 13 12