Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-01, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. februar 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 22 - 1. februar 2003 15 Í HB varð alla tíðina roknað við, at Jón Rói skuldi til Brøndby, og hóast missin av ein- um týðandi leikara, so eru bert positivar meldingar at hoyra FRÁGONGD Jákup Mørk Hóast Jón Rói Jacobsen sjálvur heldur, at talan var um ógvuliga drúgva bíði- tíð, so var leiðslan í HB ongan tíð í stórvegis iva um, at talan fór at gerast um handil av onkrum slag við Brøndby. - Vit høvdu alla tíðina ein sera positivan dialog við Brøndby, og tí høvdu vit alla tíðina eina góða kenslu. Um jóltíðir ella har á leið kom kanska eitt sind- ur av einum steðgi í, men sjálvur var eg alla tíðina sannførdur um, at hetta mundi fara at ganga, og tað sama haldi eg eisini var galdandi, fyri hini í leiðslu felagsins, sigur Birgir Eng- hamar. Formaður í HB. - Ikki minst seinastu tíðina hava vit verið heilt róligir í so máta. Talan var bert um einstakar smálutir, sum skuldu rættast til, men vit vildu tó ikki melda nakað út, fyrr enn alt var komið í rættlag. Lágan profil Einki er at ivast í, at giting- arnar og søgurnar hava verið nógvar seinastu tíð- ina. Onkur um at avtala longu var gjørd, og aðrar um at einki hendi kortini, men hetta hevur formaður felagsins sum so onga viðmerking til. - Tað er so ikki nakað, sum vit fáa gjørt stórvegis við. Aloftast verður roynt at frætta ymiskt, og bløðini skulu jú eisini seljast, men vit hava fyri tað mesta roynt at hildið lágan profil, og so lata onnur um at gita. Hetta var jú ein handil, sum vit øll vildu hava skuldi ganga væl. Vit vildu á ongan hátt standa í vegin fyri Jón Róa, og tí var týdningarmikið, at alt gekk rætt fyri seg. Og tað letur eisini til, at formaðurin heldur lágan profil, tá tosað verður um, hvørt talan er um ein hand- il, sum felagið fær milliónir í kassan av. - Har hava vit eina greiða avtalu um, at hetta er eitt mál millum okkum og Brøndby. Eg kann tó gott siga so mikið sum tað, at vit halda talan er um eina góða avtalu fyri allar partar. Ikki minst soleiðis sum marknaðurin er háttaður í løtuni. Hóast eingin fæst at vátt- að, akkurát hvussu avtalan er sett saman, so er lítið at ivast í, at talan er um leigu- sáttmála við eini framman undan avtalaðari upphædd um sølupening, um talan verður um handil í summar. Brøndby hevur júst gjørt líknandi avtalu um Peter Madsen, har felagið hevur møguleika at fáa 15 mió.kr. í illa sperda kassan um hálvt ár, og er ein møgu- ligur handil helst treytaður av, hvussu hetta spælir av, ella um aðrir leikarar møguliga verða seldir til ta tíð. Hondbóltsstøður 1. Deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 3 2 - 1 - 0 354 280 74 13 2 VB 2 2 - 0 - 0 360 302 58 13 3 Stjørnan 2 1 - 0 - 1 297 298 -1 10 4 Kyndil 2 1 - 0 - 1 336 338 -2 8 5 StÍF 2 0 - 1 - 1 324 352 -28 7 6 Neistin 3 0 - 0 - 3 294 322 -28 5 7 Tjaldur 2 1 - 0 - 1 280 353 -73 3 1. Deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 1 1 - 0 - 0 405 323 82 11 2 StÍF 0 0 - 0 - 0 350 298 52 9 3 Neistin 1 0 - 0 - 1 365 336 29 9 4 KÍF 1 1 - 0 - 0 331 353 -22 7 5 Kyndil 1 0 - 0 - 1 343 348 -5 6 6 H71 1 1 - 0 - 0 327 379 -52 5 7 Tjaldur 1 0 - 0 - 1 321 405 -84 3 Máltindarnir Kvinnur Daiva Tuomaite VB 114 (23) Asta Petrauskiene StÍF 108 (34) Sóley Mikkelsen VÍF 102 (36) Simona Dziugyte Neistin 97 (29) Danijela Ercevic Stjørnan 95 (27) Lotte Sørensen Kyndil 93 (48) Milica Ergic Tjaldur 92 (19) Reda Kurkauskiene VB 91 (13) Lenka Ribaric Tjaldur 71 (19) Natasja Stamenkovic Stjørnan 69 (3) Alina Olaru StÍF 69 (7) Nicoleta Radu VÍF 62 (1) Jacklin Durhuus VÍF 60 (6) Ileana Manolescu Kyndil 51 (9) Poula D. Olsen StÍF 50 (4) Menn Dragisa Stojovic Tjaldur 114 (14) Damir Oros KÍF 93 (20) Halgir D. Olesen H71 90 (2) Sveinur Justinussen StÍF 88 (15) Morgan Knezevic Neistin 86 (21) Ingi Olsen VÍF 79 (18) Jacob Jónsson Kyndil 78 (7) John Zachariasen VÍF 72 Áki Olsen VÍF 64 (5) Costin Dumitrescu StÍF 58 (12) Finnur Hansson Kyndil 56 (10) Áki Mørk Neistin 55 (13) Niels Viggo Niclassen H71 53 Hans Áki Dal-Christiansen Kyndil 51 (18) Petur Martin Poulsen KÍF 50 Hósdagin var Todi Jónsson í Lille, har hann var til lækna- kanning hjá lokala felagnum, sum spælir í bestu fronsku deildini YRKISFÓTBÓLTUR Jákup Mørk Eftir øllum at døma skiftir Todi Jónsson felag, áðrenn europeiska evstamarkið fyri leikaraskifti rennur út á midnátt fríggjakvøldið. Hósdagin vistu franskir miðlar at siga, at Todi Jónsson var til royndar- venjingar hjá Olypique Lille, men seinni um kvøld- ið kom ein áhugaverd rætt- leiðing til hesi tíðindi. Um- boðsmaðurin hjá Toda Jónsson, Carsten Aabrink segði tá við Ritzau, at talan ikki var um royndarvenj- ing, men at Todi var til læknakanningar hjá franska felagnum. Ein slík er van- liga seinasti formaliteturin, áðrenn sáttmáli verður undirskrivaður, og tí er lítið at ivast, at ætlanin er at gera sáttmála millum partarnar. Fyri Toda er einki at ivast í, at hetta er loysn, sum hóvar honum betri, enn útlitini fyri at sita á beink- inum í FCK í hálvt ár. Bæði tí hetta vildi verið ein held- ur óhugalig støða, og ikki minst vildi hetta ikki verið nakar serliga góður máti at lýsa fótbóltsevni síni. Fyri FCK er talan heldur ikki um nakra vánaliga loysn. Felagið hevur áður gjørt greitt, at tá leikarars soleiðis eru á veg úr felag- num, skulu teir ikki rokna við nakrari spælitíð, og felagið kann ivaleyst spara nakrar hundrað túsund krónur á lønarkontini, um Todi longu nú skiftir felag, ístaðin fyri at ganga við fullari løn í hálvt ár, uttan at felagið fær nakað afturfyri. Hartil kann FCK við hesum fáa nakrar krónur í kassan fyri ein leikara, sum kortini hevði farið fyri einki um fimm mánaðir, so fyri allar partar líkist hetta best hugsandi loysnini. Olympique Lille er í løtuni á 14. plássinum í bestu fronsku deildini. Seinnu árini hevur felagið við eyðkendum kontrafót- bólti staðið seg óvæntað væl í fronsku deildini, men í ár hava trupulleikar verið. Ikki minst, tí fleiri av álopsleikarum felagsins hava verið skaddir, og við tí í huga, er lítið at ivast í, at teir fegnir vilja hava ein kvikan álopsmann til felag- ið sum skjótast. Hóskvøldið royndu vit at fáa orðið á Toda Jónsson, men hetta eydnaðist okkum ikki. Flogbóltsstøður Meistaradeild, kvinnur v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 ÍF 14 12 - 2 40 15 25 16 2 Mjølnir 14 11 - 3 37 14 23 15 3 TB 14 10 - 4 35 15 20 12 4 Dráttur 14 5 - 9 20 35 -15 5 5 Fleyr 14 3 -11 13 35 -22 5 6 KÍF 14 1 -13 8 39 -31 1 Meistaradeild, menn v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 ÍF 11 10 - 1 31 5 26 12 2 Mjølnir 11 7 - 4 23 16 7 9 3 Fram 11 6 - 5 22 17 5 8 4 SÍ 11 5 - 6 17 20 -3 7 5 Fleyr 12 0 -12 1 36 -35 0 So er gullfuglurin flogin Todi í Fraklandi Todi Jónsson er bókstaviliga ávegis úr spælaratunnlinum hjá FCK. Hóskvøldið var hann til læknakanningar hjá Olympique Lille í Fraklandi - Vit vildu á ongan hátt standa í vegin fyri Jón Róa, og tí var týdningarmikið, at alt gekk rætt fyri seg, sigur formaðurin í HB 15 Fríggjadagin eftir døgurða skuldu Jón Rói Jacobsen og Brøndby gera sátt- mála, sum komandi hálva árið bindur landsliðsmannin at felagnum YRKISTILVERA Jákup Mørk Hóskvøldið komu so fót- bóltstíðindini, sum hava upptikið stóran part av føroyska fótbóltsprátinum seinastu vikuna ella so. Brøndby og HB eru komin ásamt um leiguavtalu um Jón Róa Jacobsen, og nú er so alt riggað til, soleiðis at eitt nýtt føroyskt superliga- ævintýr kann byrja, mest sum samstundis sum eitt annað tykist enda. - Enn er undirskriftin ikki komin upp á pláss, men tað er so tað einasta, sum manglar. Míni viðurskifti við Brøndby eru longu avgreidd, so seinastu tíðina havi eg bert bíðað eftir, at feløgini skuldu semjast um teirra viðurskifti, segði ein fegin Jón Rói Jacobsen, tá vit hóskvøldið fingu orðið á hann. Drúgv bíðitíð Og leikarin sjálvur við- gongur nú eisini, at talan hevur verið um sera drúgva bíðitíð fyri sítt viðkomandi. Stutt fyri ársskiftið var hann nakrar vikur í Brønd- by, og longu tá stóð sátt- málin honum í boði. - Ja, tað er einki at ivast í. Hetta hava helst verið longstu vikurnar í lívinum. Ikki minst tá tað um jóltíðir var líkt til, at steðgur kom í málið, tí hetta hevur jú alla tíðina verið tað, sum eg havi ynskt. Spurdur, um hetta eisini hevur viðført, at hann onkun tíð hevur havt hug at missa mótið, ella møguliga at leita eftir øðrum møgu- leikum, sigur hann, at tað hevur hann tó ikki. - Eg havi alla tíðina trúð upp á møguleikan, og tí havi eg roynt at verið tolin. Hetta eru jú ikki ting, sum verða avgjørd her og nú. Tað tekur sína tíð, og hóast tað kann kennast møðsamt soleiðis at bíða, so vísti tað seg í øllum førum at loysa seg. Verjuleikari Tað var danska Ekstra- Blaðið, sum fyri viku síðani bar boðini um, at nú vóru HB og Brøndby um at gera semju viðvíkjandi Jón Róa. Hetta hendi um sama mundið, sum Peter Madsen varð útleigaður, og í donsku bløðunum varð gitt, at Jón Rói skuldi koma beinleiðis inn á álopsplássið hjá hes- um. Í HB hevur Jón Rói jú fyri tað nógva verið álops- maður, meðan talan á landsliðnum hinvegin hev- ur verið um pláss í mið- verjuni. Og sjálvur ivast Jón Rói ikki í, at tað er sum verjuleikari, at hann nú er komin til felagið. - Tað gangi eg so bara útfrá. Ta tíðina eg vandi við teimum og spældi á eyka- liðnum, var tað so alla tíðina sum verjuleikari. At Ekstra-Blaðið skrivar meg í álopið, má so standa fyri teirra egnu rokning. Hart arbeiði Sum sagt, so skuldi Jón Rói vera við fríggjadagsflog- farinum til Danmarkar, har sáttmálaundirskrivingin skuldi fara fram. Síðani verður farið mest sum beina leið til Turkalands, har Brøndby fer á venjing- arlegu, og so er bara eftir at sannføra Michael Laudrup um, at føroyingurin er rætti maðurin at seta á liðið. Spurdur, hvørt hann hev- ur fingið nakra ábending um, at hann skal beinleiðis inn í superliguhópin, sigur Jón Rói, at tað hevur hann ikki. - Tað verður hart arbeiði. Tað ivist eg ikki í, men hinvegin ivist eg heldur ikki í, at við neyðuga hepninum er tað eitt mál, sum er gjørligt at røkka, og tað er so tað, sum eg fari eftir. Seinasti – og fyri nógv tann mest forvitnisligi – spurningurin, sum vit settu Jón Róa, áðrenn vit ynsktu honum góða eydnu á ferð- ini, var sjálvandi tann um fíggjarliga partin av av- taluni. Er talan um eina av- talu, sum í einum ger før- oyska unglingin til milli- óning? - Nei. Tað er tað so ikki. Ein slík leiguavtala er so ikki tað, sum nakar verður ríkur av. Eg fái tó so mikið, at eg klári meg, og so má eg bara vóna, at eg standi meg somikið væl, at eg kann fáa ein ordiligan sáttmála í summar. Nr. 22 • leygardagur • 1. februar 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Dystir um vikuskiftið Hondbóltur 1. deild kvinnur 02.02 14.30 Kyndil-StÍF 02.02 15.00 Stjørnan-Neistin 02.02 15.00 VB-VÍF 1. deild menn 01.02 16.00 H71-VÍF 02.02 16.00 Kyndil-StÍF 02.02 16.00 KÍF-Neistin Flogbóltur Meistaradeild kvinnur 01.02 13.00 Fleyr-ÍF 01.02 15.00 TB-Fleyr 02.02 13.00 KÍF-Dráttur Meistaradeild menn 01.02 15.00 Mjølnir-ÍF 02.02 14.00 SÍ-Fram So er dreymurin veruleiki - Hetta hava helst verið longstu vikurnar í lívinum, sigur Jón Rói um bíðitíðina, síðani hann fyrst í desember kom aftur til Føroya, eftir at hava vant nakrar vikur við Brøndby C M Y K 14