leygardagur 1. februar 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 22 - 1. februar 2003
17
Eftir at hava tapt tep-
urt í fyrra dystinum,
reisti VÍF seg, soleiðis
at Stjørnan fekk av at
vita, tá tær vitjaðu í
Vestmanna
COCA-COLA KAPP-
INGIN, KVINNUR
Jákup Mørk
Tað tók ikki langa tíð hjá
VÍF at prógva, at tapið fyri
Stjørnuni í fyrru hálvfinal-
uni at kalla bert var eitt
mistak. Eftir hálvan fyrra
hálvleik stóð longu 9-3 á
máltalvuni í Vestmanna, og
eftir hetta kom at kalla ikki
nakað, sum líktist spenn-
ingini í aftur dystin.
Mansverjan frígjørdi
Tað tóktist annars greitt, at
Stjørnan longu frá byrjan
hevði eina ætlan um,
hvussu spælið hjjá VÍF
skuldi bremsast. Fyrst og
fremst við at taka Sóley
Mikkelsen úr álopspartin-
um hjá VÍF, og harnæst við
at lata egna álopspartin
koyra ígjøgnum serstakliga
Danijelu Ercevic, sum í
flestu av dystunum hjá
Stjørnuni hevur verið tann
leikarin, sum hevur verið
munurin á vágskálini.
Tað vóru tó nøkur minuss
við hesi ætlan hjá Stjørn-
uni. Fyrst og fremst, at VÍF
ongan tíð lat seg órógva av,
at Sóley ikki fekk verið so
nógv við í framrættaða
spælinum. Til tíðir minti
hetta um venjingarstøður,
har leikararnir framman
undan hava terpað, hvussu
spælast skal undir ávísum
fortreytum, og tað man
neyvan vera nakað ivi um,
at hetta er ein støða, sum
VÍF hevur vant nógv.
Rúmdin hjá øðrum leik-
arum gjørdist sjálvandi
størri av hesum. Við at lata
Fríðu Marjunardóttir og
Nicolinu Eyðbjørnsdóttir
toyggja vongspælið mest
sum út á síðulinjuna, gjørd-
ist sera rúmsátt hjá bakkun-
um báðum, og her sýndu
bæði Nicoleta Radu og
Jacklin Durhuus, at tær
framvegis teljast millum
vandamestu leikararnar í
føroyskum
kvinnuhond-
bólti. Væl hjálptar av eini
konstant screenandi Alis
Høghamar í strikuni.
Eitt var, at hesin parturin
av spælinum miseydnaðist,
men heldur ikki í álopspart-
inum gekst nakað serligt.
Eina mest tí tað at kalla bert
var Danijela, sum megnaði
at senda bóltin framvið VÍF
málverjanum. Tey tap, sum
VÍF hevur havt í ár, eru
mest sum øll komin, tá
vengirnir hjá mótstøðulið-
num hava havt ein somikið
góðan dag, at tað hevur
eydnast at skora hjá Manu-
elu Stan. Tað megnaðu
vongspælararnir hjá Stjørn-
uni ongan tíð í nóg stóran
mun, og tá tú hevur slíkan
málverja, er einki at taka
seg aftur í, at tað er mun-
andi lættari at hava eina
tætta verju, sum ikki loyvir
gjøgnumbrotum frá ein-
staklingum á mótstøðulið-
num. Burtur sæð frá leik-
andi venjaranum vóru inn-
spælingarnar til Unu Olsen
á strikuni stórt sæð einasta
álopsvápnið, og í longdini
var hetta alt ov lítið.
Uppvísing
Við greiðu leiðsluni í hálv-
leikinum, mundu flestu
vestmenningar longu vera
farnir undir at fyrireika
ferðina til Havnar komandi
vikuskifti, men tey fingu
ein lítlan hvøkk beint eftir
steðgin. Trý gestamál á rað
mundu spakuliga fáa tank-
arnar at leita eitt samdøgur
aftureftir, men tað var tó
skjótt, at hesin seinasti ivin
eisini varð beindur av veg-
num. Ferðin á verjuspælin-
um varð aftur sett upp,
soleiðis at kontra spælið
fekst at koyra, og so kundu
gestirnir illa gera annað
enn at hyggja og læra.
Við
millimetur-neyvu
køstunum frá Manuelu sum
krumtappinum í hesum
partinum av spælinum,
sluppu VÍF leikarar ferð
eftir ferð antin leysar ella
komu í yvirtalsstøður í
kontrafasuni, og tað mundi
í roynd og veru bert vera
eini væl leikandi Agné
Masenaite at takka, at tapið
hjá Stjørnuni ikki gjørdist
enn greiðari, enn endaliga
støðan sigur.
Við sigrinum syrgdu VÍF
fyri, at tær triðja árið á rað -
og fjórðu ferð í fimm ár-
hava bílagt sær atgongu-
merki til steypafinaluna, og
bara tað í sjálvum sær ber
greið boð um makstøðuna,
sum liðið hevur í føroysk-
um hondbólti. Verður spæl-
ið í finaludystinum á sama
støði, er heldur einki at
ivast í, at VÍF hevur allar
fortreytir fyri at vinna
dystin. Hinvegin hevur
óstabilitetur eisini í ávísan
mun eyðkent liðið í ár, og
er tað nakað, sum liðið ikki
hevur ráð til júst nú, so eru
tað akkurát óstðug avrik.
Men endaliga svarið til
tann spurningin má so bíða
í enn eina viku.
Dysturin í tølum
VÍF-Stjørnan 29-19
(15-8)
VÍF í finaluna við saman-
lagt 46-37
Málskjúttar:
VÍF:
Nicoleta Radu 9,
Jacklin Durhuus 6, Sóley
Mikkelsen 4(3), Nicolina
Eyðbjørnsdóttir 4, Fríða
Marjunardóttir 2, Alis Hø-
ghamar 2, Hertha Simon-
sen 1, Sára Jógvansdóttir 1
Stjørnan: Danijela Ercevic
10(5), Natasha Stamen-
kovic 3, Una Olsen 3, Da-
vina Sundskarð 1, Bára S.
Klakstein 1, Jastrid Gullak-
sen 1
Brotskøst: VÍF 4, Stjørnan
6
Útvísingar: VÍF 2, Stjørnan
3
Dómarar úr Kyndli: Hannis
Wardum & Eyðun Samuel-
sen. Høvdu allatíðina tam-
arhald á, uttan at hava tørv
á teimum stóru armsveiggj-
unum.
Eins og hjá kvinn-
unum, so verður
talan um for-
premieru upp á
steypafinaluna
hetta vikuskiftið, tá
tríggir hondbólts-
dystir verða leiktir í
høvuðsstaðnum
MANSHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Kyndil og StÍF hava leikt
seg í steypafinaluna í før-
oyskum manshondbólti,
og júst hesi bæði liðini
hittast í Havn, nú bert ein
vika er eftir, til sjálvir
finaludystirnir
eru
á
skránni.
Tá tosað verður um
steypafinalur, verður oft-
ast sagt, at alt er púrasta
opið í útgangsstøðinum,
men tó at nógv enn er
opið, og nógvir spurning-
ar eru ósvaraðir, so má
StÍF kortini metast sum
favorittur
sunnudagin.
Fyrst og fremst tí liðið
hevur staðið seg betri í
landskappingini. Tvey av
teimum trimum tapunum
hjá liðnum hava verið í
Havn, men hóast hetta,
so tykist vera væl betri
fyri enn Kyndil, sum
ongan tíð hevur fingið
rættiliga ferð á. At talan
so er um eina heilt aðra
uppgerð um eina viku, er
nakað annað, men hesa
ferð má StÍF metast sum
favorittur.
Tað eru VÍF og Neistin
eisini, tá tey vitja í Hoy-
víkarhøllini
ávíkavist
Leygar- og sunnudagin.
Her eigur VÍF fyrsta
tørnið, tá teir vitja hjá
H71 leygardagin. Enn
hongur vónbrotið um
mista finalusessin iva-
leyst á vestmenningum,
og enn eru vestmenn-
ingarnir ikki fullmann-
aðir, men skal metast
eftir pappírinum, so er
eingin ivi um, at liðið eru
stórfavorittar ímóti H71.
Eisini hóast H71 vann á
Neistanum seinasta viku-
skiftið.
Júst tað úrslitið ger
eisini, at tað kanska er
eitt sindur ivasamt við
favoritt-leiklutinum hjá
Neistanum sunnudagin.
Var talan bara um eina
undirmetan av hoyvík-
ingum ella ein kollek-
tivan off-day. Ella var
hetta úrslitið bara eitt
tekin um, at Neistin
kanska ikki er so nógv
betri, enn mett varð und-
an kappingarárinum, og
at liðið bara hevur fingið
meira enn maksimalt
burturúr
grundspælin-
um?
Tað líkist av álvara eini
sannari styrkisroynd hjá
Neistanum, men tað ger
tað hinvegin eisini hjá
KÍF. Seinnu helvt av
grundspælinum tóktist
liið í øllum førum fleiri
ferðir at vilja hótta tradi-
tionelt stóru liðini, og
møguleikin er nú nærri
enn nakrantíð.
Vinnur
KÍF
dystin
sunnudagin,
eru
teir
nevnliga ájavnir Neistan-
um, swo allar fortreytir
fyri einum spennandi og
intensum dysti tykjast
vera til staðar.
Miðsavnan
VÍF-Stjørnan 29-19 (15-8):
Allur ivi burturbeindur
Sóley Mikkelsen varð at kalla tikin burtur úr spælinum allan dystin, men hóast hon á myndini sær heldur
kroyt út, so vóru tað hon og VÍF, sum vóru omaná alla tíðina
Mynd: Álvur Haraldsen
17
16
Nr. 22 - 1. februar 2003
Umframt at vera av-
gjørdi oddadysturin í
bestu kvinnudeildini,
er dysturin í Vági
eisini eitt slag av for-
premieru til steypa-
finaluna komandi
vikuskifti
KVINNUHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Einki er at ivast í, hvørji eru
fremstu liðini í føroyskum
kvinnuhondbólti í ár. Hóast
aðrir partar eisini hava
argað til tíðir, so hava tað
fyrst og fremst verið VB og
VÍF, sum hava sett kósina,
sum hini so mugu royna at
fylgja.
Skal nakar parturin takast
framum, so má tað verða
VB. Í løtuni hava tær leikt
ein dyst færri enn VÍF, men
hava kortini sama stigatal,
og við einum heimasigri
um vikuskiftið, kunnu tær
veruliga seta seg í førara-
setrið, tá veruligi gullspurt-
urin skal setast ígongd.
Í Vági er eisini rættiliga
sjáldan, at nakar stendur
heimaliðnum kurl. Ikki
minst fekk VÍF hetta at
kenna, tá tær í fyrra
dystinum í grundspælinum
vóru fyri greiðum tapi í
Vági. Fyrst og fremst hava
tað kanska verið útlendsku
leikararnir á liðnum, sum
hava skotið málini, men
hartil tykjast heimligu leik-
ararnir eisini at vera eina
tonn betri fyri í ár, enn tær
hava verið undanfarnu ár-
ini. Ikki minst er munurin
sálarligur, soleiðis at liðið í
flestu førunum hevur kunn-
að koppað tøttu dystunum
til egnan fyrimun. Ein
eginleiki,
sum
ivaleyst
eisini verður tørvur á
sunnudagin.
Tí tað er lítið at ivast í, at
VÍF kemur suður eftir báð-
um stigunum. Skulu meist-
ararnir framhaldandi hava
møguleikan at avgera alt
sjálvar, so er tað snøgt sagt
ein fortreyt, at VB ikki
vinnur dystin. Og tað kann
so eisini leggjast afturat, at
VÍF í stóran mun sjálvar
gera av, hvussu støðan
verður eftir dystin. Fram
um hini liðini, so hevur VÍF
ivaleyst verið tann parturin,
sum hevur sýnt besta
spælið í ár, og finna tær
toppin í hesum fram, so er
neyvan nakar, sum stendur
teimum kurl. Hinvegin
hava tær ikki eins og VB
megnað at sýnt støðugt góð
avrik, og tí kann tað eins
væl gerast dagurin hjá VB
hesaferð.
Og so er tað sum sagt
eisini
forpremieran
til
steypafinalurnar. Har skulu
liðini hittast aftur um eina
viku, og tí kann talan eisini
gerast um eina styrkis-
roynd, við øllum tí, sum har
til hoyrir av taktiskum
snildum.
Besta
boðið
upp
á
bronsumerkjuni tykist í
løtuni at vera Stjørnan úr
Klaksvík. Og á pappírinum
eru tað eisini tær, sum hava
bestu fortreytirnar at økja
um stigatalið um viku-
skiftið. Í Klaksvík kemur
eitt kreppurakt Neistalið
nevnliga á vitjan, og tó at
tær í Klaksvík helst iðra seg
um greiða tapið fyri VÍF í
hálvfinaluni, so er einki at
ivast í, at teir ætla sær
stigini ímóti Neistanum, og
er hetta nakað, sum liðið
undir vanligum umstøðum
eigur at megna.
Seinasti dysturin hetta
vikuskiftið verður í Havn,
har Kyndil og StÍF skulu
gera av, hvør teirra í fyrsta
umfari skal elta Stjørnuna.
Enn eru sjálvandi nógvir
dystir eftir at leika, men
samstundis gerast ráðini at
missa alsamt verri, og tí er
hetta ein dystur, sum báðir
partar fyri alt í verðini
mugu vinna.
Leygardagin verður
toppdystur í Klaks-
vík millum Mjølnir
og ÍF, og nú odda-
liðið hevur mist
stig, eru kanska
útlit fyri einum
spennandi dysti
MANSFLOGBÓLTUR
Jákup Mørk
Leingi hevur verið sagt,
at ÍF er so nógv betri enn
hini liðini, at eingin
grund er at droyma um at
taka teir aftur.
Men støðan er kortini
ikki meira vónleys enn
so, at um Mjølnir vinnur
á ÍF leygardagin, so er ÍF
bert eitt stig frammanfyri
Mjølnir.
Og hetta er kanska
eisini júst rætta løtan hjá
Mjølni at gera tað í. Tí
seinasta vikuskifti hendi
nevniliga tað, sum ikki er
hent fyrr í ár, og sum
nógv roknaðu við fór als
ikki at henda: at ÍF tapti.
Tað gjørdu teir sum
kunnugt móti Fram.
Í ÍF valdu teir kortini at
siga, at ósigurin seinasta
vikuskifti var kanska ikki
so galin hósast alt, tí
hetta minnir teir á, at tú
fært einki føroyameist-
araheiti borið upp í
hendurnar og skjótt er at
missa alt á gólvið. T.d var
í fjørð móti endanum av
kappingini leingi skriv-
að, at Fleyr kundið ikki
verða tikið, men tá kapp-
ingin var liðug, tá stóðu
teir so nipnir við ongum
steypi. Tað hevði Fram
tikið beint frammanfyri
nøsini á teimum á sein-
asta leikdegi.
Einki er at ivast í, at
teir í Mjølni fara at gera
alt tað teir eru mentir at
vinna dystin, tí vinna teir,
so er bert eitt stig á muni
millum Mjølnir og ÍF, og
tá kann jú alt henda.
Men tað skal nógv til
at vinna á ÍF, tí ÍF-
maskinan er sera væl-
smurd í ár. Men sum Páll
Guðlaugsson plagdi at
siga: "Bólturin er rund-
ur", og tað er flogbóltar
eisini...
Fram sett stiman á
Eftir at Fram hevur lagt
navn til onkrar av teim-
um keðiligaru yvirskrift-
unum seinastu tíðina,
blivu hesar skiftar út við
meira positivar yvir-
skriftir í hesari vikuni.
Tað var tá Fram, sum tað
higartil einasta liðið,
megnaði at vinna á ÍF.
Og líkt er til, at teir í
Fram hava sett stiman á,
tí teir hava nevniliga
vunnið allar dystirnar í
seinru hálvu (tó mistu
teir tann eina sigurin
aftur, tí teir høvdu nýtt
ein ólóligan leikara).
Men SÍ tykist eisini
vera vaknað úr dvala,
eftir eina laka fyrru
hálvu, men í seinasta
dysti formáddu teir sær
kortini lítið móti ÍF.
Skulu sørvingar hótta
Fram sunnudagin, so skal
avrikið verða nógv betri
enn tá. Við heimavallar
fyrimuninum verður tað
eisini tað, og tí vænta vit
okkum ein góðan og
spennandi dyst í Sørvági
sunnudagin.
Leygardagin verður
ein sera avgerandi
dystur leiktur í KÍ-
høllini millum
Mjølnir og ÍF
KVINNUFLOGBÓLTUR
Kunning frá FBF
Sum nú er, liggur ÍF á odda
í kappingini, 1 stig framm-
an fyri Mjølnir á øðrum
plássi.
Liðini hava spælt 2
landskappingardystir síná-
millum fyrr í ár og vunnið
hvør sín, so her er talan um
tvey sera jøvn lið, og alt
talar tískil fyri einum sera
spennandi
oddabraki
í
Klaksvík.
Kortini verður føroya-
meistaraheitið ikki avgjørt í
hesum dystinum. Til tað
eru ov nógvir dystir eftir.
Men vinnarin av dystinum
kemur kortini at liggja best
fyri í kappingini, og kann
avgera alt sjálvur, uttan at
krevja hjálp frá øðrum lið-
um.
TB enn við í gull-
stríðnum
Núverandi føroyameistar-
arnir TB hava ein lættan
dyst móti Fleyr í Høllini í
Trongisvági leygardagin.
Hóast framgongd er at
hóma hjá Fleyr, so er mun-
urin á hesum báðum liðun-
um kortini ov stórur, til at
Fleyr kann hótta TB stór-
vegis.
Í løtuni liggur TB nakað
aftanfyri hinarbáðar gull
aspirantarnar, ÍF og Mjøln-
ir, men enn eru ikki allir
møgulleikar foknir hjá TB.
Og hetta eru ikki bert mate-
matiskir møguleikar. Krav-
ið er kortini, at TB vinnur
allar dystirnar sum eftir
eru, 6 í tali, men tað er ikki
ógjørligt. Men haraftrat
skulu ÍF og Mjølnir vinna
hvør sín dyst í teirra innan-
hýsis dystum (Mjølnir - ÍF
og ÍF - Mjølnir). Tá verða
TB og ÍF jøvn í stigum á
ovasta plássi (um vit ganga
út frá at Mjølnir og ÍF eisini
vinna allar írestandi dyst-
irnar móti Drátti, Fleyr og
KÍF), og so verður tað sett-
munurin
sum
verður
avgerandi.
Tískil hevur TB bert ráð
at vinna 3-0.
Vinnur annaðhvørt ÍF
ella Mjølnir báðar innan-
hýsis-dystirnar, so verður
tað ikki TB sum verður
føroyameistari (um ikki ÍF
ella Mjølnir missa stig til
KÍF, Fleyr ella Drátt), hóast
TB vinnur allar dystirnar
sum eftir eru.
KÍF - Dráttur
Skal KÍF gera sær vónir um
at vinna dystir í meistara-
deildini í ár, so skal tað
verða í dysti móti teimum
niðari støddu liðunum. Og
hyggja vit at støðuni, so
síggja vit at mótstøðuliðið
sunnudagin, Dráttur, við 5
stigum í posanum, er eitt av
teimum.
Og KÍF hevur eisini
staðið seg væl móti Drátti í
ár, hóast teir báðir fyrru
dystirnir eru taptir; annar 2-
3 og hin 1-3, so vónirnar
hjá KÍF eru góðar til dystin.
Hóast Dráttur liggur nak-
að nær botninum nú, so
byrjaði árið hjá Drátti kort-
ini heilt hampuliga, og tær
vóru ikki so langt aftanfyri
tey 3 oddaliðini, men so fór
formkurvan ein ordans
rutschutúr og rakti á botn
beint fyri jól, tá Dráttur á
heimavølli tapti fyri Fleyr.
Og tað er eisini rættuliga
langt síðani at Dráttur hev-
ur vunnið. - Tær hava
nevniliga tapt 6 dystir upp í
slag. Seinasti sigurin var 8.
desember 2002 og hann var
júst móti KÍF.
So, skal Dráttur fylla sær
meira uppí stigaposan, so
er eitt gott høvi kanska
sunnudagin.
Spenningur
í Klaksvík
Brak í Vági
Oddabrak í Klaksvík
Talan
verður um
satt odda-
brak í
Vági, tá
VÍF kemur
á vitjan, og
lítil ivi er
um, at
vinnarin
av teirri
uppgerðini
verður
kosin sum
stór-
favorittur
til FM-
heitið
FM-heitið verður ikki avgjørt, men eitt avgerandi stig kann
verða tikið av vinnaranum av dystinum í Klaksvík
C
M
Y
K
16