Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-01, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. februar 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 22 - 1. februar 2003 Frá Føroya Psoriasisfelag Vit vilja hervið boða frá at komandi viðgerðartúrur til Bláa Lónið verður 13. apríl til 9. mai 2003. Tey, ið hava tørv á viðgerð verða biðin um at fara til egnan kommunulækna. Læknin fyllir umsóknarblað út og sendir tað til húðlæknan. Umsóknin skal latast inn í seinasta lagi 1. februar 2003. Um ivaspurningar eru hesum viðvíkjandi eru tit vælkomin at ringja á tlf. 424 179. Heimarøktin Vágar/Norðstreymoy Varaleiðari Søkt verður eftir varaleiðara, ið hevur hug og hegni til at átaka sær nýggjar avbjóðingar í skipanini. Heimarøktin er ein stovnur í støðugari broyting, og tí krevst, at umsøkjarin er fúsur at átaka sær at ganga nýggjar leiðir innan eldraøkið. Varaleiðarin skal saman við økisleiðaranum kunna átaka sær at: • Leiða og fordeila arbeiðið við atliti til tørvin hjá brúkaranum og fíggjarkarmin hjá Heimarøktini • Tilrættaleggja og luttaka í fakligu- og starvsfólka- menningini • Menna og samskipa Heimarøktina • Viðvirka til støðugt økt samstarv millum starvs- fólkabólkarnar, eldrasambýlini og heimarøktina í økinum • Skipa fyri visitatión, revisitatión og eftirliti við tænastuni við atliti til tænastustøðið, góðskuna og fíggjarligu støðuna í økinum • Hava ábyrgdina av tilrættaleggjanini hjá lesandi og næmingum Førleikakrøv: Søkt verður eftir fólki sum: • Hevur hug og hegni at leita og fyrisita • Hevur heilsu- ella sosialfakliga útbúgving • Evnar at samstarva bæði við brúkara, avvarðandi, starvsfólk og leiðslu • Hevur royndir og kunnleika innan primeru heilsu- tænastuna • Sær møguleikar ístaðin fyri forðingar,og er broyt- ingarhugað Royndir í fyrisiting og leiðslu er ein fyrimunur, eins og kunnleiki til teldu er ynskiligur. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Sonju Klein, øksisleiðara á tlf. 333249. Setanar- og lønartreytir Arbeiðsstaðurin er skrivstovan á Oyrarbakka. Starvið verður at seta frá 01. mars 2003 ella eftir nærri avtalu. Løn- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Umsókn Skrivlig umsókn saman við upplýsingum um út- búgving, fakligar royndir o.a. verður at senda til Heimarøktin & Serforsorgin Postboks 3037 FO-110 Tórshavn Umsóknarfreist: 13.02.03 Umsóknin skal merkjast: »Varaleiðari« Lýsing Heitt verður á borgarar í Sjóvar kommunu - innan 14 dagar - at beina fyri bilvrakum,ið standa á privat- um og almennum øki. Verður hetta ikki gjørt, beinir kommunan fyri teim- um fyri eigarans rokning. Sjóvar kommuna Skeið fyri fólk, ið varða av demenssjúklingum • Hvussu eru vit saman við teimum dementu? • Hvussu sær heimurin út fyri tí dementa? • Hvussu kunnu vit kveikja lívsneistan og hjálpa dementum til eitt gott lív? • Minnið, hvat er tað? • Sorg. • Ótti. • Samvitska. Hesi og onnur viðkomandi evni verða viðgjørd á skeiði á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi mánadagin tann 24. og týsdagin tann 25. feb., báðar dagar kl. 9-16. Elsa Zachariasen, sjúkrasystir, stendur fyri skeiðinum Í mesta lagi 20 fólk sleppa við á skeiðið. Tilmelding – best á kvøldi – á tlf. 313102 ella við telduposti: sigmo@post.olivant.fo Alzheimerfelagið www.alzheimer.fo Reparera bilar Tryggingarskaðar Upprætting og lakering Alt mekaniskt arbeiði og styling til bilar Auto-Tek Argjaboðagøta 5 · Tlf. 321206 · Fax 321236 eftir kl. 17.00 á Tlf. 221006 50 69 69 vit flyta fyri virkir, stovnar og privat Ring og fá eitt gott tilboð Vøruflutningur e-mail: faroetrans@email.com Sosialurin 311820 Grunnur Onnu Djurhuus til áminnis um Sverra Fon Úr grunninum er studningur at søkja til útgávu av bók ella bókum, ið hava bókmentaligt virði. Tøkar eru 80.000 kr. Studningur verður ikki veittur til bøkur, ið longu eru útkomnar. Umsóknir skulu vera Fróðskaparsetri Føroya í hendi í seinasta lagi 1. apríl 2003. Nærri upplýsingar og umsóknarblað eru at fáa hjá Setursskrivstovuni. Fróðskaparsetur Føroya Setursskrivstovan J. C. Svabosgøta 14, Tlf. 35 25 00 Heldur byggja brýr enn blaka bumbur Fólkafundur og -gonga fyri friði verður í Havn leygardagin 1. februar. Gongan byrjar í Kommunuskúlagarðinum kl. 14.15 og endar á Vaglinum har fólkafundurin byrjar kl. 14.30. Røðarar verða: Marjun Bæk, prestur Rói Patursson, háskúlastjóri Manijeh Elsa Moudi, lesandi Jóanes Nielsen, rithøvundur Eisini verður felagssangur og tónleikur. Fyrireikarar: Tjóðveldisflokkurin, Javnaðarflokkurin, Unga Tjóðveldið og Sosialistiskt Ungmannafelag Lærari til Sernámsdepilin Søkt verður eftir lærara at undirvísa í Skúlanum í Sernámsdeplinum frá 5. februar 2003 og fyribils í 4 vikur.Talan er um 16 t/v. Umsóknir til starvið skulu vera Sernámsdeplinum í hendi í seinasta lagi 3. februar 2003. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Magnus Hansen tlf. 22 37 12. Sernámsdepilin Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 3220, Sp/f Sita, 100 Tórshavn. Viðtøkur broyttar: 27.01.2003. Strikan av hjánavni: Sp/f Mango (Sp/f Sita) Skráseting Føroya tann 30. januar 2003 Kristin Balle _______________________ Nr. 22 • leygardagur • 1. februar 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Poppidolið á heimavølli Lesið síðu 4 & 5 HUGLEIÐINGAR Edvard Joensen Veðursjúkur. Siti við gluggan og hyggi at vágni. Hon livir, øll sum hon er. Ikki tað lívið, sum var í summar, tá fuglur og fiskur, kópur og hvalur hvørt um annað vóru regluliga at síggja. Nei, nú eru tað alduryggirnir, sum koma sendandi inn við bakkanum. Bumsa í móti brimgarðinum og fara sendandi longri inn við fjøruni. Upp í grótkastið og renna at enda upp á sandin. Men tá hava teir mist tað mesta av máttinum og hava bara okkurt órudd við sær, so sum onkran tongul, teir hava skrætt leysan á vegnum og onkran plastikdunk, sum ligið hevur og flotið eina- staðni her suðuri í havinum. Ája. Teir munnu eisini fara at fækka nú, visti Útvarpið at siga frá hendan dagin, tí nú skulu vit yvirtaka umhvørvið eisini. So man friður fara at vera av reka og øðrum óreinum, sum rekst rundan um okkum. Tað dunar har úti í skýmingini einastaðni. Kanska er tað eitt flogfar, sum er á veg at lenda á flogvøllinum, hóast veðrið er hvørki so her bara nakrar kilo- metrar frá vøllinum. Men ættin er brúkilig har úti, so tað man vera í lagi soleiðis. Men eg síggi tað ikki. Tað er so mikið tjúkt. Kanska er tað ikki eitt flogfar kortini. Kanska er tað bara landsynningurin, sum dundrar um rundingarnar har uttan fyri gjónna. Hugnaligt, heldur onkur, at sita soleiðis í hitanum og eyg- leiða alt hetta buldrasliga uttan- fyri. Jú, kanska tað. Eg síggi landsynningin fara strúkandi eftir vágni. Øsa glaður- nar upp inn móti Giljanesi og senda tær tvørtur um grótkastið inn á Miðvág. Hetta grótkastið, sum gomlu- menninir her vilja halda hevur skuldina av, at tað er vorðið so ókyrt hesumegin, at tað meira at kalla er ódn í brimi í heilum. – Men hvat, tosa teir, meðan teir sita og melda og spæla út, so tað dundrar í borðinum í Undir- húsinum. Vit eru so gamlir og ónyttugir nú, so okkum kann tað gera tað sama. Tað er teir ungu, sum skulu brúka nýtiliga havn, og teir mugu ráða. Og hetta gjalda vit fegnir, halda teir og eru so æviga samdir um, at soleiðis eigur tað at vera. Og hugurin leitar aftur til seinastu kyndilsmessu, tá brimið stóð í grasið, og bátarnir gingu burtur í hylinum, hóast portur var fyri. Móti hesum velduga mátti hjálpir lítið. Og »Ilt er at byggja borð fyri báru«, hevði Bartal á Heimabeiti ivaleyst sagt, hevði hann verið staddur her Úti á Bakka hendan morgunin, tá brimið var upp á tað mesta. Ja, kanska hevur hann staðið onkran morgun soleiðis her úti og sæð, hvussu brotini eru farin skúrandi heim við bakkanum. Tí ikki er at ivast í, at hiðani hava søgurnar úr Krabbaurð sín upp- runa. Her hevur Sámal Mathias gingið og hugt og bíðað eftir øllum teimum vælsignaðu rekunum, sum komu sendandi inn av Aldansfirði. Endaðu her niðan fyri skúlan ella longri heimi. Á sandinum kanska. Men tað mundi ikki vera nakað gott í tí, tí har vóru helst ov nógvir, sum vildu vera við. Men hesum rekunum fer Eyðun nú at for- bjóða, tá hann yvirtekur alt rein- førið á havinum. Tað skýmir alsamt. Fóðurbát- arnir, sum hava ligið við aliring- arnar, eru farnir inn um aftur grótkastið. Glaðurnar fara send- andi eftir sjónum og tykjast vilja bilunum, sum standa parkeraðir niðan fyri virkisbygningarnar á Giljanesi, ann. Fylla teir við sjóroki, so teir fara at rusta. Helst nakað skjótt eisini. Hvar man havgásin vera í dag? Hon hevur so trúliga aftur í vetur vitjað fram við landinum, eins og hon gjørdi allan seinasta vetur. Kóparnir hava tó ikki verið so ofta at sæð enn, hóat ein stóð fyri brimgarðinum nú hendan dagin. Men æðurnar. Tær er harð- balnar. Liggja og andøva har úti í rokanum, sum einki var. Ella eru tær bara býttar? Helst tað. Tí um nakað skil var í teimum, høvdu tær sloppið sær inn um grót- kastið hinumegin, meðan veðrið leikar soleiðis í her. Ná, men tær um tað. Men bátaeigararnir hava verið heldur varnari enn í fjør. Nú eru bara nakrir fáir bátar eftir á floti í stongda bátahylinum. Menn minnast, hvussu vorðið var sein- astu kyndilsmessu, tá summir fóru til botns, meðan aðrir flutu við kjølinum í veðrið. Tað myrkir alsamt, og einki sæst meira av tí, sum uttan fyri er, uttan gøtuljósið, sum lýsir beint í vindeygað. Hann hevur skift ætt, og útsynningurin kemur sendandi beint í hornið, so tað ýlir í, hvørja ferð hvirlurnar fara sendandi framvið. Her gerst einki uttan at tørna inn og leggja grót á dýnuna, sum maðurin tók til á sinni. Kyndilsmessa Árstíðin er myrk og troystaleys. Tað skýmir tíðliga, og seint er ljóst, hóast nú sæst rættiligur munur á frá tí, myrkast var beint fyri jól C M Y K 19 18