leygardagur 1. februar 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Rithøvundafelagið skipaði fyri
væleydnaðum bókakvøldið í
nýggja skúlanum í Hoyvík fyri 25
árum síðani, har m. a. filmurin
um trý av matastu skaldum
okkara varð sýndur
FYRI 25 ÁRUM SÍÐANI
Eirikur Lindenskov
Tann 1. februar í 1978 skrivar
Sosialurin um forkunnugt bóka-
kvøld, sum Rithøvundafelagið
hevur skipað fyri í Hoyvík.
Endamálið var at savna pengar
til Rithøvundafelagið.
Okkurt um 250 fólk vóru til
tiltakið, sum varð hildið í nýggja
skúlanum í Hoyvík.
– Kvøldið eydnaðist sera væl.
Inn komu 7.200 krónur, og tá
útreiðslurnar eru goldnar vera
umleið 5.500 krónur eftir, sigur
Karsten Hoydal, formaður
Rithøvundafelagsins, við blaðið.
Kvøldið byrjaði við upplestri,
síðani vórðu vístir tveir filmar,
»Tríggir varðar« sum var um
William Heinesen, Christian
Matras og Heðin Brú,, og
»Føroysk dansispøl«, sum Eyðun
Andreassen hevði gjørt. Kvøldið
endaði við so við burturlutuing
av bókapakkum og upphoðssølu.
Sagt verður eisini , at
Rithøvundafelagið, sum nú hevði
um 60 limir, ætlaði at halda fram
við slíkum tiltøkum..
Mín roykjaraæra bleiv fornermað
á nýggjárinum. Ikki tí fólk bóðu
meg leggja av - tað gera tey
hvørt nýggjár og eg nikki og
sigi, at tað hevði ikki verið so
býtt - nei, hetta eri eg von við.
Nei, tað var meira tað almenna
átakið, sum fornermaði meg.
Ikki tí - tað ER skaðiligt at
roykja. Og tað ER upp á sítt
pláss at royna at fáa okkum at
leggja av at roykja. So tað royndi
ein lækni í eini sjónvarpslýsing.
Har sat hann í hálvaskýming og
fortaldi okkum við spakari rødd,
at hann tordi so ikki at roykja.
Okey. Eitt sindur av funderan
um útveljing av málbólkum.
Hvønn ætlaði Fyribyrgingarráðið
at raka. Tannáringar, sum onkun-
tíð hava fingið sær ein guv, men
enn ikki eru roykjarar?
Hvussu man tað síggja út í
teirra eygum, at einhvør í hvít-
um kitli spælir heilagur og sigur,
at hann ikki torir at roykja? Hvat
annað er hann ov ræddur til? At
koyra bil í nógvum vindi? At
leypa av ovastu vippu í svimji-
hylinum?
Tá eg byrjaði at roykja, var tað
nevniliga at tora, at vera kul, at
roykja. "Eg royki, um EG vil."
Og tað er kanska ein leivd av
tannáringi sum situr í mær enn,
og fær meg at lyfta einu eygna-
brúnna forhánisliga, tá ein
vaksin maður situr har og sigur,
at hann ikki torir at roykja.
Og eg kann hugsa mær at teir
veruligu tannáringarnir fáa somu
boð sum eg frá dulvitskuni. Sum
tannáringar síggja verðina, so
eru vaksin býtt. Og vaksin, sum
royna at læra teg okkurt, eru tey
allarbýttastu. Hvussu man so ein
álvarsamur og seigligur maður,
sum ikki torir at roykja, virka?
Nettupp. Stikk mótsett ætlanini.
Sá eina útlendska lýsing móti
royking. Ein kendur rapp-bólkur
stendur á myndini, í kulum
húgvum og provokerandi eygna-
brá. Tekstur: "Fá tær eina siga-
rett! - Og krabbamein, idiot!"
Sær tú, har er okkurt, sum
virkar. Tá tey kulu fólkini halda
tað vera taparasligt at roykja.
Kendi meg eitt sindur tapara-
sliga!
Kanska hevði Fyribyrgingar-
ráðið ikki tannáringar og hálv-
barnsligar konur í tonkunum.
Kanska var hetta ein lýsing til
vaksin, skilagóð fólk, sum eru
kedd av, at tey ikki klára at halda
uppat. Men akkurát líka skeivt
rakt.
Um almennu Føroyar meina,
at tær vilja hava roykjarar at
leggja av, hví so ikki brúka
pengarnar upp á nakað, sum
rakar - bara onkran av
málbólkunum?
Eg skal geva Fyribyrgingaráð-
num nøkur spor at ganga eftir -
um hetta ráðið nú er fult av
fólki, sum ikki tora sjálvi út í
ymsu roykikrókarnar á
arbeiðsplássum (man hevur jú
hoyrt um skaðarnar av passivari
royking, ikki satt...)
Roykjarar eru bundnir av
nikotini. Teir ræðast abstinens-
irnar, tá ongar sigarettir eru inni.
Teir eru bundnir av einum evni,
sum er verri at sleppa frá aftur
enn heroin. Tað er álvarsligt!
Heroin-misnýtarar fáa meta-
don og vera innlagdir. Havi
aldrin hoyrt um nakran
rúsevnisnýtara sum helt uppat, tí
hann hevði sæð eina lýsing..
Roykjarar ræðast at taka uppá.
Ið hvussu er konur, sum roykja.
Og roykjarar brúka nikotin at
stressa av við, at hugna sær við,
at hugsa av.
Tilsamans er myndin tann, at
tað er RINGT at leggja av at
roykja. Ikki ein spurningur um
endiliga at vilja hava eitur og
krabbamein í lunguni - at tora
ella ikki at tora at roykja. Í
okkara misnýtaramjørka eru vit
langt burtur frá rationellari vigan
av fyrimunum og vansum við at
roykja!
So - um Fyribyrgingarráðið vil
fyribyrgja krabbameini, so átti
lýsingin kanska at verið vend
móti fólkunum á pengakassan-
um. Gev okkum eina mynd av
einum politikara, sum sigur "eg
tori so ikki at lata vera við at
geva roykjarum frítt nikotin-
tyggigummi og uppihald á
avvenjingarstovni!!"
2
Sosialurin Nr. 22 - 1. februar 2003
Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720, teldupostur:
turid@sosialurin.fo
Blaðstjórn: Turið Kjølbro
EG MEINI TAÐ
Royking fyri tey djørvu
Katrin Petersen skrivar
FYRI 25 ÁRUM SÍÐANI
Eirikur Lindenskov
»Hornið« var fastur táttur á
baksíðuni í Sosialinum í sjeyti-
og áttatiárunum. Har varð víst
einhvør skemtilig ella á annan
hátt áhugaverd mynd við
stuttum teksti til.
Tann 28. januar í 1978 hevur
myndamaðurin hjá Sosialinum
verið fram við Brúna skúla í
Havn - ella Heimara Skúla,
sum lærararnir á Venjingar-
skúlanum plagdu at kalla
henda skúla, sum millum
næmingar bara varð kallaður
Brúni Skúli.
Á myndini eru fýra dreingir.
Teir gingu tá allir í sjeynda
flokki á Venjingarskúlanum.
Teir eru Rúni Árting, Kaj Leo
Johannesen, Ragnar Egholm
og Mortan Borgarlíð, sum
doyði í 1983.
Fýra garpar
úr Fireball
Rúni Árting, Kaj Leo Johannesen, Ragnar Egholm og Mortan Borgarlíð
gingu allir í 7. flokki á Venjingarskúlanum í januarmánaði í 1978
Teir »tríggir varðarnir« vóru eisini á bókakvøldinum, har teir sóu seg sjálvan á hvíta tjaldinum. »Varðarnir« vóru
matu skald okkara, William Heinesen, Christian Matras og Heðin Brú, sum allir búðu Undir Varða í Havn. Á
myndini síggjast teir saman við konum
»Tríggir varðar« á bókakvøldi
Árni Joensen
Í Týsklandi eru maskinur og
menn farin undir at bróta seks
verjuvirkir í gamla vestara verju-
garðinum hjá Hitlertýsklandi
niður. Umframt at bróta verju-
virkini niður, skulu maskinurnar
fylla skotgravir og serligar
gravir, sum skuldu fjala týsku
stríðsvognarnar, ið skuldu verja
Das Vaterland ímóti einari innrás
vestaneftir. Men sambært teim-
um, sum nú sita við valdið í
Berlin, eru tey gomlu verju-
virkini og tær gomlu skotgrav-
irnar vandamikil fyri trygdina,
sum tikið verður til, men mynd-
ugleikarnir halda eisini, at tey
gomlu krígsminnini kunnu gerast
savningarstaðir hjá nýnazistum.
Søgufólk og gamlir menn, sum
einaferð gjørdu tænastu í tí mátt-
mikla týska herinum, halda
harafturímóti, at verjuvirkini eiga
at verða varðveitt. Verjugarðurin,
sum er einar 630 kilometrar til
longdar, og sum røkkur frá
sveitsiska markinum til Kleve
har norðuri í Týsklandi, er
bygdur í árunum frá 1936 til
1940, og søgufólkini og teir
gomlu hermenninir vilja vera
við, at verjugarðurin er ein
søguligur minnisvarði, sum
týskarar eiga at varðveita.
Men teir dukandi oljutrýst-
borirnir, sum taka seg niður
ígjøgnum teir tjúkku armeraðu
betongveggirnar í verjuvirkjun-
um fram við Rhinenánni, boða
frá, at myndugleikarnir hava eina
aðra áskoðan, og at arbeiðið at
bróta tann fyrsta partin av
verjugarðinum niður er byrjað í
skógarlendinum við bygdina
Rheinau tætt við franska markið.
Minni um fortíðina
Upprunaliga bygdu týskararnir
umleið 20.000 verjuvirkir til at
verja landið ímóti innrás
vestaneftir, men í dag stendur
bert helmingurin av Siegfried-
linjuni eftir. Tey flestu av hinum
virkjunum vórðu oyðiløgd stutt
eftir, at teir sameindu brutu seg
ígjøgnum verjugarðin í 1944-45
- eitt átak, sum kostaði tíggju-
túsundtals hermonnum lívið.
Eftir ætlanini hjá myndugleik-
unum skulu millum 100 og 200
verjuvirkir brótast niður um árið,
og vanliga verður tað gjørt eftir
áheitan frá teimum kommunalu
myndugleikunum á staðnum ella
teimum, sum eiga lendið, har
verjuvirkini standa. Myndug-
leikarnir hava gjørt greitt, at teir
ætla at bróta nógv tey flestu
virkini niður, men at ætlanin er
at varðveita nøkur hundrað
teirra, sum skulu standa eftir
sum søguligir minnisvarðar.
Søgufólk vísa á, at tað ber ikki
til at beina fyri fortíðini við at
bróta partar av henni niður, og
tey hava ístaðin skotið upp, at øll
tey verjuvirkini, sum eftir eru,
verða varðveitt.
- Í veruleikanum er spurning-
urin, hvussu vit fara um hesi
minni frá fortíðini, sigur søgu-
professarin Hans-Ulrich Thamer,
sum starvast á lærda háskúlanum
í Múnster. Eftir hansara tykki
eiga myndugleikarnir annaðhvørt
at royna at varðveita øll verju-
virkini ella at bróta øll niður, og
sjálvur hellir hann til ta fyrru
loysnina, sjálvt um hann ikki
heldur tað vera neyðugt at varð-
veita øll.
Teir gomlu týsku hermenninir
halda, at tað at bróta verjuvirkini
niður er at vanvirða teir túsund-
tals hermenninar, sum doyðu
undir seinna heimsbardaga.
Stuðul fáa teir frá umhvørvis-
fólki, sum siga, at tey gomlu
verjuvirkini hava týdning fyri
umhvørvið og náttúruna, tí nógv
ymisk djór leita sær skjól í
teimum gomlu betongbygning-
unum, tá okkurt er á vási.
Kundi ikki takast
Hitler helt tann vestara verju-
garðin hava so stóran týdning, at
hann setti 500.000 mans til at
gera verjuvirkini og skotgravir-
nar, og hann gav boð um at nýta
20 prosent av øllum tí týska
byggitilfarinum til endamálið.
Tá arbeiðið byrjaði í 1936,
segði Hitler, at verjugarðurin
skuldi byggjast sum eitt svar upp
á tann franska verjugarðin, ta
sokallaðu Maginot-linjuna. Men
tá Týskland trý ár seinni leyp á
Póland og harvið byrjaði seinna
heimsbardaga, gjørdist brádliga
greitt, hvør tann veruliga ætlanin
við verjugarðinum var: Hann
skuldi verja Týskland ímóti
einum bretsk-fronskum álopi,
meðan tann týski herurin bardist
eystanfyri.
Í eygum Førarans og teirra, ið
vóru kring hann, var vestari
verjugarðurin høgt í metum, og
sangir og hetjufrásagnir um
garðin fingu týskarar at kenna á
sær, at eingin kundi taka seg inn
um garðin, og at eingin tískil
kundi gera Týsklandi mein. Men
veturin 1944-45 brutu ameri-
kanarar seg ígjøgnum verjugarð-
in eftir harðar og blóðugar
bardagar, og virkini, sum skuldu
verja Týskland, gjørdust nú
goymslur hjá fíggindanum.
Ræðast nýnazistar
Tann fyrsta áheitanin um at bróta
verjuvirkini niður kom í sjeyti-
árunum, tá ein níggju ára gomul
smágenta í Rheinau datt niður á
eina jarnstong á einum verjuvirki
og doyði. Síðani hevur málið
javnan verið frammi, og nú er
arbeiðið so sett í verk.
Men vanlukkan í Rheinau er
ikki tann einasta orsøkin til, at
samveldismyndugleikarnir í
Berlin hava gjørt av at beina fyri
teimum gomlu verjuvirkjunum.
Virkini eru sum ein garður fram
við týska vesturmarkinum, og
myndugleikarnir bera ótta fyri, at
nýnazistar fara at nýta tey gomlu
virkini sum savningarstaðir.
- Eg havi ikki hoyrt, at teir
hava nýtt virkini til hetta enda-
málið, men eg kann væl ímynda
mær, at teir kunnu fara at gera
tað, tí verjugarðurin er ein av
teimum fáu leivdunum frá Triðja
Ríkinum, sigur Andreas Kúbler,
sum er leiðari á stovninum, sum
stendur fyri arbeiðinum at bróta
verjuvirkini niður.
Við Rheinau, har arbeiðið er
byrjað, eru fýra verjuvirkir. Tvey
teirra eru so illa farin, at lítið og
einki er eftir av teimum, og hóast
hini bæði røkkka einar tíggju
metrar upp í loft, høvdu tey
neyvan hildið í mong ár afturat.
Aðrastaðni eru 6500 verjuvirkir
longu tærd burtur av tíðarinnar
tonn ella stikað inni.
Men nøkur teirra verða varð-
veitt. Hildið verður, at umleið
600 verjuvirkir verða nýtt sum
goymslur og annað, og í Trier og
Pimasens hava tey valt at nýta
virkini til fornminnissøvn. Í
Berlin vænta myndugleikarnir, at
eini 2500 verjuvirkir verða
standandi - í hvussu er fyribils.
Sosialurin Nr. 22 - 1. februar 2003
3
Nú hvørvur verjugarðurin
hjá Hitleri
Leivdirnar av vestara verjugarðinum hjá Hitlertýsklandi verða nú
brotnar niður. Tað, sum einaferð varð hildið at borga fyri trygd
Týsklands, verður nú mett sum ein vandi fyri trygdina, men vandin
fyri nýnazismu telur eisini
Upprunaliga bygdu týskararnir umleið 20.000 verjuvirkir til at verja landið ímóti innrás
vestaneftir, men í dag stendur bert helmingurin av Siegfried-linjuni eftir. Tey flestu av hinum
virkjunum vórðu oyðiløgd stutt eftir, at teir sameindu brutu seg ígjøgnum verjugarðin í 1944-45
- eitt átak, sum kostaði tíggjutúsundtals hermonnum lívið
C
M
Y
K
21
20