leygardagur 1. februar 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Skúlating
– Brandur, fert tú ikki í song nú?
Hann er komin heim, og
mamman heldur, at nú er klokk-
an vorðin so nógv, at tíð er at
tørna inn. Klokkan nærkast
ellivu.
– Jú, eg verði beinan vegin
liðugur, svarar Brandur.
Hann situr við køksborðið og
skrivar ein stíl, sum hann skal lata
læraranum dagin eftir. Hann ger
sær ómak, og tá ið hann er um at
verða liðugur við stílin, er hann so
misnøgdur við skriftina hjá sær, at
hann skræðir nakrar síður, hann
júst hevur skrivað, úr bókini.
– Hatta var so ótýðuligt, so eg
skrivi tað umaftur, sigur hann
avgjørdur.
Tað verður ein løta, áðrenn
hann fer í song.
Morgun
Tað minnir mest um ein spenn-
andi enda av einum James Bond-
filmi.
Vekjarin er farin at ýla støðugt
og áhaldandi, men tað gongur
eina løtu, áðrenn hann verður
sløktur.
– Brandur, skalt tú ikki upp
nú, sigur mamman, sum nú er
komin upp á loftið at fáa tamar-
hald á støðuni.
– Eg komi nú, svarar Brandur,
og eina løtu seinni kemur hann í
køkin, har morgunmaturin bíðar
á borðinum.
Pápin heldur fyri, at Brandur
verður ongantíð liðugur at sták-
ast, og mamman tekur undir við
honum.
– Hann er so nógv broyttur
seinastu tíðina, heldur hon.
Brandur ger skjótt av, tí hann
hevur knappa tíð. Mamman
hevur gjørt honum matpakkan,
og hon minnir hann á, at fløskan
við vatni ikki skal liggja niðri.
Klokkan er nakrar minuttir í
átta, tá ið Brandur letur úthurð-
ina aftur og setur kós ímóti
skúlanum hendan góða vetrar-
morgun. Veðrið er gott, og
Brandur klárar at vera í skúlan-
um til tíðina.
Í skúla
Næmingarnir hittast uttan fyri
skúlastovuna, har tey plaga at
syngja morgunsang. Tey standa
fram við vegginum, og tað er
ikki nógv ferð á so tíðiliga á
morgni. Tey práta eitt sindur.
– Góðan morgun, tað verður
eingin morgunsangur í morgun.
Hinir flokkarnir eru til roynd, so
tit fara bara inn í stovuna.
Tað er skúlastjórin, sum ber
boðini, og í hølunum á honum
kemur lærarin, sum skal undir-
halda fyrstu tveir tímarnar.
Tey savna matpakkarnar og
finna roknibøkurnar fram. Tað er
framvegis myrkt uttan fyri, og
lærarin roynir at fáa eyguni hjá
næmingunum at glógva, tá ið
hann fer í holt við dagsins evni –
negativ tøl.
Brandur situr miðskeiðis í
stovuni, og hann fylgir við,
meðan lærarin greiðir frá um tey
negativu tølini.
— So haldi eg, at tit skulu
rokna tey trý fyrstu stykkini,
heldur hann fyri. Genturnar eru
eitt sindur kvikari enn dreingirnir
at tveita seg yvir stykkini.
Lærarin gevur eina hjálpandi
hond, har tað er neyðugt, og tá ið
hann kemur í nánd av Brandi,
brúkar Brandur møguleikan at
spyrja læraran um sonin hjá
honum, sum er tónleikari og býr
í Danmark.
– Hann dugir væl at spæla
gittar, heldur Brandur fyri,
áðrenn hann fer í holt við tølini
aftur.
Fríkorter
Brandur stendur uttan fyri hurð-
ina og hyggur.
Eftir hálvan annan tíma í
skúlastovuni er dagsins fyrsta
fríkorter á skránni. Og tað er
akkurát so væl umtókt, sum tað
skal vera í einum 7. flokki við
lívligum næmingum.
Ein stórur partur av børnunum
spæla fótbólt í skúlagarðinum,
men Brandur hevur ikki hug at
blanda seg uppí. Hann gongur
stillisliga aftur og fram eina løtu.
Hendurnar eru í lummanum, og
um hálsin hevur hann eitt turri-
klæði. Hann skal ansa eftir
røddini.
Hann fer inn aftur í gongina,
og har er friður at práta við tvær
av gentunum í flokkinum eina
løtu. Tá ið tveir dreingir koma
innar, kemur meira lív í, og teir
takast eitt sindur, áðrenn floks-
lærarin kemur niður gjøgnum
trappurnar.
– Vit skulu upp í teldurúmið at
gera postkort, sigur hon.
Tað dámar børnunum væl, og
tað er ferð á, tá ið tey fara upp
gjøgnum trappurnar.
Framtíðin
Tað skýmir á Tvøroyri. Myrkrið
tekur varisliga yvir hendan vakra
og stilla vetrardag. Fjørðurin
liggur spegilsblankur og innbjóð-
andi, og tað er næstan ein farri
av vári í luftini.
Brandur er komin heim úr
skúla, og hann hevur nú frí í
tveir tímar, áðrenn hann skal til
hornundirvísing.
Hann veit, at næstu mánaðir-
nar skal hann stríðast fyri gjøg-
numbroti í Íslandi og í Danmark.
– Krøvini eru stór, og eg vóni,
at eg kann liva upp til tey. At
syngja og at vera á pallinum er
tað, sum eg tími best, so eg vóni,
at tað fer at ganga væl, sigur
hann.
Tað er ein púra vanligur
gerandisdagur. Kanska er tað
stilli áðrenn ódnina. Kanska
verður tað bara ein hvirla, sum
skjótt hasar av.
Ungi tvørámaðurin hevur
spennandi og stórar avbjóðingar
fyri framman.
Sosialurin Nr. 22 - 1. februar 2003
5
4
Sosialurin Nr. 22 - 1. februar 2003
STJØRNUSKOT
Eyðun Klakstein
Myndir: Tom Laursen
Stóra speglið stendur í horninum
í stovuni. Tað er meira enn tveir
metrar høgt og hoyrir ikki nátur-
liga heima har, ið tað stendur.
Fram við vegginum stendur
ein reol, og ovast á henni hevur
ein útstappaður lundi sett seg.
Hann starir inn í speglið.
Tað er heima hjá Brandi Enni
á Tvøroyri, og ungi poppsangarin
er eisini orsøkin til, at speglið er
komið at standa í stovuni.
– Tað riggar als ikki inn har,
men Brandur vildi hava tað, og so
mátti tað verða so, sigur Ninni
Enni, sum er mamma Brand. Hon
smílist, og Brandur fer í holt við at
vísa, hvat hann brúkar speglið til.
Hann tveitir eina fløgu hjá
Tom Jones í fløguspælaran, og
so dundrar sangurin »Sex
Bomb« úr hátalarunum. Brandur
tekur eina mikrofon í hondina,
og so syngur hann við til sangin,
meðan hann roynir nýggjastu
dansifetini, sum hann skal brúka
til sínar egnu framførslur.
– Tá hann gekk til dansiundir-
vísing, so var tað altíð framman
fyri eitt stórt spegl. Tað vildi
hann so eisini hava heima, tá
hann skuldi venja, greiðir
mamman frá.
Næstu tíðina skal Brandur
brúka síni bestu dansievni á kon-
sertum í Íslandi og Danmark, har
ið hann nú stílar eftir einum
tónleikaligum gjøgnumbroti.
Men alt byrjaði á Tvøroyri, har
Brandur býr og virkar út frá.
Hornið á ferð
Tey standa í gongini og bíða eftir
at sleppa avstað. Pápin, mamm-
an, Brandur og eldra systur hans-
ara. Tey spæla øll í hornorkestr-
inum á Tvøroyri, og hetta kvøld-
ið skulu tey spæla til eitt tiltak í
Fámjin.
Tað tekur eitt korter at koyra
til Fámjin, og niðan fyri kirkjuna
eru fólk við at savnast, tá ið
hornspælararnir hvør í sínum
lagi koma til bygdina.
Tey hittast í Vesturhøll at gera
seg klár til blásturin. Ljóðførini
skulu úr kassunum, setast saman
og mýkjast eitt sindur. Klokkan
er farin av seks, og uttan fyri
bíða fólk eftir tí tónleikaliga
undirhaldinum.
– Kom nú, vit skulu spæla.
Prestur skal vera í Hvalba klokk-
an hálvgum átta, sigur Jens
Knudsen, sum er leiðari fyri
orkestrið.
– Ja, og Dagur og Vika kemur
klokkan átta, svarar onkur úti í
gongini.
Brandur hevur tikið hornið
fram, og við nótastativinum í
hondini er hann tann seinasti,
sum í skundi leitar sær út í
myrkið at spæla.
Undirvísing
Brandur hevur altíð hornið við
sær, tá ið hann er av bygdini í
tónleikaørindum. Tað er kanska
eitt fittur teinur frá hornblástri til
popptónleik, men ikki hjá
Brandi.
– Popptónleikurin hevur tikið
nógva tíð seinasta árið, so eg
havi ikki havt so góðar stundir at
venja á korinettina, men síðani
eg eri farin at brúka hornið á
konsertunum hjá mær, hevur tað
givið mær betri hug at venja og
fáa undirvísing, sigur hann.
Brandur plagar at spæla solo-
spælið til sín egna sang, The way
I am, og tað ljóðar sannførandi.
Hann er meira enn ein sangari,
hann er eisini ein tónleikari og
nú sangskrivari.
Eftir blásturin í Fámjin fer
Brandur í skúlan, har Jens Knud-
sen skal geva honum eitt sindur
av frálæru. Musiklærarin er íðin
og nærverandi, meðan Brandur
spælir nakrar skalar.
– Einaferð afturat. Og minst
til at hava kroppin við í øllum tí,
sum tú gert. Bæði tá ið tú spælir
horn, og tá ið tú syngur.
Eftir eina ferð upp og niður
gjøgnum nótar, gerast tónarnir
mjúkari í tí væl upplýstu stovuni
á ovastu hædd í skúlanum – Ave
Maria fer at ljóma.
Poppidolið á heimavølli
Brandur Enni er kendur fyri sínar lívligu framførslur á pallinum, har
børn og ung fjeppast uppi í honum. Vit hava vitjað hann á heimavølli á
Tvøroyi — í heiminum, í skúlanum og á ferð við horninum
Brandur venur framman fyri stóra speglinum, meðan systurdóttir hansara hevur hug at blanda seg uppí
Tónleikarar skulu eisini passa skúlan, og hóast tað er vorðið seint, ger Brandur sær stóran ómak við stílinum
Klokkan er
farin av átta,
og Brandur
og hini eru
komin í
skúla. Tað
tekur eina
løtu, áðrenn
tey koma fyri
seg
Tað er gott at kunna
taka sær av løttum á
kamarinum eina løtu
Fjølmiðlar
nir fylgja
væl við í tí,
sum
gávuríki
sangarin
tekst við
C
M
Y
K
23
22