leygardagur 1. februar 2003síða 13
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin Nr. 22 - 1. februar 2003
FERÐAFRÁSØGN
Gudny Langgård
Tað er tann 7. desember og
leiðin gongur tann langa vegin til
Mauritius! Ætlanin er at steðga
har til 8. januar og eg skal búgva
privat hjá einari indiskari familju
í tí miðalstóra býinum Vacoas, ið
liggur nøkulunda mitt í oynni. Á
mínari ferð komi eg at ferðast
runt á oynni, fari at vitja ymisk
støð, skal í brúdleyp, halda jól og
nýggjár saman við familjuni og
komi vónandi at kenna teirra
mentan. Eg fari at fortelja frá
mínum upplivilsum á ferðini til
hesa, fyri okkum, rættuliga
ókendu oyggj, ið er eitt ógvuliga
væl umtókt ferðastað fyri tey
kendu og ríku.
Vit mugu tíverri ein umveg til
Týsklands á veg til Mauritius, tí
allir ferðaseðlarnir vóru bílagdir
úr Onglandi. Flogferðin til Mau-
ritius er rættuliga drúgv, umleið
11 tímar frá Frankfurt, men so
skjótt sum ein kemur umborð á
Air Mauritius, virkar ferðin væl
styttri. Manningin, ið øll eru frá
Mauritius, eru ógvuliga smílandi,
blíð og gera alt fyri, at ein fáa
hava eina góða ferð. Maturin er
góður og hetta tilsamans ger, at
11 tímar hóast alt eru til at halda
út. Eisini fær man eina góða
kenslu av tí gestablídni, ið man
møtir frá fólkunum á Mauritius.
Mauritius er ein subtropisk
oyggj, ið liggur í tí Indiska hav-
inum, 800 kilometrar eystanfyri
Madagaskar. Hon er umleið á
støddar við Føroyar, 65 kilomet-
rar long og 45 kilometrar breið
og har búgva umleið 1,2 milli-
ónir fólk. Mauritius er umringað
av flesjum og við landið eru
hvítar strendur nærmast allan
vegin runt um oynna. Eisini eru
nógv fjøll at síggja á oynni, tað
hægsta er Piton de la Rivière
Noire, ið er 827 metrar. Umframt
hetta eru skógir, lagunir, fossar
og dalar, ið prýða um náttúruna.
Har er nærmast sól og summar
alt árið ígjøgnum. Frá mai til
oktober er vetur og hitin liggur
um 15-25 stig. Í november byrjar
veðrið at gerast betri og fram til
apríl er summar í Mauritius, tá
svingar hitin vanliga ímillum 27
til 35 stig. Í hesum mánaðunum
er eisini vandi fyri nógvum regni
og orkanum.
Í Føroyum eru vit sjálvandi
ógvuliga von við regn og vind,
so hetta stúrdi eg slettis ikki fyri,
men tá ið eg fyrstu ferð upplivdi
ein regndag í Mauritius — ynskti
eg meg heima í Føroyum við
okkara "sindri" av regni. Tann
dagin gekk leiðin til Port Louis,
ið er høvuðsstaðurin í Mauritius.
Port Louis er ein býur við um-
leið 150.000 fólkum. Har eru tær
flestu stóru fyritøkurnar, nógvir
handlar og marknaðir — bæði
við fruktum, grønmeti, klæðum
o.a. Nógv ferðafólk brúka nakrar
tímar av teirra feriu í hesum býi
og tað vildu vit eisini. Ætlanin
var at hyggja runt í handlum og
møguliga gera eitt sindur av inn-
keypi. Sólin skein hendan dagin
og tað var ógvuliga heitt. Vit
fóru inn í ein handil og steðgaðu
einar 10 minuttir. Tá vit komu
útaftur úr handlinum regnaði tað
og tað var einans eitt at gera —
renna fyri lívinum. Tað regnaði
so illa, at longu eftir umleið ein-
um hálvum tíma var ringt hjá
bilunum at koyra á vegnum
vegna hylar og regnið vardi í
einar 2-3 tímar. Einans nøkur
sekund undir regninum og man
bleiv vátur inn á kroppin, tískil
bleiv tað mesta av okkara væl
planlagda innkeypstúri brúktur
við at kroka undir einum hand-
ilstakið, saman við einum 15
øðrum sjokeraðum ferðafólkum.
Mauritius bleiv gjørd av
einum vulkanútbróti, fyri umleið
7 milliónum árum síðani. Frá
fyrstan tíð av, vóru tað hollend-
ingar ið funnu hesa vøkru oyggj.
Tað var í 1598. Teir kallaðu
oynna Mauritius eftir teirra
prinsi, Prins Mauritz Van
Nassau, og steðgaðu til 1710 á
oynni. Síðani vóru tað fransk-
menninir, ið búsettust har. Teir
komu í 1715 og kallaðu oynna
"Isle des France". Í 1810 bleiv
Mauritius yvirtikin av Onglend-
ingum og teir broytti navnið aftur
til upprunanavnið - Mauritius.
Oyggin hoyrdi til Ongland fram
til 1968, tá ið tey blivu sjálvstøð-
ug, tó hoyra tey enn til tað ensku
krúnuna.
Mauritius er ein oyggj við
nógvum ymiskum mentanum.
Her eru bæði indarar, kinesarar,
afrikanarar, franskmenn, eingils-
menn o.s.v. Teirra almenna mál
er enskt, men tað verður mest
brúkt í skúlunum og í almennum
arbeiðsplássum. Annars verður
franskt eisini nýtt á arbeiðspláss-
um og í fjølmiðlunum. Cryol er
málið, ið verður mest brúkt. Tað
verður nýtt heima saman við
familjuni og eisini sosialt saman
Ferðin til Mauritius
"God created Mauritius and then made a copy of it to create paradise"
Mark Twain
Mauritius er ein subtropisk oyggj, ið liggur í tí Indiska havinum, 800 kilometrar eystanfyri Madagaskar. Hon er umleið á støddar við Føroyar, 65 kilomet-rar long og 45 kilometrar breið og har
búgva umleið 1,2 milliónir fólk
Sosialurin Nr. 22 - 1. februar 2003
7
við vinum, arbeiðsfelagum o.s.v.
Cryol er ein blandingur av
fronskum og afrikanskum. Málið
bleiv uppfunnið, tá ið Mauritius
hoyrdi til Frakland, fyri at kunna
samskifta ímillum slavunar úr
Afrika og teirra fronsku harrar.
Hetta hevur við sær, at fólk frá
Mauritius eru rættuliga væl fyri
málsliga, við tað, at tey tosa
flótandi enskt og franskt og tískil
gongur leiðin mangan til Europa
fyri at útbúgva seg.
Tá ið eg fyrst kom til oynna
bleiv eg rættuliga ovfarin av at
síggja øll hesu fólkini við ym-
iskum bakgrundum, mentanum
og religiónum liva saman í sátt
og semju. Meirilutin av fólkun-
um eru hinduarar — teir teljast
50 % av fólkatalinum. Síðani eru
tað kristin, ið eru umleið 30 %,
og muslimar, ið teljast umleið 17
%. Familjan, ið eg búgvi hjá, eru
hinduarar og maðurin í húsinum
fortaldi mær tann fyrsta dagin, ið
eg kom, at fyri fólk í Mauritius
er tað ógvuliga týðningarmikið
at virða síni medmenniskju,
sama um ein er muslimur, kristin
ella hinduari. Her búgva øll sam-
an í sama grannalag og ongantíð
hoyrist nakað øvugt orð ímillum
grannarnar vegna religión.
Vegna tær ymisku mentanirnar
á Mauritius er teirra matur ein
blandingur av kinesiskum, mus-
limskum, indiskum og europe-
iskum mati. Tey eta nógv krydd-
aðan mat, við nógvum chili. Eftir
mína vitjan á oynni, ið vardi ein
mánaða, var tað ikki ein døgurði,
ið ikki hevði chili í. Eisini eta
tey nógv grønmeti, rís, fruk o.s.v.
Fruktirnar og grønmetið verða
eisini mangan kryddað við chili.
Um ein fer inn í eina resturant,
fær man vanliga bæði, rís,
nuddlir, pizzair, briani — ið er
ein muslimskur rættur, grønmeti
o.s.v. Hetta vísir einum, at mat-
urin á Mauritius er ein bland-
ingur av øllum teimum ymisku
bakgrundunum, ið eru búsett her.
Persónliga haldi eg, at maturin
her er ógvuliga góður, hóast eg
av og á má drekka 1 litur av
vatni saman við rættinum, ímeð-
an tey lokalu býta í eitt eyka
chili, fyri at fáa matin eitt sindur
sterkari!
Sjálvt um Mauritius einans
hoyrdi til Frakland í minni enn
100 ár, er mentanin á Mauritius
ógvuliga ávirkað av tí fronsku
mentanini. Fyrst av øllum verður
tað franska málið nógv brúkt.
Tey drekka nógv vín og breyðið,
ið tey vanliga eta, er bagett, ið er
franskt. Fjølmiðlarnir eru sum
sagt allir á fronskum, og bæði
býir, staðarnøvn og gøtunøvn
hava fronsk nøvn. Eisini hava tey
somu virðing fyri familjulívinum
sum franskmenninir eru kendir
fyri at hava, møguliga størri. Fyri
tey er familjulívið av ógvuliga
stórum týðningi. Hetta legði eg
til merkis fyrsta dagin, tá ið eg
kom til Mauritius. Tá ið vit
komu til húsini vóru longu tvær
systrar hjá mammuni har fyri at
taka ímóti okkum. Sum dagurin
leið kom øll familjan framvið
fyri at heilsa upp á okkum — har
vóru bæði mammu- og pápa-
beiggjar, fastrar, mostrar, systk-
inabørn, trímenningar o.s.v. og
sama, hvat klokkan var, tá ið
gestirnir komu, fór eingin avstað
uttan at eta ein døgurðabita.
Hetta kvøld bleiv bæði etið,
drukkið, sungið og dansað og tað
vísti mær, hvussu nær familjan
er knýtt og hvussu familjulívið
er her. Seinni á mínum steðgi
blivu vit ofta bjóðað til døgurða
hjá teimum ymisku familjulim-
unum og hvørja ferð ringdu tey
til okkara áðrenn fyri at spyrja
okkum, hvat vit ynsktu at eta,
drekka o.s.v og oftani blivu vit
øll biðin um at yvirnátta hjá
familjuni. Í Mauritius verða børn
hjá systkjum roknað nærmast
sum teirra egnu børn og góð
vinfólk, svágrar, svigarindir og
systkinabørn sum beiggjar ella
systar. Hetta er nakað, ið eg havi
upplivað fleiri ferðir á mínum
steðgi og stoltleikin skínur í
eygunum hjá tveimum svágrum
ella systkinabørnum, tá ið teir
forklára, at teir rokna hvønn
annan fyri beiggjar og at teir
standa saman alt lívið, bæði í
góðum og ringum.
Áðrenn eg fór til Mauritius las
eg nógvar greinar og leitaði eis-
ini á internetinum eftir upplýs-
ingum um hesa vøkru oyggj.
Rithøvundin Mark Twain segði,
at: "God created Mauritius and
then made a copy of it to create
paradise", ið fortelur okkum eitt
sindur um vakurleikan á oynni.
Sum sagt er hetta ein ógvuliga
væl umtókt ferðamannaoyggj
fyri tey ríku og kendu. Øll
hotellini á oynni eru 3 stjørnað
og meira. Tvey av teimum mest
kendu og eisini dýrastu hotell-
unum í heiminum eru her á
oynni — Le Touessrok og Le
Saint Geran. Á Le Touessrok
gjalda gestirnir umleið 300.000
kr. pr. viku fyri uppihaldið, tískil
eru tað einans ógvuliga rík fólk,
ið koma til hetta hotell. Dømi
um vitjandi á Le Touessrak eru
Bill Clinton, Charles prinsur,
Bradd Pitt, Madonna o.s.v. Tey
flestu hotellini liggja norðanfyri
og vestanfyri Mauritius og øll
standa fram við strendurnar — tó
eru ongar privatar strendur í
Mauritius, so bæði ferðafólk og
tey lokalu nýta tær somu strend-
urnar og lagunurnar.
Í Mauritius er sukur tann
størsta vinnan, klædnafram-
leiðsla er tann næsta, og ferða-
vinnan tann triðja. Mauritius
hevur eitt ógvuliga stórt hav-
umráði og ein tann dýrasti
fiskurin, legine, er at finna í
teirra umráði. Mauritius er
roknað fyri at vera eitt mennandi
land, ið hevur tikið seg nógv
fram fíggjarliga síðani tey blivu
sjálvstøðug, men tó eru tað nógv,
ið vildu ynskt, at tey framvegis
hoyrdu til Ongland. Tey halda, at
lívið vildi verið lættari um tey
enn hoyrdu til Ongland. Fíggjar-
liga er tað rættuliga tungt fyri tey
lokalu. Meirilutin av fólkunum
má arbeiða hart alt lívið fyri at
yvirliva og fyri at geva børnun-
um møguleikan at fáa eina út-
búgving og eina góða framtíð.
Sum sagt er hetta ein ógvuliga
vøkur oyggj við einari ótrúligari
náttúru og vøkur hotell, men um
ein hyggur eftir teimum vanligu
umstøðunum hjá teimum lokalu,
er oyggin neyvan eitt paradís.
Vegirnir eru illa farnir og al-
mennir bygningar verða ikki
hildnir við líka, bussarnir eru
ógvuliga gamlir og í ringum
standi við ongari útluftning og
lønirnar samsvara ikki við
livikostnaðin. Mauritius er í
løtuni í einari fíggjarligari
kreppu, men serfrøðingar vænta,
at landið kemur fyri seg aftur um
umleið 3 ár. Til dømis er prísurin
fyri matvørur og almennan
flutning farin umleið 40 % upp
tey seinastu 2 árini, ímeðan tann
almenna lønin er tann sama.
Mær er sagt, at landið sjálvt er
væl fyri fíggjarliga, men at pen-
ingurin ikki sæst aftur ímillum
íbúgvarnar. Hetta ger, at fólkini
eru rættuliga misnøgd við poli-
tikkin og politikkarnar í land-
inum og at tey mugu veruliga
stríðast fyri at klára at fáa
pengarnar at mala runt. Tey hava
ikki ráð til nakað luksus, so sum
ferðir, nýggjar bilar, uppvaski-
maskinur, ókeypis skúlagongd
o.a. sum vit í Føroyum taka fyri
givið!
Hóast tær ringu fíggjarligu
umstøðurnar í løtuni og tað
dagliga pressið, ið tey liva við,
eru fólkini ógvuliga glað, smíl-
andi og blíð. Sama hvør man er
og hvønn man fer inn til, sleppur
ein ikki avstað aftur uttan at hava
etið og drukkið. Ofta er tað tað
besta og dýrasta, ið tey hava inni,
ið verður bjóðað gestunum, og tá
ið familjan møtist, hugna tey sær
øll saman og allir teir dagligu
trupulleikarnir verða lagdir til
síðis fyri teir fáu tímarnar.
Framhald næsta leygardag
Rithøvundin Mark Twain segði, at: "God created Mauritius and then made a copy of it to create paradise", ið
fortelur okkum eitt sindur um vakurleikan á oynni. Sum sagt er hetta ein ógvuliga væl umtókt ferðamannaoyggj
fyri tey ríku og kendu. Øll hotellini á oynni eru 3 stjørna og meira
Meirilutin av fólkinum á oynni eru hinduarar — teir teljast 50 % av fólkatalinum. Síðani eru tað kristin, ið eru
umleið 30 %, og muslimar, ið teljast umleið 17%
C
M
Y
K
25
24