Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-01, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. februar 2003síða 14

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 22 - 1. februar 2003 27 8 Sosialurin Nr. 22 - 1. februar 2003 Eg havi leingi vitað, at freistin hjá mær at senda hetta teldu- brævið er mánadagin 27. januar 2003. Í vikuvís havi eg av og á hugsað, hvat eg skal skriva um. Mær dámar væl at skriva og tað plagar at fella mær nøkulunda lætt, men onkusvegna hevur hetta teldubrævið verið sum ein long føroysk brekka í mótvindi. Hví kenst tað knappliga so møtimikið at skriva eitt lítið fitt teldubræv? At búgva í London er sum at vera mitt í einum hópálopi. Her er ein áhaldandi ágangur, har allir sansirnir verða avbjóðaðir. Ein sleppur ikki undan, tað er partur av heildarupplivingini at búgva í London. Tað sigst vera 1700 ymisk mentunarlig tiltøk í London um døgnið, og hóast eg ikki upplivi ein brøkpart av øllum hesum tiltøkum, so gevur tað býnum ein puls og ein dynamik, sum eg ikki havi upplivað áður nakra aðra staðni, og sum eg haldi, ger býin sera spennandi og rúgvusmiklan. Men hinvegin, so sakni eg viðhvørt pláss, rúmd, perspektiv, frið til at lata allan ágangin sodna, og seta hann í alfabetiska ella kronologiska raðfylgju á heilahillunum soleiðis, at eg kann fáa tamarhald á trongsl- inum uppi í høvdinum. Alt gott um íblástur, hann er her alla- staðni í London, men útblást- urin, mín tulking og raðfesting av øllum tí, sum kemur inn, er ikki til staðar í løtuni. Tí verður hetta teldubræv kallað pottaskár. Mær hevur altíð dámað væl at heinta pottaskár. Eg havi altíð lummarnar fullar, tá ið eg havi gingið mær ein túr í fjøruni, men eg veit ikki, hvat eg skal brúka tey til, ikki enn. Júst tað sama er við øllum uppliving- unum, sum eg havi her í London. Eg samli uppá tær, men tær eru serstakar og eina- standandi, eru partar av einari heild, sum eg ikki veit, hvussu sær út enn. Eg fekk eitt egg í høvdið ein dagin, eg var á veg til handils. Bleiv sjálvandi bilsin, tí eggið var frá einari hønu, og mær vitandi flúgva hønur ikki. Eg fekk eitt sindur ilt, tí tað kom langvegis uppi frá og lendi á høvdinum á mær, kanska av tilvild, men eg kendi meg rakta. Bleiv eisini kedd, tí eg skilti ikki, hví onkur vildi blaka eitt egg á høvdið hjá júst mær. Hinvegin kundi eg ikki lata vera við at hugsa um, hvussu stuttligt tað var hjá teimum, sum høvdu blakað eggið, at síggja, hvussu væl tað rakti. Eg skavaði tað ringasta vekk av blommuni, hvítanum og skalinum, og gekk so víðari til handils. Haldi ikki, at nakar hugdi undrandi uppá meg bara tí at eg hevði slímutu leivdirnar av einum eggi á høvdinum. Hetta er jú London, her eru so nógv fólk, at øll eru øðrvísi enn hini og eingin hyggur eftir hinum bara tí at tey hava eitt brotið egg á høvdinum. Annaðleiðis vildi nokk verið, um eg var á veg oman til handils hjá keypmanninum úti í Grønlandi, so hevði eg nokk vent við og vaskað eggið vekk áðrenn. Tey siga eisini, at egg er gott fyri hárið. Í London svimja tey runt, við ella móti klokkuni, alt eftir um svomið verður í tí seina, miðal ella skjóta bananum. Tey svimja ikki aftur og fram sum í svimji- hylinum í Gundadali. Tað er ikki loyvt at crawla á rygginum. Kanska tí ein samstundis ikki kann svimja runt. Hartil letur hvør einstakur seg úr í einum bási aftanfyri gardinur, í hvussu er í umklæðingarrúminum hjá damunum, og ein kemur ikki út aftur, fyrr enn ein er í svimjidrakt. Og so vaskar ein sær í svimjidrakt. Jú, Victoria livir enn. Sjálvt í stórbýnum London, har naknir kroppar annars eru á hvørjari hill í hvørjari kiosk, har lítið ílatin fólk eiga permunar á hvørjum blaði. Og har ein kann fara til handils við eggi í hárinum uttan at nakar hyggur. Tað kavaði í London 8. de- sember 2003. Fyri fyrstu ferð í 12 ár. 2 mm av kava og alt steðgaði upp. Tað var kaos í ferðsluni; samankoyringarnar á tokskinnarunum toldu ikki kavan, bilførarar mistu tamarhaldið á teirra bilum við summardekkum. Skrivstovu- kvinnan á City University datt og breyt sær armin, og tí hava vit ikki fingið endaligu úrslitini frá uppgávum og royndum enn, hóast hetta varð lovað okkum um miðjan januar. Avleiðingarnar av 2 mm av kava rukku langt inn í tær heitu stovurnar, har eldurin nú brann í grúgvuni. Dagin eftir var hvørt blað fult av kavagreinum og kavamonnum við gularótanøs. Tann stuttligasta greinin var ein ’User’s guide to snow’ (ein kavavegleiðing), har lesarin fekk 10 vegleiðingar um, hvat kavi er fyri nakað, hvussu ein ger eitt kavablak, hvussu ein sletar, hvussu ein yvirlivir eitt kavalop, hvussu ein ger ein eingil, ella ein kavamann o.s.fr. Á hvørjum horni sá eg dvørgakavamenn, sum børn ella tey, sum blivu børn aftur henda minniliga kavadag, høvdu bygt. Tað var nokk lættari at finna gularótina, steinarnar og annað ’tilbehør’ til kavamannin enn sjálvan kavan. Eg veit ikki, hví tað er lættari at góðtaka at fáa eitt kavablak í høvdið enn eitt egg. Hetta hevur als einki við tey 1700 mentunarligu tiltøkini at gera, sum eg nevndi í byrjanini. Tað var annars ætlanin, tá ið eg setti meg at skriva. Kanska hevur eggið gjørt meg (de)mentað, ella møguliga toli eg ikki at svimja runt og runt og runt. Eri júst afturkomin. Pottaskár TELDUBRÆVIÐ Frá: Urd Johannesen, urdjohan@hotmail.com Til: turid@sosialurin.fo Evni: Vikuskifti E - og t ónleikuri Høgni Djurhuus, útvarpsmaður Kemur tú úr einum heimi við ljóðføri? – Nei. Men bæði foreldrini, serliga mamma mín, sungu ofta. Spælir tú nakað ljóðføri? – Luftgittar, luftbass og lufttrummur. Syngur tú undir brúsuni? – Sjáldan, men tað hendir, tá ið eg búgvi á hotelli uttanlands. Og tey, sum kanska hoyra, vita ikki, hvør hasin dummi fanin er, sum syngur pillfalskt har inni. Hevur tú nakrantíð droymt um at gerast tónleikari? – Ofta. Eg hevði viljað dugað at spælt gittar og klaver, ikki sum hin segði: tvørfloytu og kontra- bass. Hvat hevur tónleikur at siga fyri teg? – Hann er góður aftur við einum glasi, aftur við hugleiðing í kirkjum í katólskum londum og, tá lagið er so gott, at eg tori at dansa. Hann hevur negativan týdning, tá hann sum musakkur forðar tær í at kunna tosa við fólk á matstovum, vertshúsum og aðrastaðni. Hvussu nógvar fløgur/plátur/ bond eigur tú? – 6/400/34. Hvat er tín yndisfløga? – »Freak Out« hjá The Moth- ers of Invention. Ótømandi kelda til tónlistarligt upplivilsi. Nú eigi eg bæði plátuna og fløguna. Plátan ljóðar nógv betri. Hvørja fløgu hevði tú ikki viljað átt, um tú so fekst pengar afturfyri? – The Very Best of Faroese Hallelujahhh. Hvør sangur skuldi ongantíð verið skrivaður? – »White Power is Here«. Veit ikki, hvør eigur hann, men tað er onkur nasibólkur. Hvat er tann pínligasta plátan, sum tú eigur? – Ein gudilig. Haldi mamma og dóttir syngja. Minnist ikki, hvussu tær eita. Tími ikki at hyggja. Men hon er har onkra staðni í plátusavninum. Hví? Ja, gud viti hví. Hvønn sang hevði tú valt, um tú skuldi sungið karaoke? – Eg havi hoyrt - og sæð - karaoke nóg ofta til, at eingin fær meg at syngja karaoke. Hvat er tann besti tónleikurin til eitt hugnaligt kvøld? – Lættur klassiskur tónleikur og góður, hann skal vera góður, poppur sum Mamas and Papas til dømis. Hvønn tónleik vilt tú helst hoyra sunnumorgun? – Tarkus hjá Emerson, Lake og Palmer er frálíkt sunnumorgun eftir rokuta sunnunátt. Tarkus er ein góður javnari. Hvør tónleikur fær teg í ringt lag? – Alt sum minnir um og líkist Gluntan, gudiligur sentimentali- tetur og hornblástur. Hvør sangur kann fáa teg út á dansigólvið? – »Good Golly Miss Molly« til dømis. Hvat er tann fyrsti sangurin, sum tú minnist teg dáma? – Tað minnist eg ikki. Hvør sangur skal spælast til tína jarðarferð? – So langt havi eg ikki hugsað enn. »Sympathy for the Devil« hjá Rolling Stones hevði kanska riggað væl júst í hasari støðuni. Og tí at tað er frálíkt lag. Hvat er tann besta konsertin, sum tú hevur verið til? – Tá eg var í arbeiðslegu á Kuba í 1998 spældi eitt orkestur fyri okkum eitt kvøldið. Konsertin byrjaði úti. Vónleyst var at sita, tí rútmurnar vóru øgiligar, og rommið bíligt. So gekk toran, og síðani kom grimdarregn. Orkestrið fór, framvegis spælandi, inn í eitt hús, og vit øll dansandi aftaná. Inni hildu tónleikurin og dansurin fram uttan steðg. Tað var heilt einastandandi. Hvønn tónleikara hevði tú viljað hitt? – Sid Vicious, men tað er tíverri ov seint. Hann er langt síðani deyður. Pedagogur Søkt verður eftir pedagogi til barnagarðin við Velbastaðvegin, 35-40 tímar um vikuna, at byrja 17.02.03. Barnagarðurin við Velbastaðvegin er sjálvsognar- stovnur og normeraður til 60 børn í aldrinum 3-7 ár, býtt sundur í 3 stovur. Á hvørjari stovu starvast trý starvsfólk. Tann ið settur verður,skal hava góð samstarvsevnir, vera kreativur, skal kunna arbeiða sjálvstøðugt og duga at síggja tørvin hjá tí einstaka barninum.Við- komandi,ið settur verður,skal duga at síggja møgu- leikarnar í okkara náttúruumhvørvi saman við børnunum. Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmála mill- um kommunalu arbeiðsgevarafeløgini og Føroya Pedagogfelag. Umsókn við avriti av prógvi og møguligum við- mælum, skal vera Barnagarðinum í hendi í seinasta lagi 06.02.2003. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til leiðaran á tlf. 314373. Barnagarðurin við Velbastaðvegin Velbastaðvegur 41 FO-100 Tórshavn Eftirlitsmaður Søkt verður eftir eftirlitsmanni til setan 1. mars 2003. Uppgávan: Uppgávan snýr seg um regluligt eftirlit við akførum og umsýn av akførum, sum ikki verða góðkend við fyrsta sýn. Starvsøkið fevnir um øll eftirlitsstøð stovnsins, sum verað røkt út frá høvuðsdeildini í Tórshavn. Frammanundan eru 5 fólk í starvi á deildini Førleikakrøv: Vit hugsa okkum ein persón við bilmekanikaraút- búgving og hollum royndum innan økið. Dentur verður lagdur á góð samstarsvevnir og at viðkom- andi er fyrikomandi, men kortini kann fremja eftir- litsarbeiðið á ein myndugan hátt. Tað er ein fyrimunur, um viðkomandi hevur teldu- kunnleika og koyrikort til lastbil/buss og stóran við- festivogn. Setanartreytir: Starvið er lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmála- ráðið og avvarðandi yrkisfelag. Starvssetanin hoyrir undir Vinnumálaráðið og tilhoyrandi stovnum, um- framt Løgmansskrivstovuna og onnur aðalráð. Upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til tlf. 350400 og tosa við Búgva Apol, deildar- leiðara. Umsóknir við møguligum prógvum og viðmælum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 3. februar 2003. Bileftirlit Føroya Hoyvíksvegur 57 Postsmoga 3206 110 Tórshavn Bileftirlit Føroya er stovnur undir Vinnumálaráðnum og hevur sum endamál at fremja akfaratøkniligar kanningar og akfaraeftirlit, stíla fyri koyriroynd- um, útvega fólki koyrikort, umsita skráseting av koyrikortum og umsita akfaraskráseting og vegskatt. Umframt høvuðsdeildina í Tórshavn hevur Bileftirlitið sýnsdeildir um alt landið.Á Bileftirlitinum starvast 18 fólk. Sethús í Havn til sølu Javnagøtu 10 Húsini eru í 2 hæddum, hvør 120 fermetrar og standa í barnavinarligum, friðarligum umhvørvi við góðum útsýni. Báðar hæddir eru innrættaðar, við íbúð í niðaru hædd. Grundøkið er uml. 500 fermetrar. Uttanum húsini er stoyptur garður við trægirðing. Byggiár: 1983. Kostnaður: kr. 1.875.000 Áhugað kunnu ringja tlf. 322424 ella 254637 Pedagogar ella hjálparfólk til Sambýlið í Stoffalág 64 í Havn Innan Trivnaðarmálaráðið og stovnar undir tí, við tænastu inntil víðari á Sambýlinum í Stoffa- lág 64 í Havn er eitt pedagogstarv leyst til setan 1. mars 2003 ella eftir nærri avtalu. Starvið verður sett eftir sáttmálum millum Fíggjar- málaráðið og Føroya Pedagogfelag fyri tænastu- mannasettar pedagogar, lønt eftir lønarstiganum 24-31 eftir lønaravtaluni frá mars 2002. Sambýlið í Stoffalág 64 er eitt nýstovnað sambýlið, sum verður heim hjá fimm menningartarnaðum ungfólkum. Arbeiðsuppgávurnar hjá starvsfólkunum verða at taka sær av íbúgvunum og øllum øðrum arbeiði í heiminum.Týdningur verður lagdur á, at umsøkjar- ar hava fakliga vitan og eru áhugaðir í at útbúgva seg meira. Hava góð samstarvs- og innlivingarevni, eru kroppsliga væl fyri og ikki bangnir fyri at taka tøk. Bert fólk, sum hava lokið námsfrøðiligt prógv ella líknandi prógv verða sett sum pedagogar, men um ikki pedagogur verður settur, so verður starvið sett tíðaravmarkað við hjálparfólki, sett eftir hjálpar- fólkasáttmálanum. Nærri fæst at vita um størvini frá Marjuni á Plógv, leiðara á telefon 314664. Umsóknarfreistin er 21 februar og skulu umsóknirnar sendast til: Sambýlið í Softalág 64 Att. Leiðarin FO-100 Tórshavn HERBALIFE HERBALIFE Du bliver hvad du spiser Vægtkontrolprogram - Kosttilskud Ring (0045) 7022 2708 eller kig på www.helsetorvet.dk Du bliver hvad du spiser Vægtkontrolprogram - Kosttilskud Ring (0045) 7022 2708 eller kig på www.helsetorvet.dk Jørð í Fuglafirði til sølu 5 gyllin í „Klemmuni“, uml. 3.000 m2 av innangarðs- jørð og helvtin av seyðahúsi til sølu, um hóskandi boð fæst. Nærri fæst at vita við at ringja til. Dennus Hentze, lrs. og Turið Debes Hentze, advokat E. Jalsgøta 1, 100 Tórshavn Tlf. 311460 Kunnandi fundur um at ættleiða útlendsk børn DanAdopt bjóðar til kunnandi fund um at ættleiða útlendsk børn Fríggjadagin 21. februar 2003, kl. 16–21 á Hotel Hafnia í Tórshavn Fundurin er fyrst og fremst ætlaður teimum, sum enn ikki hava tikið avgerð um ættleiðing, men øll eru vælkomin. Fundarskráin kann lesast á www.danadopt.dk/DanAdopt/informationsmøder Fundurin er ókeypis,men vit vilja fegin hava at vita, hvussu nógv koma. Vinaliga ring 0045 81 63 33 yrkadagar millum kl. 10 - 15 danska tíð ella send e-mail til ims@danadopt.dk Frá Miðvágs kommunu Fastir fundardagar í 2003 Hesir føstu bygdaráðsfundir verða týsdag kl. 19.00. 21. januar 02. september 11. februar 30. september 11. mars 04. november 01. apríl 25. november 13. mai 09. desember 17. juni Miðvágs kommuna Lærlingur/arbeiðs- fólk Søkt verður eftir lærlingi/arbeiðsfólki til Vakstrar- húsið/Blómubúðina Dáin í Sandavági. Nærri fæst at vita við at ringja til 332364 ella 229310. Vakstrarhúsið/Blómubúðin Dáin v/Kára á Lofti • Sandavágur Tlf. 332364 • Fartlf. 229310 C M Y K 27 26