Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. februar 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 23 - 4. februar 2003 Nr. 23 - 4. februar 2003 3 8. februar klokkan 16, hevur Havnar Horn- orkestur 100 ára jubileumskonsert í Norðurlandahúsinum TÍÐINDASKRIV 13. februar í ár verður Havn- ar Hornorkestur 100 ár. Hetta verður hátíðarhild- ið við stórari konsert 8. februar í Norðurlandahús- inum. Hetta er triðja konsertin orkestrið skipar fyri í sam- band við 100 ára føðingar- dagshaldið. Í september 2002 hevði orkestrið konsert í Norður- landahúsinum, saman við skotska hornorkestrinum Newtongrange Silverband og seinast í november 2002 var Havnar Hornorkestur í mentanarhúsinum í Fugla- firði, har konsert varð hild- in saman við Fuglafjarðar Hornorkestri. Havnar Hornorkestur fær hábarsliga vitjan Til konsertina 8. februar, fær orkestrið hábarsliga vitjan úr Skotlandi. Tað er John Wallace, sum er rekt- ari fyri Royal Scottish Academy of Music and Drama. John Wallace er kendur um allan heim fyri sítt trompetspæl, og hann hevur eisini hildið MasterClass um allan heim. Í fleiri ár var hann leiðari fyri horn- blástrardeildini á Royal Academy of Music í Lond- on. Í umleið 20 ár var hann fyrsti trompetspælari í kenda Philharmonia Or- chestra og John Walace hevur spælt saman við so mætum diri- gentum sum, Neemi Järvi, Riccardo Muti, Sir Simon Rattle og Esa-Pekka Salon- en. Í 1986 byrjaði hann eitt orkrestur við heitinum Wallace Collection, og hetta orkestur gjørdist skjótt kent fyri sítt pinoer- arbeiði innan horntónleik. Wallace Collection hevur ferðast rættuliga nógv, og á onkrum av hesum ferðum, hevur havnadrongurin, Andras Olsen, sum er upp- vaksin í Havnar Horn- orkestri, verið við. John Wallace skal spæla nøkur solostykkið saman við Havnar Hornorkestri og dirigera nøkrum verkum eisini. Havnar Hornorkestur nýggj ljóðføri Til 100 ára hátíðarhaldið hevur Havnar Hornorkestur fingið nýggj ljóðføri. Tey eru keypt frá ensku fyri- tøkuni Boosey & Hawkes. Ljóðførið hjá einum hornorkestri eru ikki sum hjá symfoniorkestri. Blási- ljóðføri slýtast og tað eru umleið 30 ár síðan Havnar Hornorkestur seinast fekk nýggj ljóðføri. Men nú konsertin verður 8. februar, sita flestu av spælarrunum við nýggjum ljóðførum. Konsertskráin Á skránni til konsertina hevur orkestrið valt bland- aðan tónleik. Føroyskur tónleikur, sum er útsettur til hornorkestur, klassisk verk, har eitt nú John Wallace skal spæla solo, onkur marsjur, og so er lættari tónleikur og undirhald á skránni, tann umleið hálv- anannan tíman, konsertin verður. Men tað verður ikki bara Wallace, sum skal spæla solo. Ungi trombone-spæl- arin, Dávur Juul Magnus- sen skal spæla eina kenda rhapsody fyri trombone og orkestur. Til ber eisini at seta or- kestrið saman á annan hátt. Eitt nú við 10 spælarum, og hetta verður eisini roynt. har eitt nú John Wallece fer at spæla kenda Tico Tico. Fastur dirigentur hjá Havnar Hornorkestri, sein- astu umleið 30 árini, er Ove Olsen. Frásøgumaður til kon- sertina verður Heini David- sen. Konsertin verður í Norðurlandahúsinum leyg- ardagin 8. februar klokkan 16 og atgongumerkir á 100,- kr., børn undir 14 ár 50,- kr., eru at fáa í Kunningarstovuni í Havn og í Norðurlandahúsinum. Tað kendist sum um, at alt steðgaði upp, tá ið boðini komu um, at Gud- mund Joensen var farin bert 34 ára gamal. Eg kom at kenna Gudmund í 1984, vit róðu kapp saman við dreingjabátin- um Sílinum. Tá ein av manningini hetta árið brádliga gav avboð, vísti róðurs- maðurin okkum á Gudmund, sum fegin vildi royna seg handan árarnar. Hetta árið var heldur lækari enn undanfarna ár, tað eydnaðist okkum ikki at endurvinna føroyameistara- heitið, men eg haldi ikki, at eg taki munnin ov fullan, tá eg sigi at hetta uttan iva var tað stuttligasta árið, eg havi róð kapp. Ein av undangongu- monnunum til hetta góða sosiala samanhaldið, var Gudmundur, hann var altíð smílandi, optimistiskur og klárur at fjálga um við skemti og herða- klappi. Seinni í 1991 kom eg at arbeiða sam- an við Gudmundi á deild 2 úti á Landssjúkrahúsinum. Vit vóru báðir áhugaðir í at sleppa at royna okkum í psykiatriini, vit vóru sera hepnir at sleppa ígjøgnum nálareygað, tí út av 48 umsøkjarum vóru vit einans fýra, ið fingu arbeiði sum ófaklærdir pleygarar. Seinni sama árið, fóru vit til Danmark- ar at ganga í skúla við tí fyri eyga, at fáa fast starv innan psykiatriina. Báðir búðu vit, sum so mangir aðrir føroy- ingar, á Oyrasundskollegiinum. Hóast vit ikki til dagligt fylgdust, vóru vit javnan saman, ein føldi seg altíð í góð- um »selskapi« saman við Gudmundi, altíð var hann klárur við eini hjálpandi hond, eins og hann var, við góðum ráðum. Gudmundur var sera nærlagdur í sínum arbeiði, hann hevði eitt stórt talent at umgangast fólk, hann gav sær altíð góðar stundir at vera saman við sjúklingum og megnaði sera væl at skapa ró og hugna rundanum tey sálarsjúku. Tað er sera trupult at samanbera Gudmund við nakran annan, tí hann einfalt var eitt stórt multitalent innan so nógv ymisk økir. Gudmundur hevur nú lagt árarnar inn, hansara sjógvur er nú rógvin, men ringarnir í sjónum fara at standa leingi eftir í minni okkara. Orðatakið sigur at tíðin lekir øll sár, um so er, veit eg ikki, men tað skal í øllum førum ganga long tíð, áðrenn vit aftur venja okkum við, at Gudmundur ikki longur er okkara millum. Friður veri við minninum um Gudmund Lindenskov Joensen. Sámal Lindenskov Minningarorð um Gudmund Lindenskov Joensen f. 16.03.68 – d. 20.01.03 100 ára jubileumskonsertin hjá Havnar Hornorkestri C M Y K 3 2