Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-04, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. februar 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 23 - 4. februar 2003 Nr. 23 - 4. februar 2003 5 Eini gomul hús í Sumba brunnu í grund seinnapartin hósdagin. Ein eldri kona búði einsamøll í húsunum og hon hevði kykað í kol- komfýrinum. Hon fekk einki við sær út úr húsunum. Illa gekk hjá sløkkiliðnum at fáa boð frá alarm- støðini í Havn og tað er ikki fyrstu ferð, siga sløkkiliðsmenn ELDUR Dagfinn Olsen Eini gomul hús í Sumba brunnu í grund seinnapart- in hósdagin. Ein eldri kona búði einsamøll í húsunum og sum skilst, so hevði hon kykað í kolkomfýrinum. Boð komu ikki fram Fólk hava havt á lofti, at long tíð gekk, áðrenn sløkkiliðsbilurin úr Vági kom á staðið. Ein sløkkiliðsmaður, ið vit hava prátað við, sigur til hetta, at tað gingu bert eini 16 - 17 minuttir frá tí boðini komu, til teir komu á staðið. Men hann váttar, at tað eftir øllum at døma gekk heldur striltið við samskift- inum við alarmsentralin í Havn. - Fartelefonin ringdi 3 ferðir, men eingin var í hinum endanum. Eg fór so til eina telefon á arbeiðs- plássinum, har ringdi eis- ini, men sama skilið. Og eg frætti, at tað sama hendi heima við hús, har sonur mín tók telefonina. Síðani varð ringt manuelt, greiðir sløkkiliðsmaðurin frá. Hann sigur, at hetta er ikki fyrstu ferð, at galið hevur verið við samskiftin- um. Og vart hevur verið gjørt við hetta, at skipanin er einki verd fyri Suður- oynna, og hetta er minst 3. ferðin á rað, at sera illa gongst við samskiftinum. Mannagongdin er, at ringt verður fyrst til fartelefon, sum allir sløkkiliðsmenn hava, síðani til arbeiðspláss og so til hús, um fatur ikki fæst á í undanfarnu støðum. Ringt verður til allar í senn og boðini síðani givin og so játta menn móttøkuna av boðunum. Verri enn nakrantíð Guðmund Jacobsen, sløkki- liðsleiðari í Vági, váttar hesi tíðindi og sigur, at hesaferð gekk verri enn nakrantíð við samskiftinum. - Eg veit ikki júst nær boðini eru farin til Havnar úr Sumba, men vit eru fleiri sløkkiliðsmenn, sum ar- beiða á Vágs Skipasmiðju, og nakað eftir klokkan 14 fóru allar fartelefonirnar at kima, men einki var at hoyra. Hetta hendi einar 3 ella 4 ferðir. Tá mátti eg ringja til Havnar fyri at vita, um talan var um eina venj- ing ella eina roynd, sigur Guðmund, sum helt seg kenna telefon nummarið. - Nei, nei, eldur er í, var svarið. - Tað hava helst gingið eini 3 korter, frá boðini fóru úr Sumba til Havnar, til bilurin kom á staðið, hóast vit bert tóku einar 15 til 20 minuttir. Tað er eisini nóg long tíð, men vit hava ein gamlan bil, sum ikki koyrur skjótari en eitt víst, sigur Guðmund Jacobsen. Biðið um frágreiðing - Hetta er undir allan kritikk, sigur Guðmund Jacobsen, sum eisini minnir á, at fleiri stórir eldar hava verið síðstu tíðina og fleiri ferðir hevur verið trupult við samskiftinum. - Nú er verri enn nakran- tíð og tað kann ikki góð- takast, tí hetta er álitið hjá fólkinum, ið her býr, sigur Guðmund Jacobsen, sum hevur biðið um frágreiðing frá alarmsentralinum í Havn í samband við eldin hósdagin. Talan var um eldri hús og sera turran við, so lítið var at gera, tá sløkkiliðsmenn úr Vági komu til Sumbiar. Húsini stóðu ikki til at bjarga. Hús brunnu í grund í Sumba TÍÐINDASKRIV TK Stovan fer komandi hálva árið at skipa fyri røð av kunningarfundum við felagsheitinum ”Business- to-Business” marknaðar- føring. ”Business-to-Busi- ness” marknaðarføring ella B2B, sum tað eisini verður rópt, snýr seg í stuttum um, hvussu tú kann marknaðar- føra eina vøru ella tænastu mótvegis øðrum virkjum. Vit á TK Stovuni hava dagliga samband við nógv virki og vit halda, at tørvur er á kunning um, hvat B2B er, og hvussu tað víkur frá tí sum fólk flest kenna sum ”vanlig” marknaðarføring, sum t.d. tað at lýsa í fjøl- miðlunum. Skal tú lýsa í fjølmiðlun- um, tá tú selur til onnur virki? Kanska! Tað velst um, hvønn boðskap tú ynskir at fáa út og – ikki minst – til hvønn. Hvørjir aðrir møgu- leikar eru tøkir at markn- aðarføra, tá kundar tínir eru onnur virkir ella stovnar? Hvat nú um tú selur til virkir og stovnar uttanlands? Hvar fært tú vitan um útlendskar kundar? Spurningarnir eru nógvir, og TK Stovan hevur sett sær fyri at lýsa nakrar høv- uðstættir í B2B marknaðar- føringini. 1. Marknaðarinforma- tiónir Sum liður í røðini verður fyrst skipað fyri kunningarfundi við evninum ”Marknað- arinformatiónir” tann 11. februar á Sjómansskúla Før- oya, Nóatún 2, 100 Tórshavn. Ein týðandi liður í markn- aðarføringi sum heild – og eisini í B2B marknaðarfør- ingini - er at fáa til vega in- formatiónir um marknaðin. At savna inn og viðgerða marknaðarinformatiónir kann tykjast sum ein rúgvus- mykil uppgáva. Møguleik- arnar eru óteljandi – serstakliga um tú leitar eftir marknaðarinformatiónum á internetinum. TK Stovan vil við hesum kunningarfundin- um vísa á nakrar av teimum mongu møguleikum at savna inn marknaðarinfor- matiónir uttanlands. Neyv- ari lýsing og skrá fyri kunn- ingarfundin eru á heimasíð- uni hjá TK Stovuni, www.tk.fo 2. B2B sum heild Næst í røðini verður kunn- ingarfundur um B2B sum heild. Tá verða lýstir møgu- leikar og avmarkingar í B2B marknaðarføringini, eitt nú off- og on-line marknaðarføring og per- sónliga sølu. Hesin kunn- ingarfundurin verður eftir ætlan 31. mars 2003. 3. CRM At enda er ætlanin at lýsa Customer Relationship Management (CRM) hug- takið. Hvussu ber til at savna inn, skipa og gang- nýta vitan um verandi og nýggjar kundar. Hesin kunningarfundurin verður eftir ætlan 5. mei 2003. Kunningarfundirnir eru ætlaðir at stuðla undir hvønn annan, men til ber sjálvandi eisini at luttaka á einstøkum fundum, hetta veldst um tørv og áhuga. Lýst verður í fjølmiðlun- um um neyvari skrá fyri hesar kunningarfundir sein- ni. Til ber eisini at leita sær kunning um hesar og aðrar kunningarfundir umframt skeið og tiltøk ætlað vinnuni á heimasíðuni hjá TK Stovuni www.tk.fo Kunning um bretska marknaðin TK Stovan hevur nógv á skránni komandi tíðina. Vit fara eisini at geva føroysk virkjum møguleikan at hitta Peter Mørk-Nielsen frá donsku umboðsstovuni (Trade Comission) í Man- chester. Hann kemur til Føroyar í viku 7. Donsku umboðsstovur- nar kring heimin veita virkjum ymiskar tænastur, m.a. ráðgeving og markn- aðarkunning og –greining. Tænasturnar vera latnar móti gjaldi. Umboðsstovur- nar virka eisini fyri føroysk virki eftir somu treytum. Peter Mørk-Nielsen er útflutningsráðgevi og fer hann undir ferðini at luttaka á einum almennum kunn- ingarfundi við heitinum “Marknaðarinformatión” á Føroya Sjómansskúla 11. februar, sí hjálagda skriv. Møguleiki verður eisini hjá støkum virkjum at hitta Peter Mørk-Nielsen undir ferðini. Hann veitir útflutn- ingsráðgeving (“eksport- konsultation”) til áhugaði føroysk virkir og tað er ókeypis fyri virkini. Út- flutningsráðgevingin fevnir um kunning um bretska marknaðin við serligum denti á Manchester-øki. Hvørt virkið fær tillutað millum ð-1 tíma. Útflutningsráðgevingin verður mánadag 10. februar og týsdag 11. februar báðar dagar fyrrapart. Av tí at Peter Mørk-Niel- sen ynskir at fyrireika ráðgevingina og laga hana til tey einstøku virkini er tilmeldingarfreistin hós- dagin 6. februar kl. 12.00. Hevur hetta tygara áhuga ella ynskja tygum at frætti meiri kunnu tygum venda tygum til TK Stovuna. Vinarliga Aina L. Knudsen ráðgevi TK Stovan Tel: +298 317366 Mobile: +298 217366 e-mail: alk@tk.fo Web: www.tk.fo B2B marknaðarføring Aðalfundurin hjá Havnar Arbeiðs- mannafelag skuldi vísa seg at gerast ein rættiligur rokfundur, har tikið varð ógvuliga harðliga til orðanna. Formansvalið vann Hans Joensen sannførandi AÐALFUNDUR Heri á Rógvi Veitstluhøllin á Hotel Føroyum var stúgvandi full, tá Havnar Arbeiðsmanna- felag helt aðalfund leygar- dagin. Vanliga møta eini 150 fólk á fundi, men stríðsval- ið hevði fingið fólk á føtur og niðan á Hotel Føroyar, sum leygardagin hýsti á leið tríhundrað limum hjá Havnar Arbeiðsmannafel- ag. Samlaða limatalið hjá felagnum liggur um 750 fastar limir. Eftir at Niels Winther varð valdur sum orðstýrari, so var formansfrágreiðing- in á skránni. Havnar Ar- beiðsmannafelag nýtti høvi at minnast fyrrverandi for- mannin Karl Johansen við tøgn eina løtu. Karl var formaður í felagnum í 25 ár. Hann andaðist fyri ein- um góðum ári síðani, og síðani tá hevur Jan Midjord verið formaður í felagnum. Gjørt var av, at eykaaðal- fundur ikki skuldi haldast, men at Jan Midjord skuldi gerast formaður til næsta aðalfund, har val kundi vera. Hesin aðalfundurin var leygardagin, men Jan Midjord stillaði ikki upp til formansvalið. Í formansfrágreiðingini kom hann millum annað inn á, at lønarinntøkurnar hjá limum felagsins vóru hækkaðar við fýra millión- um í 2002 í mun til 2001. Ein partur av hesi hækking skyldast, at tímalønin varð hækkað við 4 kr. í árinum. Eftir at hann hevði sagt sítt um farna árið, greiddi hann frá orsøkini til, at hann hevði tikið hesa avgerð. Herfrá broytti aðalfund- urin hjá Havnar Arbeiðs- mannafelag skap. Menn – tað vóru bara menn, sum tóku orðið – spardu sær ikki orðini burtur, og eitt rættiligt stríðsval kom til sjóndar. Jan Midjord vísti stóra misnøgd við leiklutin hjá Jóhan Carl Dam og Eyð- bjørn Jakobsen, sum báðir hava verið nevndarlimir seinnu árini. Fráfarandi formaðurin kallaði teir báðar, Jóhan Carl og Eyðbjørn, fyri at vera maktsjúkar, og teir vildu gera felagið til teirra egna spælipláss. Tað skuldi eisini vera atburðurin hjá hesum báðum, ið vóru orsøkin til, at Jan Midjord ikki vildi stilla upp til for- mansvalið. Og harvið varð kósin sett. Herfrá gjørdust orðini harðari og harðari, og menn smæddust ikki burtur við at kalla hvønn annan fyri bæði líkt og ólíkt. Fráfarandi formaðurin segði seg stuðla Hans Joen- sen í royndunum at gerast formaður. Greitt var eisini, at nevndin í Havnar Ar- beiðsmannafelag gekk í tveimum bólkum. Eyðbjørn Jakobsen og Jóhan Carl Dam fingu harða viðferð og hørð orð frá fleiri av hinum nevndar- limunum í felagnum fyri teirra atburð og serliga fyri skrivingina í sambandi við formansvalið. Jóhan Carl lat ikki hesa seinastu taluna standa ósvaraða, og hann segði seg einans hava gjørt soleiðis, sum limirnir høvdu sam- tykt, at arbeiðið í nevnd og felag skuldi fara fram. Tað er fatanin hjá Jóhan Carl, at aðalfundurin varð tikin av ræði, tá Jan Mid- jord varð settur sum for- maður, og eingin eykaaðal- fundur varð hildin, har lim- irnir fingu høvi at velja nýggjan formann. Tá sjálv agitatiónin til formansvalið byrjaði, var tað fyrst Hans Joensen, ið slap framat mikrofonini. Eins og Jan Midjord vísti hann á, at Jóhan Carl Dam og Eyðbjørn Jakobsen høvdu uppført seg ógvuliga illa mótvegis felagnum. Hann heitti á limirnar um at sparka hesar báðar har piparið grør. Seinni tók skrivari og bókhaldari felagsins, Mon- rad Kjelnæs, eisini orðið, og hann gav Jóhan Carl og Eyðbjørn av somu skuffu Hans Joensen, og samstun- dis gjørdi hann greitt, at Hans Joensen var – eftir hansara tykki – rætti mað- urin í formanssessinum hjá felagnum. Jóhan Carl Dam segði seg ikki hava áhuga í at fara út í smálutir, men seg kenna einki til ákærurnar um, at hann hevði tosað ringt um fyrrverandi for- mannin Karl Johansen, og hann seg kenna til nógv viðurskifti, har Hans Joen- sen og aðrir høvdu borið seg skeivt at. Hann helt ov nógv fór fram umvegis bakdyrnar, og hann saknar serliga opinleika í felagn- um. Jóhan Carl Dam helt, at hetta felagið við formans- valinum stóð á einum vega- móti, har ein av tveimum sera ymiskum leiðum skuldi veljast. Nógvar viðmerkingar koma eisini frá limunum. Onkur helt, at nevndin bar seg illa at við at sita og lata hvønn úr á hendan hátt við misprýðandi orðum. Ein skeyt upp, at øll nevndin varð koyrd frá, men hetta skapti ikki nógva undir- tøku. Flestu viðmerkjararnir styðjaðu seg til annan part- in í valstríðnum. Sum heild var talan um eitt sera hart valstríð, har stríðshugaðir setningar ikki trótaðu, og fólk fingu sítt at hugsa um. Greitt var undan valinum, at valið var millum tvær síður. Var Hans Joensen valdur, so fór Jóhan Carl Dam úr nevndini. Varð Jóhan Carl valdur, so segði eitt nú Monrad Kjelnæs, at so var hansara síðsti ar- beiðsdagur komin. Sostatt lá nógv trýst á limunum í felagnum. Valið var meira enn bert eitt for- mansval millum tvey val- evni. Limirnir vórðu tvung- nir at velja síðu og taka við fylgjunum, valið innibar. Telja upp Sjálvt formansvalið varð soleiðis fyriskipað, at básar vórðu settir upp eins og til kommunu ella løgtingsval. Limirnir vóru skrásettir á einum lista, og eftir at navnið varð krossað av á listanum, so slap hvør lim- ur framat at atkvøða. Mannagongdin valt verð- ur eftir tekur drúgva tíð, og uppteljingin fór eisini við sínari tíð, tá ið hvør at- kvøða sær skuldi lesast upp, og uppteljingin fór fram frammanfyri tí fulla salinum av limum. Hans Joensen fekk 185 atkvøður, og Jóhan Carl Dam fekk 110 atkvøður, og harvið varð Hans Joensen valdur til formann. Sjey atkvøður vórðu ikki taldar uppí, tí hesar ikki vóru greiðar. Hans Joensen hevur áður boðað frá, og hann segði tað aftur leygardagin, at hann ætlar at býggja víðari á verandi grundarlag, sum undanfarnu leiðslurnar hava skipað fyri. Hann ætlar ikki at gera nakrar radikalar broytingar, men arbeiða víðari sam- vitskufult fyri at tryggja limunum í felagnum betri kor. Hans Joensen er 51 ára gamal og er ættaður úr Skopun. Hann flutti sum ungur til Havnar, og hann hevur starvast sum arbeiðsmaður síðani 14 ára aldur. Seinastu 25 árini hevur Hans Joensen starvast sum frystari á Bacalao í Havn. Rokfundur Felagið styrkt Sum partur av aðalfundinum vórður eisini roknskap- irnir hjá felagnum, eftirlønargrunninum og verkfals- grunninum lagdir fyri limirnar. Á øllum frontum er Havnar Arbeiðsmannafelag styrk í 2002. Tað hevur ikki verið neyðugt hjá limunum at rinda fyri verkfall ella nakað annað stórvegis, og hetta merkir, at niðasta linja á øllum roknskapunum bar brá um betri tíðir. Serliga fegnaðist nevndin um eftirlønargrunnin, sum við nýggju tryggingarlógini fekk harðari livium- støður. Grunnurin er væl og virðiliga við at koma fyri seg aftur. Beint omanfyri fýra milliónir var avlopið hjá grunninum í 2002. Nýggja nevndin Umframt at velja nýggjan formann vórðu eisini tveir nýggir nevndarlimir valdir í nevndina fyri Havnar Arbeiðsmannafelag. Jóhan Carl Dam og Eyðbjørn Jakobsen stóðu fyri valið, men teir valdu báðir ikki at stilla upp til valið. í teirra stað vórður valdir Zacharias Hansen og Niels Holm Johannesen, ið báðir fingu 151 atkvøður. Nevndin í Havnar Arbeiðsmannafelag er soleiðis mannað: Hans Joensen, form. Jan Midjord Zacharias Thomassen Zacharias Hansen Niels Holm Johannesen Limirnir vildu heldur hava Hans Joensen enn Jóhan Carl Dam sum formann næstu tvey árini. Dysturin teirra millum gjørdist eitt stríðsval í orðsins rætta týdningi Mynd: Jens Kristian Vang Uppmøtingin á aðalfundinum hjá Havnar Arbeiðsmannafelag var væl betri, enn hon plagar at vera. Við 185 atkvøðum varð Hans Joensen valdur til formann av teimum gott tríhundrað atkvøðandi limunum Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 5 4