Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-04, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. februar 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 23 - 4. februar 2003 Nr. 23 - 4. februar 2003 7 – Eru mannagongd- irnar innan heilsu- verkið ov stirvnar, skal tað steðgast við brestin, sigur formað- urin í fíggjarnevndini HEILSUVERK Áki Bertholdsen – Her má annað skinn tak- ast um bak. Óli Breckmann, formað- ur í fíggjarnevndini hjá Løfringinum er púra av- gjørdur um, at heilsuverkið skal fáast at virka betri. – Heilsuverkið kostar einar 400 milliónir um árið og er tí eit stór útreiðsla hjá landskassanum. Men tað kemur ferð eftir ferð fyri, at heilsuverkið ikki klárar at halda sínar játtanir og at tað tí er neyðugt við eykajáttanum. Og Óli Breckmann sigur, at hetta við eykajáttanum er ein óskikkur, sum skal halda uppat. – Tað ber ikki til, at vit skulu hava eitt heilsuverk, har tað ikki nervar ábyrgd- arhavararnar at taka sjúk- lingar og Løgting til gísla Óli Breckmann: Hetta skal steðgast við brestin – Tað má steðgast við brestin, at sjúklingar pínast í 18 mánaðir ímeðan teir bíða eftir at vera lagdir inn á Landssjúkrahúsið, tá ið bíðitíðin kann styttast niður í teir tveir tímarnar tað tekur at sigla til Suðuroyar, sigur Óli Breckmann, Her roynir hann at finna útav eini beinagrind í gongini í fysioterapiini á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Teir, sum hjálpa honum, eru f.v. Kári P. Højgaard, Thyra Thorsteins- son, fyristøðukvinna, so er tað Óli Breckman, høgru- megin hann er tað Petur Karl av Rana, formaður í sjúkra- húsráðnum, og ytst til høgru er tað Leif Láadal, útvarps- maður Ístaðin fyri at senda ein bólk av sjúkling- um av landinum, ætlar Suðuroyar Sjúkrahús at fáa ein skurðlækna til Før- oyar fyri ein tíggj- undapart av kostnað- inum, men ber ikki til, sigur Trivnaðar- málaráðið SJÚKRAVIÐGERÐ Áki Bertholdsen Effektiviseringar! Rationaliseringar! Hetta eru tvey lyklaorð, sum landsins fremstu polit- ikarar júka upp í saman, tá ið teir tosa um almenna umsiting – ikki minst nú landsstýrið stevnir fram ímóti størri sjálvbjargni. Men á Suðuroyar Sjúkra- húsi mugu tey ásanna, at tað er alt annað enn lætt at sleppa at spara pening fyri landskassan. Sjúkrahúsið hevur ítøki- ligar ætlanir um at spara landskassanum 350.000 krónur, men tað sleppur sjúkrahúsið ikki. Tað fekk fíggjarnevndin hjá Løgtinginum at vita, tá ið hon vitjaði á Suðuroyar Sjúkrahúsi mikudagin. Ber ikk til Fíggarnevndarlimir trúðu ikki sínum egnu oyrum, tá ið umsjónarmaðurin á sjúk- rahúsinum, Ronnie Midjord, greiddi teimum frá, hvussu trupult tað var hjá sjúkra- húsinum at seta eitt ítøkiligt sparitiltak í verk. Jan, Jespersen, skurð- lækni á Landsjúkrahúsin- um hevur mangan verið vikarur á Suðuroyar Sjúkrahúsið. – Og nú hevur hann átta sjúklingar, sum allir skulu leggjast undir skurð fyri krossbandið, segði Ronnie Midjord. Hann segði, at hetta er ein skurðviðgerð, sum ikki kann gerast í Føroyum, og tí verður neyðugt at senda teir av landinum. Tað fer at kosta landskassanum einar 50.000 krónur fyri hvønn sjúkling í útreiðslum til skurðviðgerð og innlegging á donskum sjúkrahúsi, ella tilsamans einar 400.000 krónur – Men so fekk Jan Jesp- ersen samband við ein danskan serlækna, sum var sinnaður at koma til Før- oyar at skurðviðgera allar hesar átta sjúklingarnar fyri 40.000 krónur – tilsamans. Tað merkir, at allir átta sjúklingarnir kundu skurð- viðgerðast í Føroyum fyri minni enn tað sum tað kost- ar at senda ein av landinum. Ronnie Midjord sigur, at sostatt var talan um eina sparing upp á einar 350.000 krónur. – Sjúkrahúsið søkti tí Trivnaðarmálaráðið um loyvi at flyta 40.000 krónur av játtanini til serviðgerð uttanlands til endamálið. – Tað sá eisini út til at fara at eydnast. Men í farnu viku komu so boð aftur frá Trivnaðarmálaráðnum um tað læt seg ikki gera at flyta pening ímillum tvey rakstr- arstøð. – Tað kann ikki gerast uttan at Løgtingið sam- tykkir tað og tað fær Løg- tingið ikki høvi til, fyrrenn á eini játtanarlóg. Men skrivlig boð eru komin um, at tann fyrsta játtanarlógin verður ikki løgd fyri Løg- tingið, fyrrenn í august í ár. – Sotatt ber tað ikki til at fáa skurðlæknan til Føroya, í hvussu so er ikki, fyrrenn tá. Ofta verður skotið al- mennum stovnum í skógv- arnar, at ansa ov illa eftir pengunum. Men hetta er altso eitt dømi um, at tað kemur eisini fyri, at skip- anin, ella tey, sum arbeiða í henni, eru ov stirvin. Almennur stovnur sleppur ikki at spara 350.000 krónur Mamy Dahl Sørensen togar í maskikurnar á fysioterapiini á Suðuroyar Sjúkrahúsið. Ytst til høgru, aftanfyri maskinurnar, er tað Høgni Joensen á Løgtingsskrivstov- uni og Kári. Højgaard og við rygginum til: Hergeir Nielsen Løgtingslimir inni á einari skurðstovu á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Fremst á mynd- ini er tað Knud Steinø, yvir- lækni, sum greiðir frá. Ytst til vinstru stendur Ronnie Mid- jord, umsjónarmaður á Suð- uroyar Sjúkrahúsi, Hini eru Kári P. Højgaard, Mamy Dahl. Johan Dahl, Óli Breck- mann og Hergeir Nielsen Framhald á síðu 7 Bíðilistin til sjúkraviðgerð kann minkast niður í onki Sjúklingar, sum hava bíða á fleiri mánaðir eftir skuðviðgerð á Landssjúkrahusinum, eru slopnir framat á Suðuroyar sjúkrahúsi uppá minni enn eina viku SJÚKRAVIÐGERÐ Áki Bertholdsen At sjúklingar bíða bæði eitt og hálvtannað ár eftir at fáa viðgerð fyri ymsar sjúkur, er ikki ókent. Men verður rætt atborið, kundu nógvir av hesum sjúklingunum sloppið í viðgerð uppá nakrar fáar dagar. Tað fingu limirnir í fíggjarnevndini hjá Løg- tinginum at vita, tá ið hon var á Suðuroyar Sjúkrahúsi mikudagin, har hon kunn- aði seg um viðurskiftini. Á Suðuroyar Sjúkrahúsið hava tey 1200-1300 sjúk- lingar um árið. Einar 400- 500 skurðviðgerðir verða gjørdar á sjúkrahúsinum um árið. – Men tað ber væl til at skurðviðgerða einum 200 fólkum afturat á Suðuroyar Sjúkrahúsi, greiddi yvir- læknin, Knud Steinø, fíggj- arnevndarlimunum frá. Fáa ikki sjúklingar Hvussu ber tað so til, at bíðilistarnir á Landssjúkra- húsinum eru meturlangir, samstundis sum Suðuroyar Sjúkrahús kann viðgerða nógv fleiri sjúklingar, enn gjørt verður í løtuni, vildu fíggjarnevndarlimir hava at vita. Tað visti leiðslan á Suð- uroyar Sjúkrahúsi ikki. – Men onkusvegna vísir tað seg at vera trupult at fáa læknar norðanfjørðs at senda sjúklingar suður hendavegin. Leiðslan á Suðuroyar Sjúkrahúsið heldur ikki, at tey trý sjúkrahúsini í heilsu- verkinum eru samskipað nóg væl. Tí verða tey sam- skipað, kunnu bílilistarnir til ávísar viðgerðir lættliga fáast munandi niður. Men samstundis legði yvirlæknin dent á, at hann er sera væl nøgdur við tað dagliga samstarvið við Landssjúkrahúsið. Men veruleikin er so tann, at Landssjúkrahúsið sendir ikki ein tann einasta sjúkling til Suðuroyar, hó- ast teir kundu sloppið fram- at á Suðuroyar Sjúkrahús uppá minni enn eina viku. Hvørja ferð tað hendir, at ein sjúklingur kemur norð- aneftir á Suðuroyar Sjúkra- hús, er tað tí at kommunu- læknin hevur sent hann. Tað er kki Landssjúkrahús- ið, sum sendir teir. Slapp framat uppá tríggjar dagar Á Suðuroyar Sjúkrahúsi nevndu dømi um skurðvið- gerðir fyri brokk og aðrar, smærri skurðviðgerðir. Sjúklingar norðanfyri bíða ofta upp í 18 mánaðir eftir at sleppa framat at verða lagdir undir skurð fyri brokk. – Men tá ið so kommunu- lækni i teirra í Havn spurdi seg fyri á Suðuroyar Sjúkrahúsi, sluppu sjúk- lingarnir framat uppá 2-3 dagar. – Tað er ikki bara gald- andi fyri brokk, at bíðitíðin er lítil og ongin á Suðuroy- ar Sjúkrahúsið, tað er eisini galdandi fyri aðrar, smærri skurðviðgerðir. Og á Suðuroyar Sjúkra- húsið hava tey havt einstak- ar sjúklingar norðaneftir sum vórðu settir á langar bíðilistar á Landsjúkrahús- inum, men sum sluppu framat í Suðuroy upp á nakrar fáar dagar- eftir umbøn frá kommunulækna teirra. Eitt dømi var um ein sjó- mann, sum varð sjúkur beint fyri jól og sum eftir ætlan skuldi bíða í næstan tvey ár eftir at sleppa fram- at at verða lagdur undir skurð á Landssjúkrahúsin- um. Sostatt kundi ikki vera talan um, at hann slapp av- stað aftur til skips eftir nýggjár, men skuldi ganga sjúkrameldaður í langa tíð við sjúkradagpengum og øðrum stuðuli. – Kommunulækni hans- ara spurdi seg so fyri á Suð- uroyar Sjúkrahúsi. Tað gingu tríggir dagar, so varð skurðviðgjørdur og hann slapp eisini avstað eftir nýggjár. Kann spara seg innaftur Støðan er eisini tann, at ein hin fremsta danski serfrøð- ingurin í nýrasjúkum hevur júst verið, ella er, evikarur á Suðuroyar Sjúkrahúsi og hann helt, at tað átti at verið eitt sjálvsagt høvi at savna nakrar nýrasjúklingar sam- an og sent teir til Suðuroy- ar, men tað hendi ikki. Knud Steinø helt, at varð ein slíkur vikarur útnyttað- ur til fulnar, tá ið hann kom til landið, sparir hann seg skjótt innaftur, heldur enn at snda allar sjúklingarnar av landinum. Á Suðuroyar Sjúkrahúsi nevndu dømi um skurðvið- gerðir fyri brokk og aðrar, smærri skurðviðgerðir. Sjúklingar norðanfyri bíða ofta upp í 18 mánaðir eftir at sleppa framat at verða lagdir undir skurð fyri brokk. – Men tá ið so kommunu- lækni i teirra í Havn spurdi seg fyri á Suðuroyar Sjúkrahúsi, sluppu sjúk- lingarnir framat uppá 2-3 dagar. – Tað er ikki bara gald- andi fyri brokk, at bíðitíðin er lítil og ongin á Suðuroy- ar Sjúkrahúsið, tað er eisini galdandi fyri aðrar, smærri skurðviðgerðir. Tey høvdu eisini havt dømi um ein sjómann, sum varð sjúkur beint fyri jól og sum eftir ætlan skuldi bíða í næstan tvey ár eftir at sleppa framat at verða lagd- ur undir skurð á Lands- sjúkrahúsinum. Sostatt kundi ikki vera talan um, at hann slapp avstað aftur til skips eftir nýggjár, men skuldi ganga sjúkrameldað- ur í langa tíð við sjúkradag- pengum og øðrum stuðuli. – Kommunulækni hans- ara spurdi seg so fyri á Suð- uroyar Sjúkrahúsi. Tað gingu tríggir dagar, so varð hann lagdur undir skurð og hann slapp eisini avstað eftir nýggjár. Fíggjarnevndarlimir nýttu eisini høvi til at heilsa uppá onkrna sjúkling.her er tað Ólo Breckmann, sum gjørdi prát á Esther Hentze úr Hvalba, samstundis sum hann fekk sær eina hart tiltrongda serutt ferð eftir ferð, tá ið pengar mangla í. Tað er ein orsøk til at fíggjarnevndin nú er farin eina rundferð á tey trý sjúkrahúsini at kunna seg um viðurskiftini og fyri at vita, um nakað kann gerast fyri at fáa meiri burturúr tí menniskjansliga og fíggjar- liga tilfeingi, sum hvørt ár verður lagt í hetta sama heilsuverk. Steðgast við brestin Og eftir at hava vitjað á teimum báðum smáu sjúkrahúsunum, heldur hann, at fíggjarnevndin er blivin ein heilan hóp klók- ari. – Tað tykist ikki sum um tað ikki altíð er samsvar ímillum myndugleikan at taka avgerð um ymsar við- gerðir og tað fíggjarligu ábyrgdina- og tað skal ein endi fáast á. Óli Breckmann sigur, at tað tykist um tað er ein trupulleiki, at tey trý sjúkrahúsini ikki samstarva nóg væl. Tað tykist eisini, at skip- anin, sum heilsuverkið ar- beiðir undir, er nakað stirvin. Tað, sum hann sipar til, eru hinar báðar greinarnar her á síðunum. – Tað má ikki vera so, at ein lækni ikki kann taka eina skjóta avgerð, tá ið hendan avgerðin bæði er ein fíggjarligur fyrimunur fyri landskassan og ein menniskjansligur fyrimun- ur fyri sjúklingin. Hann sigur, at tað er óhoyrt, at ein sjúklingur skal pínast í 18 mánaðir við brokk ímeðan hann bíðar eftir at sleppa inn á Lands- sjúkrahúsið, tá ið hann kann sleppa framat á Suð- uroyar Sjúkrahúsi. – Tað má steðgast við brestin og hetta er avgjørt eitt mál, sum fíggjarnevnd- in fer at taka upp, saman við spurninginum um sam- skipanina av sjúkrahúsun- um og mannagongdu num fyri, hvussu játtanin verður brúkt og kann brúkast. – Tey trý sjúkrahúsini mugu kunna virka sum ein eind, har bæði sjúklingar- og ikki minst læknar, kunnu ferðast ímillum tey trý sjúkrahúsini, sigur Óli Breckmann. – Tað kann væl vera, at skipanin er ov stirvin. Men tað kann eisini vera, at tann politiski parturin viga ov tungt, tá ið ein játtan verður brúkt og tann fakligi partur- in ov lítil. Tað kann ikki vera so, at tað skal politiskt stýrt, hvussu játtanin verð- ur brúkt. Óli Breckmann sigur, at hetta eru mál, sum fíggjar- nevndin fer at kanna út í æsir fyri at fáa fulla greiði á, hvussu samanhangurin er. Framhald av síðu 6 C M Y K 7 6