Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-04, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. februar 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 23 - 4. februar 2003 Nr. 23 - 4. februar 2003 9 Hesin hevur skorið seg í búkin og fær tí eina forbinding fyri at steðga bløðingini Næmingarnir siga, at tað er sera umráðandi at tosa við offrið. Viðkomandi skal leggjast niður og tosast skal við hann, so hann ikki fær skelk Næmingarnir í tíggjunda flokki í skúlanum við Ósánna lata sera væl at skeiðinum í fyrstu hjálp. – Um tað var um kvøldið, so høvdu vit tikið tað allíkavæl, siga tey og leggja kortini afturat, at tað er eitt gott umskifti frá gerandisdegnum í skúlanum Í seinastu viku hevði 10. árgangur í Skúl- anum við Ósánna skeið í fyrstu hjálp. Næmingarnir lata sera væl at og siga, at tey hava fingið nógv burturúr SKÚLI Solby A. Eliasen Klaksvík: Inni í skúla- stovuni stendur fyrstu hjálparlærarin, Erik Andreasen, og gjøgnum- gongur nakrar spurningar, sum tey høvdu svarað uppá, stutt áðrenn Sosialurin kom á gátt. Í høvuðsheitum snúðu teir seinastu spurn- ingarnir um, hvussu skelk- ur kann fyribyrgjast. Men bæði lærari og næmingar geva sær stundir til at práta kortini. Beinanvegin fara nakrir næmingar at seta kaffi á borðið, meðan onn- ur gera seg tilreiðar at gera onkrar uppgávur, sum mynd kann takast av. Næmingarnir eru á ein- um máli um, at hendan fyrstahjálpar vikan hevur verið avbera góð og læru- rík. Eisini siga tey, at tað er eitt deiligt umskifti frá ger- andisdegnum í skúlanum. – Eg hevði ikki trúð áðrenn, at vit fóru at læra so nógv, heldur ein genta fyri. Skeiðið í fyrstu hjálp snýr seg fyrst og fremst um at læra næmingarnar tey fýra grundstigini í fyrstu hjálpini. Allir næmingarnir hava roynt allar uppgávurnar. Millum annað hava tey roynt kunstigan andadrátt og hjartamassasju, og tey hava eisini lært at leggja forbindingar. Tann eina dagin vórðu tey býtt í tvey, har tey skuldu skapa eina vanlukku ella eitt óhapp. Tann eini bólkurin hevði skipað fyri einum balli, har fleiri ym- iskir skaðar vóru at við- gera. Ein hevði skorið seg, ein annar hevði verið í bar- daga, meðan ein triðji var avdottin og so framvegis. Næmingarnir megnaðu uppgávurnar til fulnar. Næmingarnir eru sera ágrýtnir at greiða frá, tí sum tey hava gjørt og lært. Og tá spurt verður, um tey høvdu minst til alt, um tey nú komu fram á eina vanlukku, siga tey avgjørd á málinum, at tað høvdu tey. – Vit hava fingið alt inn við skeið, so viðkomandi hevði verið í góðum hond- um, sigur ein av næmingum við einum smíli. Kreativur ungdómur Erik Andreasen sigur, at hesin árgangur hevur verið serliga kreativur og gjørt nógv ymiskt av teirra ein- tingum til tess at sleppa at royna uppgávurnar. – Tað er sera hugaligt at síggja, hvussu høgt næm- ingarnir ganga upp í hetta. Bara tildømis tað at leggja fólk í læsta liðlegu hava tey brúkt nógv. Og eisini hava tey tosað nógv um, at um tey nú okkurt kvøldi, tá tey eru úti, koma framvið ein- um avdotnum persóni, so høvdu tey ikki gingið framvið, men lagt viðkom- andi í læsta liðlegu. Og tað er eitt positivt tekin um, at tey vísa fyrilit fyri øðrum, sigur Erik Andreasen, sum er tann einasti hjá Reyða Krossi, sum kann hava al- menna frálæru í fyrstu hjálp í Norðoyggjum. Fyrstu ferð Erik var í fólkaskúlanum og hevði eitt tílíkt skeið var í 1998, og hann hevur verið í báð- um skúlunum so gott sum hvørt ár síðani. Tað er ongin próvtøka eftir eitt tílíkt skeið, men tað endar við, at næm-ing- arnir fáa eina lítla roynd, har tey skula svara 14 spurningum við at krossa av. Erik letur sera væl at gongdini higartil, og hann sigur, at tað vóru 20 næm- ingar í tí eina bólkinum í fjør og ikki ein teirra svar- aði einum spurningi skeivt. Og tað heldur hann má metast at vera sera flott. Prátið gongur framvegis lívliga um mangt og hvat. Og tað sást væl, at næm- ingar og lærari finna væl út av tí saman, men nú er tíð hjá næmingunum at fara inn til ta seinastu royndina. Tá hon er yvirstaðin, fáa tey eitt fyrstuhjálparprógv, sum varar í trý ár. Vit hava lært sera nógv Næmingarnir hava millum annað lært kunstigan andadrátt og hjartamassasju - Øll eru stolt og glað. Sjálv havi eg onki fatað enn. Sigur Guðrun Sólja Jacob- sen, sum í gjárkvøldið í kavaveðrið kom heim til Tvøroyrar, har stór móttøka var fyri henni í høllini í Trongisvági. Guðrun vann fríggjakvøldið kappingina Stjerne for en aften og síðani hevur veruleikin verið ringur at skilja hjá Guðruni TÓNLEIKAVINNARI Dagfinn Olsen Sunnukvøldið kom vinnar- in av fríggjakvøldsending- ini "Stjerne for en aften", Guðrun Sólja Jacobsen, aftur til Tvøroyrar. Við 52 % av atkvøðunum vann Guðrun undanum- farið fríggjakvøldið. Hon sópaði allan iva burtur, tá hon sang Promise me hjá Beverly Craven. Neyvan eitt eyga var turt kring landið, tá Svf samsendið við DR fríggjakvøldið, og eisini dómararnir viðgingu, at eisini tey fingu tár í eyguni, og tað var ikki væntandi. Ikki skilt alt enn Tú sang væl, tú virkaði púra rólig! - Tað kendist væl. Tað virkaði næstan bara sum ein roynd, sigur Guðrun um framførsluna í Danmarks Radio. - Øll eru stolt og glað. Sjálv havi eg onki fatað enn, sigur Guðrun, tá vit spyrja hana, hvat fólk siga við hana og hvussu hon upplivir nýggju støðuna. Vit hitta hana í telefonini eina løtu, áðrenn hon kem- ur í land av St. Ola á Tvør- oyri. - Tað tekur eina løtu at koma yvir alt hetta. Tað er hart lív, men tað hevur verið deiligt, sigur Guðrun um teir síðstu dagarnar. Guðrun váttar partvís tíðindini um, at hon hevur ikki sovið síðani hósdagin. - Tá eg fór í song hós- kvøldið lá eg bara og vendi og snaraði mær. Fríggja- kvøldið var veitsla á Park Café og tað gjørdist sjálv- andi seint, áðrenn farið var heim og í song. Leygar- morgunin svav eg heldur longi, hóast eg var tíðliga uppi. Eg náddi ikki morg- unmatin, áðrenn vit skuldu út á ferð. Vit framførdu í Jyllandi. So tað hava bert verið smávegis lúrar av og á, sigur ein glað og troytt Guðrun. Góðar vinir - Framførslurnar í Jyllandi leygardagin gingu væl. Fólkini eru fitt. Tey eg kappaðist ímóti eru eisini sera fitt og vit eru øll sera góðir vinir og vónandi fer vinalagið at halda, sigur Guðrun, sum greiðir frá um stuttligu ferðina, har frynt- lig fólk vóru í ferðalag saman og sungu og "jamm- aðu". Luttakararnir úr Stjerne for en aften vitjaðu Esbjerg og Horsens. - Tað var sera góður túrur og stuttligur eisini. Øll skuldu syngja eitt lag, umframt lagið frá kapp- ingini. Mín rødd var kanska ikki heilt í topp leygar- dagin, men eg sang so eisini Ironic hjá Alanis Morisette, og tað gekk bara væl, greiðir Guðrun frá. Malta og finalan Við sigrinum fríggjakvøld- ið hevur Guðrun tryggjað sær ferðaseðil til Malta. Vinnarar av undanumfør- unum fáa ferðaseðil fyri tvey til Malta í eina viku og annars alt goldið. Men hvør sleppur við Guðruni til Malta er enn ógreitt, tí tað hevur hon enn ikki tikið støðu til. Bróðurin Eyðun, sum eisini vann eitt undan- umfar herfyri, nevniliga Prix Føroyar við MC Hár, hevur góðan hug at sleppa við. Og Guðrun hevur góðan hug at sleppa honum við, men tað eru nógv um boðið, so hvør tað verður, má tíðin vísa. - Eg haldi túrurin til Malta er í apríl og finalan er mai, men eg eri ikki vís í tí, sigur Guðrun, tá vit fregnast eitt sindur nærri um komandi tíðina. Men greitt er í øllum førum, at til finaluna skulu luttakararnir ikki syngja sama lag, sum í undan- kappingini. Tískil má Guðrun finna eitt nýtt lag at syngja til finaluna. Byrjaði í horn- orkestrinum Men hvussu kom alt hetta við "Stjerne for en aften" í lag? - Tað var í hornorkestr- inum á Tvøroyri, har eg spæli við. Dóttur eina konu í orkestrinum býr í Dan- mark og hevði hoyrt um kappingina. Tað er ein longri søga, men so fór hetta at mala í mínum huga. Og so var táverandi tón- leikalærari mín, Klaus Telling, við uppá hugskot- ið, og hann spældi undir, tá eg sang løg inn at senda til Danmarks Radio, sigur Guðrun. Og so mugu vit bara staðfesta kendu orðini: the rest is history og restina av søguni kenna vit. Útlond bíða Um framtíðarætlanir sínar sigur Guðrun, sum gongur í 3.g í Miðnámsskúlanum í Vági, at onki liggur fast. - Eg havi ikki lagt fastar ætlanir, men eg vil fegin sleppa at royna meg innan tónleik og sang. Og tað er ikki óhugsandi, at eg leiti til Danmarkar ella kanska til Íslands. Kanska bæði til Danmarkar og Íslands, eg veit ikki, segði Guðrun, áðrenn hon sunnukvøldið trein á land á Tvøroyri, lítið vitandi, hvat fyri stórfingin móttøka bíðaði henni í høllini í Trongisvági. Ikki sovið í fleiri samdøgur Tað var ein fegin familja, sum varð samlað aftur sunnukvøldið.. Frá vinstru. Ási, pápi, Gitte, mamma, Guðrun, Johanna, omma, Gwøni, mostur og Eyðun, beiggi C M Y K 9 8