Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-04, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. februar 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 23 - 4. februar 2003 Nr. 23 - 4. februar 2003 11 Guðrun: Ferdig sum poppsangari Orðini eigur Guðrun Jacobsen, men tey eru til alla lukku søgd í spølni. Tá Guðrun kom á Tvøroyri sunnukvøldið, var stór móttøka. Guðrun var glað, men troytt TÓNLEIKA- VINNARI Dagfinn Olsen Hóast Guðrun Sólja Jacob- sen kanska hevði eina hóming, so vardi tað hana neyvan, at sera stór- fingin mót- tøka var fyriskipað, tá hon trein á land á Tvør- oyri sunnu- kvøldið. Høllin í Trongisvági var full av fólki. Horn- orkestrið spældi og Suðuroyar Gospelkór sang. Einki eyga turt Guðrun er við í bæði hornorkestri og kóri, og hon sang ein sang saman við kórinum, Shine a Light. Veðrið gjørdi, at kórið ikki var fullmannað, men væl ljóðaði hjá Guðrun og kóri. Og so setti Jens Knudsen seg við klaverið og so sang Guðrun eisini lagið Pro- mise Me, sum hon vann "Stjerne for en aften " við. Og tárini rullaðu, bæði familjan hjá Guðruni, Guðrun sjálv og mong onnur hjástødd, fingu brúk fyri lummaklútinum, tí tárini runnu mongum á kinn, tá Guðrun sang. Pauli Einarsson frá Tvøroyrar Býráð flutti fram røðu og handaði Guðruni blómutyssi. Og blómutyss- ini vóru fleiri hetta kvøld. Bilsin og ferdigur poppsangari Tað var ein bilsin Guðrun, sum kom innar í høllina og innkomin hevði hon bestan hug at venda útaftur, so rørd var hon. Stutt takkaði Guðrun fyri alt hóvastakið, sum gjørt var burturúr. Hon segði seg ikki hava orð fyri tí, hon vildi siga. Men hon var móð, staðfesti hon: ferdig sum poppsangari, sum tikið verður til. Og vælvaldu orðini, sum tó neyvan passa, loystu upp fyri hugna- løtuni, sum síðani beyð uppá kaffi og køkur og prát við sangvinnaran og býarbarnið, sum eina løtu hevur sett Tvøroyri, Suðuroynna og Føroyar á heimliga partin av heimskortinum. Heimasíðan hjá DR hevur nógv at bjóða í samband við "Stjerne for en aften" og hesa vikuna er tað Guðrun S. Jacobsen, sum alt snýr seg um. Dómar- arnir hálovaðu henni eftir kappingina. Myndir og greinar eru at síggja á heima- síðuni og ikki færri enn 387 høvdu sunnukvøldið sent eina heilsan ella viðmerking við telduposti TÓNLEIKAVINNARI Dagfinn Olsen Á heimasíðuni hjá Dan- marks Radio, www.dr.dk, verður nógv gjørt burturúr kappingini Stjerne for en aften. Og ein longri sam- røða við vinnaran hesaferð, Guðrun Jacobsen, hevur heitið, Nu skal jeg hjem og prale. Stutt verður hon førd fram sum sjálvstøðuga gentan av lítlu oynni Tvør- oyri (!), sum fór einsamøll til upptøkuroynd í Dan- mark. Men sigurin fríggja- kvøldið var tó meira, enn væntast kundi, og tá bróð- urin Eyðun kom á pall og gav eitt langt klemm, so komu tárini fram, sigur greinin. Spurd, hvat nú skal henda, svarar Guðrun donsku pressuni, at hon nú má sleppa heim at reypa, Bara eitt sindur. Greinin staðfestir, at trupult er hjá Guðruni at gera vart við seg og sangin í heimaliga umhvørvinum. Og at Guðrun seinni flytur til Danmarkar, er avgjørt ein møguleiki sambært greinini. Grátandi dómarar Eingin ivaðist í dygdini, tá Guðrun hevði verið á palli fríggjakvøldið. Hyggjarar góvu henni 52% av atkvøð- unum og dómararnir vóru eisini púra samdir. Jaque- line Friis-Mikkelsen tosaði um tað innarliga, sum hugtók so nógv, at hon feg- in vildi gloyma flogræðsl- una og stuttar flogvøllir, og koma til Føroya fyri at hoyta Guðrun enn einaferð. Karen Busk segði, at hon veruliga var rørd og nevndi Guðruna fyri einki minni enn eitt "kæmpe talent". Busk segði seg eisini sita við tárum, og tað hevði hon ikki væntað av hesi kapp- ingini. Síðsti dómarin, Chief 1, fekk beinleiðis hug at bjóða unnustuni út á matstovu. "Eg gjørdist so sentimen- talur", segði hann. Spátt verður óført millum bæði tíðindafólk og fólkini handan sendingina, hvør kann gera seg galdandi. Tá B.T. vitjaði TV-býin til royndirnar hósdagin, so var greitt, at føroyska Guðrun fór at standa seg væl. Rós - Hon er ein av teimum fáu, sum vit vóru við uppá, kundi syngja eina balladu. Tað er nevniliga nakað av tí torførasta. Men hon hevur eina fantastiska rødd, sigur redaktørurin Morten Carls- son, sum eisini er hugtikin, tí Guðrun er komin alla ta longu leið einsamøll. Greinin endar við at mina á semifinaluna á Malta, har Guðrun hittir 12 aðrar vinnarar. Brøv og heilsanir Heili 387 høvdu sunnu- kvøldið nýtt høvið at senda Guðrun eina heilsu á heimasíðuni hjá DR. Bæði føroyskar og danskar heilsanir og við- merkingar eru og tey flestu eru heilt bergtikin av song- kvinnuni og framførsluni fríggjakvøldið. Vónleyst er at taka øll brøvini, men lat okkum taka nøkur úr rúgvuni: Kare Gudrun Jeg synes du skulle vide hvor rort jeg var over din sang og hvor oprigtig og vidunderlig jeg synes din stemme er. Haber pa at hore mere....alt held og lykke fra Sussie, 16 ar Hey Guðrun! Túsund takk fyri autografin! Tað var eg við flagginum _ Esbjerg! Tú var tann besta og tað var gott tú vann... Foroyar eru best.. KOYR A FOROYAR! Hey Guðrun. rós mást tú fáa, tú vart fantastisk,ja tárini trillaðu, eg veit ikki hvat hendi, men bestu ynskir frá okkum í húsin- um. Kára Kare Gudrun Jeg var iblandt de personer, der var til audition sammen med dig i sommers. Jeg taler vist for os alle, nar jeg siger, at du gjorde et fabelagtigt indtryk pa samtlige mennesker i lokalet, selvom du vist selv var lidt utilfreds med din prove. Nu har du sa ogsa faet resten af landets befolkning til at tabe kaberne i bar be- gejstring, hvilket kun er velfortjent. Desvarre kom jeg ikke selv med i kon- kurrencen, men kan ikke vare skuffet efter at have konkurreret med et talent i din kaliber. Jeg onsker dig al mulig held og lykke i fremtiden. Du er en stjerne uden lige. Bedste hilsner, Trine Og soleiðis verðuir hildið fram. Og enn ber til at senda eina heilsu, ella lesa tær innkomnu, tað er bara at leita á heimasíðuna hjá DR, www.dr.dk Heim at reypa Í illveðrinum sunnukvøldið var komið saman á Tvøroyri at ynskja Guðruni tillukku. Her er hon mitt í rúgvuni Myndirnar tóku Leivur Nygaard, Jón T. Einarsson og Áki Bertholdsen –Tá íð Guðrun hevði sungið, visti eg, at hon fór at vinna, sigur Poul Arni Holm, gamal sangari í Týr, sum nú er við í All That Rain TÓNLEIKAVINNARI Áki Bertholdsen Honer rólig á palli. Røddin er ógvuliga góð. Og so dugir hon at brúka hana. Tað heldur Poul Arni Holm verða tríggir av lyklunum til, at Guðrun vann kappingina “stjerne for en aften” fríggja- kvøldið. Hann var ein av teim- um mongu, sum stukku inn á gólvið hjá for- eldrunum fríggjakvøldið, tá ið kappingin var av. Og hann skuldi havt eina hóming av, hvat hann tosar um, tí sjálvur hevur hann drúgvar royndir sum sangari, bæði í Týr og nú í All That Rain. Hann fylgdi eisini spentur við í kappingini. – Tá ið tann fyrsti sangarin kom segði eg við meg sjálvan, at hatta ger Guðrun betri. Tá ið eg so hevði hoyrt hana, visti eg, at hon fór at vinna, sigur hann. Hann heldur, at nú Guðrun hevur vunnið innleiðandi umfarið, hev- ur hon eisini møguleika at rúka heilt á toppin og at vinna sjálva finaluna. Men hann heldur, at bara tað at vinna tað inn- leiðandi umfarið er frá- líkt og kann lata nógvar dyr upp. Tað eru yvir ein milli- ón fólk, sum fylgja við í sendingini. Tað eru eisini nógv, sum hava við tón- leik at gera, sum fylgja við. Samstundis førdi 1. plássið við sær, at hon slapp at hava sínar fyrstu almennuframførslur í Danmark longu leygar- dagin - so hvør veit, hvat hetta kann føra við sær, sigur Poul Arni Holm. Mamman tordi onki at siga. Pápin helt, at hon hevði ein møgu- leika, men fríggja- kvøldið spenningurin var øgiligur heima hjá foreldrunum hjá Guðrun TÓNLEIKAVINNARI Áki Bertholdsen – Guðrun er ein dáma, sum veit, hvat hon vil. Ási Jacobsen á Tvøroyri dylir ikki fyri, at hann er eitt sindur stoltur á dóttrini. Og tað kann hann eisini saktans vera. Ikki minst hetta hetta fríggjakvøldið 31. januar 2003. Dóttir hansara hevur júst lagt alt Danmarkar Ríki fyri sínar smáu føtur við eini frálíkari framførslu av sanginum “Promise Me” hjá Beverly Craven. Heima hjá Guðruni og teimum á Tvøroyri varð sum vera man stórur spenn- ingur, nú sendingin “Stjerne for en aften” var á skránni. Dóttir teirra hevði sungið seg ígjøgnum tað tronga nálareyga og varð sloppin við í kappingina og nú skuldi tað standa sína roynd. – Eg ivaðist ikki í, at hon hevði ein møguleika í hesi kappingini, so væl kenni eg hana, sigur Pápin, Ási Jacobsen. Hann sigur, at ikki minst hevur hann verið styrktur í trúnni, nú hann hevur sæð, hvussu nógv fólkini í Danmarks Radio, sum gera sendingina, hava hjúklað um Guðruna og tað var nokk so skjótt, at onkur av teimum fór at kalla hana “Danmarks Radios Natter- gal”, so tað boðaði frá góðum. Hetta fríggjakvøldið liggur stak illa fyri at fáa orðið á Mammuna, Gitte, tí hon hevur úr at gera við at svara telefonini, sum ringir uttan íhald, bæði hiðani av landi og uttanlands. Men hon fær tó sagt, at hon tordi onki at siga, tó at hon sjálvsagt vónaði tað besta. Ási sigur, at tað er ikki so undarligt, at Guðrun er farin at syngja, tí har í slektini syngja øll í bæði borð. Sjálv hevur hon altíð sungið og hon hevur ein beiggja, sum syngur í MC Hár, so sangur og tónleikur er langt frá fremmandur í teirra húsi. Men tað er eisini ein spurningur um persóns- mensku. – Guðrun veit, hvat hon vil og hon hevur bæði beinini á jørðini. Hon er ikki løtt at ávirka og eg haldi eisini, at tað var sjónskt, at hon sang sína egnu tulking av sanginum, uttan at vera bundin av upprunaligu útgávuni, sigur hann. – Bæði eg, og flest øll onnur, fullu beinan- vegin fyri sanginum, segði Pauli Einarsson, formaður i mentanar- nevndini í Tvøroyrar Býráð, tá ið hann ynskti Guðrun Jacobsen tillukku TÓNLEIKAVINNARI Áki Bertholdsen Tvørafólk eru minst líka stolt av Guðruni Jacobsen, sum hon er sjálv. Tað segði Pauli Einars- son formaður í mentanar- nevndini í Tórshavnar Bý- ráð Tà ið Guðrun kom aftur á Tvøroyri sunnukvøldið, varð skipað fyri móttøku, har formaðurin í mentan- arnevndini ynskti henni tillukku Hann helt, at tað er ikki ein og hvør, sum kann syngja eina ”balladu”, tí at tað er nakað av tí truplasta at syngja. Pauli Einarsson viðgekk, at hann kendi ikki sangin “Promise Me” hjá Beverly Craven frammanundan. – Men mátin sum tú framførdi sangin uppá, gjørdi at eg, sum flestu onnur, fall fyri sanginum beinanvegin. Tú hevur eina fantastiska rødd, segði Pauli Einarsson – Røddin er tín egin, mát- in at syngja uppá er eisini tín egni, og eg vóni at tú heldur fram við tínum egna nátúrliga máta, og ikki letur onnur villeiða teg til at líkjast øðrum. Hann helt eisini, at tað er týðiligt at Guðrun er stolt av at vísa Tvøroyri fram í fjølmiðlunum. Tað er enki lýsingavirki, sum kann gera slíka lýsing av Tvøroyri sum hon kann við sínum sangi. – Tú hevur eisini uttan iva, gjørt tað lættari hjá mongum at vera føroying- ur í Danmark. Hann helt eisini, at hennara avrik fer uttan iva at eggja fleiri ungum, at royna seg í tónleikalívin- um, og tað er gleðiligt. Tí car tað hansara vón, at tað fór at bera til at skapa betur umstøður fyri tón- leikalívinum á Tvøroyri. Sjálvur er Pauli Einars- son gamal tónelikari og tí veit hann, at tað er tørvur á einum húsi har tónleikarar og sangarar kunnu venja, uttan at órógva grannarnar. – Eg vænti og vóni, at títt avrik vil skunda undir, at vit øll í felag kunnu betra um umstøðurnar hjá tón- leikinum á Tvøroyri, segði Pauli Einarsson. Sangarin: Hon rakk heilt inn í stovurnar Vit eru líka stolt sum tú Foreldrini: Hon veit hvat hon vil Poul Arni Holm: Tá ið eg hevði hoyrt Guðrun, visti eg, at hon fór at vinna Tríggir ungir fjepparar heima hjá Guðrun og teimum fríggjakvøldið, tá ið kappingin var.Frá vinstru eru tær Angeli Kjærbæk, Halldóra Lisberg og Zenita Thomsen. Ongin ivi er um, hvørjum tær halda við – Guðrun hevur uttan iva gjørt tað lættari at vera føroyingur í Danmark, segði Pauli Einarsson, formaður í Mentannarnevndini í Tvøroyrar Býráð á móttøku fyri henni á Tvøroyri sunnukvøldið, har hann ynskti henni tillukku og handaði henni blómutyssi frá býráðnum C M Y K 11 10