týsdagur 4. februar 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 23 - 4. februar 2003
Nr. 23 - 4. februar 2003
13
Fundur á Vaglinum leygardagin var áhuga-
verdur á mangan hátt. Eitt er at fólk hava
tikið
seg
saman
at
mótmæla
kríggsørskapinum. Hetta er í sær sjálvum
gott og rætt. Annað er so hetta, at
fyrireikararnir vóru Javnaðarflokkurin og
Tjóðveldisflokkurin
við
teirra
ungdómsfelagsskapum. Tað, sum mong
spyrja er, um hetta sum hendi á vaglinum er
eitt tíðartekin ella bert ein púra tilvildarlig
hending.
Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin
hava á ávísum økjum rættiliga lík sjónarmið
og flokkarnir hava áður samstarva sera væl í
samgongu. Men við nýggju leiðslu Tjóð-
veldisflokksins gjørdist Javnaðarflokkurin í
stóran mun partur av fíggindamyndum Tjóð-
veldisflokksins. Álopini hava ikki skortað og
mangan hava javnaðarfólk verið bilsin av
orðavalinum hjá nøkrum av tí nýggja ættar-
liðinum í Tjóðveldisflokkinum. Hetta kann
hava sínar orsøkir, og eitt nú hava samband
við
hetta,
at
nýggja
leiðslan
í
Tjóðveldisflokkinum valdi at samstarva til
høgru heldur enn til vinstru. Tað man geva
mongum tjóðveldismann ringan ráka.
Men so kemur fundurin á Vaglinum tann 1.
februar. Hann kann vera íkomin av berari
tilvild. Tær skilagóðu leiðslurnar í báðum
flokkum hava heilt einfalt sæð, at nú má
talast at. Tey kynisku halda kanska , at
fundurin bert skal tulkast sum eitt varskóð frá
Tjóðveldisflokkinum til Fólkaflokkin, ið av
fullum huga gongur inn fyri krígnum – ella
við øðrum orðum ein partur av tí áhaldandi
nervakrígnum millum Tjóðveldisflokkin og
Fólkaflokkin. Men fundurin kann eisini vera
eitt tekin um, at broytingar eru á veg í
føroyskum politikki. Tá ein kann samstarva
um ein friðarfund, so kann ein eisini
samstarva um onnur viðurskifti og mál. Er
tað við at tiðna millum Javðarflokkin og
Tjóðveldisflokkin, kann tað fáa víttrøkkandi
politiskar fylgjur, og kundi tað verið
áhugavert at sæð, hvønn veg eitt slíkt toybil
bar. Er talan hinvegin bert um tilvild, so
kunnu vit bara staðfesta, at tað var ein heppin
avgerð at halda fundin, ein avgerð, ið tænir
báðum flokkum til stóra æru.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Tíðartekin ella tilvild
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Friðargonga á Vaglinum
Gerhard Lognberg
løgtingsmaður fyri
Javnaðarflokkin
Fyrst av øllum vil eg siga,
at einki kann vera betur enn
at tosa um frið. So hendan
friðargonga kundi
bara
verða uppfatað sum positiv.
Í fjølmiðlunum
hevur
verið lýst, at henda friðar-
gongan var fingin í lag av
Javnaðarflokkinum
og
Tjóðveldisflokkinum.
Nú er tað so, at eg sjálvur
eri valdur til tingmann fyri
Javnaðarflokkin, men má
siga, at eg hoyrdi um frið-
argonguna í fjølmiðlunum,
(men tað er kanska í lagi).
Eg sat við borðið og át
nátturða, tá ið eg hoyrdi út-
varpið, og hetta brotið kom
frá einum av røðarunum í
nevndu friðargongu: »Ísra-
el skal gevast at verja stolið
land, men heldur verða
vinur við tey muslimsku
londini«.
Eg má siga sum ein javn-
aðarmaður segði í einum
øðrum føri, og er tað ein
skilamaður, eg mundi sett í
hálsin.
Eg vil spyrja: Eru hetta
leivdir av kommunismuni,
sum spøkja, ella hvat?
Eg vil síðan gera greitt,
at eg vil ikki verða við til at
banna Ísrael. Guds orð
sigur, at tann, sum bannar
Ísrael, verður bannaður
sjálvur, og tann, sum signar
Ísrael, verður signaður
sjálvur (1. Mós. 12,3).
So eg taki avstand frá
slíkum, og vil undir ongum
umstøðum, at slíkir røðarar
skulu verða talsmenn fyri
meg.
Heðin Mortensen
tingmaður
Bjørn Patursson skrivar í
bløðunum, at nú er endiliga
ein tingmaður úr Sam-
bandsflokkinum, ið vil
viðgera spurningin um ta
almennu jørðina, sum vit
øll eiga. Men hetta er ikki
fyrstu ferð, at vit í Sam-
bandsflokkinum hava roynt
at fingið eitt orðaskifti í lag
um búnaðarjørðina.
Fyrispurningarnir
hjá
mær í tingárinum 1998 nr.
48, 49, 50 og 51 (settir fram
á vári 1999) og fyrispurn-
ingur nr. 51 í tingárinum
2000 (settur fram á vári
2001) vóru allir um land-
búnað. Hesir fyrispurning-
ar kunnu lesast á heima-
síðunum www.logting.fo
og á www.hemorten.com.
Tað, sum eg gjørdi vart
við tá var, at skipanin við
landsjørð er ein avoldað
skipan. Tað er ein øgiligur
tørvur á jørð til trivnað og
mentan. Fleiri hundrað fólk
standa á bíðilista í Havnini
at fáa traðir til keyps. Sam-
stundis eru fleiri hundrað
traðarmenn hjá landinum
eins og teir festarar, sum
ikki liva av jørðini, sum
gjarna vilja keypa jørðina
frá landinum fyri veruligar
pengar.
Mjólkin er tann minni
parturin av málinum. So
skjótt vit avmarka studn-
ingin til bert at vera ein
útjaðarastudning, so fara
vit at síggja nøkur fá
effektiv fjós, sum fyri tað
mesta vera í útjaðaranum,
har tey gera mestan munin
fyri fólkið á staðnum.
Her í miðstaðarøkinum
er ikki í sama mun brúk fyri
vinnuligum landbúnaði. Vit
eiga tí at umhugsa at gera,
sum í 20’unum, tá Havnar
kommuna keypti Flatna-
haga. Kommunan eigur at
keypa aðrar hagar frá
landinum nærhendis bý-
num og stykkja teir út til
traðir, grundstykki, grøn
øki, golfbanar, gongugøtur,
rossagøtur, neystagrundir,
osfr., osfr. Sjálvandi skal
bóndin fáa eitt veruligt
endurgjald fyri at missa
garðin, men tað ber ikki til
at fara og selja bøndunum
jørð nærhendis Havnini.
Havnarmenn vilja hava
jørð í Havn, ikki minst so
jørðin á bygd kemur teim-
um lokalu til góðar. So ella
so má meiri jørð verða til
taks hjá havnarfólki nær-
hendis Havnini. Tað sama
er galdandi fyri Klaksvík
og helst eisini Skálfjørðin,
trivnaður krevur trivnaðar-
jørð.
Her skal tó undirstrikast,
at vit mugu tryggja okkum,
at talan ikki verður um
"spekulatión", soleiðis at
fólk keypa jørð, sum verður
seld víðari til onnur við
stórum vinningi.
Hvat viðvíkir skuldini
hjá bøndunum er bara eitt
at siga. Tað er longu ein
greið heimild at siga bønd-
um upp, ið ikki gjalda sína
skuld. Tí mugu vit siga við
tann, sum skyldar fleiri
milliónir uppá nakkan av
nøkrum fáum mjólkineyt-
um: "Álvaratos, hetta er
ikki akkurát nakað, sum tú
sært út til at klára, far tí
heldur og ger okkurt ann-
að" – so stykkja vit út og
selja ta jørðini fyri hægst
bjóðandi og skapa størri
útboð av privatari jørð.
Leingi er tað, ið væl skal vera
Tá ið Gullfinnur, fyrr-
verandi Silja, kom til
Føroya úr Noregi
fyrst í áttatiárunum,
var skipið framman-
fyri sína tíð
MÓTTØKA
Vilmund Jacobsen
Fuglafjørður: Leygardagin
kl. 11 legði nótaskipið,
Høgaberg, til bryggju í
Fuglafirði.
Skipið, sum felagið, EM-
Shipping eigur, kemur í
flotan fyri Jón Sigurðsson,
sum fer úr flotanum. Høga-
berg er fyrrverandi Gull-
finnur, sum vestmenningar
áttu. Hann er keyptur úr
Noregi, haðani hann eisini
varð keyptur av fyrstan tíð.
Norska felagið hevur nú
yvirtikið Jón Sigurðsson,
samstundis sum felagið
hevur selt EM-Shipping
Høgaberg. Nakrar krónur
eru sjálvsagt eisini ímillum,
tí Høgaberg er eitt nógv
størri og betri skip enn Jón
Sigurðsson.
Móttøka
Tá ið Høgaberg kom á
Fuglafjørð, var móttøka á
bryggjuni. Væl av fólki var
samankomið. Hornorkestr-
ið spældi og bygdarráðs-
formaðurin, Sigurd Simon-
sen og reiðarin, Anfinn Ol-
sen, søgdu nøkur orð.
Reiðarin beyð fólkinum,
sum vóru komin at heilsa
skipi, manning og eigarum,
umborð eftir, at sjálv mót-
tøkan var av.
Klokkan 15.30 seinna-
partin
leygardagin
fór
Høgaberg ein stimitúr sam-
an við innbodnum, og
klokkan 18 var døgurði á
Muntra.
Bæði umborð og við døg-
urðan á Muntra vórðu røður
hildnar og heilsanir bornar
fram. Reiðaríið fekk eisini
blómur handaðar.
Íslendski samstarvspart-
urin í keypinum av Høga-
bergi er Samherji. Reiðari
verður Anfinn Olsen; hann
var eisini reiðari á Jón Sig-
urðssyni.
Manningin, sum var við
Jón, fer umborð á Høga-
berg. Øll manningin er før-
oysk, og skiparin verður hin
sami, nevniliga fuglfirðing-
urin, Jógvan Hentze, sum
býr í Gøtu. Áðrenn hann
fór umborð á Jón Sigurðs-
son, var hann stýrimaðurin
og avloysari sum skipari
við nótabátinum, Tróndi í
Gøtu.
Nógv størri
Tá ið Gullfinnur varð
keyptur úr Noregi til Før-
oya fyrst í áttatiárunum,
kallaðist hann Silja. Skipið
var frammanfyri sína tíð á
tann hátt, at tað hevði stóra
frystiorku og kundi fram-
leiða mjøl. Skipið var eini
10 ár í føroyska fiskiskipa-
flotanum.
Nú fyrrverandi Silja á
øðrum sinni varð keyptur
úr Noregi, kallaðist skipið,
Store Knud.
Høgaberg
lastar
góð
2.000 tons, meðan Jón
Sigurðsson lastaði minni
enn 1000 tons, og maskin-
orkan er út við tvær ferðir
so stór.
Jón Sigurðsson var ov
lítil og hevði ov lítla mask-
inorku, tá ið teir trolaðu eft-
ir svartkjafti. Tí kom held-
ur ikki nógv burtur úr á hesi
veiði.
Bæði
høvuðsmotorur,
ljósmotorar, spøl, pumpur
og kraftblokkur eru skift á
Høgabergi miðskeiðis í
nítiárunum, umframt ein
partur av apeteringini.
Skrokkurin á skipinum
sær gott út, og eigararnir
halda seg hava gjørt eina
góða íløgu.
Navnið
Navnið,
Høgaberg,
er
staðarnavn
norðanfyri
Góðadal, norðanvert Fugla-
fjørð.
Skipið er bygt seinast í
sjeytiárunum.
Høgaberg hevur onga
verksmiðju longur, men
tangar, sum onnur nótaskip,
ið veiða til ídnað. Skipið fer
at fiska sild, makrel, lodnu
og svartkjaft.
Tóku ímóti Høgabergi í Fuglafirði
Høgaberg sær gott út, hóast
hann er bygdur seinast í
sjeytiárunum. Tá ið skipið av
fyrstan tíð kom til Føroya,
var tað frammanfyri sína tíð.
Mynd: Torleif Johannesen
Høgaberg fer at fiska sild, makrel, lodnu og svartkjaft.
Mynd: Torleif Johannesen
Væl av fólki tók ímóti
Høgaberg, tá ið skipið legði
til bryggju í Fuglafirði
leygardagin klokkan 11.
Mynd: Torleif Johannesen
C
M
Y
K
13
12