týsdagur 4. februar 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 23 - 4. februar 2003
15
Longu fyri tveimum
árum síðani ávaraði
ein av serfrøðingun-
um hjá amerikansku
rúmdarumsitingini
um, at rúmdarferjan
»Columbia« var
útslitin. Í fjør bað
NASA um pengar til
umvælingar, men
politikararnir lurtaðu
ikki
COLUMBIA-
VANLUKKAN
Árni Joensen:
Seinastu tvey árini hava
bæði
rúmdarumsitingin
NASA
og
stjórnin
í
Washington fingið fleiri
ávaringar um, at vandi var
fyri einari vanlukku við
einari av teimum amerik-
ansku rúmdarferjunum.
Ein av teimum, sum ávar-
aðu um vandan fyri einari
vanlukku, var verkfrøð-ing-
urin Don Nielson, sum var
við til at gera ta amerik-
ansku rúmdarferjuverkætl-
anina.
- Skulu vit sleppa undan
einari vanlukku sum henni
við rúmdarferjuni »Chal-
lenger« í 1986, mugu vit
taka neyðug stig alt fyri
eitt. Tann alt ov tunga og
útslitna »Columbia« má
takast úr flúgving beinan-
vegin, segði Don Nielson í
einari av sínum ávaringum.
Men leiðslan í NASA lurt-
aði ikki eftir Don Nielson,
hóast hann hevði arbeitt hjá
rúmdarumsitingini í ellivu
ár og havt ein týðandi lut í
júst rúmdarferjuverkætlan-
ini.
Kortini treyt ikki við
øðrum ávaringum. Í 1999
mátti NASA útseta eina
ferð hjá »Columbia«, tí
brek
vóru
við
einum
brennievnistanga. Sama ár
máttu allar ferðir hjá rúmd-
arferjuni »Discovery«, sum
er av sama slagi sum
»Columbia«, avlýsast, tí
menn komu fram á fleiri
brek við terri elektrisku
skipanini.
Í august í 2000 avdúkaði
ein kanning ikki færri enn
3.500 brek í elektrisku
skipanini
umborð
á
»Columbia«. Í oktober
sama ár mátti ein ferð hjá
ferjuni avlýsast, tí vandi var
fyri spreinging í einum av
brennievnistangunum, tá
ferjan skuldi skjótast út.
Skerd játtan
Fyri einum ári síðani stað-
festi leiðslan í NASA, at
neyðugt var at útvega um-
sitingini meiri pengar til
viðlíkahald av útgerðini á
jørðini og rúmdarferjunum.
Undir einari hoyring í
kongressini í apríl ávaraði
leiðarin fyri trygdardeildini
hjá NASA politikararnar
um, at vandi var fyri einari
vanlukku í rúmdini.
Richard Bloomberg fanst
undir hoyringini hvassliga
at kongresslimunum, tí teir
høvdu skert játtanina til
NASA, og hann ávaraði
um, at hetta fór at koma
trygdini við rúmdarferjun-
um í vanda.
- Hugsanir mínar siga
mær, at halda vit fram á
hendan hátt, fáa vit fyrr ella
seinni eina vanlukku, segði
trygdarovastin hjá NASA í
kongressini. Og hann legði
afturat:
- Øll tey árini, eg havi
verið uppi í okkara rúmdar-
verkætlanum, havi eg ong-
antíð stúrt so nógv fyri
trygdini hjá rúmdarferjun-
um, enn eg geri nú.
Eftir vanlukkuna við
rúmdarferjuni
»Challen-
ger« í 1986 varð avgjørt at
steðga øllum ferðum við
rúmdarferjunum í tvey ár.
Hesi árini setti NASA
trygdina í hásætið, og á
heysti í 2000 bað tann
serliga rúmdarnevndin hjá
kongressini NASA gera
ferjurnar uppaftur tryggari.
Fyri einum ári síðani stað-
festi trygdarumsitingin hjá
NASA so, at hon hevði bøtt
um trygdina, men at tað bar
til at gera ferjurnar upp-
aftur tryggari, fekk NASA
tann neyðuga peningin.
Men politikararnir valdu
kortini at skerja játtaina til
rúmdarumsitingina.
Pengarnir, sum NASA
bað um, skuldu nýtast til at
endurnýggja ta gomlu út-
gerðina í Houston og Flo-
rida og at gera ábøtur um-
borð á rúmdarferjunum.
Hetta seinna hevur ligið á
láni, tí tað vísti seg at vera
ógvuliga dýrt at umvæla
»Columbia«.
Nú er ov seint.
Tey seinastu orðini
»Roger....buhh....«
Tað vóru tey seinastu orðini frá rúmdarferjuni
»Columbia«. Maðurin, sum tosaði umborð, var sum
vant skiparin, tann 45 ára gamli Rick Husband.
Brádliga var tøgn.
Alt vísir seg at vera í lagi til klokkan 07.53 Texas-tíð.
Tá missir eftirlitið sambandið við hitamátararnar á
vinstra vongi á ferjuni. Klokkan 07.56 svíkja
mátararnir í vinstra hjólinum. Annars vísir alt seg at
vera í lagi. Klokkan 07.58 svíkja tríggir hitamátarar í
vinstra vongi. Nakrar minuttir seinni staðfestir
eftirlitið, at lufttrýstið í vinstra hjóli er ov lágt.
Í eftirlitinum kallar Charlie Hobaoug:
-»Columbia«, Houston. Vit síggja, at okkurt er við
lufttrýstinum, men vit hoyrdu ikki tað seinasta.
Rick Husband:
Roger....buhh...
Røddin tagnar. Bara sús er at hoyra. Beint eftir steðga
teldusignalini á eftirlitstólunum.
Charlie Hobaugh kallar aftur:
-»Columbia«, Houston. Hetta er ein samskiftisroynd.
Framvegis tøgn.
Charlie Hobaugh skiftir kanal og kallar á UHF:
-»Columbia«, Houston. Hetta er samskiftisroynd á
UHF.
Hesi orðini endurtekur hann fleiri ferðir, men uttan úr
rúmdini er tøgn.
»Columbia« var útslitin
Hóast nógvar ávaringar varð »Columbia« skotin út í rúmdina
tann 16. januar. Leygardagin sprongdist hon 62 kilometrar
uppi yvir Texas. Her sæst eitt av teimum nógvu pettunum
Tey sjey, sum fórust við »Columbia«. Maðurin í miðjuni í fremra raði er Rick Husband, sum var skipari á »Columbiu«.
15
14
Nr. 23 - 4. februar 2003
UTTAN ÚR HEIMI
Kekkiski forsetin,
Vaclav Havel, fór frá
sunnukvøldið, men
eingin er at taka við
eftir hann
KEKKIA
Árni Joensen:
Á midnátt sunnukvøldið
fór Vaclav Havel úr kekk-
iska forsetaembætinum, tí
tá var seinna valskeið hans-
ara liðugt.
Men eingin var at taka
við eftir tann navnframa
forsetan, sum fram um allar
aðrar verður roknaður sum
frælsismaður kekka. At for-
setastólurin stendur tómur,
eftir at hann er farin frá, er
sambært eygleiðarum eitt
tekin um, at ein veruligur
politiskur kappi hevur lagt
frá sær.
Tvær reisur hevur kekk-
iska tjóðartingið roynt at
velja ein eftirmann til
Vaclav Havel, men báðar
ferðirnar miseydnaðist tað.
Nú hann fór frá, og til
eftirmaður hansara er vald-
ur, skulu formaðurin í tjóð-
artinginum og Vladimir
Spidla,
forsætisráðharri
umsita skyldur forsetans.
Sum væntað taptu
týsku sosialdemo-
kratarnir tey bæði
landspartavalini, sum
vóru um vikuskiftið.
Teir konservativu
høvdu stóra fram-
gongd
TýSKLAND
Árni Joensen:
Ósigurin í Niedersachsen
og Hessen var ikki bert ein
ósigur fyri sosialdemokrat-
iska flokkin SPD, men eis-
ini fyri ríkiskanslaran, Ger-
hard Schrøder.
Í sínum landspartinum
hjá Schrøder, Niedersach-
sen, misti SPD meirilutan.
Á valinum í 1998 fekk
flokkurin 47,9 prosent av
atkvøðunum, men hesaferð
atkvøddu bert 34 prosent
fyri flokkinum. Haraftur-
ímóti fekk tann konserva-
tivi
andstøðuflokkurin
CDU 47 prosent hesaferð
ímóti 35,9 prosentum fyri
fýra árum síðani.
Í Hessen gekst lítið
mætari hjá sosialdemokrat-
unum. Í hesum landspartin-
um standa teir konservativu
vanliga sterkir, og so var
eisini hesaferð. Á valinum í
1998 fekk CDU 43,4
prosent í Hessen og hesa-
ferð næstan 50 prosent.
SPD fekk 29,5 prosent
ímóti 39,4 prosentum í
1998.
Tey Grønu fingu 7,5
prosent í Niedersachsen og
10,0 prosent í hessen, með-
an
Fríu
Demokratarnir
fingu 8,5 prosent í báðum
landspørtunum.
Ikki bert kríggið
Tá Gerhard Schrøder og
SPD vunnu valið til sam-
veldisdagin seinasta summ-
ar, varð sagt, at tað var mót-
støða hansara ímóti einum
kríggi við Irak, sum bjarg-
aði
honum
valsigurin.
Landspartavalini um viku-
skiftið vístu, at hesin poli-
tikkurin gagnaði ikki flokk-
inum nú.
Eygleiðarar í Berlin siga,
at nógvir týskarar eru ímóti
amerikansku ætlanini at
leypa á Irak, og at teir
styðja kanslaran í tí málin-
um, men veljararnir hava
eisini onnur áhugamál. Eitt
nú er arbeiðsloysið farið
upp um tíggju prosent, og
búskapurin er illa fyri.
Roknað verður við, at
búskaparvøksturin fer at
liggja um eitt prosent í ár.
Eftir áhaldandi
verkfall í 63 dagar
avgjørdi andstøðan í
Venesuela at enda
verkfallið gjára-
náttina
VENESUELA
Árni Joensen:
Tað drúgva verkfallið, sum
hevur lagt alt tað venesuel-
anska samfelagið lamið í
meiri enn tveir mánaðir, er
av, men tann politiska and-
støðan leggur dent á, at
hetta merkir ikki, at stríðið
ímóti Hugo Chavez, forseta
er av.
Sunnudagin
skrivaðu
fleiri hundraðtúsund fólk
undir eina áheitan á for-
setan um at skriva út nýval,
men tað tóktist ikki órógva
forsetan.
Tvørturímóti
segði hann, at tað var hann,
sum hevði vunnið bardagan
við andstøðuna og fakfel-
øgini, og hann hótti við at
draga verkfalsleiðararnar í
rættin.
Talsmaðurin hjá andstøð-
uni, Timoteo Zambrano,
segði í gjár, at andstøðan og
fakfeløgini fara at halda
fram við bardaganum ímóti
forsetanum, og hann legði
dent á, at í fyrsta umfari
ræður um at verja rættind-
ini hjá teimum, sum hava
fingið sekkin, síðani verk-
fallið byrjaði. Eitt nú hevur
Chavez givið meiri enn
5.000 starvsfólkum hjá al-
menna oljufelagnum sekk-
in, tí tey tóku lut í verkfall-
inum.
Síðani verkfallið byrjaði,
hevur oljuframleiðslan í
Venesuela ligið at kalla
still. Landið er annars
fimtistørsta oljuframleið-
aralandið í heiminum.
Nøgdir sviar
Ein nýggj kanning vísir, at sviar eru væl nøgdir við
tey flestu viðurskiftini í samfelagnum.
Millum annað vísir kanningin, at sviar eru væl
nøgdir við heilsuverkið, barnaansingina, eldrarøkt-
ina, og sum skúlaverkið verður sagt, at skúlin hevur
ongantíð verið betri, enn hann er nú. Svensku mynd-
ugleikarnir hava seinastu trettan árini kannað, hvat
fólk halda um tey almennu viðurskiftini, og kann-
ingarnar vísa, at tað hevur gingið støðugt framá øll
trettan árini. Hetta er ivaleyst eisini orsøkin til, at
politiskir mótmælisflokkar hava ikki fingið fótafesti
í Svøríki seinastu nógvu árini.
Okkurt kundi tó verið øðrvísi, treyðugt so. Tann
nýggja kanningin avdúkar, at fólk eru ikki nøgd við
løgregluna og hennara arbeiði, og skattamyndug-
leikarnir eru sambært kanningini sera illa umtóktir.
Doyðu í skalvalopi
Sjey ungfólk doyðu, tá ein skalvur leyp oman yvir
tey í landspartinum British Columbia har vesturi í
Kanada um vikuskiftið.
Tey sjey, seks dreingir og ein genta, gingu í 10.
flokki á sama skúla og vóru farin á útferð í fjøllun-
um. Á vegnum møttu tey nøkrum ferðaleiðarum,
sum ávaraðu tey um at fara longur niðan, tí har var
stórur vandi fyri skalvalopum. Eina løtu seinni leyp
ein skalvur og tók skúlanæmingarnar við sær. Tá
bjargingarliðini komu á staðið, vóru sjey av ung-
fólkunum deyð.
Kanadisku myndugleikarnir siga, at skalvurin,
sum leyp oman yvir skúlanæmingarnar, var hálvan
annan kilometur breiður. Hetta er aðru ferð í vetur,
at skalvalop í British Columbia hevur kravt manna-
lív.
Eldur kravdi 33
mannalív
33 fólk doyðu, tá eldur kom í eitt hotell í býnum
Harbin har norðuri í Kina sunnudagin.
Almenna tíðindastovan, Xinhua, skrivaði í gjár, at
33 fólk vóru deyð, og at fleiri vóru løgd inn á sjúkra-
hús við brunasárum og øðrum løstum. Sambært
Xinhua vóru fleiri teirra í lívsvanda.
Sambært myndugleikunum vóru umleið hundrað
fólk inni á hotellinum, tá eldurin kyknaði. Tey vóru
komin til Harbin at halda tað kinesiska nýggjárið.
Enn vita myndugleikarnir ikki, hví eldur kom í
hotellið.
Vilja hava navnið aftur
Nú 60 ár eftir tann stóra bardagan um russiska býin
Stalingrad krevja gamlir russiskir hermenn, sum
bardust við týskararnar, at býurin skal fáa navnið
Stalingrad aftur. Býurin hevur annars itið Volgograd
síðani 1961.
- Í mínum hugaheimi eitur býurin framvegis Sta-
lingrad. Allur heimurin kennir hetta navnið og veit
um tað, sum hendi her fyri 60 árum síðani, sigur
tann 80 ára gamli Fjodor Kovalitsj, sum var millum
teir russisku hermenninar, sum róku týskararnar úr
býnum. Nógvir aðrir gamlir hermenn taka undir við
honum.
Men Vladimir Putin, forseti er ímóti at geva
býnum tað gamla navnið aftur. Fyri nøkrum døgum
síðani segði forsetin, at mong fara ikki at skilja tað,
fær býurin aftur navn eftir Stalin.
SPD fyri stórum ósigri
Eingin tók við eftir Havel
Verkfallið í Venesuela av
Høvuðsvalevnið hjá CDU í Niedersachsen, Christian Wulff,
hevði alla orsøk til at vera í góðum hýri, tá hann og konan
vóru og greiddu atkvøðu. Eins og í Hessen vann CDU stórsigur
í Niedersachsen
C
M
Y
K
14