Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-04, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. februar 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 23 - 4. februar 2003 Nr. 23 - 4. februar 2003 17 Útbjóðing Viðv.: Rundkoyring við posthúshornið. Vegna Klaksvíkar kommunu – verður arbeiðið at gera rundkoyring við tilhoyrandi vegum, hervið boðið út alment. Arbeiðið snýr seg í stuttum um gerð av: • Uml. 90m av farbreyt á Akursmørk. • Gerð av rundkoyring, D=28m, partvíst oman á verandi farbreyt og partvíst á Akursmørk. • Dagføring av verandi farbreytum, Klaksvíks- vegur, Kirkjubrekka og Biskupsstøðsvegur, sum verða knýttar í rundkoyringina, íalt uml. 60m. • Umleggjan av regnvatnskloakk v.m. Arbeiðið skal gerast í tíðarskeiðnum mars til juli 2003. Útbjóðingartilfarið fæst við at venda sær til Landsbyggifelagið í seinasta lagi fríggjadagin tann 7. februar 2003. Útbjóðingartilfarið verður útflýggjað fríggjadagin tann 7. februar 2003. Tilboð í afturlatnum brævbjálva merktur »Rundkoyring við Posthúshornið« skal vera Klaksvíkar kommunu í hendi í seinasta lagi hósdagin 27. februar 2003 kl. 14.00. Lisitatiónin verður í býráðshúsinum hjá Klaksvík- ar kommunu hósdagin tann 27. februar 2003 kl. 14.00. Landsbyggifelagið P/f Grønlandsvegur 5 Postboks 228 FO-110 Tórshavn. Fulltrúi til Tryggingareftirlitið Tryggingareftirlitið søkir við hesum eftir fulltrúa at byrja sum skjótast. Uppgávan hjá Tryggingareftirlitinum er at hava eftirlit við tryggingarvirksemi smb. løgtingslóg nr. 3 frá 13. februar 1996 um tryggingarvirksemi (§ 157). Eftirlitsskyldan er nærri lýst í kunngerð nr. 3 frá 13.01.1997 um eftirlit við tryggingarvirksemi,har m.a. er ásett, at Tryggingareftirlitið skal javnan kanna viðurskiftini hjá tryggingarfeløgum og eftirlønar- grunnum. Uppgávur hjá fulltrúanum Arbeiðið hjá fulltrúanum fevnir í høvuðsheitum um: • at tilevna lóggávu og mannagongdir á tryggingar- økinum • at menna búskapar- og løgfrøðiliga førleika stovns- ins á tryggingarøkinum • at menna eftirlitsvirki stovnsins • at gera kanningar um tryggingarviðurskifti Harumframt kunnu verða uppgávur at loysa fyri kappingarráðið, Post- og Fjarskiftiseftirlitið. Førleikakrøv Umsøkjarar skulu hava: • Prógv sum lógfrøðingur ella búskaparfrøðingur • góð analytisk evni • góðan kunnleika til føroyskt og enskt Umsøkjarar skulu vera førir fyri at arbeiða sjálvstøð- ugt, hava hegni til at samstarva og kunna arbeiða undir trýsti. Tryggingareftirlitið kann bjóða Eitt sera fjøltáttað og sjálvstøðugt starv við avbjóð- andi uppgávum, sum eru persónliga og yrkisliga mennandi umframt møguleika fyri samskifti við tryggingarmyndugleikar í grannalondum okkara. Skeið og eftirútbúvingarmøguleikar innan trygg- ingarøkið. Setanartreytir Setanartreytir verða eftir galdandi sáttmála við búskapar- og lógfrøðingafelagið. Setanin umfatar Vinnumálaráðið og stovnar undir tí, umframt løg- mansskrivstovuna og onnur aðalstýrir. Umsóknir, saman við prógvum og møguligum um- mælum, skulu sendast til: Tryggingareftirlitið Skálatrøð 20 Postboks 73 FO-110 Tórshavn og vera stovninum í hendi í seinasta lagi mánadagin tann 3. mars 2003. Um tú ynskir nærri upplýsingar, kanst tú ringja til Jógvan Thomsen, stjóra, tlf. 356020 ella 216050. Tryggingareftirlitið er sett sambært løgtingslóg nr.3 frá 12.februar 1996 um tryggingarvirksemi.Tryggingareftirlitið hevur felags stjóra og skrivstovu saman við Kappingarráðnum, Post- og Fjarskiftiseftirlitinum. Skopunar Kommunustýrið Føstu almennu kommunustýrisfundirnir í 2003 verða: 27. feb. kl. 19.00 27. mars kl. 19.00 30. apríl kl. 19.00 22. mai kl. 17.00 26. juni kl. 17.00 24. juli kl. 17.00 28. aug. kl. 19.00 25. sept. kl. 19.00 30. okt. kl. 19.00 27. nov. kl. 19.00 18. des. kl. 19.00 Møguliga avlýstir fundir ella broytingar verður kunngjørt í kunngerðartalvuni. Skopun, 3. februar 2003 Skopunar kommuna Hølið ynskist Vit leita eftir einum góðum hølið til leigu í Havn, Hoyvík ella á Argjum. Stødd millum 100-300 m2. Ergo & Hjálpartól Tlf. 215 778 (best eftir kl. 16.00) Sosialurini Lýsið við brúktum bilum C M Y K 17 16