týsdagur 4. februar 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
NR. 23 • TÝSDAGUR • 4. FEBRUAR 2003 • 77. ÁRGANGUR • WWW.SOSIALURIN.FO
Leygarkvøldið var annað innleiðandi umfar í Prix Føroy-
um hildið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Bólkarnir
spældu í hesi røð:
Mind’s Eye
Déjá Vu
onkikanndiskuterast.alt kann
Speaker
Holgar & Villmenn
10 dómarar mettu um avrikini á pallinum, og teir dømdu út
frá fimm ymiskum krøvum um millum annað tónleikaliga
dygd, spæl og framførslu.
Déjá Vu var nummar 1 og vann sær pláss í finaluni. Mind’s
Eye var nummar 2 og skal spæla í eini hálvfinalu saman
við fýra øðrum bólkum, har besti bólkurin fær eitt
finalupláss.
Mind’s Eye rakti
bull’s-eye, tá ið teir
spældu alment fyri
fyrstu ferð. Hetta var
vell, sigur sangarin,
sum var miðdepilin í
bólkinum. Teir
endaðu næstfremst
leygarkvøldið
DEBUT
Eyðun Klakstein
Tað var serliga ein bólkur,
sum tók áhoyrararnar á bóli
í 2. umfari av Prix Føroy-
um.
Ungu menninir í Mind’s
Eye spældu fyri fyrstu ferð
alment, og tað var vorið
sum frumframførsla. Tað
eru ár ímillum, at ein
nýggjur bólkur kemur fram
á slíkan hátt – við einum
orkufullum og fangandi
úttrykki, við sjálvsáliti og
dygd.
– Passar tað, at hatta er
fyrstu ferð, teir spæla al-
ment, spurdi ein tónleikari,
sum var bilsin av fram-
førsluni hjá Mind’s Eye.
Talan var um rocktónleik
av tí harða slagnum, men
talan var um støðug skift
millum melodiøs petti og
tað, tey rópa growl.
Sangarin var í miðdepl-
inum alla tíðina, og hann
kom sera væl frá síni fram-
førslu. Hann var eisini
ovurfegin, tá ið hann kom
av pallinum aftur.
– Hatta var fantastiskt.
Fólkini vóru ótrúlig, og eg
vildi næstan ikki fara av
pallinum aftur, segði Eyðun
Mortensen.
Flippaði út
Eitt døgn aftaná hálva
sigurin í Fuglafirði, var
sangarin framvegis sera
fegin um avrikið leygar-
kvøldið.
– Tað følist framvegis
fantastisk. Vit høvdu als
ikki roknað við, at tað fór at
ganga soleiðis, sigur Eyðun
Mortensen.
Hvat var tað, sum tit ikki
høvdu roknað við?
– Fyri tað fyrsta, at vit
gjørdust nummar 2, tað
høvdu
onga
vón
um
frammanundan. Og so var
móttøkan frá áhoyrarunum
nógv betur, enn vit høvdu
torað at droymt um.
Nógvir
klaksvíkingar
vóru komnir um fjørðin at
fylgja lokalu vónini, og tey
gjørdu sítt til, at fram-
førslan gjørdist lívlig bæði
á pallin og á gólvinum í sal-
inum.
– Beinan vegin tá ið vit
komu á pallin, byrjaðu fólk
at rópa og skríggja. Áðrenn
vit høvdu spælt ein tóna,
kókaði tað frammanfyri
pallin. Tað var vell, sigur
Eyðun Mortensen.
– Tað fekk okkum eisini
at spæla væl, og eg havi
ongantíð áður flippa so-
leiðis út, sum eg gjørdi
leygarkvøldið. Tað vóru
áhoyrararnir, sum fingu
meg til tað.
Sangarin í Mind’s Eye
bæði sang og growlaði, og
hann gjørdi tað sannfør-
andi, men tað liggur eisini
nógv venjing aftanfyri evn-
ini at syngja soleiðis.
– Tað skal nógv venjing
til fyri at kunna growla. Eg
havi sungið til fløgur í fleiri
ár á kamarinum hjá mær.
Uppgávur bíða
Mind’s Eye hevur verið
virkin bólkur í fleiri ár, men
teir hava ikki spælt alment
fyrr enn leygarkvøldið. Teir
hava vant nógv og hava
hugnað sær við tónleiki í
venjingarhølunum.
Tá ið teir fyri hálvum ári
síðani fingu nýggj venjing-
arhøli, eftir at teir høvdu
leitað í langa tíð, kom rætti-
liga ferð á hjá teimum. Teir
hava keypt sær nógv góða
útgerð, og teir eru farnir at
skriva sín egna tónleik.
Prixið hevur eisini skump-
að meira undir teir.
– Aftaná framførsluna
leygarkvøldið fingu vit
onkran fyrispurning um at
koma at spæla í næstum.
Møguliga fara vit at spæla
longu fríggjakvøldið aftur,
sigur Eyðun Mortensen.
Hava fingið eina vón
Mind’s Eye hevur skrivað
tónleikin hjá sær serliga til
Prixið.
Sangarin
hevur
skrivað tekstirnar, og so
hava teir gjørt tónleikin í
felag.
– Vit brúktu ikki rættiliga
alla tíðina, sum vit til taks á
pallinum, so vit ætla at taka
okkurt nýtt við til hálv-
finaluna. Vit hava fingið
eitt gott hugskot, sum vit
fara at arbeiða við næstu
tíðina, sigur Eyðun Mort-
ensen.
Fimm bólkar fara í mars
mánaði at kappast í hálv-
finaluni. Allir 2’arnir í
innleiðandi umførunum fáa
møguleikan at vinna sein-
asta finaluplássið.
– Áðrenn hetta umfarið
høvdu vit ongar vónir um at
koma víðari, men nú eru vit
farnir at trúgva upp á tað,
og vit hava eisini eina lítla
vón um, at vit kunnu standa
okkum væl í hálvfinaluni.
Eg rokni í øllum førum við,
at vit kunnu betra okkum til
næsta umfarið, sigur sang-
arin í Mind’s Eye.
2. umfar
Teir tóku øll á bóli
– Hatta var fantastiskt. Fólkini vóru ótrúlig, og eg vildi næstan ikki fara av pallinum aftur, segði Eyðun Mortensen, sangari í Mind´s Eye
Mynd: Jens Kr. Vang
19
18
Nr. 23 - 4. februar 2003
Kunnandi fundur um ættleiðing
Tann 21. februar
verður kunnandi
fundur um ættleiðing
av útlendskum børn-
um. DanAdopt skipar
fyri, men tað er ríkis-
umboðið, sum góð-
kennir foreldur
ÆTTLEIÐING
Ingi Rasmussen
Hvørt ár verða umleið 10
føroysk foreldur góðkend
sum skikkað til at ættleiða
børn uttan úr heimi. Tað er
ríkisumboðið, sum góð-
kennir foreldrini, og haðani
verður upplýst, at tað ofta
gongur umleið hálvt annað
ár, frá tí at foreldur eru góð-
kend, til børnini koma heim.
Í næstum bjóðar Dan-
Adopt føroyingum til kunn-
andi fund um tað at ættleiða
útlendsk børn. Fundurin
verður hildin á Hotel
Hafnia fríggjadagin 21.
februar klokkan 16-21.
Hann er fyrst og fremst
ætlaður teimum, sum enn
ikki hava tikið avgerð, um
tey ætla at ættleiða, men øll
eru vælkomin, upplýsir rík-
isumboðið.
Á fundinum verður greitt
frá søguni hjá DanAdopt,
sum hevur hjálpt við ætt-
leiðing í 30 ár. Endamálið
hevur verið at hjálpa børn-
um uttan familju til at fáa
eina familju í Danmark,
Føroyum ella Grønlandi
undir tryggum umstøðum.
Á fundinum fáast eisini
royndir, sum onnur hava
havt við at ættleiða børn
uttan úr heimi. Farið verður
stig fyri stig ígjøgnum
gongdina, tá børn verða
ættleidd, og serligur dentur
verður lagdur á, hvussu tú
velur tað landið, barnið
skal koma úr, hvørji børn
eru í uppskoti, og hvussu tú
fært barnið heim. Dan-
Adopt greiður frá, hvussu
tey kunnu hjálpa, og hvørj-
ar tænstur tey veita.
Nógv verður gjørt burtur-
úr at greiða frá, hvørji
børnini eru, hvaðani tey
koma, hvussu teirra um-
støður hava verið, og hvat
hendir við teimum børnum,
sum ikki eru egnað til ætt-
leiðing.
Fundurin er ókeypis, men
DanAdopt vil gjarna hava
at vita hvussu nógv koma.
Ring 45 81 63 33 millum
klokkan 9 og 14, ella send
e-mail
til
ims@dan-
adopt.dk. Á heimasíðuni
www.danadopt.dk fæst eis-
ini meira at vita.
Nýggir møguleikar
hómast í politisku
havsbrúnni, um ein
semja fæst um yvir-
tøkulógina hjá løg-
manni. Tað halda
tveir samfelagsfrøð-
ingar, sum Útvarp
Føroya um viku-
skiftið prátaði við.
YVIRTØKUR
Ingi Rasmussen
Sjálvstýrispolitisku mørk-
ini kámast í Føroyum, og
tað letur upp fyri nýggjum
møguleikum.
Løgmaður og forsætis-
ráðharrin nærkast einari
semju um, hvussu farast
skal fram í yvirtøkupol-
itikkinum frameftir. Enn er
onki endaligt komið á
borðið, men løgmaður hev-
ur skotið upp, at øll máls-
økini uttan fyri heima-
stýrislógina verða yvirtikin
við einari yvirtøkulóg,
meðan
heimastýrislógin
heldur fram sum higartil
við sínum A- og B-málum.
Samstundis verða uttan-
ríkismál, verjumál og ríkis-
borgararættur tann karmur-
in um ríkisfelagsskapin,
sum framvegis heldur okk-
um saman við Danmark.
Anders Fogh Rasmussen,
forsætisráðharri, hevur tik-
ið væl ímóti uppskotinum
hjá Anfinni Kallsberg løg-
manni, og allir flokkar á
løgtingi
tykjast
kunna
semjast um hendan leist.
Semjan kemur at standa
sína roynd, tá ítøkiligu
yvirtøkurnar skulu fremj-
ast, men eydnast tað at
finna eina breiða semju um
sjálvstýrispolitikkin, so lata
nýggir møguleikar seg upp.
Yvirtøkulógin kann ger-
ast eitt nýbrot í føroyskum
politikki, heldur Gestur
Hovgaard, samfelagsfrøð-
ingur, sum starvast á
Granskingardeplinum fyri
økismenning. Tað kann lata
upp fyri nýggjum politisk-
um samstarvi um høgra-
vinstra ásina, um spurning-
urin um samband og loys-
ing, sum hevur verið stríðs-
evnið síðstu fimm árini, fer
í bakgrundina. Hann sær
kortini onga nýggja sam-
gongu fyri sær í løtuni.
Bjarni Mortensen, sam-
felagsfrøðingur,
heldur
beinleiðis, at samgongan
kann styrkjast, um ein
breið semja fæst um sjálv-
stýrismálið.
Samgongu-
flokkarnir hava framvegis
fullveldi sum felags mál,
og tað fer at halda henni
saman, hóast allir flokkar
fylkjast um ein meiri hóv-
ligan yvirtøkuleist.
Politisku
mørkini
kámast
C
M
Y
K
18
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo