Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-04, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. februar 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 23 - 4. februar 2003 21 20 Nr. 23 - 4. februar 2003 Fjølbroytt men tó Annað innleiðandi umfarið í Prix Føroyar kapp- ingini varð hildið leygarkvøldið. Á pappírinum sá hetta umfarið ikki mest spennandi út. Tað vóru ikki endiliga kendastu nøvnini í føroyskum tónleiki, sum skuldu kappast hetta kvøldið, um vit síggja burtur frá Deja-vu og Holgar & Villmonnum, sum eg havi hoyrt og hoyrt um frammanundan. Tað lá tó líkasum í luftini at De-ja-vu fóru at vera rættuliga drúgvir, og hetta merktist eisini í Mentunarhúsinum hetta kvøldið, líkað mikið hvønn tú tosaði við, hildu tey at kappingin fyrst og fremst fór at snúgva seg um, hvør fór at blíva nummar tvey. Fyrsti bólkurin á pallin var ein rættuliga ferskur bólkur úr Klaksvík. Mind’s Eye er navnið á bólkin- um, sum við sínum tonsatunga ljóðið, blásti nærum alt um koll. Sannliga var hetta ein ógvuslig byrjan. Nu-metal norðan úr Klaksvík er ikki dagligur kostur. Hóast hesir ungu garparnir vóru til sveinaroynd hetta kvøldið, hetta var fyrsta ferðin teir spældu alment, so var tað eitt sannførandi avrik. Síðani komu hinir bólkarnir kropp at kroppi. Fyrst Déjá Vu, síðani alktkanndiskuterast.onkikann, Speaker og til seinast Holgar og Vilmenn. Eftir at hava hoyrt allar bólkarnar mátti staðfestast, at tón- leikurin í hesum umfarininum var rættuliga fjøl- broyttur. Leggjast skal kortini afturat, at kanska ikki allur tónleikurin var líka væl eydnaður, og at onkur kanksa hevði havt gott av fingið nakrar tímar í venjingarhølunum afturat. Tá dómararnir høvdu sagt sín dóm, var greitt at Déjá Vu vóru drúgvastir, og teimum næst komu Mind’s Eye. Aftaná at hava hoyrt allar bólkarnar kom hetta ikki serliga óvæntað á meg. Déjá Vu høvdu nenviliga meira uppá hjartað enn hini nøvnini hetta kvøldið. Teirra Muse/Coldplay/Starsailor/Radi- hoead inspireraði tónleikur var frálíkur, og spenn- andi verður at hoyra henda bólkin aftur í finaluni. Eitt, sum eg havi at fílast á í samband við hetta kvøldið, er ljóðið, sum frammanundan hevur verið nevnt, sum ein orsøk fyri at miðsavna Prix Føroyar undanumførini í Fuglafirði. Til tíðir varð skrúvað eina tonn ov nógv upp fyri ljóðstyrkini, soleiðis at tað nærum kendist óbehagiligt. Serliga tá altkanndiskuterast.onkikann vóru á pallinum, var ljóðið alt ov hart frá, og sjálvt fólk við oyravernd gjørdu vart við hetta. Gamaní er sjeytiárakendi rokktónleikurin hjá Karl Anton og teimum ógvus- ligur, men decibelmørk mugu kortini vera fyri, hvat tú kanst útseta lurtaran fyri. Møguliga var tónleikurin ov fjølbroyttur leygar- kvøldið, ella appelaraði hann bara ikki til tað ungu áhoyrarafjøldina, sum í stóran mun helt seg aftur. Tað var ikki fyrr enn tónarnir frá DJ Ottar í Funn- ingsstovu fyltu Mentunarhúsið, at rættuligt lív kom í á gólvinum, og tað er eitt sindur spell. Fróði Løkságarð Vakur og sveimandi poppur var vinnarin av Prix-umfarinum hetta vikuskiftið. Meirilutin av tón- leikarunum í bólkin- um sótu og spældi, men tað forðaði teimum ikki í at vinna 2. UMFAR Eyðun Klakstein Dekan tú. Dejá Vu fóru á flog, og teir í mesta lagi millumlendi aftur, áðrenn teir aftur fóru upp frá og vórðu kosnir sum vinnarar av Prix-umfarinum leygar- kvøldið. Bólkurin spældi sveim- andi, sýrutan og melodi- øsan popptónleik í modern- aðum klæðum. Kassagittar, tveir góðir sangarar og vakrir sangir var reyði tráðurin, og tað var meira enn ein klænur tráður. Fýra av tónleikarunum í Déjá Vu hava fyri kortum verið á tónleikaskúla í Dan- mark. Hetta hevur havt nógv gott við sær. Bólkurin hevur funnið ein spennandi stíl, sum teir klára at gjøg- numføra, og sum kann fanga eina breiða áhoyrara- fjøld. Teir hava sjálvir nevnt, at teir fáa íblástur frá nøvnum Radiohead, Turin Brakes og Elbow, men tað ber eisini at hoyra bólkar sum Coldplay og Travis í tónleikinum hjá teimum. Tónleikurin hjá Déjá Vu er hugtakandi og inniligur, og teir báðir sangararnir í bólkinum, Flóvin E. Viderø og Líggjas Olsen, syngja væl – bæði hvør sær og í felag. Teir hava arbeitt nógv við at syngja kór, og tað riggar væl. Sita á afturpartinum Déjá Vu hevur ikki sitið á afturpartinum seinastu tíð- ina, men á pallinum eru teir sermerktir við, at báðir frontmenninir sita niðri og spæla. Líggjas situr við ljómborðið, og Flóvin situr og spælir kassagittar. Hetta ger, at tað kemur ikki so nógv lív í á pallinum, men tónleikurin leggur heldur ikki upp til hopp og høvda- rystan. Kanska var tað fyri at leggja nakað afturat tón- leikinum, og kanska var tað eisini fyri at fáa meira at henda undir framførsluni, at Déjá Vu hevði serligt ljósshow við myndum og grafikki, sum koyrdi alla tíðina, meðan teir spældu. Tað tóktist vera gjøgnum- ført, og sum góð list plagar at gera, so setti tað líka nógvar spurningar – ella meira – enn tað gav svar. Umframt teir báðar Líggjas og Flóvin eru trígg- ir aðrir tónleikarar í bólk- inum, sum leggja ein góðan botn. Gittarspælarin Rói Christiansen, sum eisini er kendur frá bólkinum Tangz, legur nógv afturat við sín- um gittarspølum, og solo- spølini hjá honum vóru serstakliga góð. Størsta yvirraskilsið Fyrsti bólkurin, sum skuldi á pallin, var púra ókendur, og tískil vistu fólk ikki, hvat tey skuldu væntað. Teir høvdu sjálvir sagt, at hóast teir ikki høvdu spælt alment áður, so stúrdu teir ikki fyri tí, tí teir høvdu fyrireikað seg væl. Og hetta vísti seg eisini frá fyrsta tóna. Teir høvdu sjálvsálit, stóðu við síni hugskot og høvdu nógv orku. Teir spæla harðan rock, men nógvu skiftini millum róligar partar og tað meira villa ger, at stórur dynamikkur er í tónleikin- um hjá teimum, og tað verður ikki so strævið at lurta eftir, sum tá alt skal vera ógvusligt alla tíðina. Teir løgdu fyri við frálíka sanginum Self Control, og sangurin vísti, at summar vendingar ongantíð fara av móta í rocktónleikinum. »Eye in the sky« má verða brúkt bæði eina og tvær ferðir áður. Teir høvdu eisini nakað, sum líktist eini balladu, men sangurin vant seg upp ímóti endanum og setti eitt gott punktum. Tveir gittarspælarar við góðari Marshall-útgerð gjørdu, at gittarljóðið var tungt, og tað klæddi tón- leikinum væl. Mind’s Eye tók nógvar áhoyrarar á bóli, og teir gjørdust higartil størsta yvirraskilsið í kappingini. Ein nýggjur bólkur, sum legði fyri á einum støði, sum summir bólkar ikki koma í nánd av. Kleine nachtmusik Karl Anton Klein og hans- ara menn í bólkinum við tí strævna navninum – onkikanndiskuterast.alt kann – høvdu ein øðrvísi framførslu. Sum ein hvítur Jimi Hendrix var Karl Anton miðdepilin á pallin- um – berføttur, við pannu- bandi og sveittabroti dýkti hann á. Tað var líka við, at tú hevði hug at peika honum leiðina til Woodstock... Teir spældu rocktónleik við íblástri frá ymiskum øðrum tónleikastílum, og tað var ferð á alla tíðina. Men tað kann nú disku- terast, hvussu spennandi tað var. Framførslan hjá onkikanndiskuterast.alt kann gjørdist á ein hátt ótolandi. Ljóðið var skrúv- að for frá, og tað tóktist vera óðamannaverk at út- seta oyruni á fólki fyri so nógvum decibellum. Hetta var eitt lýti fyri fram- førsluna hjá bólkinum, sum var lívlig og stuttlig, men sum ikki kundi bera bólkin víðari í kappingini. Góða nátt Speaker er ein nýggjur bólkur úr høvuðsstaðnum, sum ikki hevur verið nakað serligt frammi áður. Teir spæla rocktónleik og hava vant nógv seinastu tíðina fyri at gera góðan figur á Prixnum. Talan er um ungar tón- leikarar, sum framvegis kunnu mennast nógv. Teir høvdu tó drivið til at tveita seg út í eina framførslu við nógvum detaljum, skiftum og ferð á. Tað gekk ikki eins væl allatíðina. Tað sat nøkunlunda, men ikki full- komiliga sum tað skuldi, og sangarin hevði eisini við hvørt trupulleikar við at raka tónan. Tað var nú ikki akkurát linligt fyri tað, um sangarin hevði latið seg í náttklæði, men tá ið teir fóru av pallinum aftur, vóru teir noyddir at siga góða nátt til Prixið, sum fer víðari uttan teirra luttøku. Endaði við dansi Ein dámur av gamlamanna- dansi – kanska enkeball ella bygdaveitslu – var yvir framførsluni hjá Holgari og Villmonnum. Teir spældu svingandi poptónleik, og fólk løgdu bragdliga fyri at dansa. Men tey vóru ikki trúgv í móti bólkinum, tí sum tíðin leið, so tyntist útaftur á dansigólvinum. Holgar Jacobsen hevur fleiri ferðir áður spælt á Prixnum, og tað ger hann framvegis við fullum huga. Teir syngja á føroyskum, og tað er so í hvussu er deiligt at hoyra eitt slíkt kvøld. Teir eru ikki nakar Prix- bólkur, men tilkomnu lurt- ararnir hava tó uttan iva havt gleði av tí korterinum, sum teir vóru á pallinum. Upplagdir vinnarar Aftaná tær fimm framførsl- urnar var tað ikki nakað stórt kynstur at gita seg fram til teir báðar bólkar- nar, sum fóru at enda sum nummar 1 og 2. Teir báðir fyrstu bólkarnir høvdu verið teir mest spennandi, og tað gjørdist eisini teir, sum vunnu hetta umfarið. Déjá Vu var tann ordiligi vinnarin og tryggjaði sær finalupláss, meðan Mind’s Eye var tann hálvi vinnarin, sum fær ein kjans afturat at spæla seg í finaluna. Prix-parturin av kvøld- inum endaði við, at Déjá Vu fór aftur á pallin at spæla nakrar sangir, og illgrunin um, at nógvir av Prix-bólkinum ikki eru førir fyri at spæla so nógv annað sannførandi enn sín egna tónleik, var eitt sindur styrktur ta løtuna, Déjá Vu spældi. Ikki tí, teir spældu nakrar fínar sangir seinnu ferðina, teir vóru á pallinum, men tá ið Flóvin fór at syngja tiltikna sangin Lívsmynd hjá Frændum var tað, sum sum restin av bólkinum steðgaði upp. Um tað var tí, at teir ikki vildu ella dugdu at spæla, er kanska líka- mikið, tað tóktist í øllum førum alt annað enn sann- førandi. Flóvin sang av fullum hjarta saman við áhoyrarunum, meðan hinir í Déjá Vu mest sum riggaðu av. Tað var enn einaferð full- sett við fólki, og fyrstu tvey Prix-kvøldini í Fuglafirði hava fingið góða undi- rtøku. Nú verður frívikend, áðrenn tað verður tørnað til aftur við seks bólkum mitt í februar. Hesaferð var tað Déjá Vu, sum sveimaði allan vegin í finaluna. Déjá Vu sveimaði yvir hinum Karl Anton Klein og hansara menn stóðu fyri eini sermerkati framførslu, sum kanska kundi diskuterast eitt sindur Mynd: Jens Kristian Vang Líggjas og hinir í Déjá Vu spæla melodiøsan popptónleik. Teir hava góð løg og syngja væl Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 20