Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-04, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. februar 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 23 • týsdagur • 4. februar 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo FCK kravdi meira, enn Lille vildi rinda, og tí varð ætlaða skiftið hjá Toda Jóns- son til franska Lille av ongum YRKISFÓTBÓLTUR Jákup Mørk Yrkisfótbóltur snýr seg fyrst og fremst um pengar. Hetta varð enn einaferð undirstrikað, tá júst peng- arnir vóru størsta forðingin fyri, at Todi Jónsson kundi skifta tilveruna í danska høvuðsstaðnum út við nøkur ár í Norðufraklandi, har Lille var til reiðar at geva føroyska álopsmann- inum sáttmála. Snýr seg um pengar Í leygardagsblað okkara skrivaðu vit, at talan eftir øllum at døma fór at gerast um nýggjan sáttmála til Toda, sum tá var til lækna- kanningar. Sum kunnugt, so varð hetta tó av ongum. Fyrst og fremst tí feløgini ikki kundu semjast um, hvussu nógv Todi var verdur. Fleiri staðni verður hartil skrivað, at FCK í seinastu løtu royndi at tvífalda søluprísin á før- oyska álopsmanninum, men hetta verður tó avvíst av Toda Jónsson. - Nú kann eg ikki í smá- lutum greiða frá, hvussu avtalan millum feløgini skuldi skrúvast saman, men hatta passar so ikki. Tað stutta av tí langa var, at FCK krevdi eina upphædd fyri meg, og tann upp- hæddin var størri, enn Lille vildi rinda fyri ein leikara, sum kortini er ókeypis um fimm mánaðir, og tað er so tað. Hóast hann sostatt tykist avkláraður um støðuna, so skerst ikki burtur, at tað er ein vónbrotin Todi Jónsson, sum nú aftur venur við liðfeløgunum í FCK. - Tað sigur seg sjálvt, at eg eri skuffaður. Í øllum førum hevði eg vónað, at FCK hevði sýnt eitt sindur meira av vælvild, nú eg hevði møguleikan fyri at skifta felag. Teir høvdu fingið nakað av peningi fyri meg, og teir høvdu spart mína løn í fimm mánaðir, so tað burdi kunna loyst seg, og eftir seks ár í felagnum hevði eg so eisini vónað, at teir sýndu mær nakað av vælvild. Tað kann eg so bara staðfesta, at teir ikki gjørdu, men hinvegin, so eru hetta treytirnar. Professionellur fótbóltur snýr seg fyrst og fremst um pengar. Forðaði dreyma- sáttmála Tað er tó ikki bert ímillum feløgini, at tosað verður um pengar. Sum ver man, so fáa leikararnir eisini nakað í sín part, og tó at Todi og Lille enn ikki høvdu tosað um persónligu sáttmála- viðurskifti hansara, so dylir Todi ikki fyri, at hetta vildi verið ein góður møguleiki. - Franska ligan er jú millum tær allar sterkastu í Europa, og í øllum førum væl sterkari enn tann danska. Traditionelt hevur Lille eisini staðið seg væl her, og eitt nú vóru teir við í Champions League fyri einum ári síðani, og sjálvt um teir hava havt sínar trupulleikar í ár, so hevði hetta verið ein risa møgu- leiki hjá mær. - Enn var tað ikki komið so langt, at vit høvdu tosað um sáttmála, men eg kendi útgangsstøðið, og eri ikki í iva um, at tað hevði borið til at fingið eina semju um sáttmála, sigur Todi, sum tó ikki vil siga, hvat útgangs- støði talan var um. Men tað er tó lítil ivi um, at ein slíkur sáttmáli vildi givið Toda eina væl hægri løn, enn hann í løtuni fær í FCK. Gaman í er FCK uttan iva tað felagið í Dan- mark, sum hevur best løntu leikararnar, men á euro- peiska meginlandinum er talan um heilt aðrar upp- hæddir, tá tosað verður um leikaralønir. Einki er at ivast í, at Todi er millum teir leikarar í Danmark, sum verða rokn- aðir fyri at hava forvunnið hampuliga nógv við fót- bóltsspælinum. Sum 31 ára gamal hevði Todi helst sjálvur vónir um, at hann við einum seinasta sáttmála kundi tryggja sær eina fíggjarliga óhefta framtíð, men tað var so ikki í hesum umfarinum, at tann dreym- urin gjørdist veruleiki. Fer at stríðast í FCK Beint sum tað gjørdist greitt, at ætlaða skiftið ikki varð av nøkrum í hesum umfarinum, segði umboðs- maðurin hjá Toda, at partarnir ikki hava slitið alt samband. Ætlanin er, at Todi og Lille skulu tosa saman aftur eina ferð í apríl mánaði, men sjálvur er Todi eitt sindur ivandi, tá tosið kem- ur inn á hetta. - Tað er rætt, at vit skulu tosa saman aftur, men fyri tað er langt ífrá víst, at nakað fer at spyrjast burtur úr til ta tíð. Tað er jú so nógv, sum kann henda. Eg havi kanska ein skaða. Teir hava kanska keypt ein annan álopsleikara, ella okkurt heilt triðja kann vera hent. - So fyri fyrst má eg bara nýta alla mína orku her. At FCK ikki bara vildi sleppa mær uttan víðari sigur kanska eisini nakað um, at teir hava ætlanir um at gera nýtslu av mær. Enn er so eingin nýggjur áleypari keyptur. Og tað tykist heilt víst, at Todi ætlar at gera sítt allar ítarsta, til tess at fáa spælitíð á liðnum hjá FCK. - Nú kann eg sjálvandi ikki siga, hvussu framtíðin verður, men eg ætli mær so ikki at ganga og lúnast í fimm mánaðir. Tað kemur so neyvan nakað gott burturúr. Eg havi eitt hálvt ár eftir av sáttmálanum við FCK, og tað má eg so bara nýta so væl sum gjørligt, sigur Todi Jónsson at enda. Todi verður í FCK - Eftir seks ár í felagnum hevði eg so eisini vónað, at teir sýndu mær nakað av vælvild, helt Todi, sum nú kortini má verða í FCK komandi fimm mánaðirnar 23 22 Nr. 23 - 4. februar 2003 Feskasta blaðið í før- oyska blað- heiminum er Ð, sum stílar eftir teimum ungu lesar- unum. Fyrsta blaðið kom út fyri jól, og næsta blaðið kemur út miðskeiðis í hesum mánaðinum. Tað er Jógvan á Høvd- anum (y) í Klaksvík, sum er blaðstjóri og útgevari av blaðnum. – Fyrsta blaðið fekk góða móttøku. Nógv hava keypt tað, so grundarlag er fyri at halda fram, sigur Jógvan. Hann er fastur gestur til Prix-um- førini í Fugla- firði. Hann ger interview við bólkarnar, og tey verða g r undarlag undir sam- røðum í komandi bløðum. Ð kemur út annan hvønn mánað. Ein týðandi partur av pallframførslu er gott ljós, og tað verður nokk so fitt burtur úr ljósinum til Prixið. Eini 40 lampur vóru í brúk leygarkvøldið, og hetta eru ljós, sum Mentanarhúsið eigur, og sum teir hava fingið til vega frá øðrum. Mentanarhúsið hevur keypt nýggjan pult til at stýra ljósinum. Hesin er ikki tikin í nýtslu enn, so ein annar pultur er leig- aður til fyrstu umførini. Ljós í myrkri Eitt Ð skal til Samson við fullari ferð Høgra hond hjá leiðaranum í Mentanarhús- inum í Fugla- firði er gøtu- maðurin Sam- son Nesá, sum stendur fyri øllum tí prakt- iska arbeiðnum í húsinum. Hann er í gongd megin- partin av døgn- inum, tá ið Prix-kappingar- nar eru í Fugla- firði. Nógv er at gera, og Samson brúkar lítla og onga tíð á afturpartinum. Hann er alla tíðina í gongd, og soleiðis var eisini leygarkvøldið. Pyjamastónleikari. Tað var nakað serligt við sangaran- um í bólkinum Speaker, sum var ein av teimum fimm bólkunum í 2. Prix- umfarinum. Ungu menninir í bólk- inum, sum íðin hevur vant í Margarinfabrikkini sein- astu tíðina, løgdu nógva orku í framførsluna leygar- kvøldið, men hesaferð vóru teir ikki millum bólkarnar, sum komu víðari. Sangarin í bólkinum gjørdi tó vart við seg, tá ið hann kom á pallin í py- jamas. Tað var ikki tí, at hann var linur, men heldur komst tað av góðum hug- flogi og royndini at gera nakað øðrvísi. Tað er vanligt, at bólkar og tónleikarar taka óvanlig klædnaplagg í brúk fyri at leggja okkurt afturat tón- leikinum. Sang í náttklæðum Ein av villmonnunum á pallinum í Fuglafirði leygarkvøldið var breti. Holgar Jacobsen og hansara menn spældu lættan – og ikki villan – popptónleik, og maðurin, sum tók sær av at buka trummurnar, var tónleikalærarin Steven Foggin. Og bretski tónleikarin gjørdi ikki villmenninar tamari við sínum sláttri. Villmenn við breta Sjónvarp Føroya sendir eisini frá Prix Føroyum, og aftur í ár er tað Trónd- ur Vatnhamar, sum stend- ur fyri sendingunum. Hvørt mikukvøld eftir tey innleiðandi umførini sendir SvF ein knappan tíma við Prix-tilfari, brot úr framførslum, prát og annað. Fyrsta Prix-sendingin, sum varð send fyri lítlari viku síðani, var ikki so nógv merkt av skemtilig- um innsløgum, sum sendirøðin í fjør var. Higartil hevur ein nakað meira álvarsligur tóni verið í sendingunum. Men tað er ongantíð langt til skemtiligu viðmerk- ingarar og spurningarnar, tá ið Tróndur Vatnhamar hevur mikrofonina um hendi. Vatnhamar á ferð Útvarp Føroya ger nógv burtur úr Prix Føroyum í ár. Almenna rásin sendir beinleiðis frá øllum teim- um innleiðandi umførunum í Fuglafirði, og har ber til at hoyra framførslurnar hjá teimum 29 bólkunum beinleiðis í Útvarpinum. Umframt vertirnar Bjarna Mohr og Rúna Jákupsson hava teir eisini ein frískan reportara í salinum. Tað er Kári Sólstein, sum tekur sær av at tosa við fólk og greiða frá, hvat hendir. Maðurin í salinum C M Y K 22