týsdagur 4. februar 2003síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 23 - 4. februar 2003
25
Klaksvíkingar vunnu
seg, eftir eitt væleydn-
að dupultumfar í
vikuskiftinum, fram-
um stóra bunkan av
toppliðunum í 1.
deild
TALV
Carl Eli
Nolsøe
Samuelsen
Átta umfør eru nú leikt,
tvey resta í, og enn er einki
avgjørt. Als ikki. Fram-
vegis er talan um fimm lið
sum øll kunna vinna FM-
heitið. Men greitt er at vent
er í holuni, tí ikki longur
eru tað havnarmenn sum
eiga fyrsta pláss, eftir dup-
ultumfarið í vikuskiftinum.
Klaksvíkingar
vunnu
tveir tryggar 3-1 sigrar,
ávíkavist móti hvalvíking-
um leygardagin, og sunnu-
dagin móti kollfirðingum.
Serliga hevur Ólavur Sim-
onsen víst tenn, og prógvað
seg sum ein verdugan topp-
telvara. Hann hevur nú heili
seks stig av átta møguligum
á fyrsta borði, og er hann
samstundis eisini toppskor-
ari á fremsta borði í deild-
ini. Talvið ímóti Hans
Kristian Simonsen sunnu-
dagin var eftir øllum at
døma ein sonn perla.
Eisini hevur Rani Nolsøe
vunnið sær nøkur kær-
komin stig, eftir at nærum
einki gekk honum til vild-
ars fyrstu seks umførini.
Rani vann í vikuskiftinum á
Finnbjørn Zachariassen, og
leikti javnleik móti Tor-
bjørn Thomsen. Veðrið var
ótespiligt sunnudagin, og
hetta viðførdi at kollfirð-
ingar máttu yvirnátta í
Klaksvík vegna veður. Væl
og leingi varð tí analyserað
eftir dystin.
Toftamenn klintra væl
rætta vegin
Ein 2-2 dystur og eitt 1-3
tap varð úrtøkan hjá fyrr-
verandi oddaliðinum úr
Havn. Javnleikurin móti
vestmenningum leygardag-
in eru teir neyvan nøgdur
við, serliga um vit hava í
huga, at teir hittu vest-
menningar uttan IM John
Rødgaard
á
liðnum
í
sjeynda umfari.
Dysturin millum havnar-
menn og toftamenn gav
sigur til útiliðið. Eitt heldur
óvæntað úrslit. Heimaliðið
var nakað skert. Tað tykist
sum um aftaru borðini hjá
toftamonnum nú eisini eru í
holtur við at slúka stig inn.
Olaf Berg vann á føroya-
meistaranum
frá
1987,
Boga Ziska. Olaf hevur
røkt fyrsta borðið (Martin
Poulsen burturstaddur) væl,
og hevur nú eftir eina
óstøðuga
byrjan
50%
skoru, fýra stig av átta.
Jens Kristian Hansen fær
ikki 100% skoru í ár. Tað
bleiv greitt eftir hansara
javnleik
móti Torbjørn
Thomsen í dystinum mill-
um toftamenn og kollfirð-
ingar í sjeynda umfari. Men
hinvegin vann drúgvi tofta-
maðurin aftur sunnudagin,
hesaferð á Herluf Hansen,
og hevur tí 7,5 stig av átta
møguligum. Einastandandi.
Umsíðir vann
Rødgaard
Seinastu 2-3 árini hevur
liðkappingin hjá einasta
altjóða meistara okkara,
John Rødgaard, ikki eydn-
ast væl. Ferðingin frá
Suðuroy til meginlandi
hvørt leikumfar troyttar
sjálvsagt, og hevur eitt nú
sína orsøk til gongd hans-
ara. Hann hevur tó at kalla
á hvørjum árið vunni taptu
ratingstigini innaftur í ein-
staklinga-FM og á Talv-
olympiadum, soleiðis at
hann eftir hvørt kappingar-
ár umleið heldur sær á
teimum 2300.
John vann sítt fyrsta talv í
liðkappingini ímóti Martin
Brekká, Hvalvík. Men lítið
hjálpti, tí vestmenningar
taptu hendan týðandi dyst
3-1. Teir muga nú við vissu
tungu leiðina niður í 2.
deild. Heili átta stig eru upp
til kollfirðingar á fimta
plássi. Spell fyri vestmenn-
ingar sum vunnu FM í fjør.
9. umfar verður leikt 02.
mars. Hetta kemst millum
annað av at, at NM fyri
unglingar verður hildið í
Føroyum í døgunum 14-16.
februar. Telvað verður í
Norðurlandahúsinum.
Talvfelagið Føroyar
heldur tørn
Fimta umfarið í vikuskift-
inum var at kalla eitt lagnu-
umfar fyri útisetarnir í
Keypmannahavn.
Mót-
støðuliðið var Helsingør,
sum vóru næstfremstir í
deildini, hálvt stig aftanfyri
okkara lið. Dysturin var
sera javnur, men við sindur
av viðvindi høvdu vit
vunnu dystin. Men so bleiv
ikki. Dysturin endaði 4-4.
Teir sum vunnu vórðu;
John Arni Nilssen, Eyðun
Nolsøe og Terji Petersen.
Javnleik fingu Carl Eli og
Finn Nøhr, meðan IM
Nicolaj Borge, Heini Olsen
og Heini Danielsen taptu.
Tvey umfør resta í, og í
mun til tey lið vit stríðast
við, hava vit bestu kortini.
Vit hitta nevnliga eitt botn-
lið og eitt miðlið.
Toppurin í 2. deild
Talvf. Føroyar
23,5
Helsingør
23,0
Hillerød
22,5
Fredriksberg
21,5
Einstøku úrslitini higartil:
IM Borge 3/5, John Arni
4/5, Heini O. 3,5/5, Eyðun
N. 2,5/3, Carl Eli 3/5, Heini
D. 2,5/5 Finn Nøhr 2/5,
Terji P. 2/5 og Arild
Rimestad 1/ 2.
Kasparov — Deep Junior
Ein serligur talvdystur verður leiktur í hesum døg-
um. Heimsins besti telvari ímóti heimsins bestu
talvteldu. Hetta ljóðar ikki ókent. Vit minnast jú til-
tikna dystin í 1997, tá Garry Kasparov tapti 3,5 —
2,5 ímóti Deep Blue.
Deep Blue er farin í søguna, men Deep Fritz og
Deep Junior eru talvteldur sum føra arvin víðari. Í
oktober megnaði Vladimir Kramnik ikki at basa
Deep Fritz. 4-4 bleiv úrslitið.
Kasparov vil nú av øllum alvi hevna seg inná tapið
í 1997 (tá hann telvaði óvanliga illa), og ikki minst
vil hann klára seg betur enn banamaður sín,
Kramnik. At leika móti talvteldum er als ikki tað
sama sum at telva móti kjøti og blóði. Kasparov er
kendur fyri at hava mentalan yvirvág og sterkar
nervar í mun til mótstøðumennirnir, men hesar
fyrimunir hevur hann jú ikki ímóti nýggjastu
talvtøknini.
Fýra talv eru leikt, av teimum seks talvunum sum
telvast skulu. Støðan er 2-2, eftir at Kasparov í øll-
um førum í trimum teimum fyrstu talvunum, hevur
havt byrjanar- og miðspæl fyrimunir. Men Deep
Junior hevur víst øgiligar verjueginleikar, serliga í
triða talvinum, har Kasparov hevði lítlan fyrimun
leingi, men við eitt leikti Kasparov skeivt í tíð-
neyðini og teldan fann við tað sama vinnandi leikin.
Kasparov vann fyrsta talvið, seinna talvið bleiv
javnt, Deep Junior vann sum sagt tað triða, meðan
fjórða talvið varð javnt.
Soleiðis vann Deep Junior á Kasparov....
Kasparov,G (2847) - Deep Junior
FIDE Man vs Machine WCh New York (3),
30.01.2003
1.d4 d5 2.c4 c6 3.Ric3 Rif6 4.e3 e6 5.Rif3 Ribd7
6.Fc2 (eins og í fyrsta talvinum. Ein byrjan sum tá
gav Kasparov góðan fyrimun) 6...b6 7.cxd5 exd5
8.Bd3 Be7 9.Bd2 0—0 10.g4! (Here we go! Sum í
fyrsta talvinum langar Kasparov g-finnuna fram í
eldin, og byrjar eitt álop) 10...Rixg4 (alt annað vildi
verið ov passivt) 11.Rg1 Ridf6 [11...Rigf6 tykist
meira nátúrligt, men teldan er jú ikki av gjørd úr
náttúru...] 12.h3 Rih6 13.e4! dxe4 14.Bxh6 exd3
15.Rxg7+ [15.Bxg7 Rig4 og ein sera óklár støða
uppstendur] 15...Kh8 16.Fxd3 Rg8 17.Rxg8+
Rixg8 18.Bf4 f6! (ein verjuleikur sum vil nakað.
Hvíti riddarin má ikki sleppa ov lætt í álop) 19.0—
0—0 Bd6 20.Fe3 Bxf4 21.Fxf4 Bxh3! Herfrá telvar
teldan absolut feilfrítt verjuspæl 22.Rg1 Fb8 23.Fe3
Fd6 24.Rih4! (Kasparov roynir at seta lítið trýst í
gongd, og hetta eydnast eisini) 24...Be6 25.Rh1
Rd8 26.Rig6+ Kg7 27.Rif4 Bf5 28.Rice2 (næsti
riddarin á veg til kongasíðuna) 28...Rie7 29.Rig3
Kh8 30.Rixf5 Rixf5 31.Fe4 Fd7
(her hava vit kristisku støðuna. Kasparov er í
tíðarneyð, men hevur higartil telvað væl, og hevur
gott spæl fyri finnuna. Rig6+ Kg7 Rif4 Kh8 osv er
lætt remis. Men....so hendir hetta) 32.Rh5? Rixd4!
[32...Fxd4 33.Rxh7+ Kxh7 34.Fxf5+ Kh8 35.Fh5+
Kg8 36.Fg6+ Kh8 37.Fh5+ Kg8 38.Fg6+ var ætlan
Kasparovs...] 33.Rig6+ Kg8 34.Rie7+ Kf8 35.Rid5
[35.Rxh7 var planin, men Kasparov yvirsáð hetta:
35...Nb3+ 36.Kc2 Na1+ 37.Kc3 Fd2+ 38.Kc4 b5+
39.Kc5 Fd6# kanska ikki so merkilgt at hann
yvirsáð hetta mát í sínu tíðarneyð] 35...Fg7 36.Fxd4
Rxd5 ( 37.Rxd5 cxd5 38.Fxd5 Fg5+) 0—1
Vend kom í toppinum
John Rødgaard vann hesaferð sítt talv, men tað hjálpti lítið hjá føroyameistarunum úr Vestmanna, sum nú mugu eina deild
niður til komandi kappingarár
25
24
Nr. 23 - 4. februar 2003
Eitt óvanliga væl
tendrað Kyndils-lið
gav strandingum ein
knall-harðan dyst
sunnudagin, og
spenningurin frá
hesum gevur vón um
eina spennandi
steypafinalu
leygardagin
MANSHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað var undanfrumfram-
sýning (puha!) upp á
steypafinaluna, tá StÍF
vitjaði Kyndil sunnudasgin.
Hetta eru júst tey bæði
liðini, sum komandi leygar-
dag skulu spæla steypa-
finalu, og tá dómaraparið
eisini var hitt sama, sum
skal døma tnan dystin, so
vóru karmarnir meinlíkir
teimum, sum eru um eina
viku.
Ferðin tóktist
avgerandi
Og lat tað verða sagt alt fyri
eitt. Verður talan um ein
líknandi
dyst
komandi
leygardag, so verða áskoð-
ararnir ikki snýttir, tí sam-
anumtikið var talan um ein
av mest undirhaldandi dyst-
unum, sum hava verið hetta
kappingarárið.
Kyndil hevur annars havt
sínar trupulleikar í ár, men
hesaferð byrjaðu teir við
buldur og brak. Uppskriftin
tóktist heilt einfalt at seta
ferðina í topp frá fyrsta
bríksli, og móti óvanliga
væl tendraða Kyndils-lið-
num tóktist strandingarnir
fyrstu løtuna mest sum
skelkaðir.
Har var tó ein lítil vansi
við
spæliætlanini
hjá
Kyndli. Um leikferðin er
einasta barometur, so helst
einki lið í landinum sterkari
enn júst StÍF, og tá teir fyrst
høvdu fótað sær, so gav
hetta eisini at bíta.Við
leikandi venjaranum sum
skipara, og Sveini Justinus-
sen sum skarprættara kom
Kyndils-verjan ferð eftir
ferð undir trýst, og so hvørt
sum minuttirnir gingu,
vendist dysturin eisini.
Bardu seg aftur
Seinastu minuttirnar undan
steðginum tóktist tað eina-
mest vera ein spurningur
um, hvussu stór leiðslan hjá
gestunum
skuldi
vera,
meðan frustratiónirnar á
grønu leikarunum gjørdist
alt sjónligari. Og fyrstu
løtuna eftir steðgin tóktist
hetta bara at halda fram.
Men talan var kanska
ikki bert um frustratiónir.
Onkursvegna
var
hetta
eisini úttrykk fyri, hvussu
nógv kyndilsmenn løgdu í
dystin, og kanska ikki
minni, hvussu nógv teir
løgdu í at vísa StÍF, at hóast
teir eru oddalið, so skulu
teir ikki rokna við nøkrum
løttum dysti, tá steypa-
finalan er á skránni.
Og prógvið fyri, at tað
var so, kom eisini seinasta
korterið av dystinum. StÍF
hevði tá eina leiðslu upp á
seks mál, og gekk alt eftir
bókini, so átti dysturin helst
eisini at veri avgjørdur við
hesum. Men Kyndil vildi
tað
øðrvísi.
Áhaldandi
hildu teir á at stríðast, tað
var ikki sørt, at hetta ør-
kymlaðu
strandingarnar.
Teir vóru mest sum at sam-
meta við ein nevaleikara,
sum hevur tveitt øll síni
harðastu sløg eftir mót-
støðumanninum, men tá
hesin kortini reisist aftur
hvørja ferð, fer ráðaloysi at
valda.
Og strandingar tóktust
júst ráðaleysir, móti áhald-
andi fysiska spælinum hjá
Kyndli.Í løtum høvdu teir
ivaleyst eisini grein í, at
dómararnir
kundu
sett
harðari inn, men tað varð
ikki gjørt, og sjálvir tóktust
gestirnir so hvørt at gerast
alsamt moyrari.
Úr 17-23 vann Kyndil
seg fyrst upp á javnt, 24-24,
og tá Janus Einar Sørensen
so av strikuni sendi bóltin í
kassan, vóru eingi mørk
fyri fagnaðinum av áskoð-
araplássunum.
Og
tá
strandingar so heldur ikki
fingu mál í næstu royndini,
átti alt at ligið opið hjá
grønu
monnunum. Við
einum longum álopi høvdu
sannlíkindini fyri einum
sigri í øllum førum verið
størri, men tá Jacob Jóns-
son eftir bert fáum sekund-
um sá sær ein møguleika,
royndi hann at avgera
dystin. Skotið brast tó á
stongina, og tá Artur Jo-
hansen í seinasta stranda-
álopinum vann sær brots-
kast, mundu øll í høllini
halda ondini.
Alexandur Johansen varð
settur at skjóta, og hóast
trýstið var stórt, so helt
hann høvdið kalt, tá hann
sendi heilt niður við vinstra
stólpa. Kyndil hevði bert
sekundir
eftir
at
taka
seinasta stikkið, og tað var
ov lítið.
Finaluspenningur
Við atlitið til landskapp-
ingina, so er einki at ivast í,
at hetta gjørdi spenningin í
oddinum enn størri, nú øll
tey trý fremstu liðini hava
mist stig har, sum tað
annars ikki var væntandi.
Atlitið til steypafinaluna
var tó kanska tað, sum
vigaði meira hendan dagin
hjá áskoðarunum, og einki
er at ivast í, at hesi nú hava
alla orsøk til at gleða seg til
eina
spennandi
finalu.
Megna kyndils-menn enn
einaferð at seta seg eins væl
upp, er í øllum førum einki
at ivast í, at talan verður um
ein sera truplan dyst hjá
StÍF, har teir fáa tørv á
øllum teimum dygdum,
sum fram til nú hava ført
teir fram í hondbóltsoddin.
Har verður talan um
Johan móti Marian, Jacob
móti Costin, Finnur móti
Sveini
og Artur
móti
Høgna. Stutt sagt, so verður
leygardagurin dagurin, har
hvør einasti leikari skal
geva seg fult út, um talan
skal gerast um steypasigur
til hansara lið, og tað er í
øllum førum eitt gott út-
gangsstøði undan einari
finalu.
Dysturin í tølum
Kyndil-StÍF 25-25 (12-15)
Málskjúttar:
Kyndil: Jacob Jónsson 8,
Hans Áki Dal-Christiansen
4(1), Janus Einar Sørensen
3, Høgni Klein 3, Heini
Bendtsen 3, Ken Zacha-
riasen 2, Finnur Hansson 2
StÍF: Sveinur Justinussen
9(2), Alexandur Johansen
4(1), Artur Johanen 3,
Costin Dumitrescu 3, Bent
Djurhuus 2, André F. Dan-
ielsen 2
Brotskøst: Kyndil 3, StÍF 3
Útvísingar: Kyndil 2, StÍF
5
Dómarar úr Neistanum:
Sámal Hansen & Kristian
Johansen. Kundu kanska
verið meira konsekventir at
tveita út í løtum, men fyri
undirhaldsvirðið í dystin-
um valdu teir tíbetur at lata
spælið koyra sum longst,
áðrenn fingrarnir vórðu
nýttir.
Kyndil-stÍF 25-25 (12-15):
Spennandi finala í væntu
Tað var kanska fyrst og fremst Kyndil, sum var garantur fyri hørðum fysisikum spæli sunnudagin, men sum myndin vísir, so dugdu gestirnir tó eisini at taka eitt
tak tann vegin
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
24