Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-04, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. februar 2003síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 23 - 4. februar 2003 27 Kyndil fekk í evstu løtu togað sigurin á StÍF heim, men dyst- urin varð í longum løtum nógv meira spennandi, enn hann nýttist at vera KVINNUHONDBÓLTUR Jákup Mørk Eftir tvey ár í gloymskuni tykjast kyndilskvinnurnar nú av álvara at vera í ferð við at ota seg upp ímóti før- oysku hondbóltstindunum. Sunnudagin høvdu tær vitj- an av StÍF, og tey bæði stigini, sum hetta kastaði av sær, førdu Kyndil upp á triðja plássið í stigatalvuni, og so ovarliga hava tær ikki verið, síðani á heysti í 1999. Málverjin bjargaði Tað var tó um reppið, at Kyndil als ikki fekk nakað burtur úr dystinum móti StÍF. Ein uppgáva, sum í nógvar mátar gjørdist mun- andi torførari, enn hon nýtt- ist at vera. Ikki minst tí StÍF í nógvar mátar hevur eitt nógv betri kollektiv enn Kyndil. Eitt kollektiv, sum tó fekk eitt álvarsligt skot fyri bógvin, tá Alina Olaru fekk sína triðju útvísing tíðliga í seinna hálvleiki. Serstakliga fyrsta korter- ið ella so var sjónligt, at Kyndil hevði stórar trupul- leikar av hart arbeiðandi og væl stríðandi mótstøðuliðn- um. Til tíðir sá tað mest sum leikandi lætt út hjá gestunum, tá tær við toli hildu fast í verjupartinum, fyri síðani at revsa uttan náði, tá Kyndil hevði spilt sínar møguleikar. Og var tað ikki fyri Fríðu Petersen, sum bara tykist gerast betri fyri hvønn dystin hon spæl- ir í ár, so kundi væl verið, at Kyndil longu fyri steðgin hevði mist meira, enn gott var. Bjargingarnar frá henn- ara síðu bóru við sær, at Kyndil spakuliga fekk um endan, og tá StÍF so beint fyri steðgin mátti spæla við tveimum í undirtali, fekk Kyndil togað seg upp aftur á javnleik. Dýr útvísing Av teimum báðum útvís- ingunum beint fyri steðgin, átti Alina Olaru aðra, sum var hennara næsta í dystin- um. Og tað var skjótt greitt, at Kyndil hevði lagt hetta til merkis. Snildisliga settu tær lágbeintu Ileanu Mano- lescu beint á meira langlim- aðu Alinu, tá seinni hálv- leikur byrjaði, og tað gekk heldur ikki leingi, áðrenn hetta gav úrslit, og so mátti StÍF vera kanska mest týð- andi leikaran fyriuttan rest- ina av dystinum. Men hóast hetta, so tók tað sína tíð, áðrenn Kyndil fekk veruliga yvirtakið í dystinum. Frágreiðingarnar kunnu vera so nógvar, men ein teirra er ivaleyst, at Kyndil í ovurstóran mun leggur ábyrgdina fyri dystin á herðarnar á einum leik- ara. Eingin ivi er um, at Lotte Sørensen er millum mest gávaðu leikararnar í føroyskum kvinnuhond- bólti, og fáur – um nøkur – kann sum hon avgera ein dyst, tá lagið er hitt rætta. Men tað er merkisvert, at Kyndil við leikarum sum Annika Ljósstein, Ileanui Manolescu og nú eisini Sonju Smioljic, ikki eisini leggur ábyrgd á hesar. Júst Sonja var annars kanska leikarin, sum skapti munin, tá hon varð send á vøllin í seinna hálvleiki. Kanska er hon enn ikki spæld inn á liðið (og tað verður hon ikki av beinkinum), men kropsliga styrki hennara tóktist avgerandi, tá hon varð sett inn á strikuna, og við trimum royndum sendi trý mál í kassan aftan fyri annars væl spælandi StÍF- málverjan. Mistu á stokkinum Hetta var viðvirkandi til, at Kyndir fyri fyrstu ferð í dystinum fekk togað seg framum, og so ráddi um at halda fast. Hetta vísti seg tó at vera sera trupult, tí hóast mansverju av Astu Petrau- skiene, so kundi hendan ikki nýtast við tríggja metra kast, og tá StÍF ferð eftir ferð framvegis sýndi tol í álopspartinum, so slapp stóri litavin fleiri ferðir at royna seg, og so var ikki stórvegis, sum Kyndil kundi gera. Og spenningurin helt sær heilt fram til seinasta min- uttin, men tá sama Asta við støðuan 27-26 misnýtti brotskast, var liðugt. Í næsta álopinum skoraði Kyndil, eftir at leikararnir høvdu vunnið returbólt, og so var liðugt. Tað kann kanska viðmerkjast, at dómararnir kanska vóru dekan ov skjótir at bríksla, tá StÍF fekk seinasta brotskasti, soleiðis at tær samstundis mistu eitt mál, men tað kunnu tær hjá StÍF ikki nýta til nakað. Stðafestingin var, at dysturin var taptur. Partur av oddinum Fyri StÍF merkir tapið ivaleyst, at tær nú eru heilt úti úr heiðursmerkjastríðn- um, sum tær annars hava verið partur stóran part av árinum. Enn er alt tó ikki liðugt í so máta, tí við eitt sindur av hepni ber til at vinna seg aftur í hetta, tá komandi dystirnir móti ávíkavist Stjørnuni, Tjaldri og Neistanum eru á skránni. Hjá Kyndli man lagið hinvegin vera gott, nú liðið loksins tykist gerast partur av hondbóltsoddinum aftur. Enn er ikki rættiligt sam- band upp til VB og VÍF, men sum kappingin hevur verið í ár, er tað helst eisini fyrst og fremst bronsan, sum Kyndil kann fáa fatur á. Skal talan gerast um meira, so verður í øllum førum neyðugt við fullari úrtøku, tá VB kemur á vitjan í næsta dystinum. Dysturin í tølum Kyndil-StÍF 28-26 (14-14) Málskjúttar: Kyndil: Lotte Sørensen 11(4), Marjun Tróndarson 4, Sonja Smiljic 3, Ileana Manolescu 3, Heidi Maria Akselsen 3, Ann Mari Wang 2, Jensia Petersen 2 StÍF: Asta Petrauskeine 10(2), Anna B. Danielsen 4, Sunfríð B. Jacobsen 3, Poula D. Olsen 3, Anna Maria Berthelsen 3, Alina Olaru 2, Elin JAcobsen 1 Brotskøst: Kyndil 5, StÍF 3 Útvísingar: Kyndil 4, StÍF 4 Diskvalifikatión: StÍF 1 (3X2 minuttir) Dómarar úr Neistanum: Sámal Hansen & Kristian Johansen. Hóast smávegis brek altíð kunnu finnast, so fingu teir fyri tað mesta dystin at glíða. Kyndil-StÍF 28-26 (14-14): Nú hómast heiðursmerkini Sonja Smiljic hevur enn ikki fingið nakað serligt av spælitíð - og tí heldur ikki so stóran týdning fyri Kyndil - men sunnudagin var hon millum mest avgerandi leikararnar, tá Kyndil miðskeiðis í seinna hálvleiki togaði seg framum StÍF Mynd: Álvur Haraldsen 27 26 Nr. 23 - 4. februar 2003 Áki Mørk stóð aftan fyri ikki færri enn 17 av neistamálunum, tá Neistin í einum spennandi dysti knógvaði avbjóðar- unum úr KÍF MANSHONDBÓLTUR Jákup Mørk Alt árið hevur Neistin verið ein hampuliga óvæntaður partur av oddastríðnum. Eftir tapið fyri H71 í sein- asta umfarinum var hetta tó eitt heiti, sum var komið í vanda. Kollfirðingar hava nevnliga fleiri ferðir hótt við at taka seg heilt fram í oddin, og sunnudagin høvdu teir kanska besta møguleikan av øllum til tess. Ikki minst eftir at vestmenningar taptu fyri H71 dagin fyri. Alt datt á gólvið Tað var eisini heilt leingi, at tað var KÍF, sum hevði munin í dystinum. Allan fyrra hálvleik vóru tað teir, sum settu kósina, og tó at Neistin royndi at fylgja við, so gekst hetta ógvuliga striltið. Ikki minst takkað verið einum framúr væl spælandi Óla Krisitan Djurhuus í KÍF-málinum. Í hinum endanum dúvaðu kollfirðingar sum vant í stóran mun upp á óhugna- ligu skotstyrkina hjá Damir Oros, og kvika bóltspælið hjá Mirko Milenkvic, sum avgjørt er ein bóltsnillingur í serflokki.. Soleiðis vóru kollfirð- ingar á odda, tá farið varð til hálvleiks, men tað var tó skjótt, at hetta varð tveitt fyri borð. Fyrstu fýra minuttirnar av seinna hálv- leiki vunnu neistamenn 6- 1, og so skuldi tað alla tíðina gerast tungt. Eina løtu sá út til, at teir skuldu komu heilt framat Neist- anum, men tá høvdu teir ikki roknað Áka Mørk við. Meðan kollfirðingar av ymsum slag royndu at fylgja við, skeyt Áki ikki færri enn seks fylgjandi mál, soleiðis at Neistin alla tíðina hevði nevið framman fyri. Og tá KÍF móti dystar- enda endiliga fekk tipt skotini frá Áka, sendi Neistin næsta trumfin inn. Kári Mortensen hevur hóast aldurin framvegis framúr hondbóltsevni, og nú tørvurin var størstur, var tað hann, sum við trimum av seinastu fýra málunum syrgdi fyri, at KÍF einki fekk burturúr. Hóast teir við sigrinum á KÍF hildu fast um ein sess í oddinum, so skerst ikki burtur, at hetta vikuskiftið eisini mundi harma neista- menn nakað. Soleiðis sum úrslitini háttaðu seg, mundi iðranin um tapið fyri H71 í øllum førum ikki gerast minni. Við tveimum stigum afturat, hevði Neistin nevn- liga verið einsamalt oddalið í dag, men hinvegin, so sig- ur hetta helst eisini nakað um, hvussu jøvn besta mansdeildin er í ár. Og tó at kollfirðingar enn ikki hava fingið fast sam- band við oddin, so kunnu teir eisini vera við til at økja um hendan spenn- ingin. Tað eru bara trý stig upp til bronsuplássini, men skulu hesi røkkast, so er tað nú um at verða seinasta útkall. Teir báðir komnandi dystirnir hava uppgerðir móti VÍF og StÍF við sær, og fyri kollfirðingar veldst ivaleyst nógv um, hvussu hesir báðir dystirnir verða háttaðir. Dysturin í tølum KÍF-Neistin 29-30 (14-13) Málskjúttar: KÍF: Damir Oros 10(3), Mirko Milenkvic 5, Petur Martin Poulsen 5, Vagnur Johannesen 3, Regin Peter- sen 3, Jónálvur Johannesen 3 Neistin: Áki Mørk 17(7), Kári Mortensen 3, Dia Midjord 2, Dann Thor- leifsson 2, Morgan Kneevic 2, Helgi Justinussen 2, Ragnar Stakksund 1, Jón Ludvig 1 Brotskøst: KÍF 3, Neistin 7 Útvísingar: Neistin 3 Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Eyðun Samuelsen. 1. deild 7. umfar Heima Úti Stig HT VT 2-2 Olaf Berg John Jacobsen 1-0 Herluf Hansen Samson Højgaard 0-1 Haldur Suni Johansen Jákup á Rógvi Andreasen 0-1 Suni Merkistein Niels O. Durhuus 1-0 KT TT 2-2 Hans Kristian Simonsen Bogi Ziska 0,5-0,5 Torbjørn Thomsen Jens Christian Hansen 0,5-0,5 Eyðálvur Johannesen Wensil Højgaard 1-0 Grettir Djurhuus Andreas Andreasen 0-1 TFS KTF 1-3 Martin Brekká Ólavur Simonsen 0-1 Finnbjørn Zachariassen Rani Nolsøe 0-1 Bergur Magnussen Finnbjørn Vang 0-1 Gunnar Joensen Tummas M. Anthoniussen 1-0 1. deild 8. umfar Heima Úti Stig TT HT 3-1 Bogi Ziska Olaf Berg 0-1 Jens Christian Hansen Herluf Hansen 1-0 Wensil Højgaard Óli Joensen 1-0 Andreas Andreasen Jákup Thomsen 1-0 VT TFS 1-3 John Rødgaard Martin Brekká 1-0 John Jacobsen Finnbjørn Zachariassen 0-1 Jákup á Rógvi Andreasen Bergur Magnussen 0-1 Rógvi Hansen Gunnar Joensen 0-1 KTF KT 3-1 Ólavur Simonsen Hans Kristian Simonsen 1-0 Rani Nolsøe Torbjørn Thomsen 0,5-0,5 Tummas M. Anthoniussen Eyðálvur Johannesen 1-0 Ingolf Gaard Grettir Djurhuus 0,5-0,5 Støðan í 1. deild eftir 8. umfar Lið Stig 1. KTF 19,0 2. TT 18,0 3. TFS 17,0 4. HT 17,0 5. KT 16,5 6. VT 8,5 2. deild - 7. umfar Heima Úti Stig HT 2 VT 2 2,5-1,5 RT ST 0,5-3,5 HT 3 KTF 2 1,5-2,5 2. deild - 8. umfar Heima Úti Stig VT 2 RT 1,5-2,5 KTF 2 HT 2 2,5-1,5 ST HT 3 4-0 Støðan Lið Stig 1. ST 24,0 2. RT 18,5 3. KTF 2 17,0 4. HT 2 14,0 5. VT 2 12,0 6. HT 3 10,5 Tað er sjáldan, at ein ein- stakur leikari ger eitt somikið gott hál, sum Áki Mørk gjørdi í dystinum móti KÍF sunnudagin. Vit skulu leita nærum trý ár aftureftir fyri at finna líkn- andi hagtøl, og eisini tá var talan um leikara hjá Neist- anum, og eisini ta ferðina var navnið á leikaranum Áki. 25. mars í 2000 eydnaðist nevnliga Áka Olsen at skjóta 17 mál fyri Neistan- um, tá Tjaldur var á vitjan í næst seinasta umfarinum, og tey árini, har hagtøl eru tøk, er í øllum førum eing- in, sum hevur skotið eins nógv mál. Altso ikki fyrr enn nú sunnudagin. Tey seytjan málini hjá Áka Mørk í dystinum móti KÍF sunnudagin eru Hetta var annars ellinta ferðin hesi seinastu fýra kappingarárini, at ein einstakur leikari hevur skotið 15 mál ella fleiri. Sum tað framgongur av yvirlitinum niðanfyri, so hevur Áki sjálvur ongan tíð verið á hesum hæddum áður. Sum sagt, so sýnir yvirlitið teir leikarar, sum hava skotið 15 mál ella fleiri í landskappingardysti tey fýra seinastu kappingar- árini. -jm 17 mál 2002/03: Áki Mørk (Neistin), KÍF-Neistin 1999/00 Áki Olsen (Neistin), Neistin-Tjaldur 16 mál 2001/02: Gabrielle Fekete (VB), StÍF-VB 2000/01: Simona Dziugyte (Sóljan), Sóljan Stjørnan 2001/02: Heini Joensen (Neistin), Neistin-H71 15 mál 1999/00: John Petersen (StÍF), VÍF-StÍF 2000/01: Gurið Mortensen (VB), Tjaldur-VB 2001/02: Bjarni Wardum (H71), StÍF-H71 2001/02: Heini Joensen (Neistin), VÍF-Neistin 2001/02: Asta Petrauskiene (Sóljan), Sóljan-Kyndil 2001/02: Ioana Rápa (VÍF), Sólljan-VÍF Metskjóting KÍF-Neistin 29-30 (14-13): Einmansavrik Dia Midjord var hesa ferð ein týðandi partur av Neistaliðnum, og saman við liðfeløgunum var fremsta uppgáva hansara at steðga stórskjúttanum hjá KÍF, Damir Oros Mynd: Álvur Haraldsen Áki hevur skrætt seg leysan og skorar enn eitt av sínum 17 málum í dystinum sunnudagin Mynd: Álvur Haraldsen Talvúrslit og støða C M Y K 26