týsdagur 4. februar 2003síða 15
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 23 - 4. februar 2003
29
Mjølnir-ÍF 3-0 (25-15, 25-19, 25-12):
Full ferð á Mjølni
Við sigrinum á ÍF
hava kvinnurnar hjá
Mjølni nú lagt seg
einsamallar á odda í
bestu kvinnudeildini
KVINNUFLOGBÓLTUR
Jákup Mørk
Flogbóltsfepurin er av álv-
ara um at raka Klaksvíkina.
At Mjølnir ikki eigur um-
boð í finaludystunum, nú
steypakappingin um stutta
tíð skal avgerast, mundu
mong taka sum tekin um, at
onnur feløg hava yvirhálað
sigursvandu klaksvíkingar-
nar, men enn hava hvørki
kvinnur ella menn givið
skarvin yvir.
Klassamnur
Við sigrinum á TB herfyri
syrgdu
kvinnurnar
hjá
Mjølni fyri, at dysturin um
FM fyrst og fremst skuldi
standa millum tær og ÍF, og
leygardagin var so odda-
dystur á skránni, tá ÍF kom
á vitjan.
Og skal metast eftir
hesum, so er eingin ivi um,
at Mjølnir nú er stórfavor-
ittur at vinna FM. Snøgt
sagt, so vundu tær burtur úr
ÍF, og tað var sjáldan sjón-
ligt, at talan her skuldi ver-
ið tvey javnt sterk lið, sum
stríðast um FM. Móttøkur-
nar hjá Mjølni, sum hava
koyrt væl seinastu dystir-
nar, riggaðu aftur hesa ferð
til fulnar, soleiðis at tær alla
tíðina høvdu ÍF undir stór-
um trýsti, og tá eingi mót-
vápn vóru at hóma, gav ÍF
so spakuliga skarvin yvir.
Einki avgjørt
Sum vera man, so var hýr-
urin í Klaksvík góður eftir
greiða sigurin, men hóast
tapið, so tóktust tær í ÍF als
ikki at hava mist alla vón.
- Enn er so einki avgjørt.
Hatta var bara ein av hasum
døgunum, tá einki gongst
eftir vild, og móti einum
liði sum Mjølnir verður lið-
ið revsað alt fyri eitt, um
ikki alt riggar, heldur Ann-
ika Rasmussen hjá ÍF.
Soleiðis er líkt til, at ÍF í
løtuni er um at raka okkurt
slag av niðurtúri, nú bert
tvær vikur eru eftir til
steypafinaluna, men so-
mikið svartskygd tykist
Annika tó ikki at vera.
- Nú fáa vit at síggja.
Komandi vikuskifti hava
vit Fleyr á heimavølli, og
tað skuldi helst givið nøkur
stig. Síðani kemur steypa-
finalan, og í landskapping-
ini eiga vit enn heimadyst
móti Mjølni tilgóðar, so har
er einki avgjørt. Vit hava
framvegis møguleikan at
enda ovast, men so hava vit
ikki ráð at missa nógv aft-
urat. Hvør tann einasti
dystur telur, og vit verða
snøgt sagt noyddar at geva
okkum fult út hvørja ferð,
og so síggja, hvussu langt
tað røkkur, sigur Annika at
enda.
Har var eingin ivi, tá ÍF var í
Klaksvík. Mjølnir var fleiri
klassar omanfyri, og hava við
sigrinum lagt seg einsamallar
á odda í bestu kvinnudeildini
Mynd: SáH
Við tapinum fyri
Drátti tykist tilveran
hjá KÍF í bestu
deildini av á hesum
sinn
KVINNUFLOGBÓLTUR
Jákup Mørk
Eftir at tað eitt skifti í
grundspælinum
sá
hampuliga ljóst út, hava
seinastu vikurnar bent alt
meira á, at tilveran hjá
KÍF sum fyrstudeildarlið
var av á hesum sinni.
Ikki minst eftir tapið
fyri Fleyr í fyrra dystinum
millum liðini í endaspæl-
inum hevur hetta tókst
sum ein staðfesting, og nú
Dráttur eisini slapp úr
Havnini við øllum stigun-
um, tykist seinasta orðið
vera sagt í so máta.
Tað er nevnliga so, at
skal KÍF vinna seg av nið-
asta sessinum, so er neyð-
ugt við sigri á Fleyr í
seinna dystinum millum
liðini, umframt at stig
eisini skulu vinnast aðra
staðni. Og á pappírinnum
var møguleikin fyri hes-
um seinna í øllum førum
størstur, nú Dráttur var á
vitjan.
Og KÍF royndi eisini
tað, tær vóru mentar, at
vinna neyðugu bóltarnar
leygardagin. Fyrsta settið
gekk av skrijðuni til, men
síðani vóru tær alla tíðina
væl við. Í longum løtum
fingu tær lagt trýstið yvir
á gestirnar, men tá mest
stóð á, megnaðu tær ikki
at halda fast, og tí gjørdist
talan enn einaferð um eitt
3-0 tap.
Tað er tó einki at ivast í,
at hóast niðurflytingin við
hesum tykist staðfest, so
fer KÍF eisini framyvir at
tosa við, tá talan er um
flogbólt í fremstu røð.
Felagið hevur í fleiri ár
havt góð úrslit at vísa á í
yngru deildunum, og við
royndunum, sum leikarar-
nir nú hava gjørt sær, er
lítið at ivast í, at roynt
verður eftir eini skjótari
afturvendan, tá kappast
verður í fyrstu deild
komandi kappingarár.
KÍF-Dráttur 0-3 (11-25, 20-25, 23-25)
Niðurflytingin
tykist staðfest
TB greiddi sín setning
í oddastríðnum, tá
tær vunnu tryggan
sigur á Fleyr
KVINNUFLOGBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað er einki at ivast í, at
støðan í løtuni er heldur
øðrvísi enn ætlað hjá
føroyameistarunum úr TB.
Undan kappingini varð
roknað við, at tær skuldu
hava ein aktivan leiklut
heilt frammi í oddinum, og
tó at tær enn ikki eru heilt
afturúrsigldar, so er teirra
leiklutur í løtuni partvíst
avmarkaður til áskoðara-
plássini í oddastríðnum.
Her mugu tær nevnliga
bíða eftir, hvussu innanhýs-
is dystirnir millum Mjølnir
og ÍF spæla av, fyri síðani
at greiða sína skyldu í øll-
um teimum eftirverandi
dystunum. Og enn hava tær
so greitt hendan seinasta
setningin.
Leygardagin
var
tað
Fleyr, sum var á vitjan á
Tvøroyri, og her var ongan
tíð nakar ivi. Leikliga
gjørdist talan ongan tíð um
ta stóru upplivingina, men
uttan at tær veruliga spentu
seg út, eydnaðist TB at
vinna ein sannførandi sigur.
Við hesum halda tær
altso framvegis stutt tjóður
í oddinum, og nú er so bara
at seta vónina á ÍF. Skal TB
enda fremst, er nevnliga
ivaleyst neyðugt við einum
ÍF-sigri á Mjølni í seinna
dystinum teirra millum,
umframt at TB skal vinna
heimadystirnar móti teim-
um báðum oddaliðunum.
Ein møguleiki er sjálvandi
eisini, at Fleyr, KÍF ella
Dráttur taka stig frá oddin-
um, men soleiðis sum
kappingin er háttað tykist
hetta ikki serliga sannlíkt.
Heldur ikki hóast Dráttur
argaði ÍF í grundspælinum.
Undan hesum hevur TB
tó eisini steypafinaluna at
hugsa um. Hon verður
ímóti ÍF annað vikuskifti,
og lítið er at ivast í, at nú
møguleikin fyri FM tykist
fjarða nakað, fara tvøra-
kvinnur at leggja nógv fyri
í royndum at vinna tann
dystin.
TB-Fleyr 3-0 (25-11, 25-19, 25-11):
TB eltir møguleikanum
29
28
Nr. 23 - 4. februar 2003
Væl smurda VB-
maskinan snøgt sagt
vant burtur úr VÍF
sunnudagin, og nú
tykist gullvegurin at
liggja púrasta opin
hjá VB
KVINNUHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Ein av absolutt avgerandi –
kanska tann avgerandi – í
FM-stríðnum í kvinnuhond-
bólti var leiktur í Vági
sunnudagin, tá VÍF kom á
vitjan. Meistararnir tey bæði
seinastu árini hava í ár havt
eitt sindur trupult við at liva
upp til avrikini frá seinnu
árunum, og tó at spælið
onkun tíð hevur verið ein
fragd fyri eyga, so 45u
óneyðug stig tveitt burtur
aðrastaðni, og tí hevur liðið
ongan tíð megnað at vunnið
seg heilt fram í oddin.
VB fann slóðina
Her hevur VB sitið so
hampuliga trygt alt árið, tó
at munurin onkun tíð er
tódnaður nakað nógv. Eitt
sindur løgið hevur tað ver-
ið, at hóast góðu gongdina í
úrslitunum, so hevur VB
sera sjáldan rakt stórspælið,
sum hevur gjørt tey til
kanska mest undirhaldandi
liðið seinnu árini. Heldur
hevur tað í fleiri dystum
verið ein blanding millum
sterkast útlendingar og
stríðsanda
hjá
hinum
leikarunum, sum hevur
borið sigrarnar við sær,
men sunnudagin rakti VB
aftur á slóðina.
Vi útgangsstøði í eini
krútsterkari verju og einum
væl leikandi málverja setti
VB tað so fyrr eyðkenda
kontraspælið í gongd, og tá
hetta ikki altíð var gjørligt,
royndu tær í stóran mun at
sýna umhugsni í álopspart-
inum, tó at tað her gjørdist
talan um fleiri villur av tí
meira óneyðuga slagnum.
Hesar kostaðu tó sjáldan
nakað serligt, og hampuliga
skjott stóð greitt, at her
skuldi vilja meira enn væl
til hjá VÍF, um nakað skuldi
spyrjast burturúr dystinum.
Eitt skifti í fyrra hálvleiki
høvdu tær eisini hug til at
taka seg nakað innaftur á
VB, men tá VB so aftur
togaði, tóktist VÍF mest
sum maktarsleyst.
Mansverjan hjálpti
ikki
Seinna umfarið var greitt,
at VÍF mest sum ikki visti
sær nakran útveg. Roynt
var við mansverju av teim-
um
báðum
útlendsku,
Daivu og Redu, hjá VB,
men hetta gav bert betri
pláss hjá kviku heimligu
leikarunum. Og tá VB
framhaldandi helt eins væl
fast í verjupartinum, øktist
munurin bara.
Sum minuttirnir gingu
gjørdist alt meira greitt, at
talan skuldi gerast um ein
rættiligan stórsigur til VB,
og sjálvt VÍF-leikararnir
máttu ásanna, at hetta ikki
var, sum tað plagdi at vera.
Hóast avgjørt, so slapst
ikki heilt undan dramatikki
seinastu løtuna. Í eini
gjøgnumbrotsroynd varð
Daiva Toumaite tikin nakað
harðliga, og hetta fekk alla
høllina, sum hon var, í kók.
Vágbingar vóru í øðini um,
at leikur skuldi fara so
harðliga fram, nú alt kortini
var avgjørt, og tey vóru eis-
ini alt annað enn væl nøgd
um, at dómararnir ikki
revsaðu hetta við reyðum
korti. Hvussu var og ikki,
so hildu dómararnir ikki, at
revsingin skuldi vera nøkur
serlig, og við sinninum í
kók kundu vágbingar hóast
alt fegnast um, at tey nú
eiga
avgjørt
fremsta
kvinnuliðið í landinum.
Vegurin opin
Og nógv bendir á, at vegur-
in til gullmerkini nú liggur
opin fyri VB. Tær eru nú
tvey stig framman fyri VÍF,
og hava ein dyst til góðar,
so í so máta áttu fortreytir-
nar at veri til staðar.
Enn eru tó fleiri torførir
dystir á skránni, og hesir
fara fyrst og fremst at vísa,
í hvønn mun VB er ført fyri
at átaka sær favorittleiklut-
in. Fyrstur av hesum er utt-
an iva tann í Havn móti
Kyndli, har VB ofta hevur
havt stórar trupulleikar,
men har tær vunnu greiðan
sigur í grundspælinum.
Síðani tá hevur Kyndil tó
fingið meira ferð á, og tí
verður spennandi at síggja,
hvussu leikur fer.
Undan hesum verður tó
talan um steypafinalu. Tá
verður mótstøðuliðið aftur
VÍF, og einki er at ivast í, at
vestmenningar til ta tíð
vilja prógva, at tær fram-
vegis hava nakað at siga,
meðan VB hinvegin skal
prógva, at tær veruliga eru
fremsta liðið í landinum.
Dysturin í tølum
VB-VÍF 25-16 (13-9)
Málskjúttar:
VB: Reda Kurkaskiene 7
(3), Laila Jepsersen 6, Gur-
ið Mortensen 5, Daiva Tou-
maite 4, Arnleyð Hjlem 2,
Rannvá Augustinussen 1
VÍF: Sóley Mikkelsen 5(3),
Alis Høghamar 3, Jacklin
Durhuus 3, Nicoleta Radu
3, Fríða Marjunardóttir 1,
Nicolina Eyðbjørnsdóttir 1
Brotskøst: VB 4, VÍF 4
Útvísingar: VB 1
Dómarar úr H71: Jákup
Símun Simonsen & Hallur
Danielsen.
VB-VÍF 25-16 (13-9):
VÍF fekk bank
VÍF fekk fyrsta avsmurningin
í fleiri ár, tá tær vitjaðu í
Vági, har ein sera væl skipað
VB verja stóð fyri mest sum
øllum, sum VÍF royndi
Mynd: Áki Bertholdsen
Enn er endalig avtala
ikki fingin upp á
pláss, men formað-
urin hjá NSÍ metir
sjálvur, at hetta fer at
koma í rættlag
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
NSÍ hevði í fjør sítt besta
kappingarár nakrantíð, tá
tað eydnaðist besta mans-
liði felagsins at vinna gull
í steypakappingini um-
framt silvur í landskapp-
ingini.
Í vetur hevur liðið tó
verið fyri hampuligari
stórari frágongd, og enn
eru tey í Runavík tí kanska
í iva um, hvat tey skulu
rokna við komandi kapp-
ingarárið. Serstakliga tyk-
ist verjuparturin tunnur,
eftir at tríggir av berandi
leikarunum her hava boð-
að frá, at teir ikkiv verða á
liðnum
komandi
árið.
Arnfinn Langgaard og
Djóni N. Joensen hava
báðir boðað frá, at teir ikki
longur hava møguleika at
røkja skyldurnar, sum
fylgja við fyrstudeildar
fótbólti, og Pól Thor-
steinsson verður í B36
komandi árið.
Enn hevur verið heldur
smáligt við tilgongdini,
men nú er so líkt til, at
B68 fær í øllum førum ein
nýggjan verjuleikara. Tal-
an er um Messias Perreira,
sum seinastu fimm árini
hevur leikt við B68.
Enn er ikki nøkur enda-
lig avtala gjørd millum
partarnar, men tá vit
sunnukvøldið fingu orðið
á formannin í NSÍ, Jákup
Mortensen, tóktist hesin
vera
hampuliga
bjart-
skygdur.
- Eg kann so bara vátta,
at vit hava tosað við
Messias, og hann tykist
vera áhugaður í koma
hendan vegin. Enn er so
einki endaligt avtala, men
eg rokni við, at vit fáa
hetta í rættlag, soleiðis at
hann verður partur av hóp-
inum komandi ár, sigur
Jákup Mortensen, og legg-
ur afturat, at hetta sum so
verður einasta innkeypið
hjá NSÍ í ár.
- Í løtuni er so einki ann-
að á tapetinum. Vit hava
fingið onkrar leikarar við-
aftur, sum áður hava verið
partur av besta liðnum,
men í aðrar mátar verður
helst ikki talan um til-
gongd, so tað verður fyrst
og fremst við okkara egna
fólki, at vit nú fara at
royna okkum, sigur for-
maðurin at enda.
Messias og NSÍ eru
heilt nær
C
M
Y
K
28