týsdagur 4. februar 2003síða 16
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 23 - 4. februar 2003
31
H71-VÍF 33-29 (16-14):
Hoyvíkingar meina tað
Eftir at teir farna
vikuskifti bastu
Neistanum, var tað
hesa ferð VÍF sum átti
tørn, og aftur her
sýndu hoyvíkingar, at
teir ikki bara eru
fastir stiggevarar
MANSHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
H71 mundi taka øll á bóli,
tá teir fyri góðari viku síð-
ani góvu Neistanum bank.
Mest nærliggjandi frágreið-
ingin var kanska, at Neistin
í alt ov stóran mun undir-
metti mótstøðuna, men tað
var helst ikki allur sann-
leikin.
Í øllum førum vóru vest-
menningar ávaraðir, tá teir
vitjaðu í Hoyvíkarhøllini
leygardagin, men hóast
hetta, so broytti tað ikki
pettið um úrslitið. H71
vann enn einaferð ein fýra-
mála sigur á einum odda-
liðið.
Vunnu í verjuni
Og tað er einki at ivast í, at
hvør størsta orsøkin til sig-
urin var. Frá fyrsta bríksli
løgdu hoyvíkingar nógv
fyri í verjupartinum. Ætlan-
in var púra greitt at órógva
stóru skjúttarnar hjá VÍF,
soleiðis at hesir ikki sluppu
nóg væl framat, og fyri tað
allar mesta eydnaðist hetta
eisini. Skotroyndirnar hjá
VÍF komu tískil ofta at vera
úr nógv størri fjarstøðu enn
tríggjametra strikan, og tá
hevði ein væl leikandi Levi
Nybo sjáldan teir heilt
stóru trupulleikarnir av at
verja fyri.
Alternativið
hjá
VÍF
kundi uttan iva verið, at
størri dentur varð lagdur á
vong- og strikuspælið, so-
leiðis at hoyvíkingar vórðu
kroystir í eina meira flata
verju, men hetta hendi ong-
an tíð í nóg stóran mun.
Kanska eisini tí vestmenn-
ingar als ikki høvdu roknað
við eini somikið framrætt-
aðari verju. Mistøkini í
álopsspælinum gjørdust al-
samt fleiri, soleiðis at hoy-
víkingar ferð eftir ferð
kundu revsa við skjót-
álopum.
Hildu fast
Leingi var gongdin eisini
tann, at munurin millum
liðini bara vaks javnt og
samt, men fram móti enda-
num av fyrra hálvleiki kom
tó vend í. Fyrst og fremst tí
Eli Müller í VÍF fann stór-
spælið fram eina løtu. Einar
fýra ferðir bjargaði hann, tá
hovyíkingar vóru púrasta
leysir, og hetta gjørdu lið-
felagar hansara sær dælt av,
soleiðis at munurin bert var
tvey mál, tá farið varð til
hálvleiks.
Tað var kanska væntandi,
at hetta eisini skuldi vera
byrjanin til eitt satt málrok
frá vestmenningunum, men
tað hendi tó ongantíð. Eina
løtu høvdu hoyvíkingar eitt
sindur ilt við at hava tamar-
hald á Áka Olsen, tá hesin
varð sendur á vøllin, men
so riggaði aftur. Uppskrift-
in var framhaldandi hin
sama við tøttum og ag-
gressivum verjuspæli, og so
við og við fánaðu vest-
menningarnir
burtur.
Spakuliga ásannaðu teir, at
hetta var ikki teirra dagur,
og tó at teir fingu pyntað
nakað um úrslitið seinastu
løtuna, so var ongan tíð
nakar ivi.
Landsliðsávirkanin
Sum sgat, so var tað fyrst
og fremst í verjupartinum,
at hoyvíkingarnir vunnu
dystin, men liðið hevur tó
meira enn hetta at bjóða
uppá. Í álopspartinum var
stílurin fyri tað mesta nógv
betri, enn hann hevur verið
hetta kappingarárið.
Gaman í vóru til tíðir væl
hjálptir av eini óvanliga
passivari VÍF verju, men
ein onnur høvuðsorsøk
mundi vera, at Uni Wardum
nú er vorðin leikandi venj-
ari, heldur enn bara venjari.
Kanska hevur hann ikki
sama kvikleika ella somu
skotstyrki sum teir, ið hann
dystast ímóti, men hond-
bóltsevnini lata seg tó ikki
fornokta. Fyri tað allar
mesta stýrdi hann tí, sum
hendi í álopspartinum hjá
VÍF, og tað var munandi
meira, enn at síggja til
troyttur Ingi Olsen megn-
aði, tá hann royndi seg sum
leikandi venjara hjá vest-
menningunum.
Yvirhøvur
tykist
tað
eisini so, at landsliðssteðg-
urin er komin munandi
betri við hjá hoyvíkingun-
um enn hjá VÍF. teir báðir,
Bárður Brimvík og Halgir
Dahl-Olsen, eru einastu
landsliðsleikarar hjá H71,
og fyri báðar tykist vera
galdandi, at teir í dag eru so
væl fyri, sum teir ongan tíð
áður hava verið.
Hjá vestmenningum tyk-
ist støðan verið júst hin øv-
ugta. Av teimum leikarum,
sum VÍF hevði á landsliðn-
um, tykist tað í løtuni bert
vera Áki G. Olsen, sum sýn-
ir spæl í landsliðsflokki.
Stuðulsleikarar, sum Ingi og
Áki Olsen umframt John
Zachariassen vóru allir við í
landsdystunum, hóast teir
kanska áttu at givið avboð
av ymsum ávum. Ivaleyst
tekin um, hvussu fegnir teir
vildu vera partur av hesum
stóru ávbjóðingum, men
spurningurin er tó, hvørt tað
ikki vildi verið betri fyri
VÍF, um teir ikki vóru partur
av strævnu dystar- og venj-
ingarskránni, sum landsliðið
hevði. Ein skrá, sum nú sær
út til at kosta VÍF dýrt.
Dysturin í tølum
H71-VÍF 33-29 (16-14):
Málskjúttar:
H71: Uni Wardum 8(5),
Halgir
Dahl-Olesen
6,
Johnny Durhuus 6, Christi-
an Eli Zachariasen 4, Bárð-
ur Brimvík 3, Niels Viggo
Niclasen 3, Annfinnur N.
Debess 3
VÍF: Áki G. Olsen 11(7),
Agnar Joensen 6, Áki Ol-
sen 4, Daniel Rápa 3, Ólvur
Brimnes 3, Petur Frank
Joensen 2
Brotskøst: H71 7, VÍF 7
Útvísingar: H71 1, VÍF 3
Diskvalifikatiónir: VÍF 1
(3X2 minuttir)
Dómarar úr Kyndli: Hannis
Wardum & Eyðun Samuel-
sen. Hóast smávegis mis-
tøk, sum neyvan slepst und-
an, so fingu teir alla tíðina
dystin at glíða á bestan hátt.
Tað var fyrst og fremst í
verjupartinum, at hoyvík-
ingar tryggjaðu sær sigurin á
VÍF, tá teir annað vikuskiftið
á rað tóku broddin av einum
oddaliði
Mynd: Finnur Justinussen
Venjarin hjá H71
hevur tveir teir sein-
astu dystirnar eisini
verið leikandi, og
ikki kann sigast ann-
að enn, at úrslitini
hava verið góð
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Teir báðar dystirnar, sum
H71 higartil hevur leikt í
endaspælinum, hevur lið-
ið havt tilgongd av einum
nýggjum leikara. Talan er
tó ikki um nakran óroynd-
an leikara, men um venj-
aran hjá liðnum, Una
Wardum, sum undan hes-
um hevur eina drúgva for-
tíð sum leikari hjá ávíka-
vist Neistanum og Kyndli.
Upprunaliga var annars
ikki ætlanin, at hann eis-
ini skuldi gera um seg á
vøllinum, men nú er kort-
ini viðvent í holuni.
- Orsøkin til hetta er
fyrst og fremst, at vit ikki
hava so nógv fólk at taka
av í løtuni. Talan er eisini í
stóran mun um ungar og
óroyndar leikarar, og tí
hugsaði eg, at um eg við
hesum kundi geva nakað
av friði og stabiliteti, so
mundi tað vera eina roynd
vert, heldur Uni fyri, tá vit
hittu hann á máli um
spurningin.
Og ikki kann sigast
annað enn, at væl hevur
gingist. Síðani venjarin
gjørdist leikandi, hevur
liðið vunnið á bæði Neist-
anum og VÍF, men sjálvur
heldur hann tó, at hetta
hevur hann ikki so stóran
part av æruni fyri.
- Tað er rætt, at tað hev-
ur gingið væl, men tað má
vera leikarunum fyri at
takka. Hasar báðar dystir-
nar hava vit fyrst og
fremst vunnið í verjuni,
og har eri eg als ikki við.
Skal eg orka at spæla, so
má eg avmarka meg sjálv-
an, tekur venjari heldur
skemtandi til.
Tá vit at enda spyrja
Una, um hetta so merkir,
at hann eisini í framtíðini
ætlar sær at vera ein spæl-
andi partur av føroysku
fyrstu deild, er svarið eitt
sindur ivandi, hóast úrslit-
ini hava verið góð higartil.
- Tað veit eg ikki. Eg
havi sagt leikarunum, at
tá eg haldi tað gagnar
liðnum, so fari eg at
royna, men tú skalt so ikki
rokna við, at tað verður í
fleiri ár afturat, heldur
hann at enda.
Venjarin gjørd-
ist leikandi
31
30
Nr. 23 - 4. februar 2003
Eftir mest sum full-
komið einaveldið í 10
umfør, eru fuglfirð-
ingar nú í vanda fyri
at missa oddasessin í
bestu mansdeildini
MANSFLOGBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað er einki at siga til, um
flogbóltslagið er vánaligt í
Fuglafirði í hesum døgum.
Mest sum alt heyst hevur
tosið mest snúð seg um,
nær – og ikki hvør –
fuglfirðingar
skuldu
tryggja sær meistaraheitið í
mansflogbólti, men nú er
brádliga álvarsligur vandi
fyri, at hetta verður av
ongum.
Eftir tíggju sigrar á rað,
har liðið tóktist vera í ser-
flokki, rendu menninir seg
brádliga í eitt tap, tá teir
vitjaðu Fram fyri viku síð-
ani, og leygardagin var tað
so Mjølnir, sum átti tørn.
Treiskni gav úrslit
Og kanska var tað júst tapið
hjá ÍF fyri Fram, sum við-
førdi, at Mjølnir legði so
nógv fyri leygardagin. Tað
var eins og trúðu teir meira
upp á møguleikan, enn teir
annars hava gjørt, og tá ÍF
eisini mátti vera skadda
Bartal Eliasen fyriuttan, var
blokkurin ikki eins sterkur,
sum hann vanliga er hjá
liðnum.
Og hesum dugdu klaks-
víkingarnir til fulnar at gera
sær dælt av. Frysta settið
varð vunnið sannførandi,
men eftir at ÍF tók sær av
næsta
settinum,
tóktist
gongdin vera vend. Í triðja
settinum tóktust teir á
oddaliðnum bara at halda
fram, og eitt skifti tóktist
tað mest sum ein formali-
tetur, áðrenn eisini hetta
varð vunnið, men so setti
klaksvíkingar á. Væl stuðl-
aðir av mongu áskoðar-
unum i høllini vunnu teir
seg støðugt inn á ÍF, og tað
eydnaðist eisini at taka sær
av settinum, um enn mun-
urin ikki var stórur.
Ivaleyst setti hetta djúp
sálarlig spor hjá fuglfirð-
ingum, tí hóast teir eisini í
fjórða settinum tóktust hava
munin, so megnaðu teir
ongan tíð at seta Mjølnir
heilt til viks.
Og so endurtók søgan
seg. Eftir at ÍF at kalla alt
settið hevði veirð á odda, so
komu klaksvíkingarnir sum
eitt óløgið seinastu bóltar-
nar. Fyrsti dystarbólturin
kiksaði, men tá teir løtu
seinni vunnu sær enn ein
møguleika var einki at gera
hjá ÍF, uttan at geva skarvin
yvir.
Mugu reisast
Við sigrinum syrgdu klaks-
víkingar fyri, at spenningur
nú av álvara er komin í
aftur flogbóltskappingina
hjá monnum. Nakað sum
annars tóktist óhugsandi
fyri bert tveimum vikum
síðani, men tvey tap á rað
hava í øllum førum stað-
fest, at ÍF kann takast.
Og spurningurin er so,
hvussu hetta hevur ávirkað
fuglfirðingarnar. Komandi
vikuskifti hava teir tó
møguleikan at rætta nakað
upp á sjálvsálitið, tá botn-
liðið úr Fleyr kemur á
vitjan, og stendur steypa-
finalan fyri framman. Ein
finala, sum fyri bert tveim-
um vikum síðani tóktist
vera ein avgreiðsluspurn-
ingur, men sum eftir sein-
astu úrslitini tykist vera
víðopin, og fyri flogbólts-
áhugan í landinum er hetta
kanska ikki so heilt galið.
Fram fekk ikki givið
sørvingum stórvegis
mótstøðu, tá liðini
hittust sunnudagin
MANSFLOGBÓLTUR
Jákup Mørk
Ein dystur varð leiktur í
bestu mansdeildini sunnu-
dagin, tá Fram vitjaði í
Sørvági. Eftir tapið hjá
Mjølni leygardagin var
greitt, at vinnarin her hevði
ein møguleika at leggja seg
út í oddastríðið, og tí lá eitt
hampuligt trýst á pørtun-
um, tá farið varð á vøllin.
Men tað var hampuliga
skjótt, at SÍ hevði gjørt
greitt, at hendan dystin
ætlaðu teir sær at vinna.
Hóast munurin í tølum
kanska ikki var so sjón-
ligur, so hekk spælið hjá
sørvingum betri saman, og
tað tóktist heldur ikki, sum
um havnarmenninir høvdu
nakað mótvápn, tá teir í
løtum vórðu trýstir í botn.
Við sigrinum togaði SÍ
seg upp á triðja plássið, har
teir í løtuni eru trý stig
aftan fyri ÍF á fremsta
plássinum. Enn hevur SÍ tó
heimadyst til góðar móti
fuglfirðingum, eins og tal-
an eisini er um útidyst móti
Mjølni, so hóast grund-
spælið ikki hilnaðist heilt
so væl, sum sørvingar ann-
ars høvdu ætlað, so er teirra
leiklutur langt ífrá liðugur.
Ikki minst, tá hugsað
verður um, at teir eisini
hava møguleikan at verja
steypaheitið,
sum
teir
vunnu sær í fjør.
Hetta er annars ikki sørt
umvent av gongdini frá
seinasta kappingarári. Tá
høvdu sørvingar eitt framúr
gott grundspæl, sum gjørdi
teir til meira ella minni
favorittar at taka gullmerk-
ini, men í endaspælinum
gekk heilt galið, og alt end-
aði við, at Fram brádliga
hevði sníkt seg fram á
oddasessin. Um tað skal
eydnast SÍ at sníkja seg í
oddin í ár, skulu vit lata
vera ósagt, men enn hava
teir ikki heilt slept endan-
um, og so leingi vónin er til
staðar, ber ikki til at
avskriva liðið.
Hinvegin er lítið at ivast
í, at tapið hjá Fram merkit,
at teir nú mugu siga enda-
liga farvæl við FM-heitið.
At teir aftur í ár skulu taka
øll á bóli, tykist í løtuni
dekan ov veruleikafjart,
men enn kunnu teir tó fáa
eitt avgerandi orð, tá full-
merkini skulu plaserast.
Nakað sum teir kanska
eisini fingu seinasta viku-
skiftið, tá teir gjørdust teir
fyrstu at basa ÍF.
Holte er
við aftur
Bárður Mikkelsen og
liðfelaganir høvd um
vikuskiftið týðandi
uppgávu, tá DHG
Odense kom á vitjan.
Ikki tí. Í einum
endaspælið eru allir
dystirnir sjálvsagt av
stórum týdningi, men
eftir tvey tap í teim-
um trimum fyrstu
dystunum var trýstið
av álvara lagt á
Holte, sum annars
tryggjaði sær danska
steypaheitið
beint
fyri jól.
Og okkurt bendir
á, at Bárður og teir nú
eru um at koma fyri
seg
aftur.
Móti
Odensen
gjørdist
talan um greiðan 3-0
sigur, og tó at talan
serliga í fyrsta settin-
um var um eina sera
javna uppgerð, so var
neyvan nakar, sum
hevði hug at seta ein
fingur á, at talan var
um ein uppibornan
sigur. Sjálvur sigur
Bárður, at taða fyrst
og fremst var servu-
trýstið hjá teimum,
sum riggaði væl, um-
framt at blokkurin
eisini vann nógvar
bóltar.
Við
sigrinum
syrgdi Holte fyri, at
teir framvegis eru við
í gullstríðnum í elitu-
endaspælinum, sum í
ár tykist gerast meira
javnt, enn tað nakran
tíð hevur verið.
Komandi vikuskifti
skal Holte spæla móti
Gentofte Volley, sum
enn ikki hevur fingið
stig í endaspælinum,
so møguleikin fyri at
leggja enn størri trýst
á oddin tykist avgjørt
vera til staðar.
-jm
SÍ-Fram 3-0 (25-20, 25-16, 25-22):
Sørvingar vilja í oddin
Mjølnir-ÍF 3-1 (25-19, 20-25, 25-23, 26-24):
ÍF er uppsteðgað
Ikki minst í blokkinum vóru klaksvíkingar stinnir, tá teir gjørdust annað liðið á rað, sum basti annars einaráðandi
fuglfirðingunum
Mynd: SáH
C
M
Y
K
30