Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-04, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. februar 2003síða 17

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 23 - 4. februar 2003 Við sigrinum á Stjørnuni fekk Neist- in nakað av luft í botnstríðnum, soleið- is at niðurflytingar- vandin mest sum má metast sum óveru- ligur KVINNUHONDBÓLTUR Jákup Mørk Hondbóltslagið í Neistan- um hevur verið heldur mis- javnt hetta kappingarárið. Ætlanin var, at meðan menninir skuldu nýta árið til at byggja eitt nýtt lið upp, skuldu kvinnurnar hinvegin taka dystin upp við allar ovastu liðini í deildini. Veruleikin hevur tó verið ein annar, og hjá kvinnun- um hevur hann verið heldur daprari, enn ætlanin var. Fremsta orsøkin hevur helst verið mongu skaðarnir, sum hava rakt lyklaleikarar, og ringa gongdin hevur so við og við togað liðið alt nærri botninum. Lægsta punktið mundi vera, tá liðið herfyri tapti útidystin ímóti Tjaldri, soleiðis at munurin í botninum minkaði tvey stig, og niðurflytingarvand- in soleiðis brádliga gjørdist heilt veruligur. Hildu fast Sunnudagin fingu neista- kvinnurnar tó aftur gjørt hendan vandan nakað óveruligari, um enn hann ikki er heilt so fjarður og óhugsandi, sum hann ann- ars hevur verið tey 71 árini, sum felagið hevur livað. Tað eydnaðist nevnliga Neisatnum at vinna torføra útidystin í Klaksvík, og ikki minst varð hetta grundað á fyrstu løtuna av dystinum. Stjørnan hevði kanska rokn- að við, at talan skuldi gerast um ein lættan dyst fyri teirra viðkomandi, men her fóru tær so dyggliga skeivar. Neistin legði fyri við fullari ferð, og áðrenn nakr- an veruliga vardi, høvdu tær skapt sær eina hampu- liga trygga leiðslu. Og so ráddi um at verja borg. Við vanliga kontantum verju- spæli, góðum málmans- spælið og so kontrarenn- ingum niðan eftir vøllinum eydnaðist tað eisini alla tíðina at halda heimaliðið aftan fyri seg, og tó at tað til tíðir stóð heilt nógv á, so megnaðu tær at bláu at halda høvdið kalt í avger- andi løtununum. Nakað sum annars ikki er vanliga eyðkenni hjá einum liði, sum er í kreppu. Burtur frá tí óhugsandi Við sigrinum slapp Neistin sær sum sagt burtur úr ann- ars óhugsandi niðurflyting- arvandanum, sum seinastu vikurnar hevur hótt leikarar- nar sum ein vanliga veru- leikafjar marra. Fýra stig eru nú niður til Tjaldur, og tó at kappingarárið enn er so langt ífrá liðugt, so fer hetta ivaleyst at geva somikið av ró, at stigini spakuliga fara at gerast fleiri, tó at tær neyvan skulu droyma um nøkur heiðursmerki hetta árið. Hjá Stjørnuni var tapið hinvegin ein dyggur smeit- ur. Møguleikin var annars til, at liðið við tveimum stigum kundi leggja seg heilt fram í oddastríðið, men tann dreymurin má nú skjótast nakað fram í tíðina. Enn er tó ikki heilt leyst og liðugt. Komandi dystirnar skal liðið hitta ávíkavist Kyndil og StÍF, sum eisini stríðast við um bronsuna, og so er spurningurin, hvussu útgangsstøðið verð- ur, tá VB og VÍF standa fyri framman. Dysturin í tølum Stjørnan-Neistin 20-21 (8-12) Málskjúttar: Stjørnan: Danijela Ercevic 9(4), Joan M. Joensen 4(1), Natasha Stamenkovic 3(1), Una Olsen 2, Bára S. Klak- stein 1, Gunnvør Isaksen 1 Neistin: Simona Dziugyte 8(5), Mildrið Jacobsen 5, Lív Sørensen 2, Susan Brockie 2(2), Ása á Neystabø 1, Súna Mørk 1, Christina Holm 1 Brotskøst: Stjørnan 8, Neistin 9 Útvísingar: Stjørnan 3, Neistin 5 Diskvalifikatión: Neistin 1 (Beinleiðis reytt) Dómarar úr Tjaldur: Hartvig Joensen & Kári Hansen. Stjørnan-Neistin 20-21 (8-12): Neistin fekk luft Hóast fótliðið enn er nakað eymt, so var Mildrið Jacob- sen ein týðandi partur av lið- avrikinum, tá Neistin sunnu- dagin tók eitt stig úr nagga- tódnini, sum liðið hevur verið í seinastu mánaðirnar Mynd: SáH Jón Rói slapp inn Nýggi Brøndby leikarin fekk seinna hálvleik á vøllinum, tá Brøndby í vinar- dysti vann 3-0 á Skjold DANMARK Jákup Mørk Nýggi føroyski spælarin í superliguni, Jón Rói Jacobsen, slapp alt fyri eitt at royna seg í nýggja felagi sínum. Fríggjadagin var hann við í Danmarkarflogfar- inum, tá leiðin gekk til Brøndby, og longu dag- in eftir var hann við í hópinum, tá Brøndby leikti venjingardyst móti Skjold, sum er á fjórða plássinum í næst- bestu donsku deildini. Brøndby vann dystin 3- 0 við trimum málum frá Peter Foldgast, men úr einum føroyskum sjón- arhornið var stuttligasta staðfestingin helst, at Jón Rói longu nú slapp at royna seg í dysti. Ivaleyst var tað ein fyrimunur fyri føroyska landsliðsmannin, at tal- an var um graslíki, og hóast hann ikki hevði so nógv at gera í verjupart- inum, so var talan eftir dystin um rósandi orð frá Michael Laudrup. - Nú var verjan hjá okk- um ikki undir nøkrum serligum trýsti, men hann (jón Rói, blðm.) kom væl frá uppgávuni, og tað er sjónligt, at hann hevur gjørt nógv við venjingina í vetrar- steðginum, vóru boðini frá Michael Laudrup. Hondbóltsstøður 1. deild kvinnur vunnin tapt mál mál dystir v - j - t málmunur stig 1 VB 3 3 - 0 - 0 385 318 67 15 2 VÍF 4 2 - 1 - 1 370 305 65 13 3 Kyndil 3 2 - 0 - 1 364 364 0 10 4 Stjørnan 3 1 - 0 - 2 317 319 -2 10 5 Neistin 4 1 - 0 - 3 315 342 -27 7 6 StÍF 3 0 - 1 - 2 350 380 -30 7 7 Tjaldur 2 1 - 0 - 1 280 353 -73 3 1. deild menn vunnin tapt mál mál dystir v - j - t málmunur stig 1 VÍF 2 1 - 0 - 1 434 356 78 11 2 Neistin 2 1 - 0 - 1 395 365 30 11 3 StÍF 1 0 - 1 - 0 375 323 52 10 4 Kyndil 2 0 - 1 - 1 368 373 -5 7 5 KÍF 2 1 - 0 - 1 360 383 -23 7 6 H71 2 2 - 0 - 0 360 408 -48 7 7 Tjaldur 1 0 - 0 - 1 321 405 -84 3 Máltindarnir Kvinnur Daiva Tuomaite VB 118 (23) Asta Petrauskiene StÍF 118 (36) Sóley Mikkelsen VÍF 107 (39) Simona Dziugyte Neistin 106 (33) Danijela Ercevic Stjørnan 104 (31) Lotte Sørensen Kyndil 104 (52) Reda Kurkauskiene VB 98 (16) Milica Ergic Tjaldur 92 (19) Natasja Stamenkovic Stjørnan 72 (4) Alina Olaru StÍF 71 (7) Lenka Ribaric Tjaldur 71 (19) Nicoleta Radu VÍF 65 (1) Jacklin Durhuus VÍF 63 (6) Laila Jespersen VB 54 Ileana Manolescu Kyndil 54 (9) Menn Dragisa Stojovic Tjaldur 114 (14) Damir Oros KÍF 103 (23) Sveinur Justinussen StÍF 97 (17) Halgir D. Olesen H71 96 (2) Morgan Knezevic Neistin 88 (21) Jacob Jónsson Kyndil 86 (7) Ingi Olsen VÍF 79 (18) John Zachariasen VÍF 72 Áki Mørk Neistin 72 (20) Áki Olsen VÍF 68 (5) Costin Dumitrescu StÍF 61 (12) Finnur Hansson Kyndil 58 (10) Niels Viggo Niclassen H71 56 Petur Martin Poulsen KÍF 55 Hans Áki Dal-Christiansen Kyndil 55 (19) Flogbóltsstøður Meistaradeild, kvinnur v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 Mjølnir 15 12 - 3 40 14 26 17 2 ÍF 15 12 - 3 40 18 22 16 3 TB 15 11 - 4 38 15 23 14 4 Dráttur 15 6 - 9 23 35 -12 7 5 Fleyr 15 3 - 12 13 38 -25 5 6 KÍF 15 1 - 14 8 42 -34 1 Meistaradeild, menn v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 ÍF 12 10 - 2 32 8 24 12 2 Mjølnir 12 8 - 4 26 17 9 11 3 SÍ 12 6 - 6 20 20 0 9 4 Fram 12 6 - 6 22 20 2 8 5 Fleyr 12 0 - 12 1 36 -35 0 C M Y K 32 Nr. 23 - 4. februar 2003 33 Lýsing Heitt verður á borgarar í Sjóvar kommunu - innan 14 dagar - at beina fyri bilvrakum,ið standa á privat- um og almennum øki. Verður hetta ikki gjørt, beinir kommunan fyri teim- um fyri eigarans rokning. Sjóvar kommuna Visti tú ikki tað? Visti tú ikki tað? FAMILJU- OG HEILSUMÁLARÁÐIÐ Eitt starv í móttøkuni í Familju- og heilsumálaráðnum og Al- mannaráðnum,við starvstíð 1/2 dag seinnapart verður við hes- um lýst leyst til setan sum skjótast eftir nærri avtalu. Arbeiðið umfatar í høvuðsheitum: Passa vekslaran Umsiting av bókasavninum Dagligu umsitingina av klokkuskipanini Umsiting av postinum Nakað av vanligum skrivstovuarbeiði Annað fyrifallandi arbeiði Vit hugsa okkum at tú hevur: Góðan førleika sat samskifta Kunnleika til arbeiði í vekslara Kunnleika til EDV á brúkarastøði Góð samstarvsevni Lønar- og setanartreytir: Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmanna- felagið. Starvið er skipað á Fyrisitingarligu eindini undir Familju- og heilsumála- ráðnum, sum røkir felagsfunktiónir fyri bæði Familju- og heilsumálaráðið og Almannaráðið. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Hansu Sørensen, deildarleiðara, tlf. 30 40 50. Umsókn: Umsókn við avriti av prógvum og møguligum viðmælum skal sendast til: Familju- og heilsumálaráðið Eirargarði 2 FO 100 Tórshavn Umsóknarfreist: 18. februar 2003. kl. 12.00. Ognir til sølu Vegna Føroya Skiftirætt verða hesar ognir lýstar til sølu. Tað stendur skiftirættinum frítt at velja ímillum innkomin tilboð og ongum at taka av. Handilsbygningur í Vági: Ein handilsbygningur á leigaðum øki, matr. nr. 306d,Vági. Bygningurin er til støddar umleið 7x14 metrar í tveimum hæddum við lágum ovasta lofti. Bygningurin er bygdur í 80-unum, stendur væl fyri og er væl hósk- andi til handil og onnur vinnulig endamál. Ein Ford Granada 2.3, stationcar: Bilurin er 18 ára gamal, og er ikki skrásettur í løtuni. Sethús í Syðrugøtu: Talan er um ognina matr. nr. 170, Syðragøtu. Grundøkið er 703 m2. Húsini eru í einari hædd á umleið 90 m2 við hálvum kjallara. Húsini standa væl fyri og útsýnið er gott. Hús í Vestmanna: Við hesum verður sethúsaognin matr. nr. 148 d og 176, í Vest- manna lýst til sølu. Grundøkið er tilsamans 656 m2. Húsini eru umleið 60m2 í kjallara, miðhædd og lofti. Kjallari: Óinnrættaður. Miðhædd: Gangur, baðiverilsi, køkur og 2 stovur. Loft: Úti á lofti, hjúnarúm og 2 kømur. Talan er um eini eldri hús, ið standa væl fyri og við sera góðum útsýni. Á ognini er stórt úthús. Hús í Klaksvík: Um nóg høgt boð fæst verða húsini á Heygavegi 60 seld. Húsini eru bygd í 1964 og grund- økið er 352 m2 til støddar. Húsini eru 108 m2 í tveimum hæddum umframt hjall. Umleið 60 m2 stór íbúð er í kjall- arahæddini. Nærri upplýsingar um omanfyri standandi ognir fáast við at venda sær til undirritaðu.. Advokatskrivstovan Fr. Petersensgøta 9 100 Tórshavn · Tlf. 311145 Halgir Winther Poulsen, adv. Magnus S. Petersen, adv. Fríða Patursson, adv. Ó. J. Kristoffersen, adv. Christian Andreasen, adv. Niels Winther Poulsen, adv. 33