Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-29, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. apríl 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindablaðið sosialurin Nr. 82 - 29. apríl 2000 12 tíðindablaðið sosialurin Nr. 82 - 29. apríl 2000 Undirvísingar- og mentamálastýrið Starvið Í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum er eitt áhugavert og fjølbroytt starv sum lærugreinaráð- gevi í føroyskum fyri vinnu-, miðnáms- og hægri útbúgvingar leyst at søkja til setanar 1. august 2000. Høvuðsuppgávurnar hjá lærugreinaráðgevanum verða m.a., at: • Menna innihald og góðsku í lærugreinini før- oyskt • Hava námsfrøðiligt eftirlit við undirvísingini í føroyskum • Ráðgeva og vegleiða í spurningum innan fak- økið, tilevna uppskot til lógir, kunngerðir, reglur o.a. • Stíla fyri eftirútbúgving av lærarum • Luttaka í verkætlanum serliga á tí námsfrøðil- iga økinum og innan KT-økið • Samskipa virksemið við tilknýti til økið við aðrar deildir, stovnar og áhugafelagsskapir Lærugreinaráðgevin skal tryggja, at nevndu upp- gávur verða loystar á einum høgum fakligum stigi, og at mannagongdirnar eru í samsvari við nútím- ans krøv. Viðkomandi má umframt omanfyri nevndu upp- gávur vera til reiðar at átaka sær aðrar almennar uppgávur í fyrisitingini. Førleikakrøv Vit vænta okkum m.a., at umsøkjarnir hava • Kandidatprógv frá universiteti við prógvi í føroyskum, sum í minsta lagi skal vera á exam.art-stigi • Verkliga og ástøðiliga námsfrøðiliga útbúgv- ing • Undirvísingarroyndir á miðnámsstigi ella hægri stigi • Áhuga fyri námsfrøðiligum arbeiði og fyri nýtslu av KT í undirvísingarhøpi • Góð samstarvsevni og hug at arbeiða í bólk- um • Førleika at menna samstarvið við einstøku stovnarnar, lærararnar og áhugafelagsskapir Lærugreinaráðgevi í føroyskum fyri vinnu-, miðnáms- og hægri útbúgvingar • Áhuga fyri avbjóðingum og vilja til at royna nýggjar leiðir Vit bjóða Eitt spennandi starv við skiftandi uppgávum og við nógvum samskifti inn- og úteftir. Arbeiði á einum høgum fakligum stigi og góðar møguleikar fyri bæði persónligari og fakligari menning. Setanar- og lønartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og avvarðandi yrkisfelag. Lærugreinaráðgevin verður settur í fyrstu atløgu í 3 ár. Síðani kann setanartíðin eftir umsókn verða longd tvær ferðir við tveimum árum hvørja ferð. Um serstøk viðurskifti gera seg galdandi, kann setanarskeiðið verða longt meira enn 7 ár. Arbeiðstíðin í ráðgevarastarvinum er 2/3 av fullari arbeiðstíð. Eftir nærri avtalu millum Undirvís- ingar- og Mentamálastýrið og viðkomandi út- búgvingarstovn skal tann, ið settur verður sum ráðgevi, harumframt undirvísa í mesta lagi 1/3 starv í einum vinnu- ella miðnámsskúla ella hægri útbúgvingarstovni. Viðmerkjast skal, at setanarøkið fevnir um aðal- stýrið og deildir og stovnar tess. Umsókn Umsókn við prógvum, c.v. o.ø skulu sendast til: Undirvísingar- og Mentamálastýrið Postrúm 3279 110 Tórshavn Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 22. mai 2000. Um tú ynskir fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til Rúnu Hilduberg, deildarstjóra í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum, á tlf. 355050 Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum, ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi. Í Vinnu- og Miðnámsskúladeildini eru Studentaskúlar, HF-skeið, Handilsskúlarnir, Teknisku skúlarnir, Fiskivinnuskúlin, Sjómansskúlarnir, Maskinmeistaraskúlin og lærlingaútbúgvingar. Málsøki hjá Mentamáladeildini eru m.o. Fróðskaparsetur Føroya, Føroya Læraraskúli, Sjúkrasystraskúli Føroya, Útvarp Føroya, Sjónvarp Føroya, siðsøguligu søvnini, bókasavnsverkið, gransking, ítrótt, kirkjumál, ungdómsmál og mentanarligt virksemi sum t.d. bókmentir, myndlist,tónlist og leiklist. Kvøldseta dýrabiðidag Kvøldseta 19.5.2000 í Framtíðini í Vági við ábiti og dansi. Gestasangarar verða Eivør Pállsdóttir og Ragnar í Vík. Ymiskt undirhald t.d. »nær var tað« kapping o.a. Tónleikarabólkur fyri tey eldru fríggjakvøldið og fyri tey ungu leygarkvøldið, nærri verður lýst seinni. Vágs Matmøðrafelag Timburmenn søkjast Søkt verður eftir timburmonnum, til arbeiði í Keypmannahavn og Jýtlandi, góð løn verður givin. • Kunna arbeiða sjálvstøðugt • Møguleiki fyri akkordarbeiði Sp/f Fær-Byg 826 Trongisvágur Tlf. 372626 & 210626 Innan Almanna- og Heilsumálastýrið og stovnar undir tí, við fyribils tænastu í Sam- býlinum á Bóndaheygi 14 í Havn, er eitt tænastumannastarv sum leiðari og eitt sum varaleiðari leyst at søkja til setan 1. juli ella 1. august 2000. Størvini verða sett eftir sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og Føroya Pedagogfelag, leiðarastarvið lønt í lønarflokki 26 + viðbót og varaleiðarastarvið lønt í lønarflokki 20 + viðbót. Sambýlið er heim hjá 5 fólkum við serligum tørvi. Uppgávan hjá leiðaranum er, saman við starvsfólkunum, at skipa ein tryggan og mennandi gerandisdag fyri íbúgvarnar. Sambýlið skipar fyri bæði arbeiði og frítíð- artilboðum til íbúgvarnar. Uppgávan hjá varaleiðaranum er stuðla leiðaranum í leiðsluarbeiðinum og at yvirtaka leiðarans uppgávur, tá hesin ikki er til staðar. Fyristøðufólkið hevur fakligu, fyrisitingarligu og fíggjarligu ábyrgdina av sambýlinum. Væntað verður av leiðaranum, at hann á ein leiðandi og virknan hátt, saman við starvsfólkunum kann tryggja sambýlinum eina positiva menning. Dentur verður lagdur á, at umsøkjarin hevur evni og áræði at ganga nýggjar leiðir á pedagogiska økinum, hevur evni og vilja at samstarva á øllum økjum, er sjónligur í sínum leiðarastarvi og dugir at fáa síni sjónarmið fram. Væntað verður av varaleiðaranum, at hann hevur samstarvsevni, vilja og evni at fáa arbeiði í gerandisdegnum at ganga so væl sum gjørligt. Bert fólk við pedagogútbúgving kunnu søkja størvini. Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til Bjarna Clementsen á tlf. 315426. Umsóknarfreistin er 22. mai 2000. Umsóknir skulu sendast til: Serstovnadeildina Sigmundargøta 5 FO-100 Tórshavn Leiðari og varaleiðari til Sambýlið á Bóndaheygi 14 Sosialurin - 311820 SUMMARDEKK - ein góð loysn KUMHO DEKK 1. mai 2000 Solidariska hugsjónin Sosialismunnar alheims vinir humanistiska fólkaræði í hásæti ei fjøtraðir í tjóðbúna kalda hægri skoða døtu rog synir hugsjónarandin møti yvir fákunnuleikanumv alda. Óteljandi andsmenni vinarskarin telur sláa ring – brøðralags stevið rættvísishugsjónin frama fremur andaliga vkti hópurin velur í hjarta framskygnartevið frælsislogan ungdómur nemur. Tann eitrandi líkasæla brennið á sj´lavsóknarbálið borgarligi tvitni gjósturin kaldi Hoyrið nú stríðshanan gala! Svá geislar solidariski skáli! Skamma stund – sosialisman fær valdið! Einavaldsins eitrandi marglætisdagar elitan og snákur við háborðs sita tváa skarnið – nikkudukkur, frúur fínu høgrarák og líkasæla úr køstinum kagar lata seg doyva av kellingahita mafia-gorlakkar draga somu línu. Ríkmenni fleiri og fleiri í tali mikla fjøldin, kúgað, traðkað, háðað marglætisgudin hátt tilbiðja ósolidariski hugburður sigrar á vali hánasaða harkaliðið mistreysti sáað svá spælidukkur og støðuleysu tiga. Yvirstættsins tjóvagóðs kúgaðu krevja men rótfest er trælalyndið jú minni gera – tess meira fáa skarn og reinleika saman vevja luksusdýrini á hægsta tindi drepandi líkasæla – hópin háða. Tann árvakna, mergjaða stríðsblóma sprænir sína andsfúsu megi yvirstætsins rotinskap sjónliga síggja Socialismunnar bjarging tó hóma! Kammeratar! Stríðsfús á rættvísisvegi sjálvsóknarandar – hástóru – flýggja. Orðaskvaldur, líkasæla á borgarligum hesti fær luksusdýrini at blóma Fakfeløg – fólksins rættur og styrki maktgreðingsins fíggindi versti Stríðsbrandin hevja – kúgaðu til sóma! Socialismunnar mætasta yrki. Aðalverkfall! Í reyða stríðsbúnan lata! deyðsdømdu høgrakreftir niðurbinda Arbeiðarafjøldin sameind til verka byrjað solidariska stríðið mæta! Javnrættarbálið mikla kyndað! Kammeratar! Vær verjum stríðsandan sterka! Sólmunur Joensen Tá freistin at søkja starvið sum landsverkfrøðingur var úti í gjár, vóru komnar inn seks umsóknir. Síðani Henning Jacob- sen varð koyrdur úr starvi sum landsverkfrøðingur í desember 1998, hevur Hans Biskopstø røkt starvið. Seks vilja vera lands- verkfrøðingur Tann árliga bal- lettframsýn- ingin hjá Yndi Tann árliga várballettfram- sýningin hjá Yndi verður mikudagin 3. mai kl. 19.30. Aldursbólkurin hjá teim- um, sum eru við, er úr seks árum og uppeftir. Í ár fer Yndi at hava ballettframsýningina saman við teimum ungu studenta- skúlanæmingunum, sum fyri stuttum vóru á palli í Norðurlandahúsinum við tí kenda og vælumtókta sang- leikinum »Hair«. Leiðari fyri ballettini Yndi er, eins og hini árini, Elsa Maria Bærentsen. Atgongumerkir til miku- dagin 3. mai eru at fáa á Kunningarstovuni í Havn og í Norðurlandahúsinum. Lesið eisini Sosialin á Internetinum www.sosialurin.fo CARNIVAL 2.9 Dohc Turbo-Diesel 16 V, 126 HK, 5 hurðar 3 ára garanti/100.000 km. garanti Dupult airbag, ABS, servostýring, sentrallás, startsperra, elrútar í fram- hurðunum, el-hitað og -stýrd síðuspegl, miðsetur, sum kunnu vendast og flytast aftur og fram við borðum, koyrisetrið kann setast í 8 ymiskar støður, rattið kann flytast upp og niður, nakkastuðlar, sum kunnu stillast og takast burtur, lesiljós framman, kúfangarar í sama liti sum bilurin, skinnarar á takinum v.m. Rætti bilurin til mong endamál. –Pláss fyri 7 fólkum og hópin av viðføri. Fæst eisini við aut. gearum. J. Broncksgøta 15 • FO-110 Tórshavn Tlf. 310600 Sosialurin - 311820 Multibilurin til einhvørja loysn Størstur í síni stødd – við størsta dieselmotori – til besta prísin Familju - camping - firmabilur- og "mini- bussur" EINANS 225.800,- Fæst eisini sum vøruvognur 187.800,- EINANS Vitja okkum á Bilframsýningini 2000 á Hálsi.