mikudagur 5. februar 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 24 - 5. februar 2003
Nr. 24 - 5. februar 2003
5
Fleiri
ferðafólk
um
flogvøllin
Tað komu og
fóru heldur fleiri
ferðafólk um
flogvøllin í Vág-
um í januar í ár,
enn sama mánað
í fjør. Eisini
posturin var
meira, meðan
farmurin mink-
aði
FLOGFERÐSLA
Tað ferðaðust 9.240
ferðafólk um flog-
vøllin í Vágum í
januar í ár. Í januar í
fjør vóru tey 9.039
ferðafólk. Tað vil
siga, at vøksturin í ár
var 2,2 prosent.
Nógv teir flestu út-
lendingarnir,
sum
fóru um flogvøllin,
vóru danir. Teir vóru
gott trýtúsund í tali.
Hálvttriðjahundrað
íslendingar
og
knappliga tveyhundr-
að bretar fóru um
flogvøllin.
Nakrir
heilt fáir norðmenn
vóru eisini, meðan
einki var av fólki
aðrastaðni úr heimin-
um, siga hagtølini hjá
Statens
Luftfarts-
væsen.
Tað komu og fóru
flogfør og tyrlur 327
ferðir um flogvøllin í
januar í ár í móti 368
ferðum í fjør. Tað er
ein minking upp á
11,2 prosent.
Farmurin minkaði
eisini. Átta prosent
minni varð ført av
farmi um flogvøllin í
januiar í ár, enn í
januar 2002.
Men hinvegin er
posturin vaksin. 52,1
tons av posti vórðu
flutt um flogvøllin í
Vágum
í
januar
2003. Tað er 2,6 pro-
sent meira enn tey
50,8 tonsini, sum
fóru um flogvøllin í
januar 2002, siga
hagtølini.
ej
Seinastu tølini hjá
P/F Vágatunlinum
vísa, at tað koyra
umleið 700 bilar
gjøgnum tunnilin um
samgøgurði. Tað er
væl meira, enn leiðsl-
an roknaði við, tá
tunnilin lat upp
SAMFERÐSLA
Edvard Joensen
Vágar: Nú januar mánaði
er farin, vísa tølini hjá
Vágatunlinum, at umleið
700 bilar dagliga koyra
gjøgnum tunnilin. Eisini
hóast tunnilin hevur verið
stongdur meginpartin av
náttini, og hálka hevur ver-
ið part av tíðini. Tó hoyrir
við til uppgerðina, at goldið
verður bara annan vegin.
Hóast vanliga hevur ver-
ið væntað, at januar fór at
vera millum slakaru mánar-
nar til ferðslu, eru nógv,
sum brúka Vágatunnilin.
Eisini aftan á, at nýggjárs-
ferðslan um flogvøllin, tá
nógv fólk fóru av aftur
landinum eftir jólafrí í
Føroyum, er liðug, er væl
meira
ferðsla
gjøgnum
tunnilin, enn leiðslan fyri
Vágatunlinum roknaði við,
áðrenn latið varð upp.
Gjaldskipanini hjá teim-
um, sum ikki hava kubba,
riggar ikki enn. Tey mugu
vænta at skula bíða einar
fjúrtan dagar afturat, til tey
sleppa at gjalda við korti
við gjaldstøðina.
Trupulleikin er, greiðir
Dávur Reinert Hansen,
stjóri í P/F Vágatunlinum
frá, at sjálv tekniska skip-
anin er norsk, men gjaldast
skal eftir danskari skipan.
Í Noreg er tað so, at har
fær skipanin dagliga ein
lista við teimum kortum,
sum eru ógildað, og kannar
so hann, tá goldið verður.
Hjá PBS í Danmark, sum
umsitir gjaldingina hjá
Vágatunlinum, er tað hin-
vegin soleiðis, at tað ein-
staka kortið skal kannast,
hvørja ferð, goldið verður.
Og hesum hava norð-
menninir, sum hava gjørt
skipanina, ikki tikið hædd
fyri.
Teir hava nú arbeitt við at
gera eina nýggja ella til-
lagaða skipan og koma
hendanveg um eina tvær
vikur at seta hana upp og
royna hana, sigur Dávur
Reinert Hansen, sum vónar,
at gjaldskipanin við Vága-
tunnilin tá fer at rigga til
fulnar.
Arbeiða í tunlinum
Ferðslan kann møguliga
hava verið eitt sindur
darvað av, at arbeitt hevur
verið í tunlinum um næt-
urnar í seinastuni. Tað ger,
at stongt er frá klokkan sjey
á kvøldi til seks um morg-
unin. Tó er gjørligt hvønn
heilan
tíma
at
sleppa
ígjøgnum. So skulu fólk í
fyrsta lagi passa sær løgir at
vera við tunnilsmunnarnar,
tá tikið verður frá, og í
øðrum lagi bíða utan fyri.
Tað kann hava gjørt, at
onkur er setstur aftur.
– Hendan skipanin hevur
riggað væl, sigur Dávur
Reinert Hansen. Fólk hava
virt hesa skipanina til
fulnar, sigur hann. Einasta
var nú eitt kvøldið, tá í so
nógvir bilar stóðu í rund-
koyringini Leynamegin og
bíðaðu. Men eftir at áheitan
er komin frá leiðsluni um at
flyta seg nærri Leynatunl-
inum at bíða, er tað eisini í
lagi.
Tað elektriska er nú við
at vera í lagi. Ljósini uttan
fyri tunnilin lýsa, og útvarp
og telefon hoyrast nú mest-
um allastaðni í tunlinum.
Væntandi
verður
tó
stongt um náttina allan
febriar mánað, tí okkurt
annað smáting er at gera,
sigur Dávur Reinert Han-
sen. So sum onkur dropi,
sum dettur undan, loftinum
og tílíkt, teir vilja sleppa av
við.
Kubbarnir
Einir 1.400 kubbar eru
seldir, og allir eru latnir
teimum, sum bíðað hava
um. Eingin bíðlilisti er,
sigur Dávur Reinert Han-
sen, stjóri í P/F Vágatunl-
inum. Hann sigur, at skip-
anin við kubbunum virkar,
sum hon skal.
Bilar, sum hava kubba,
ferðast ótarnaðir gjøgnum
tunnilin. Tá komið verður
til gjaldstøðina Vágamegin,
lýsir ein grønur krossur,
sum sigur, at bilurin er
skrásettur, og gjald tikið av
kubbanum. Tað er ikki
neyðugt at minka ferðina
fyri at verða skrásettur.
Skipanin sigur eisini
sjálv frá, tá tíð aftur er at
fylla á kubban. Tá lýsir ikki
grønt men gult.
– Men tað er kortini
rættiliga skilagott sjálvur at
fylgja við, hvussu nógv
eftir er, til fyllast skal á
aftur, sigur Dávur Reinert
Hansen, stjóri í P/F Vága-
tunlinum.
Nógvir bilar gjøgnum
Vágatunnilin
Hóast jólagestirnir eru farnir av aftur landinum, og hálka eisini hevur verið part av farna mánaðinum, koyra nógvir bilar gjøgnum Vágatunnilin. Meðaltalið
liggur um 700 bilar um samdøgurið, og tá mest hevur verið ein fríggjadag, hava teir verið upp móti 900
Mynd - Jens Kristian Vang
Á virkinum hjá Fiska-
virking í Saltangará
hava tey nú tikið
nýggju hølini, sum
bygd eru suður úr
verandi virki, í nýtslu
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Saltangará: Í seinastu viku
landaðu fimm trolarar til
Fiskavirking í Saltangará.
Lemmatrolarin, Vestur-
varði, var týsdagin við stív-
liga
130.000
pundum,
Jaspis og Ametyst miku-
dagin við góðum 200.000
pundum, og hósdagin í
seinastu viku vóru Sma-
ragd og Safir við 160.000
pundum. At kalla øll veiðan
hjá skipunum var upsi.
Jason Johannesen, virkis-
leiðari, sigur, at fiskurin hjá
Jaspis og Ametyst var
ógvuliga smáur, eini 60%
4'arar. Veiðan hjá Smaragd
og Safir var eisini smátt-
fallandi. Lemmatrolarin,
Vesturvarði, hevði hinvegin
hampiliga góðan upsa.
Nýggj høli, gamlar
linjur
Á virkinum hjá Fiskavirk-
ing í Saltangará hava tey nú
tikið nýggju hølini, sum
bygd eru suður úr verandi
virki, í nýtslu.
Skerilinjurnar eru fluttar
suður; tær eru nú 5 í tali
mótvegis teimum 6, sum
vóru inni á gamla virkin-
um.
Sum oftast, koyra tvær
linjur í senn - alt eftir,
hvussu stórur ella smáur
fiskurin er, sum virkið
keypir.
Jason Johannesen sigur,
at skerikapasiteturin er hin
sami sum áður.
- Men einaferð seinni i ár
fáa vit tvær nýggjar flow-
skerilinjur, og tá kann
væntast, at umstøðurnar
verða nakað betri.
- Verandi skerimaskinur á
virkinum hjá Fiskavirking í
Saltangará
eru
gamlar,
sigur virkisleiðarin.
5 trolarar landaðu
í Saltangará
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Verksmiðjutrolarin,
Akraberg, loysti úr Før-
oyum, 14. januar, og
legði leiðina uppí Ba-
rentshavið. Saman við
hinum verksmiðjutrol-
arunum,
Sundabergi,
Vesturvón og Ennibergi,
hevur Akraberg havt
góðan fiskiskap, síðan
teir komu á fiskileið.
Anfinn Olsen, reiðari,
sigur, at fiskiskapurin
hesa tíðina hevur ligið
millum 15 og 20 tons í
flaki um samdøgnið, og
tað er rokfiskiskapur.
Fiskurin, sum skipini
hava fingið, hevur eisini
verið góður toskur.
Lítil kvota
- Eg haldi, skipini fingu
nógvan fisk har uppi,
longu áðrenn Akraberg
kom í Barentshavið.
Anfinn Olsen sigur, at
Akraberg verður skjótt
liðugur við norsku kvot-
una, og tá kann hugsast,
at farið verður antin í
russiskan sjógv ella upp
til Svalbards at royna.
Eyðun á Bergi er skip-
ari við Akrabergi.
- Hóast tað hevur
gingið eitt vet niður
eftir hjá nótavinnuni
í seinastuni, hava vit
hampiliga góðar
vónir, sigur reiðarin á
Høgabergi, Anfinn
Olsen
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Nýggi nótabáturin hjá EM-
Shipping, Høgaberg, sum
kom á Fuglafjørð úr Noregi
seinasta
leygardag,
fer
væntandi
til
fiskiskap
seinni í hesi vikuni.
Anfinn Olsen, reiðari,
sigur, at Skipasýnið er í
ferð við at gjøgnumganga
skipið, og tá ið øll viður-
skifti eru komin uppá pláss,
verður loyst.
Hann væntar ikki, at
neyðugt verður at fremja
tær stóru ábøturnar, tí alt
bendir á, at skipið er í
góðum standi.
- Farið verður antin á
lodnuveiði í íslendskum
sjógvi ella á svartkjafta-
veiði í ES-sjógvi.
Reiðarin sigur, at møgu-
liga fer skipið at veiða
lodnu til matna um einar 2-
3 vikur.
- Men tað er ikki altíð, at
marknaðurin fyri lodnu til
matna er so góður. So, hetta
avhongur av, hvussu mark-
naðurin verður, tá ið rogna-
prosentið í lodnuni verður
størri.
Spurdur um vónirnar, nú
felagið hevur keypt Høga-
berg og selt Jón Sigurðs-
son, sigur Anfinn.
- Jú, eg haldi, vit hava
hampiligar góðar vónir,
hóast tað hevur gingið eitt
vet niðureftir hjá nótavinn-
uni í seinastuni, sigur hann.
Høgaberg, sum er fyrr-
verandi Gullfinnur, hevur
somu kvotu, sum hini før-
oysku nótaskipini hava,
burtur sæð frá markel-
kvotuni; her er kvotan hjá
Høgabergi 40% minni.
Við skipinum verða 13
mans, og skipari verður
fuglfirðingurin,
Jógvan
Hentze, sum býr í Gøtu.
EM-Shipping, sum eigur
Høgaberg, hevur 2/3 av
partapeninginum í Føroy-
um og 1/3 í Íslandi.
Keyptu felagið
Tað var seinnapartin í níti-
árunum, at felagið, EM-
Shipping, sum Gulak Mad-
sen átti, varð lýst til sølu í
bløðunum.
- Vit løgdu eitt boð inn og
keyptu felagið, sigur An-
finn Olsen.
Hann vísir á, at Jón
Sigurðsson og nú Høgaberg
hevur kvoturættindini hjá
nótaskipinum, Skálafossi
og Ester, sum EM-Shipping
átti. Hesi stava heilt aftur til
Leiv Hepna.
Skálafossur hevur eisini
havt navnið, Havlot og
seinni Ruth.
Trolarar eystan
fyri hava
rokfiskiskap
Seinastu tíðina hevur Akraberg fingið 15-20 tons í flaki
um samdøgnið. - Hetta er rokfiskiskapur, sigur reiðarin,
Anfinn Olsen
Loysir helst seinni í vikuni
Nýggi parturin av virkinum hjá Fiskavirking í Saltangará er nú tikin í nýtslu. Hetta er tann
lági parturin, sum sæst bygdur úr "kvistinum". Seinni í ár er ætlandi eisini at framleiða
portiónir til útflutnings.
Mynd: Vilmund Jacobsen
Ætlandi fer Høgaberg til
fiskiskap seinni í hesi vikuni,
men fyrst fer Skipaeftirlitið
at gjøgnumganga skipið.
Mynd: Torleif Johannesen
C
M
Y
K
5
4