Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-05, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. februar 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 24 - 5. februar 2003 Nr. 24 - 5. februar 2003 9 Finnleif Guttesen vil ikki siga, hví hann leggur frá sær sum borgarstjóri á Tvøroyri BORGARSTJÓRA- SKIFTI Áki Bertholdsen – Tað er av persónligum orsøkum. Tað er tað einasta, Finn- leif Guttesen hevur at siga um orsøkina til, at hann legði frá sær sum borgar- stjóri á Tvøroyri mána- kvøldið. Og hetta var eisini tað einasta, hann upplýsti fyri býráðnum og hann ger greitt, at hann hevur ikki fleiri viðmerkingar. Hann sigur, at hann nú heldur fram sum vanligur býráðslimur á Tvøroyri. Hann fer eisini aftur í sítt gamla starv hjá SEV í Suðuroy- men fyrst ætlar hann sær at halda frí í eina tíð. Hann sigur, at hann hevur havt tvey spennandi ár sum borgarstjóri og hesi bæði árini vildi hann ikki verið fyriuttan og hann sigur, at hann hevur havt gott sam- starv, bæði við býráðslimir og við umsitingina hjá kommununi. Tá ið hendan býráðssam- gongan varð skipað, gjørdi samgongan eina avtalu um, at Finnleif Guttesen skuldi vera borgarstjóri í tvey ár, sum er helvtin av val- skeiðnum og so skuldi Kristin Michelsen vera borgarstjóri í seinni helvt avb valskeiðnum. Men so gjørdi kommun- ala eftirlitið vart við, at ein slík avtala var ólóglig, tí at borgarstjórin er valdur fyri alt valskeiðið. Eftir tað boðað býráðssamgongan á Tvøroyri frá, at avtalan varð sett úr gildi aftur. Kommunuvalið varð í heysti í 2000 og nýggja kommunustýrið tók við 1. januar í 2001. Sostatt var helvtin av valskeiðnum far- in á nýggjárinum fyri ein- um mánaða síðani. Vit spurdu Finnleif Guttesen um tað kortini hevði nakað við uppruna- ligu samgonguavtaluna at gera, at hann leggur frá sær, nú helvtin av valskeiðnum er runnið. – Eg havi ikki fleiri við- merkingar, er tað einasta hann sigur. Men hann leggur kortini afturat, at avgerðin um at biðja um at verða loystur úr starvi, var tikin brádliga. Landið sleppur ov lætt undan sínum skyldum á summum økjumm og tað eiga kommunurnar at ansa eftir, heldur nývaldi borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen BORGARSTJÓRA- SKIFTI Áki Bertholdsen – Enn er ov tiðliga at siga nakað um, hvussu borgar- arnir á Tvøroyri fara at merkja, at teir hava fingið nýggjan borgarstjóra. Kristin Michelsen, ný- valdur borgarstjóri á Tvør- oyri, sigur, at tað kom púra óvæntað, at Finnleif Gutte- sen mánakvøldið segði seg frá sum borgarstjóri á Tvør- oyri. Tí hevur hann heldur ikki havt so góðar stundir at hugsa um nýggja starvið. Samstundis vissar hann sostatt um, at borgarstjóra- skiftið nú hevur als onki samband við avtaluna, sum varð gjørd, tá ið samgongan varð skipað eftir komm- unuvalið í 2000. Av tí sama hevur hann verið fullkomiliga ófyri- reikaður uppá at gerast borgarstjóri og í gjár var heldur ongin borgarstjóri til arbeiðis á kommunuskriv- stovuni á Tvøroyri. Kristin Michelsen ar- beiðir á sýsluskrivstovuni og hann mátti fyrst biða um farloyvi haðani, áðrenn hann kundi taka við borgar- stjórastarvinum. Tað skuldi hann gera í gjár og hann væntaði at taka við nýggja starvinum í dag. Sleppa ov lætt Hann sigur, at enn veit hann ikki, reiðiliga, hvørji mál, hann fer at arbeiða mest við. – Í kommununi eru tær flestu útreiðslurnar lógar- bundnar so tað er ikki so nógvur peningur hjá býráðnum at arbeiða við. Men tað, sum nýggi býráðsformaðurin fleiri ferðir hevur havt á munni á býráðsfundum, er, at kommunurnar eiga at vera varnar at átaka sær skyldur, sum landið í veruleikanum hevur. Og tað heldur hann fram- vegis. Eitt nú hugsar hann um eldraøkið. – Eldraøkið er enn eitt málsøkið, sum hoyrir undir landinum og tí er væl hugsandi, at tað er skeivt av kommununum at leggja so stóra orku í at byggja eldra- sambýli, sigur Kristin Michelsen. Eisini á Tvøroyri hevur verið ætlanin at útvega eldrasambýli. – Tað einasta, tað førir við sær at landið sleppur undan nøkrum av sínum fíggjarligum skyldum og leggur tær á kommunurnar ístaðin. Tað er mest sosiala nevnd hjá býráðnum, sum hevur arbeitt við tí. – Men hetta er ikki eitt mál, sum kommunurnar hava yvirtikið frá landinum og tí er hetta eitt mál, sum Tvøroyrar Kommuna eigur at drála eitt sindur við, heldur Kristin Michelsen. – Tað eiga vit at drála við, til greiða er fingin á býtinum ímillum landið og kommunurnar. Hann skilir kortini, at tað er eitt mál, sum landið ar- beiðir við at leggja eldra- økið undir kommunurnar at umsita. Meirilutin av Tvøroyrar býráð samtykti at ganga umsóknini frá borg- arstjóranum á møti BORGARSTJÓRA- SKIFTI Áki Bertholdsen Finnleif Guttesen er ikki longur borgarstjóri á Tvør- oyri. Á býráðsfundi fyri aftur- lætnum hurðum í illveðrin- um mánakvøldið, søkti Finnleif Guttesen býráðið um at verða loystur úr starvi sum borgarstjóri. Tað gjørdi hann við grein 23 í kommunustýrislógini í hondini. Hon sigur, at »Setir borgarstjóri ella varaborg- arstjóri fram umbøn um at verða loystur úr starvi, kann kommunustýrið loysa hann úr starvinum.« Býráðið samtykti um- sóknini og síðani var Kristin Michelsen valdur til Borgarstjóra. Tað vóru teir fimm lim- irnir í samgonguni í bý- ráðnum, sum valdu nýggj- an borgarstjóra. Tað eru tey trý umboðini hjá javnaðar- flokkinum, Sverri Midjord, Heri Mortensen og Pauli Einarsson, umframt sam- bandsumboðið, Finnleif Guttesen og Kristin Mich- elsen, sum er valdur á uttanflokkalistanum. Men Finnleif Guttesen sigur, at hann fór av fundi, tá ið býráðið skuldi atkvøða um at ganga umbøn hansara á møti um at sleppa frá. Men hann atkvøddi fyri at velja Kristin Michelsen til nýggjan borgarstjóra. Hinir báðir býráðslimirn- ir á Tvøroyri eru Bergur Bærendsen og Dan Niels- en, men teir eru báðir í and- støðu. Vit spurdu eisini Finnleif Guttesen, hví hesin býráðs- fundurin var fyri afturlætn- um hurðum. – Tað var tí at meiri enn ein triðingur av býráðslim- unum bóðu um tað, sigur hann. Finnleif Guttesen fór frá beinanvegin. Legði frá sær av persónligum orsøkum Borgarstjóri kann verða biðin um at verða loystur úr starvi og kommun- ala eftirlitið veit ikki um tað fer at viðgera málið um borgarstjóraskiftið á Tvøroyri BORGARSTJÓRA- SKIFTI Áki Bertholdsen Enn er óvist, um borgar- stjóraskiftið á Tvøroyri mánakvøldið fær nakað eftirspæl. Hilmar Høgenni á Kommunala Eftirlitin- um í Lógmálaráðnum, sigur, at enn er avgerð ikki tikin, um eftirlitið fer at taka málið upp. Eftirlitið kann taka málið upp av sínum ein- tingum, men støða er ikki tikin til tað enn. Og tað er heldur ikki sagt, at tað er nøkur orsøk til at taka málið upp. – Borgarstjórar kunnu biða býráðið um at vera sagdir úr starvi og so tekur býráðið støðu til, um tað gongur umsókn- ini á møti. Hetta er ikki tað sama sum var, tá ið býráðs- samgongan á Tvøroyri varð skipað, tí tá var upprunaliga avtalað, at borgarstjóraskiftið skuldi fara fram nú. – Slíkar avtalur eru ólógligar, tí borgarstjór- ar eru valdir fyri alt val- skeiðið og tað ber ikki til at avtala, hvussu leingi í einum valskeiði, ein borgarstjóri skal sita. Hilmar Høgenni sigur, at tá ið tað stendur í kommunustýrislógini, at borgarstjórin er valdur fyri alt valskeiðið, er tað fyri at verja borgarstjór- arnar sjálvar. – Tað er stór ábyrgd, sum verður løgd á borg- arstjórarnar og tí vilja vit tryggja teimum, at teir kunnu ikki vera koyrdir frá uttan so, at teir misrøkja sínar skyl- dur ella gera okkurt revsivert, ella aðrar ávlarsligar orsøkir eru fyri tí. Tað skal ikki bera til at koyra eina borgar- stjóra frá, bara tí ein ein meiriluti í býráðnum semist um tað. – Men teir kunnu sjálvir søkja býráðið um at verða loystir úr starvi og so skal býráðið sam- tykkja tað. – Tað kann væl hugs- ast, at tað er ein góðtaki- lig orsøk, at ein borgar- stjóri biðjur um at verða loystir úr starvi av per- sónligum orsøkum, men tað kann ikki góðtakast, at hann skal fara frá tí at ein avtala er gjørd um tað frammanundan, sig- ur Hilmar Høgenni. Óvist um eftirlitið ger nakað við Tvøroyrar Býráð Nýggjur borgarstjóri á Tvøroyri: Sleppa ov lætt Mánakvøldið bað Finnleif Guttesen um at verða loystur úr starvi sum borgarstjóri á Tvøroyri og hann er nú vanligur býráðslimur aftur Bað um at verða loystur úr starvi Nýggi borgarstjórin á Tvør- oyri, Kristin Michelsen, fer helst til arbeiðis í dag Á fundi fyri afturlætnum hurðum mánakvøldið góðtók Tvøroyrar Býráð eina umbøn frá Finnleifi Guttesen um at verða loystur úr starvi sum borgarstjóri á Tvøroyr Hagstova Føroya og Landsfólkayvirlitið kunnu ikki semjast um, hvussu nógv fólk búgva í Føroyum HAGTØL Heri á Rógvi Tað er heldur ikki so lætt at halda skil á øllum teimum nógvu fólkunum í Føroy- um. Í øllum førum hava tey á Hagstovu Føroya eitt hægri íbúgvaratal enn Lands- fólkayvirlitið. Neyvan er talan um stór- vegis trupulleika hjá lands- ins myndugleikum, men stuttligt er at leggja til merkis, at Hagstova Føroya og Landsfólkayvirlitið vísa til tvey ymisk fólkatøl í Føroyum. Frávikið er ikki størri enn tvey fólk fyri fyrsta dagin í hesum árinum. Frávikið fyrsta dagin í 2002 var trettan fólk. Einki løgið Hans Pauli Strøm, sum starvast á Hagstovu Føroya, sigur, at tað er einki løgið í, at frávik eru í tølunum hjá ávíkavíst Hagstovu Føroya og Landsfólkayvirlitinum. Frávikini skyldast ser- liga, at rættingar og fráboð- anir eru í fleiri førum seinar ávegis. Í ringastu førunum kann seinkingin taka nógv- ar mánaðir ella tað mesta av einum ári. – Longri tú bíðar við at gera upp, rættari verður tal- ið, sigur Hans Pauli Strøm. Hann vísir á, at sjálvt deyðsføll kunnu taka sína tíð við at verða skrásett. Ein orsøk kann vera, at ein før- oyingur er deyður uttan- lands, og fráboðan skal ferðast millum lond og skipanir. Serliga eru tað tó frá- og tilflytingarnar, ið kunnu skapa frávik í upp- gerðunum. – Á Hagstovuni gera vit endaliga upp fyri tað farna árið einaferð um várið árið eftir, og tað talið verður vanliga ikki broytt, sigur Hans Pauli Strøm. Tað almenna talið av íbúgvum í Føroyum er talið, Hagstovan upplýsir. Til eitt nú løgtingsval verður lands- fólkayvirlitið nýtt. Fleiri Hyggja vit so eitt sindur eftir teimum feskastu hag- tølunum, so sæst, at vit í Føroyum gerast støðugt fleiri og fleiri. Fyrsta dagin í hesum árinum vóru 47.701 ella 47.703 fólk búgvandi í Før- oyum. Hetta er 1,5% meira enn við ársbyrjan í 2002. Útfrá tølunum hjá Lands- fólkayvirlitinum er vøkst- urin 718 fólk. Av hesum er størsti parturin lagdur aft- urat Tórshavnar kommunu. Vøksturin í høvuðsstaðar kommununi var 359 fólk í farna ári. Stóra økingin í fólkatalinum í høvuðs- staðnum skyldast bæði stórari tilflyting, men eis- ini, at burðaravlopið,t.e. fødd minus deyð, var heili 148 í 2002. Samlaða burð- aravlopið í øllum landinum var 302. Tað eru serliga Eystur- oyggin, Vágoyggin og eina- mest Klaksvík í Norð- oyggjum, ið hava merkt framburð í fólkatali. Fram- burðurin í Eysturoynni og í Klaksvík skyldast serliga stórum burðaravlopi. Vøksturin í fólkatalinum í Føroyum hevur verið kon- stantur seinastu árini, og talið av føroyingum – sum í skrásetingarhøpi kunnu kalla seg føroyingar – vekstur støðugt, og áðrenn árið er runnin, er mestur fleiri enn 48.000 av slagn- um. Lønargjaldingar Á heimasíðuni hjá Hag- stovu Føroya stenda nøkur fesk hagtøl at lesa. Har stendur millum ann- að at lesa, at lønarútgjald- ingarnar eru voksnar við 8,4% frá 5,551 mia. í 2001 6,018 mia. í 2002. Talið av arbeiðsleysum var eisini ein fjórðing minni í 2002 enn í 2001. Tað eru tó vorðið eitt sindur dýrari at vera for- brúkari í Føroyum – prístal- ið 1. januar 2003 er 101.0 móti 99,3 hin 1. januar 2002. Hvussu nógv eru vit Líka mikið, hvat yvirlit leitað verður í, so veksur fólkatalið í Føroyum støðugt, og á øðrum frontum merkist eisini ein greiður framburður. Skattgjaldararnir í Tórshavnar komm- unu sita eftir við einum meirumkostn- aði áljóðandi 800.000 kr. fyri fyrisitingarligt mistak. Málið fær ongar stórvegis fylgj- ur afturat, og byggin heldur fram 1,5 metrar lægri BYGGING Heri á Rógvi Málið um heim fyri minnis- veik í Vallalíð í Havn hevur reikað aftur og fram í fjølmiðlunum seinastu vik- urnar. Søgan er tann, at Tórs- havnar býráð hevur samtykt at byggja eitt heim fyri minnisveik í Vallalíð. Tórs- havnar kommuna skal rinda helvtina og landið skal ringa hina helvtina. Alt gongur sum tað skal til fólk í grannalagnum gera vart við teirra ónøgd. Tey vísa á, at byggingin ikki er í tráð við eina sam- tyk hjá Tórshavnar býráð, har økið, sum heimið fyri minnisveik skal byggjast á, skal nýtast til fríøki. Talan er um eina útstykk- ingarætlan hjá Tórshavnar kommunu. Hesar kunnu al- tíð broytast, men tað krevur, at býráðið samtykir hetta fyrst, og ávísar manna- gongdir verða fylgdar – eitt nú grannahoyringar. Tórshavnar býráð hevur tikið kæruna hjá grannun- um til eftirtektar, men aðrar broytingar, enn at byggi- lendi verður lækka 1,5 metrar, verða ikki gjørdar. Meirilutin í býráðnum syrgdi á býráðsfundi síðsta hóskvøld fyri, at uppskot um lækking av byggilendi frá meiriluta í Sosialu nevnd varð samtykt. Jan Christiansen, borgar- stjóri, sigur, at býráðið og kommunan má ásanna, at ein fyrisitingarligur feilur er gjørdur, og hendan má býráðið nú royna at rætta. Àseta mannagongdir Tað eru tó ikki tær nógvu fylgjurnar, ið málið fær. Broytingin í byggilendi kostar skattgjaldarunum í Tórshavnar kommunu 800.000 kr. í meirútreiðslu. Tórshavnar býráð arbeiðir í løtuni við at fáa ásett mannagongdir í sambandi við byggiætlanir. Sambært borgarstjóranum hevur hetta verið leingi ávegis, og kann ikki setast beinleiðis í samband við málið um heimið í Vallalíð, hóast tey hevði verið hent at havt hetta, sigur hann. – Vit vilja við hesum greiða mannagongdirnar hjá kommununi greiðari, soleiðis at sleppast kann undan villum og misskilj- ingum, sigur Jan Christian- sen. Aðrar fylgjur fara málið um tey minnisveiku í Valla- líð ikki frá býráðsins síðu í fyrstu atløgu. Eingin verður uppsagdur fyri ikki at hava kanna nóg væl ella nakað annað í tann stíl. Býarkitekturin, sum var í starvi tá byggingin varð fyrireikað, er farin úr starvi. Borgarstjórin sigur, at tað skal ikki vera fyrr- verandi býarkitekturin, sum fær alla skuldina á seg. – Í síðsta enda er tað borgarstjórin, sum hevur fyrisitingarligu ábyrgdina av, at eingin grannahoyring var í málinum, sigur Jan Christiansen. Hann leggur afturat, at nýggja kommunu lógin leggur upp til størri opin- leika og betri samskifti við borgararnar, har hesir eisini sleppa framat í tílíkum málum. Grannar kært Grannarnir, sum lótu bý- ráðnum eina kæru um mál- ið, hava gjørt vart við, at teir ikki halda tað vera nóg mikið við einari lækking áljóðandi 1,5 metrar. Fyri Útvarpi Føroya hev- ur umboð fyri grannarnar sagt, at teir fara at kæra málið fyri Landsstýrinum fyrst av øllum. Samtyku byggingina í Vallalíð Jan Christiansen, Tórshavnar býráð og allir borgarar í kommununi mugu higartil bert ásanna, at ein feilur er gjørdur og rinda fyri avleið- ingarnar. Mynd: Jens Kristian Vang. C M Y K 9 8