Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. februar 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 24 - 5. februar 2003 15 sampakka væl við tað fjarstýrda kríggið. Jørðin verður eitt óhugnaligari og syrgiligari stað, hvørja ferð friðurin tapir. Kríggj loysir ikki trupul- leikan – kríggj er trupul- leikin. Tað skilja fleiri og fleiri, og tí síggja vit kríggsmótmæli kring allan heim í dag. Not in Our Name eitur ein mótmælis felagsskapur hjá studentaskúlanæming- um í New York. Hetta kríggið skal ikki førast í okkara navni, siga tey. Brúkið heldur pengarnar til skúlar og arbeiðspláss og til at bøta um gerandisvið- urskiftini í okkara býum. Og tey spyrja, um tað veruliga er neyðugt at offra 18 – 19 ára gomul fyri heimsins ríkasta og sterk- asta stat? Tað er kanska henda gamla søgan: statsleiðarar hava lyndi til at síggja síni egnu áhugamál sum vóru tey áhugamálini hjá øllum samfelagnum ella enntá hjá allari mannaættini. Vit hava í dag ikki brúk fyri tí barnsliga einfeldni, ið sær kríggj sum eitt spennandi ævintýr og eiheldur hava vit brúk fyri gamlari kynismu, sum er djørv í frástøðu og annara vegna. Vit hava brúk fyri tí dirvi og innliti, ið fólk sum Ellsberg vísti fyri 30 árum síðani og sum felagsskapir sum Not in our Name vísa í dag. Tíðin er farin undan Hussein, og vit mugu steðga hansara vandamikla valdi – sigur Blair. Ja vit eiga at steðga allari vanda- miklari framferð – eisini tá demokratiskt valdir po- litikarar uppføra seg sum einaræðisharrar. Tí er leið- in at stuðla og menna al- tjóða myndugleikum og felagsskapum, sum sam- skifta við próvførslum heldur enn við vápnum og sum fara fram við friði heldur enn við kríggi. Fyrsta stigið fyri friði er í okkara egnu lítlu verð: umhugsni, innliving og støðutakan – grundleggj- andi hetta: ikki at venda sær frá heimsins ræðuleik- um. Sum í sanginum hjá Pink Floyd “On the Turn- ing Away”: Vit mugu ikki venda okkum frá neyðini á jørð. Vit mugu ikki góð- taka ræðuleikarnar tí tað eru onnur sum líða.Vit mugu ongantíð venda okk- um frá verðini. Hetta er okkara verð. Takk fyri. -Finst veruliga eingin annar útvegur enn at sorla landið hjá ein- um frammanundan kúgaðum og niður- bundnum fólki? Er tað nakað, sum kann rættvísgera, at tús- undavís av hermonn- um í bestu árum fara at vera hópoyðingar- menn í einum landi, sum teir einki eiga í? Er tað órímiligt at spyrja, um tær hundraðtals milli- ardiardirnar av krón- um, sum eitt kríggj fer at kosta, ikki kundu farið hópin hentari? spurdu Marjun Bæk, prestur í røðu síni á Vaglinum leygardagin Góðu fundarfólk! Í teirri stóru roman- trilogiini hjá Jan Kjærstad (Forføreren, Erobreren, Opdageren) sigur høvuðs- persónurin (Opd. S. 283ff og 303ff), at tann grund- leggjandi spurningurin í lívi hansara altíð hevur verið: Hvat skulu vit hava við okkum? Spurningurin stavaði heilt afturi frá barnaárun- um, tá hann og ein vinmað- ur hildu, at onkrir íbúgvar uttan úr rúmdini vóru komnir á jørðina, og at teir nú skuldu fara og hitta teir. Og so var tað sjálvandi av alstórum týdningi, hvat teir høvdu við sær: Tað mátti vera okkurt, sum vísti teimum fremm- andu, at teir báðir jørð- búgvarnir vóru verdir at læra at kenna. Teir høvdu sjálvandi hoyrt um teir rannsóknarmennirnar, sum fóru rannsóknarferðir til ókend lond og fólk og um alt tað virðisleysa skrambl- ið, teir høvdu havt við sær við tí tápuliga fordóminum, at øll onnur fólk mundu standa og gapa aftanfyri teirra egnu í mentan og menning - og so býttir skuldu teir ikki vera! Tað var heldur ikki nóg gott við onkrum smátingum, sum kundi umboða teirra egna land, tí teir skuldu jú umboða alla verðina, og ein pláta við Jim Reeves, sum sang ”I love you because” fall eisini sum uppskot um at sannføra hinar um, at teir komu við friði! Tað mátti vera okkurt, sum vísti tað besta, sum jørðbúgvar høvdu drivið tað til, okkurt, sum vísti, hvat og hvørjir jørðbúgvar eru, og hvat teir trúgva uppá. Jónas, sum høvuðs- persónurin kallast, kom at enda fram til, at tað mátti vera ein roknistokkur, sum best umboðaði sivilisa- tiónina á jørðini, tað var tað størsta uppfinnilsi og besta hjálpitólið, hann nakrantíð var komin fram á! Vinmað- urin hevði valt eina klass- iska roman, Huckleberry Finn, sum hann helt verða bestu bók í verðini - 100 % vísdómur! Teir funnu sjálvandi ong- antíð teir fremmandu, men seinni hugsaði Jónas, at her hevði hann funnið tað, sum var av størri týdningi, nevniliga spurningin: Hvat skulu vit hava við okkum? Seinni í romanini verður nevnt, at uppí Voyager- sondurnar í 1977 høvdu tey fest 118 myndir, sum skuldu siga møguligum íbúgvum uttari úr rúmdini frá, hvørji menniskjuni eru, og hvør teirra mentan er. Har var m.a. mynd av dna- strukturinum, nakrar náttúrumyndir, myndir av einum dansara úr Bali og av einum skúlaflokki í Japan, har vóru heilsanir á seksti ymiskum málum, onkur tónleikur osfr. Meg lysti at vitað, um tað eisini eru myndir av kríggi, av vápnum, av hungurs- neyð o.ø., tí tær fylla jú ikki so lítið í myndini av tí, sum jørðbúgvar hava drivið tað til. Er nakar roknskapur? Har sum tað t.d. sæst, at tað, sum ST hevur at gera gott við til tey svongu og sjúku og heimleysu 365 dagar um árið, tað brúkar vápnaídnaðurin uppá tveir dagar? Á ein hátt er tað sum at vera bumbað 30 ár aftur í tíðina at hittast til friðar- fund. Hvat nýtt er at siga, sum ikki er sagt áður? ”Eftirkrígstíðin” var tað naivt sagt um tíðina aftaná 2.heimsbardaga. Berlin- múrurin og onkrir aðrir múrar, sum vóru líka grótharðir, hóast teir ikki vóru av gróti, eru rapaðir, men onkur heldur fram- vegis, at harðskapur er besta og einasta loysn á trupulleikum: Ikki bara børn, sum kunnu finna uppá at brúka styrki sína til at fáa tað, sum tey vilja hava, frá onkrum, sum ikki er líka sterkur. Heldur ikki bara ung fólk, sum ikki fáa aðrar avbjóðingar. Ella menn, sum í flokki neyðtaka einsamøll konu- fólk. Ella vaksin, sum gera seg inn á børn. Ella hjún, sum ongan veg koma við orðum. Harðskapur tykist eisini at vera einasta loysnin hjá teirri tjóðini, sum fegin vildi havt tað umdømi, at hon er heimsins klókasta, sterkasta, mest framkomna og ríkasta tjóð, og sum sær tað sum sína skyldu at vera stóribeiggi hjá restini av verðini. - Og um ikki øll tjóðin stendur aftanfyri, so í øllum førum tann, hon hevur valt at leiða seg. Og leiða seg hvar? Framá? Ella afturá? Vit vilja ikki hava kríggj við okkum longur Framhald av síðu 14 Marjun Bæk, prestur, helt røðu Eini 400 fólk vóru á friðarfundi Framhald á síðu 16 15 14 Nr. 24 - 5. februar 2003 Fólkafundur fyri friði: Heldur byggja brýr enn blaka bumbur Loðandi kyndlarnir bæði lýstu upp og skaptu hita í tí annars sera kalda veðrinum leygardagin. Teir symboliseraðu kanska meira enn nakað annað tær innibyrgdu kenslur móti kríggi, sum eyðkenna alt fleiri fólk kring allan heimin. Mergjaðu og inni- ligu røðurnar og sangurin kendust sum eitt afturljóð frá farnari tíð FRIÐARFUNDUR Jan Müller Eini 400 fólk høvdu leitað sær á Vaglið í Havn leygardagin at mótmæla ætlaða krígnum móti Irak. Hóast veðrið alt annað enn var til vildar til slíkt tiltak, so var bæði undirtøka og hýrurin góður. Eftir at hava gingið friðargongu oman á Vaglið vórðu røður hildnar, sungið varð eisini og bóru fólk brennandi kyndlar sum boð uppá frið. Tað vóru Javnaðarflokkurin, Tjóð- veldisflokkurin, Sosialistiskt Ungmannafelag og Unga Tjóðveldið, ið skipaðu fyri tiltakinum. Hetta var sum í gomlum døgum, tá fólkini, sum hoyra til hesar flokkar og feløg, luttóku í friðargongum móti hernaðardubbing. Eisini er hetta fyrstu ferð nú í mong ár, at flokkarnir á vinstravonginum taka saman lógvatak um mál av felags áhuga. Í innbjóðingini til friðarfundin varð annars sagt: - Vit heita á allar føroyingar um at taka lut á fólkafundi fyri friði. Har vilja vit á friðarligan og virðiligan hátt mótmæla ætlanunum um hernaðarligt álop á Irak, sum kann gera ein ræðandi krígsvanda til blóðugan veruleika. - Vit vísa ikki minsta samhug við harðrenda eina- ræðisstýrið hjá Saddam Hussein - Men vit halda, at frælsi og fólkaræði í Irak bert kann vinnast við friðarligum, politiskum amboðum - ikki við vápnum - Eitt álop kann bert íbirta eitt kríggj, har avleiðingar- nar verða tær ræðuligastu fyri tey, sum frammanundan eru harðast rakt: Fólkið í Irak - Eitt kríggj móti Irak kann fáa óbøtiligar avleiðingar fyri ta viðbreknu støðuna í øllum Miðeystri, og økir um vandan fyri yvirgangsatsóknum í øllum heiminum - Tí mótmæla vit, at tikið verður til vápnaðan bardaga og kríggj móti Irak - Ístaðin styðja vit allar royndir at fáa heimsins friðar- elskandi tjóðir at ganga saman í ST og aðrastaðni um at nýta síni nógvu og sterku politisku amboð at finna friðarligar loysnir - Vit styðja øll tiltøk, sum á ein friðarligan hátt kunnu byggja brýr millum tjóðir og vinna framá í stríðnum móti kúgandi einaræði og yvirgangi - Tí mótmæla vit eisini øllum ætlanum, sum á nakran hátt kunnu draga føroyingar og Føroyar upp í fyrireikingar til hernaðarligt álop á Irak og kríggj Røðarar á fundinum vóru Marjun Bæk, prestur, Jóanes Nielsen, rithøvundur, Manijeh Elsa Modi, lesandi og Rói Patursson, háskúlastjóri. Vit hava fingið loyvi at prenta tríggjar av røðunum. -Saddam Hussein hevur stýrt Iraq við harðræði í meir enn tjúgu ár. Hann og hansara harkalið er lætt at hata og ræðast. Men tað at Hussein er ein bøðil ger ikki tey amerikonsku bumbuflogførini til einglar. Nútíðarvápn oyða menniskju, samfeløg og landsløg. Líkasæla og kynisma sampakka væl við tað fjarstýrda kríggið. Jørðin verður eitt óhugnaligari og syrgiligari stað, hvørja ferð friðurin tapir. Kríggj loysir ikki trupulleikan – kríggj er trupulleikin. Tað skilja fleiri og fleiri, og tí síggja vit kríggs- mótmæli kring allan heim í dag.segði Rói Patursson, háskúla- stjóri á Vaglinum leygardagin Góðu fundarfólk. Einaferð fyri nógvum árum síðan - í 1965 - var eg í San Francisco við einum donskum farmaskipi. Næsti túrurin hjá okkum skuldi vera til Thailands við hern- aðarútgerð. Tað var í sam- band við eitt kríggj, sum hevði tikið seg upp í Viet- nam, fingu vit at vita. Teimum tilkomnu um- borð dámdu hetta lítið og einki. Men vit blaðungu ,17 –18 ára gomlu, hildu hetta vera spennandi. Í ungdóm- ligum einfeldni fabuleraðu vit um alt tað ævintýrliga, sum nú skuldi henda. Vit skuldu í kríggj! Nú vóru vit ordiliga mitt í verðini. Sjálvandi fataðu vit, at tað kundi blíva lívshættisligt, men tað var ikki fyrr enn einar 30 dagar seinni í Thailendska flógvanum, tá ein ovurstórur kavbátur knappliga kom undan kavi og okkara gamli donkey- maður, sum hevði upplivað torpedoálop undir heims- bardaganum, fór at rópa í ørviti og deyðaræðslu, at vit ungu veruliga skiltu, hvørjum ódámligum harra vit tæntu. Átta ár eftir hetta vóru 55.000 amerikanarar og 1 millión vietnamesarar dripnir í hesum óneyðuga kríggi. Ein av teimum, sum tá gjørdi sítt til at steðga ørskapinum var journalist- urin Daniel Ellsberg, sum setti seg upp móti bæði hernaðarligum og politisk- um valdi við at almanna- kunngera Pentagonskjølini, sum avdúkaðu lygnir og húklari um kríggsførsluna í Vietnam. Í dag er tann 71 ára gamli Ellsberg virkin í tí amerikonsku friðarrørsluni. Og hevur eisini tikið til orðanna ímóti tí krígsøsing, sum nú herjar. Í eini blað- samrøðu herfyri vildi hann vera við, at tríggjar orsøkir liggja aftan fyri krígshugin hjá Bush: tær eru olja, olja og olja. Bilurin krevur sítt – og hvat kann ein forseti ikki finna uppá fyri at tryggja stovuhitan í hvítu húsunum.? Amerikanska hervaldið kann kanska beina fyri Saddam Hussein, men tað eru fá, sum trúgva, at her- valdið kann tryggja frið og fólkaræði í Iraq – og enn minni í Miðeystri. Og um endamálið er at basa yvir- gangi, so er tað uppaftur meir ivasamt, um hetta er rætti mátin. Bush tosar um “forces of evil” og litar harvið krígs- øsingina religiøst sum ein annar krossfari. Vit hava lyndi til at síggja heimin sum var hann í tvíningum: tað ónda øðrumegin og tað góða hinumegin – og eyð- sæð eru vit sjálvi so heppin, at tað góða heldur við okkum! Men hvønn rætt hava vit til at gera onnnur menniskju til skaðadjór og so at siga taka tann menn- iskjaliga samleikan frá teimum? Tað okkum tørvar er framhaldandi og eirinda- leysa granskan av hesum viðurskiftum og próvfastar upplýsingar um hetta óhugnaliga mál. Enn hava vit ikki sæð nakað frá Bush og Blair, sum prógvar, at teir hava rætt í, at Iraq veruliga er ein hóttan móti altjóða samfelagnum og heimsfriðinum. Teir tosa við ein munn, sum vóru teir evsta vald á hesi jørð. Men tað eigur og má vera munur á naknum valdi og legitimum myndugleika. Enn er ST ikki tann al- tjóða myndugleikin, sum kann steðga kríggi. Á flestu økjum hevur globali- seringin sett síni merki á nútíðar samfelagið. Men ikki á tað hernaðarliga og politiska altjóðasamfelag- ið. Her ræður frumskógar tilvildin enn. Og ameri- kanska valdið ger sítt til fyri at undirgrava mynd- ugleikan hjá ST og tess stovnum. Og tað er kanska tað ráð- villasta í øllum hesum vandamáli: At eitt stórveldi tekur sær framíhjárætt at gera eitt fyribyrgjandi kríggj uttan at próvføra sínar grundir fyri sínum egna fólki og uttan at bríggja seg um undirtøku frá altjóða samfelagnum. Saddam Hussein hevur stýrt Iraq við harðræði í meir enn tjúgu ár. Hann og hansara harkalið er lætt at hata og ræðast. Men tað at Hussein er ein bøðil ger ikki tey amerikonsku bumbuflogførini til einglar. Nútíðarvápn oyða menn- iskju, samfeløg og lands- løg. Líkasæla og kynisma Kríggj loysir ikki trupulleikar – kríggj er trupulleikin Rói Patursson, háskúlastjóri, helt røðu Framhald á næstu síðu C M Y K 14