mikudagur 5. februar 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 24 - 5. februar 2003
23
22
Nr. 24 - 5. februar 2003
dagarnar vant ótrúliga nógv
fyri at fáa alt at ljóða sum
tað skuldi, og eisini tey
komu væl frá uppgávuni.
Kanska sangurin ikki var so
týðiligur. Tað verið seg, at
røddirnar stóðu nakað veik-
ar í mun til øll ljóðførini,
men hetta komu tey hóast
alt heilskapað frá.
Dias-røðin hjá skrivi-
verkstaðnum riggaði væl.
Har var tað myndlistaverk-
smiðjan, sum hevði verið
uppi á Sandvíkahjalla og
tikið myndir, har skrivi-
verksmiðjan síðani hevði
skrivað tekstir til, sum
hóskaðu seg til myndirnar.
Diasrøðin hevði fingið
heitið »Ljósið og myrkrið«,
og vóru tekstirnir bæði
hugleiðandi og stundum
eisini skemtiligir.
Opin
Millum fyrireikararnar og
áskoðararnar merktist tað
týðiliga, at tey vórðu im-
ponerað av framførslunum
hjá teimum ungu.
Pallframførslurnar bóru
bráð av opinleika, fríheit og
ósmædni. Sjálvt um tey
ungu høvdu arbeitt uttan
íhald í eitt heilt vikuskifti,
og tískil áttu at verið út-
lúgvað, sást hetta als ikki
aftur. Tey vóru smílandi,
glað og løtt á at líta.
Fyrireikararnir vóru sum
vera man, ógvuliga væl
nøgdir við alla stevnuna
sum heild, og kundu for-
eldur, áskoðarar og luttak-
arar fara glað aftur til húsa
sunnukvøldið.
Sunnukvøldið gav okk-
um øllum eina greiða
ábending um, at ungdóms-
mentanin í Føroyum er í
føgrum blóma og støðugari
menning. Kanska átti hetta
at verið ein ábending til
myndugleikarnar um at
skapa betri karmar til øll
okkara ungu og ágrýtnu
listarfólk.
Sunnukvøldið var so
endabresturin av
mentanarstevnuni
»Ung í Føroyum
2003«. Stevnan endaði
við eini almennari
framførslu, har tey
ungu sýndu fram,
hvat tey høvdu fingið
burturúr hetta
vikuskiftið
UNG Í FØROYUM
Orð: Ingrid Bjarnastein
Myndir: Álvur Haraldsen
Heilt fitt av fólki var komið
saman í Norðurlandahúsin-
um sunnukvøldið, tá 60
ung úr øllum Føroyum
skuldu fram á pallin at sýna
fram, hvat tey høvdu fingið
burturúr hetta vikuskiftið
mentanarstevnan »Ung í
Føroyum« hevur verið.
Salurin var ikki fullsettur,
men ongin ivi er um, at
keðiliga veðrið hevur eisini
havt ein fingur við í spæl-
inum, og fingið fleiri at
setast aftur.
Alt, sum varð framført
hetta kvøldið, var ikki til tá
stevnan byrjaði fríggja-
kvøldið. Í øðrum orðum, so
var alt tilfarið nýgjørt, og
skuldi tað nú standa sína
roynd.
Annlis
Bjarkhamar,
landsstýriskvinna í mentan-
armálum, sum eisini er
verndari fyri ungdóms-
mentanarstevnuna,
helt
eina stutta røðu, har hon
millum annað segði, at hon
vónaði, at henda stevnan
kundi vera við til at geva
teimum ungu íblástur og
kunnleika til at halda áfram
at skapa.
Egið
Framførslan byrjaði við
einum dansi/framløgu, sum
lista- og dansiverksmiðjur-
nar høvdu gjørt saman.
Talan var um eitt sokallað
træ, sum listaverksmiðjan
hevði gjørt, har dansararnir
syrgdu fyri, at træið varð
lagt fram á rættan hátt.
Regnskógartónleikur við
trummum og dansararnir
ílætnir svartar ruskposar
livdu runt á pallinum eina
løtu.
Kórið sang nakrar sangir,
har bæði kórsangur, skjald-
ur og solosangur var á
skránni. Tekstirnir vóru
nýyrktir frá skriviverkstað-
num, og lítla kórið, sum
taldi seks gentur kom væl
frá síni uppgávu.
Framførslurnar vóru allar
merktar av kreativiteti. Tey
ungu sluppu veruliga at
vísa sínar dygdir, har tað
nýggja og spennandi stóð í
fremstu røð.
Videoverksmiðjan hevði
gjørt ein skemti-krimifilm.
Filmurin snúði seg um
løgmansdóttrina, sum var
vorðin burturflutt. Filmurin
var skemtiligur, har tey
ungu høvdu gjørt nógv
burtuúr. Bæði í upptøkum,
tónleiki og búnum. Luttak-
ararnir sluppu bæði at gera
eina søgugongd, klippa,
taka upp, spæla sjónleik og
seta saman, og úrslitið var
eisini nakað, tey øll kundu
vera errin av. Tey fingu væl
og virðiliga allan salin í
Norðurlandahúsinum
at
flenna.
Tað sást væl aftur í fram-
førslunum, at allar verk-
smiðjurnar høvdu havt ein
týðandi leiklut í framløg-
unum. Tvørfakliga samar-
beiðið sást aftur, kanska
serliga tá dansur, kór og
upplestur var á skránni.
Talan var um kórið, sum
murraði í bakgrundini,
meðan ein frá skrivi-
verksmiðjuni
las
upp
yrking, og dansiverksmiðj-
an setti sín dám á fram-
løguna við eini gentu, sum
dansaði ímeðan lisið og
sungið var. Hetta vísti seg
at rigga ótrúliga væl.
Lívligt
Serliga var tað tann nógvi
dansurin, sum setti ein
serligan dám á sýningina.
Peter Friis hevði hóast
nógvar luttakarar og fáar
tímar, megnað at fáa eina
frálíka heildarframførslu
burturúr, har dansararnir
høvdu ein stóran leiklut í
allari
endaframførsluni.
Tað eydnaðist dansarunum
væl at fáa tað fram, sum teir
ynsktu, og var tað bergtak-
andi at síggja, og serliga tá
hugsað verður um, at lut-
takararnir so at siga ikki
hava havt meira enn hálvan
annan dag at læra seg alt í.
Og umframt alt hetta, so
var alt tilfarið nýgjørt til
endaframførsluna.
Orkestrið, sum hevði
Kára Jacobsen sum verk-
smiðjuleiðara,
framførdi
eisini nakrar sangir. Hesir
sangirnir vóru eisini skriv-
aðir av skriviverksmiðjuni.
Orkestrið hevði seinastu
Ungdómsmentan í føgrum blóma
Hesar myndirnar eru tiknar fríggjakvøldið, tá Helga Hjørvar setti mentanarstevnuna og luttakararnir høvdu pallframførslur fyri hvørjum øðrum
Stóra mentanarstevnan endaði við eini
framførslu. Her er tað endasangurin, sum
verður sungin
C
M
Y
K
22