Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-05, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. februar 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 24 - 5. februar 2003 25 Hóast venjingin er nóg v darvað av veðrinum, so hevur manningin á Jarn- bardi gótt treyst, og gleða tær seg til ljós- ari verður í veðr- inum. KAPPRÓÐUR Páll Holm Johannesen Kappróðrarfólkið er so smátt farið í holt við venj- ingarnar til kappróðrarárið í ár. Venjingin hesa ársins tíð fevnir serliga um tað kropsliga, har manningar- nar leggja botnin, áðrenn kappróðrarbátarnir verða flotaðir í apríl mánað. Meðan flestu kappróðrar- fólkini ikki byrja venjing- ina fyrr enn um mánaðar- skiftið januar- februar, so hevur kvinnumanningin á Jarnbardi verið í gongd síð- an í november mánað. 6- mannafarið hjá róðrarfelag- num Knørri í Havn skal nevnliga kappast á Scilly- oyggjunum fyrst í mei- mánað, tá tær skulu luttaka í World Pilot Gig Champi- onship. Rættin til, at luttaka í World Pilot Gig Champion- ship á Scilly-oyggjunum, vann Jarnbardur, tá tær í fjør vunnu allar FM-róðrar- nar. Allar manningar, fyri- uttan 5-mannaførðini, kappast um rættin at luttaka á Scilly-oyggjunum, og í fjør stóð so Jarnbardur seg best í tí kappingini. Skoyt- ast kann uppí, at 5-manna- farið á Sílinum eisini vann allar FM-róðrarnar í fjør, og fyri tað, sluppu tær at royna seg í kapping í Dan- mark. Samansett manning Manningin á Jarnbardi til kappingina á Scilly er sam- ansett úr fleiri ymiskum 6- mannaførum. Ymiskar or- søkir hava havt við sær, at tað einans eru tríggjar av Jarnbardi, Ið vunnu FM í fjør. Umframt ær tríggjar av Jarnbardi, so eru tvær av Gongurálvi, og hvør sín av Páll Fanga og Riddarnum. Ásetingin frá Róðrar- sambandi Føroya sigur, at um vinnaramanningin ikki sjálv fær mannað bátin, so skal róðrarfólk finnast av øðrum bátum. Fyrst verður roynt á manningini, sum endaði nummar tvey í FM, og eydnast heldur ikki tað, so frá nummar trý os.fr til báturin er mannaður. Hvussu er og ikki, so er manningin á Jarnbardi til World Pilot Gig Champion- ship henda: Jannie Dam Jacobsen, Kristianna Dahl Øster, Eivy Olsen, Rannvá Madsdóttir, Anna Mohr Jacobsen, Petra Hansen og Kerstin Rasmussen. Venjingin darvað av veðrinum Bátarnir, kappast verður við á Scilly-oyggjunum, líkjast ikki føroysku kapp- róðrarbátunum. Hetta hev- ur eisini við sær, at stórur partur av venjingini fer til at venja seg við bátin. Vant verður í bátinum Brendan, sum minnir um kappróðrar- bátarnir, sum nýttir vera í kappingini á Scilly. Stórur dentur er lagdur á teknisku venjingina, tí róðrarlagið skilir seg frá tí, vit kenna í Føroyum. Tað ræður tí um at leggja seg eftir rætta teknikkinum, verður sagt av Jarnbardi Umframt tað tekniska, so er týdningarmikið at vera væl fyri kropsliga, tí teinar- nir í World Gig Champion- ship liggja ímillum 2000- 3000 metrar. Venjingarætl- anin hevur verið, at vant verður í batinum bátinum tríggjar ferðir um vikuna og tvær ferðir á landi. Ringa kava veðrið hevur darvað venjingini nógv, og tí hevur mesta av venjingini higartil verið á landi. Vikuskiftini verða nýtt til at rógva lang- ar teinar, og vanliga gongur leiðin út á Noylsoyarfjørð Hóast Jarnbardur í løtuni er nakað afturúr í venjing- arætlanini, so hevur mann- ingin gott treysti, og siga seg gleða seg til ljósari verður í veðrinum.Tá vera betri møguleikar at venja meir í bátinum, og tað er júst tað tær hava brúk fyri nú. Góðar vónir Hóast langt er til kapp- ingina á Scilly fyrst í mei-mánað, so gleðir manningin seg til kappingina. – Vit vera betri fyri hesa ferð, enn í 2000, og tí hava vit góðar vónir, um at tað skal fara at ganga væl, siga tær av Jarnbardi. Tær ásanna tó, at tað verður torført at enda heilt frammi í oddin- um, tí fremstu bátarnir eru vanliga rættiliga væl fyri. – Fáa vit tað tekniska upp á pláss, og hava vit eitt sindur av hepni við okkum, so vóna vit at enda millum 10 teir fremstu bátarnar, legg- ur manningin á Jarnbandi afturat. Annars hevur manningin á Jarnbardi eitt lítið hjarta- suff til føroyskar fjølmiðlar, tí seinastu árini hava teir gjørt alt ov lítið burturúr kappingini á Scilly.- Hetta er størsta kapping, har før- oysk kappróðrarfólk lut- taka, og tí kundi hugsa okk- um, at fjølmiðlarnir varp- aðu meiri ljós á kappingina. Hetta er størsta gularótin hjá kappróðrarfólki í Før- oyum, og umframt at um- boða okkara róðrarfelag, so umboða vit sanniliga eisini tjóðina, og tí burdi kapp- ingin havt áhuga millum fólk, sigur manningin á Jarnbardi at enda. Jarnbardur fyrireikar seg til Scilly-oyggjarnar Kappróðrarbátarnir á World Pilot Gig Championship víkja frá føroyska kappróðr- arbátinum, og tí sambandi venur Jarnbardur í Brendan, sum minnir nógv um bátar- nar, nýttir vera á Scilly- oyggjunum Mynd: Álvur Haraldsen Hóast venjingin hevur verið darvað av verðrinum, so hevur manningin á Jarnbardi gott treyst, og gleða tær seg til at sleppa at venja meir í bátinum. Mynd: Álvur Haraldsen Føroyingar hava luttikið í World Pilot Gig Championship á Scilly –oyggunum síðan 1998. Luttøkan er gjørd í samstarvið millum Róðrar- samband Føroya og Amerada Hess. Okkurt árið hava tvær manningar verið umboð- aðar, men av fíggjarligum áðum verður tað bert Jarnbardur sum luttekur í ár. 1998: Vestmenningur 1999: Eysturoyingur 2000: Eysturoyingur og Jarnbardur 2001: Argjabáturin og Frúgvin 2002: Havnarbáturin og Páll Fangi 2003: Jarnbardur Fakta 25 Tíðindaskriv Seinnapartin mánadagin skrivaðu NSÍ og Trygging- arfelagið Føroyar undir nýggjan stuðulssáttmála. Samstarvið teirra millum gongur nú á fimta ári. At kappingarárið í fjør var tað besta hjá NSÍ nakr- antíð, er neyvan neyðugt at endurtaka, men so mikið meira var tað ein sann- roynd. Og nú skjøtil verður settur á eitt nýtt, er ið hvussu er ein fyritreyt fyri góðum úrsliti til staðar. Einki gerst uttan gott fíggjarligt grundarlag, og ein týðandi partur av hesum grundarlagi hevur síðstu fýra árini verið stuðulsav- talan millum NSÍ og Trygg- ingarfelagið Føroyar. Seinnapartin mánadagin varð henda avtala endur- nýggjað, og sostatt er greitt, at Tryggingarfelagið Før- oyar fimta árið á rað verður høvuðsstuðul hjá NSÍ. – Vit valdu at halda fram við samstarvinum við NSÍ, tí vit hava verið væl nøgdir við hesi fýra árini, vit hava samstarvað, sigur Henry Olsen frá Tryggingar- felagnum Føroyar. – Góðu úrslitini hjá NSÍ í fjør gjørdu tað bara enn meira upplagt at halda fram, og trúgva at fram- haldandi samstarvið við NSÍ fer at gera Tryggingar- felagið Føroyar uppaftur meira sjónligt. Felagið í stórari menning Sum undanfarnu árini fevn- ir sáttmálin um eina grund- upphædd, umframt bonus – alt eftir hvussu væl tað eydnast NSÍ at røkka sínum høgu málum fyri komandi kappingarárið. Somuleiðis gevur sáttmálin NSÍ møgu- leika at brúka hølini hjá Tryggingarfelagnum Før- oyar í Saltangará til taktikk- fundir og annað. Samskiparin hjá NSÍ, Ian Højgaard, gevur felagsins vegna til kennar, at eisini í NSÍ eru tey fegin um sam- starvið undanfarnu árini – og ikki minst, tað heldur fram í ár við: – Felagið hevur verið í stórari menning hesi seinnu árini, og tað er ikki minst samstarvinum við Trygg- ingarfelagið Føroyar fyri at takka, sigur NSÍ-samskip- arin. – At hava eitt gott fíggjarligt grundarlag undir arbeiðinum hevur størri týdning enn nakrantíð. Ikki minst, nú UEFA og aðrir fótbóltsmyndugleikar eru farnir at seta alsamt størri krøv til fótbóltsfeløgini, eisini her í Føroyum. Síðani undanfarna kapp- ingarár eru einstakir spæl- arar givnir ella farnir til onnur feløg, men hóast lítil og eingin styrkur er komin til felagið uttanífrá, hava tey í NSÍ góðar vónir um komandi kappingarárið. Venjarin, sum aftur í ár er Jógvan Martin Olsen, hevur longu havt spælararnar savnaðar til nakrar venjing- ar, og einir 20-25 hava spælarar hava verið við hvørja ferð. Nr. 24 • mikudagur • 5. februar 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Tryggingin stuðlar NSÍ aftur í ár HB og Føroya Bjór samstarva SAMSTARVSAVTALA Páll Holm Johannesen Álítandi keldur í HB vilja vera við, at Føroya Bjór komandi kappingarár skal verða høvuðsstuðul hjá 1.liði felagsins. Týsdagin, eftir evsta mark okkara, varð boðað frá tíðindafundi í HB, har væntandi nýggi høvuðsstuðulin varð kunngjørdur. Meistaraliðið hevur sein- astu árini havt Føroya Banka sum høvuðsstuðul, men tann sáttmálin gekk út 1. januar í ár. Felagið hevur leita eftir nýggjum høvuðs- stuðli, sum eftir øllum at døma verður Føroya Bjór Helst eisini Carsten From Umframt nýggjan høvuðs- stuðul, skal HB eisini kunngera tveir nýggjar leikarar fyri komandi kapp- ingarár á tíðindafundinum. Leingi hevur verið gitt um, at danski áleyparin, Carsten From, verður at síggja á HB-liðnum í ár. Hvør hin leikarin verður er enn óvist. Gitingar hava verið, um ein danskan leikara, og at Símun Eliassen skal venda aftur til HB. Hvussu verður og ikki, so vera vit klókari eftir tíðindafundin. Tað er enn óvist, hvat felag Óli Jo- hannesen ætlar at umboða í ár. Hann er so byrjaður at venja við TB VENJARASTARV Páll Holm Johannesen TB hevur sett venjara fyri komandi kappingarár. Tað verður Jón Johannesen sum skal standa á odda fyri tvøramonnum í ár. Saman við Jón, skal ein onnur TB-kempa Pól F. Joensen hjálpa elsta fel- agnum í landinum uppaftur í 1.deild. Jón Johannesen var saman við bróðurinum, Óla, venjari seinnu hálvu í fjør, og hann hevur játtað at taka enn eitt tørn í venjarastarvinum á Tvøroyri. TB vandi fyri fyrstu ferð leygardagin, og heili 25 mans møttu. Einasti útlendingur á liðnum frá í fjør verður Vladimir. Sasha er enn á Tvøroyri, men enn er óvist um hann verður at síggja á TB- liðnum í ár. Báðir ong- lendingarnar eru farnir av landinum, og teir vera ikki við í ár. Sumbingarnir Remi Thomsen og Sonni Kjær- bo hava báðir valt at royna seg á Tvøroyri í ár, eftir at hava spælt við Sumba tey síðstu árini. Landliðsleikarin, Óli Johannesen, hevur verið settur í samband við fleiri feløg, men er onki ítøki- ligt komið burturúr. Hann hevur luttikið í venjing- unum hjá TB higartil, men enn vita teir ikki av Tvøroyri, um ætlar at leika við TB í ár. TB hevur sett Jón Johannesen í venjarastarvið, men enn er óvist, hvar bróðurin Óli Johannesen spælir komandi kappingarár. Mynd:Savnsmynd Jón Johanne- sen venja TB NSÍ-samskiparin Ian Høj- gaard og Henry Olsen frá Tryggingarfelagnum Føroyar geva hvørjum øðrum hond- ina upp á samstarv fimta árið á rað. Aftanfyri standa NSÍ-ararnir Helgi L. Peter- sen og Jens Martin Knudsen í nýggju búnunum hjá NSÍ C M Y K 24