mikudagur 5. februar 2003síða 14
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 24 - 5. februar 2003
Nr. 24 - 5. februar 2003
27
UMHVØRVIS-
DÁLKING
Árni Joensen
Fiskimenninir á sponsku
norðurstrondini
eru
nú
farnir útaftur
Tá tangaskipið "Prestige"
sakk úti fyri sponsku út-
nyrðingsstrondini fyri hálv-
um triðja mánað síðani,
fingu fiskimenninir har á
leiðini forboð fyri at fiska,
og síðani hava túsundtals
fiskimenn gingið hendur í
favn.
Mánadagin varð forboðið
sett úr gildi á einari leið frá
portugisiska markinum og
einar 100 kilometrar norð-
ureftir. Nógvir fiskimenn
loystu alt fyri eitt, men
minni enn so allir kenna
seg tryggar enn. Teir hava
ikki álit á boðunum frá
myndugleikunum um, at nú
ber til at fiska aftur.
Fiskimenninir bera eisini
ótta fyri, at oljudálkingin
skal gera um seg aftur, nú
sardin- og makrelvertíðin
nærkast.
TÍÐINDAFLUTNINGUR
Árni Joensen
George W. Bush, forseti
hevur biðið kongressina
um 208 milliónir dollarar
til at fíggja eina arabiska
sjónvarpsstøð, so arabarar
kunnu fáa tíðindi, soleiðis
sum amerikanarar halda, at
tey eiga at vera
Hugskotið til sjónvarps-
støðina er komið úr uttan-
ríkisráðnum í Washington,
og støðin skal verða liður í
einari verkætlan, sum hev-
ur til endamáls at kunna og
ávirka fólk í øðrum lond-
um.
Sambært verkætlanini,
sum var almannakunngjørd
mánadagin, skulu fólk í
fleiri arabiskum londum
fáa møguleika at síggja ta
nýggju sjónvarpsstøðina.
Støðin skal eisini senda
reklamur og kann sostatt
loysa tann tann trupulleika,
sum amerikanska stjórnin
hevur, tí tey almennu arab-
isku sjónvørpini sýta fyri at
senda reklamur.
- Síðani tann 11. sep-
tember hava vit sæð, at
USA hevur mist sína ávirk-
an á nógv fólk, sum hava
eina aðra uppfatan av okk-
ara virðum, okkara poli-
tikki, og hvussu vit bera
okkum at. Gjógvin millum
teirra og okkara egnu upp-
fatan er vorðin so stór, at
hon er vandamikil, og hetta
hevur órógvað arbeiðið hjá
uttanríkisráðnum á nógvum
økjum, sum hava við ta
tjóðskaparligu trygdina at
gera, stendur í skjølunum
hjá
uttanríkisráðnum
í
Washington.
Gongur striltið
Samráðingarnar millum ES øðrumegin og Noreg,
Ísland og Liktinstein hinumegin um ein nýggjan
handilssáttmála hava verið strævnar.
Fyri hálvari aðru viku síðani fóru partarnir hvør til
sítt, tí teir komu ongan veg, og ætlanin var so at hittast
aftur í morgin, men tað er ivasamt, um hetta verður av
nøkrum. Norski ES-sendiharrin, Bjørn T. Grydeland,
segði í gjár, at tað tænir ongum endamáli at fara aftur
til samráðingarborðið uttan so, at partarnir hava
okkurt at samráðast um. Íslendski sendiharrin í
Bruxelles, Kjartan Jóhannsson, heldur kortini, at tað
kann loysa seg at fara aftur til samráðingarborðið, tí
bara tað at hittast kann kanska skunda undir
gongdina, heldur hann.
Tann stóri stríðsspurningurin snýr seg um, hvussu
nógv londini og serliga Noreg skal gjalda aftur fyri
fría atgongd til tann víðkaða ES-marknaðin. Higartil
hevur Noreg víst kravinum hjá ES aftur.
Munandi fleiri doyðu
Tá ein ferja sakk úti fyri vesturafrikanska landinum
Gambia seinasta heyst, varð sagt, at talið á teimum,
sum doyðu í vanlukkuni, var beint oman fyri 1.000.
Nú vísa nýggjar upplýsingar, at hetta var ikki so,
men at tað veruliga talið var oman fyri 1.800 ella
næstan tvær ferðir so stórt. Ferjan var úr Senegal, og
forsætisráðharrin gar, Idrissa Seck, segði í gjár, at
myndugleikarnir hava higartil skrásett 1.863 lík, sum
stava frá vanlukkuni.
Bert 63 fólk sluppu livandi frá vanlukkuni, tá ferjan
"Joola" holvdist og sakk í september í fjør. Skipið
hevði loyvi at hava 550 ferðafólk, men senegalsku
myndugleikarnir viðgingu alt fyri eitt, at alt ov nógv
fólk var við ferjuni á vanlukkuferðini.
Ránsmenn tiknir
Italska løgreglan hevur tikið 38 fólk, sum eru løgd
undir at hava steðgað lastbilum á teimum norður-
italsku vegunum og rænt farmin.
Norskir fiskaútflytarar hava seinastu árini kært seg
um, at fiskurin, sum teir sendu til Italia, varð rændur,
áðrenn hann kom vegin fram, men tað hevur víst seg
at vera striltið at fáa italsku myndugleikarnar at taka
hetta í álvara. Tað hevur fingið fleiri norðmenn at
halda, at løgreglan og ránsmenninir samstarvaðu sum
ránini.
Italska løgreglan sigur, at nøkur av teimum 38
vórðu tikin, meðan tey hildu eyga við lastbilum.
Sambært løgregluni skuldu hesi varskógva aðrar, sum
síðani steðgaðu lastbilunum, meðan uppaftur ein triði
bólkur rændi farmin. Sambært løgregluni var tað ein
37 ára gamal italiumaður, sum stóð á odda fyri ráns-
monnunum, og teir flestu av medhjálparum hansara
eru eisini italiumenn, sigur løgreglan.
Norðmenn selja
Norska alifyritøkan Dåfjord Laks hevur selt tann
partin av virkseminum, sum fyritøkan hevur havt í
Danmark.
Talan er um eitt virki, sum hevur skorið laks, eitt
roykivirki og eina marknaðardeild, sum Dåfjord Laks
hevur havt í Skagen seinastu árini. Leiðslan í
fyritøkuni sigur, at hon fer nú at menna marknaðar-
deildina á høvuðsskrivstovuni í Tromsø ístaðin fyri.
Dåfjord Laks fekk 35 milliónir krónur burtur úr at
selja tær tríggjar deildirnar í Skagen.
Hitaverjan undir
vinstra vonginum
virkaði ikki, sum hon
skuldi, tá rúmdarferjan
kom aftur í atmosfer-
una. Nógvur hiti og hol
í skjøldrinum gjørdu, at
ferjan fórst
COLUMBIA-
VANLUKKAN
Árni Joensen
Alt fleiri tekin benda á, at
brekið, sum rúmdarferjan
"Columbia" fekk, beint
eftir at hon varð skotin út í
rúmdina, var tað, sum 16
dagar seinni gjørdi enda á
henni og teimum sjey, sum
við vóru.
80 sekund aftan á sjálva
útskjótingina
tann
16.
januar loysnaði eitt hálvan
metur langt stykki av bjálv-
ingini á brennievnistang-
anum á "Columbiu" og
rakti vinstra vong. Hetta sá
rúmdarumsitingin NASA,
men vildi vera við, at hetta
hevði onga ávirkan á trygd-
ina hjá ferjuni.
Men nú bendir nógv á, at
tann serliga bjálvingin, sum
skuldi verja rúmdarferjuna
ímóti tí nógva hitanum,
sum ferjan kom í, tá hon
kom inn í atmosferuna,
hevði fingið so mikið av
skaða, at hon helt ikki. Eitt
tekin um hetta er, at beint
undan vanlukkuni varnaðist
eftirlitið í Houston, at hita-
mátararnir í hjólrúminum
undir ferjuni virkaðu ikki.
Fyrradagin
almanna-
kunngjørdi NASA ymsar
tekniskar upplýsingar, sum
váttaðu gitingarnar um, at
vinstri vongur á ferjuni
virkaði ikki, sum hann
skuldi, og at hetta eftir
øllum at døma stóðst av
skaðanum, sum vongurin
fekk, beint eftir at "Co-
lumbia" var skotin út.
Serfrøðingarnir
hjá
NASA vóna nú at finna so
nógv vrakpetti av "Co-
lumbiu", at teir seta sum
mest av henni saman í
einari roynd at finna, hví
ferðin fekk ein so van-
lukkuligan enda.
Skulu halda fram
Stjórin í rúmdarumsiting-
ini, Shean O'Keefe, segði í
gjár, at umsitingin fer at
kanna málið út í æsir. Hann
avsannaði
samstundis
skuldsetingar um, at NASA
skal hava slakað í trygdini
seinastu árini, tí politikar-
arnir høvdu skert játtanina
til rúmdarverkætlanir. Ein
óheft nevnd, sum kannaði
trygdina í amerikansku
rúmdarverkætlanini í fjør,
kom annars til ta niður-
støðu, at vandin fyri van-
lukkum var vorðin størri,
enn hann hevði verið, tí
minni dentur varð lagdur á
trygdina.
Avvarðandi hjá teimum
sjey, sum doyðu við "Co-
lumbiu", hava mælt NASA
til at halda fram við sínum
arbeiði. Í einari felags frá-
boðan, sum Evelyn Hus-
band las upp, stóð, at kann-
ingarnar í rúmdini eiga at
halda fram, so skjótt or-
søkin til vanlukkuna við
"Columbiu" er funnin og
brekini
rættað.
Maður
hennara, Rick Husband, var
skipari á "Columbiu".
UTTAN ÚR HEIMI
Bush vil hava arabiska sjónvarpsstøð
Nú fiska teir aftur
Columbia var deyðadømd
longu frá byrjanini
Um allan heim hevur verið skipað fyri minningarhaldi eftir vanlukkuna við "Columbiu".
Hendan myndin er frá minningarhaldi í Moskva. Maðurin fremst á myndini er amerikanski
sendiharrin í Moskva, Alexander Vershbow
Mynd: Reuters
Fyrstahjálp
Víðka skeið 20 tímar (fortreyt: lokið
grundskeið ikki eldri enn 1. august
2001):
Byrjar 1. febr. 2003 (1. og 2. + 8. og 9. mars)
Sálarlig 1. hjálp:
Byrjar 15. febr. kl. 14-16 verður annars:
20. febr.: kl. 19-21,
22. febr.: kl. 14-16 og
27. febr.: kl. 19-21.
Um ov lítil tilmelding er,verða skeiðini ikki hildin.
Tilmelding á tlf. 319630, Fax. 311217
Teldupost: redcross@redcross.fo.
Reyði Krossur Føroya
Ístaðin fyri at keypa nýtt
Vit lakera alt
innbúgv, so tað
verður sum nýtt.
Skápshurðar og
innhurðar
Ein bíligari loysn
Auto-Tek
Argjaboðagøta 5 · Tlf. 321206 · fax 321236 eftir kl. 17.00 á Tlf. 221006
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
C
M
Y
K
27
26