Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. februar 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 25 - 6. februar 2003 Nr. 25 - 6. februar 2003 3 Fríggjadagin 7. februar verður Finnbogi Ísakson seksti ára gamal. Nakað undan seinasta løgtingsvali, tók Finnbogi ta støðu ikki at stilla upp- aftur til valið ár 2002. Henda avgerð hansara var kanska ikki so løgin, tá hugsað verður um, at hann hevur verið uppi í politikki í meira enn 30 ár. Ungur og virkin tingmaður Til løgtingsvalið í 1966 stillaðu norðoyingar mill- um onnur góð valevnir Finnboga upp á tjóðveldis- listan, og varð hann valdur bert 23 ára gamal. Kaga vit í tingtíðini frá 1966 og árini frameftir, so ansa vit skjótt eftir, at hesin ungi maður hevði nógv upp á hjarta. Uppskotini vóru nógv, ið hann legði á ting- borð, og felags fyri tey øll var, at tey vóru væl orðað og væl undirbygd.Hann hevði ein góðan penn og harumframt hevði hann framúr góðar gávur at bera fram síni sjónarmið m.a. av tingsins røðarapalli og í nevndararbeiði, og í fleiri førum eydnaðist tað honum at seta síni fingramerki á tey mál, ið vórðu viðgjørd í teimum nevndum, hann hevði sæti í. Finnbogi var politikkar- in, sum vildi síggja úrslit, hann tráaði eftir, at flokkur hansara kom aftur í sam- gongu og fekk størri á- virkan, heldur enn at sita í andstøðu. Í 1966 til og við 1970 var Finnbogi and- støðutingmaður. Í 1970 kom undirritaði á ting og fekk m.a. eitt sera gott samstarv við Finnboga Isaksen, sum hann tá æt. Hann var gløggur og skila- góður, var góður í ráðum. Legði altíð dent á, at teir nýggju tingmenninir skuldu sjálvir taka støðu til tey einstøku málini, og ar- beiða eftir sínari sannføring og samvitsku. Heimastýrisflokkarnir myndaðu eisini samgongu frá 1970 til 1974, so Tjóð- veldisflokkurin og Fólka- flokkurin sótu í andstøðu hetta tíðarskeiðið eisini. Nýggj landsstýris- samgonga Í 1974 hendi stórbroyting á tí politiska vígvøllinum í Føroyum.Tað eydnaðist tað árið at fáa gjørt eina nýggja stóra samgongu, ið varð sett saman av Tjóðveldis- flokkinum, Javnaðarflokk- inum og Fólkaflokkinum. Ein tann ídnasti at fáa nevndu samgongu til veru- leika var Finnbogi. Sjálvur gjørdist hann, saman við Peturi Reinert av Eiði, landsstýrismaður fyri Tjóð- veldisflokkin. Talan var um eina sterka samgongu, ið fekk nógv á skafti og har samstarvið flokkanna mill- um var gott. Virdur tingmaður Finnbogi var virdur av tingmonnum, ikki bert av sínum floksfeløgum, men eisini av teimum, ið hann var í samgongu við, og teimum, ið vóru í andstøðu. Hann var tingmaðurin, ið allir tingmen lýddu á, tá hann tók orðið. Hann hevði orðið í síni makt, var so greiður í orð og talu, at øll, ið lýddu á, skiltu hann. Hann dugdi somuleiðis væl at lurta eftir tí, ið aðrir tingmenn bóru fram, eisini eftir teimum, ið høvdu eina heilt aðra fatan um málið/ málini, enn hann sjálvur hevði. Eisini tað skapti virðing fyri honum. Somu- leiðis kundi Finnbogi gera atfinningar til sínar parta- menn, um hann hevði aðra uppfatan enn teir. Hann var djarvur og átti viljan og evnini, ið krevjast av einum góðum politikkara. Finnbogi var politikkarin, ið hugsaði fleiri ár fram, eins og talvleikari, ið hugs- ar nógvar leikir fram. Løtu- vinningar, visti hann, kundu koma aftur um brekkur seinni. Tordi tá á stóð Ì kreppuraktu tíðini í 90 – árunum, átók Finnbogi sær at umsita fíggjarmál í landsstýrinum. Ein upp- gáva, ið mong í hansara egna flokki hildu vera óða- mannaverk, ið fór at kosta flokkinum nógv. Hann fór undir hesa ótýdligu upp- gávuna og visti, at tøk máttu takast til tess at skapa vend í ta fíggjarligu og búskaparligu gongdina í Føroyum. Hann og Tjóð- veldisflokkurin hoyrdu nógv fyri hetta, men hóast tað helt Finnbogi fram, tí hann varð sannførdur um, at tað var neyðugt fyri at fáa at vend í. So bleiv, sum hann spáddi, flokkur hans- ara gekk aftur í atkvøðutali, og Finnbogi fekk nógv oman yvir seg, men at førdi politikkurin var neyðugur, tað munnu tey flestu ásanna í dag. Finnbogi var somuleiðis politikkarin, ið gekk á odda fyri at byggja nýtt og tíðar- hóskandi tinghús.Við tí vórðu munandi betri um- støður skaptar hjá ting- monnum at virka undir, samstundis sum vit høvdu fingið ein prýðiligan bygn- ing, ið hóskaði væl inn í umhvørvið – ein bygning- ur, ið øll tjóðin kundi verið stolt av. Tá ið funnist varð at hesi ætlan, vóru tað nógvir tingmenn, ið broyttu støðu og tóku ikki undir við ætlanini, men Finnbogi, ið var tingformaður helt fast við síni ætlan, men varð noyddur at finna aðra loysn, sum eftir mínum tykki, ikki var nær so góð sum tann upprunaliga og sum útsetir ætlanina um nýtt tinghús nógv ár fram. Fjølmiðlamaður, rithøvundur og yrkjari Finnbogi er ikki bert kend- ur sum politikkari, men eis- ini sum fjølmiðlamaður, rithøvundur og yrkjari. Maðurin, sum er útbúgv- in fjølmiðlamaður, stóð í fremstu røð, tá føroyska sjónvarpið gjørdist alment. Hann var sannførdur um, at tað bar til, og hann legði alla sína orku í at fáa góðar og áhugaverdar føroyskar sendingar, fyri lítlan pen- ing. Hann saman við øðrum góðum fólki prógvaðu, at tað bar til. Árini 1974 -75 góvu Finnbogi og Árni Absa- lonsen tíðindablað út. Eitt blað, ið varð væl móttikið av føroyingum. Teir báðir skrivaðu einsamallir, so at siga alt tað, sum stóð í blaðnum. Nøkur ár var hann blað- stjóri á málgagni Tjóðveld- isfloksins Fjúrtanda Sep- tember. Finnbogi hevur givið nógvar bøkur út, sum hava søguligan týdning. Har- umframt hevur hann týtt og givið út ein hóp av øðrum kendum bókum.Týðingar hansara eru væleydnaðar og líka lættar at lesa, sum tær á upprunamálinum. Havi latið mær fortalt, at professarin Cristian Matras hevði á orði, hvussu góðar umsetingarnar hjá Finn- boga vóru.Tað sigur ikki so lítið. Eisini hevur Finnbogi fingist við at yrkja. Allir føroyingar kenna sangin „ Far lítli út um eina løtu og spæl "- væl yrktur og við ríkum innihaldi. Lagið er vakurt og væl er hann sungin. Kann í hesum sam- bandi ikki lata vera við at nevna, at okkara kendasta sangkvinna í dag, Eivør Pállsdóttir, hevur gjørt ann- að lag til sangin, og hevur við síni gullrødd borin hann fram m.a í kirkjuni í Fugla- firði, tá ið abbi hennara Jens Klæmint Hansen fór til gravar.Ein hugtakandi framførsla. Skemtitættir hevur Finn- bogi eisini gjørt, og hevur hann við teimum víst, hvussu evnaríkur og fjøl- táttaður hann er. Skemtingarsamur og hittinorðaður Ì meira enn tríati ár hevur undirritaði kent henda mann – ja, vit hava verið meira enn bert starvsfelag- ar, eisini vinmenn. Meg minnist hann sum mannin, ið altíð helt orð, sveik ong- antíð, stakk ongan í bakið. Var tað nakað, ið hann hevði at fýlast at, so kom hann beinleiðis til tín og segði sína hugsan týðuliga og greitt. Soleiðis var og er Finnbogi. Finnbogi er sera hittin- orðaður, skemtingarsamur og hevur eitt sjáldsama gott minni. Í kappingini borð um borð í sjónvarpinum vísti hann, hvussu gott minnið er. At hann er skemtingar- samur og hittinorðaður vísir henda søga: Tá ið Finnbogi hevði tikið stu- dentsprógv, møtti hann einum klaksvíkingi, ið var vinnulívsmaður og handils- maður, ið helt fyri við Finnboga:" Studentsprógv kann hvør dummur hundur fáa ...". "Hevur tú fingið studentsprógv?" spyr Finn- bogi." Ja," svarar vinnu- lívsmaðurin. Tá svarar Finnbogi: "So passar tað, sum tú sigur!" Stuttligar søgur og hend- ingar úr Norðoyggjum veit hann nógvar , og væl dugir hann at siga frá. Mangar stuttligar løtur hava vit sitið á tinghúsloft- inum og lýtt á, tá ið Finn- bogi og Vilhelm Johanne- sen, báðir klaksvíkingar, hava sagt frá. Ikki gloymdur Mangan havi eg og míni sitið væl uppi hjá Finnboga og Ásu, konu hansara. – altíð blíð og fyrikomandi at koma inn á gólvið hjá. Ása, ið fylgir væl við øllum, ið hendir í tí føroyska samfe- lagnum, hevur verið sínum manni ein dyggur stuðul í øllum tí, ið hann hevur tikist við. Tá ið Finnbogi hevði boðað frá, at hann stillaði ikki uppaftur til valið, hevði sjónvarpið samrøðu við hann, har hann m.a. segði, at hann vónaði ikki, at hann fór at verða gloymdur, nú hann fór úr politikki. Tað nýtist Finnbogi ikki at bera ótta fyri. Maður, ið hevur verið so mong ár í politikki, og sum hevur avrikað so nógv sum hann verður ikki gloymdur. Og hóast hann er farin úr politikki, so verður hann at hoyra og síggja aðrastaðni – í útvarpi og í bløðum, tí boð verða altíð eftir slíkum manni.Og kenni eg hann rætt, so hevur hann sera ilt við at binda frið – okkurt skal gerast. Hjartaliga tillukku á seksti ára degnum Finnbogi og tøkk fyri tey mongu góðu árini, vit hava havt saman. Signar á Brúnni NØVN Í VIKUNI Finnbogi seksti ár Eftir drúgva um- hugsan tók løgmaður í gjár endaliga støðu um at seta Jacob Vestergaard, løgreglu- mann á Økrum, í landsstýrið fyri Jørgen Niclasen. Eysturoyingar hava eisini viljað havt sessin, men hesaferð eydnaðist tað suður- oyingum at fáa lands- stýrissessin, teir so leingi hava vónað, fór at verða lutaður teim- um POLITIKKUR Rúna Sivertsen Nú tríggjar vikur eru farn- ar, síðani Jørgen Niclasen segði landsstýrissessin frá sær, er endalig avgerð tikin, um hvør skal røkja starvið sum landsstýrismaður við fiskivinnumálum. Leingi hevur ligið í luft- ini, hvørji møgulig evni Fólkaflokkurin hevði. Eftir hvat vit hava skilt, so vóru tað til endans teir báðir, Jacob Vestergaard og Jógv- an á Lakjuni, ið slagið stóð um. Spenningurin hevur verið stórur, bæði innan- og uttanflokka, og ikki minst hjá teimum báðum, sum seinastu dagarnar hava bíðað eftir endaligu avgerð- ini hjá løgmanni. Eftir drúgva viðgerð, sum endaði við einum tímalongum fundi í gjár. gjørdi løgmaður av at seta Jacob Vestergaard í lands- stýrið. Suðuroyingar hava leingi ynskt at styrkt sítt valdømi við einum landsstýrissessi, men hava teir hvørja ferð verið noyddir at lútað fyri øðrum valdømum. Tá tað kemur til at seta landsstýrismenn fyri Fólka- flokkin, er tað tingbólkurin við løgmanni á odda, sum tekur endaliga avgerð. - Vit hava fyrr givið suðuroyingum lyfti um ein landsstýrissess, og nú gjørdi eg av, at tað lyftið skuldi haldast, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður. Úr løgreglubúnanum Jacob Vestergaard er 42 ára gamal og giftur Sólfríð Joensen av Tvøroyri; tey eiga 4 børn. Hann er ættaður og búsitandi á Økrum, sonur Gudrid Kjærbo og Jens Vester- gaard. Í 1982 tók hann students- prógv í Hoydølum, og á heysti í 1987 tók hann út- búgving sum løgreglu- maður við politiskúlan í Keypmannahavn. Í samrøðu við Sosialin sigur Jacob, at hetta er ein stór og spennandi avbjóð- ing fyri hann. - Eg havi verið í kommu- nalpolitikki í nógv ár, meðan landspolitikkur er nýtt fyri mær, sigur hann. Spurdur, um hann er ikki er ræddur fyri at taka eitt fyri honum ókent málsøki á seg, sigur Jacob: - Fiskivinnan er eitt stórt og áhugavert másløki, sum hevur ein tann størsta týdn- ingin fyri hetta samfelagið. Hann vísir á, at Fólka- flokkurin hevur umsitið fiskivinnumál í fleiri val- skeið. - Vit eiga nógv fólk við vitan, sum eg fari at leita mær ráðgeving hjá. Har- aftrat er Jørgen Niclasen í tingbólkinum, og rokni eg við, at hann kemur at verða mær til stóra hjálp, sigur nýggi landsstýrismaðurin hjá Fólkaflokkinum. Jacob fegnast um, at Fólkaflokkurin í Suðuroy nú fær beinleiðis ávirkan á landspolitikkin. Hann sigur, at tað avgjørt fer avgjørt at hava eina positiva ávirkan á Suður- oynna. - Men tað verða fyrst og fremst fiskivinnumál, eg komi at taka mær av. Eg fari at føra sama politikk sum mínir undangongu- menn. At skapa so góðar karmar og ikki minst liviumstøður fyri okkara fiskimenn sum yvirhøvur gjørligt verður, mítt aðal- mál, sigur Jacob Vester- gaard at enda við Sosialin. Jacob Vestergaard nýggjur fiskimála- ráðharri Jacob Vesrgaard av Økrum, verður nýggjur landsstýrismaður við fiskivinnumálum. Jacob er 42 ára gamal og hevur síðani 1987 starvast sum løgreglumaður C M Y K 3 2