hósdagur 6. februar 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 25 - 6. februar 2003
Nr. 25 - 6. februar 2003
5
Seinasta sunnukvøld
noyddust nøkur
ferðafólk, sum komu
til Leirvíkar við leið
400 at yvirnátta í
Leirvíkar skúla við
vælvild frá leirvík-
ingum, tí hóast tey
høvdu fingið at vita,
at Ternan sigldi, so
var ongin túrur, tá tey
komu til Leirvíkar
STRANDFERÐSLAN
Solby A. Eliasen
Sosialurin hevur tosað við
onkur av ferðafólkunum,
sum vóru við í bussinum
hetta kvøldið, og tey hava
alt annað enn rós at bera
tænastustøðinum
hjá
Strandferðsluni.
Summi av teimum vóru
komin við St. Ola á Havn-
ina og skuldu víðari til
Leirvíkar við leið 400. Tey
spurdu bæði umborð og á
farstøðini, um nú bussur
var, og um Ternan framveg-
is sigldi. Og tað játtaðu tey
og bóðu tey bara fara við
bussinum. Á veg norður
eftir spurdi onkur av ferða-
fólkunum bussføraran, um
tey mundu fara at náa bátin.
Jú, segði hann, báturin
hevði lovað at bíða, so har
var alt í lagi. Men komin úr
Leirvíkstunlinum var ongin
bátur at síggja, og boðini
vóru, at hann sigldi ikki
aftur í kvøld av tí orsøk, at
sýnið var so ringt.
So hvat var nú at gera hjá
øllum
ferðafólkunum?
Bussurin var nærum fullur
av fólki, og fleiri vistu ikki
síni livandi ráð. Ferðafólkið
fílist her harðliga á bussfør-
aran, sum var meira upp-
tikin við at tosa í fartelefon,
meðan hann koyrdi eftir
oyggj í hálku og illveðri.
– Maðurin átti ikki at
sloppið at koyrt aftur. Hann
tosaði so at siga í telefon
allan vegin norðureftir, og
hann hevði tvær at velja
ímillum. Eg meini so við at
sita við rattið á einum stór-
um bussi fullum av ferða-
fólki og tosa í telefon og
bara nýta eina hond at
koyra við, tað er ov ábyrgd-
arleyst. Fleiri av ferða-
fólkunum vóru sera ótrygg
við støðuna og høvdu úr at
gera við at halda eyguni
eftir bussføraranum, sigur
eitt
av
ferðafólkunum.
Hildið verður fram, at eftir,
at tey høvdu fingið boðini í
Leirvík um, at Ternan ikki
sigldi meira tað kvøldið,
var ikki nógv hjálp at
heinta frá bussføraranum.
Hann segði bara, at hann
koyrdi til Fuglafjarðar, og
síðani fór hann til hús.
Tað bleiv sjálvandi ringt á
farstøðina og spurt, hvat
hetta var fyri nakað. Haðani
søgdu tey, at tey høvdu gjørt
eitt mistak, og at tað var
teirra feilur, at boðini vóru
komin so seint fram. Men tað
halda ferðafólkini lítið um.
– Tað kundu vit ikk brúka
til nakað, vit sum stóðu
eftir har í Leirvík við ong-
um taki yvir høvdinum. Tey
bjóðaðu seg til at senda ein
buss úr Havn eftir okkum,
men tá var klokkan farin av
hálvgum tíggju, og tað
viðraði illa at koyra. Stat-
oilstøðin í Leirvík eigur
lívið í okkum í dag, tí
høvdu vit verið noydd at
staðið úti, so hevði staðið
illa til. Tíbetur vóru vit bert
vaksin fólk, tí tað kundi
eins væl verið foreldur við
smábørnum,
siga
vón-
brotnu ferðafólkini.
Tey gera vart við hetta, tí
tey halda ikki, at ein tílík
hending kann fara óátalað
framvið borðinum. Tey
halda, at tey áttu at fingið
boðini um, at Ternan ikki
sigldi hetta kvøldið fyrr,
ella um tað ikki bar til, so
áttti Strandferðslan at havt
eina ella aðra skipan, sum
so kundi setast í verk, tá
ferðafólk stendur í Leirvík
uttan innivist ella møgu-
leika fyri at sleppa aðra-
staðni.
Leirvíkar skúli
Tað stóðu um 12 ferðafólk
inni í Statoilstøðini í Leir-
vík hetta kvøldið og vistu
ikki, hvar tey skuldu fara,
men so tóku genturnar, sum
arbeiddu har um endan og
ringdu av sínum eintingum
til skúlavørðin í Leirvíkar
skúla. Hann kom beinan-
vegin, og tey tólv fólkini
fingu sostatt tak yvir høvd-
ið fyri náttina í skúlanum í
Leirvík.
Tey eru sannførd um, at
hesar báðar genturnar vóru
teirra bjarging og leggja
afturat, at húsavørðurin í
Leirvíkar skúla fór oman
aftur á keiina til tann
seinasta túrin hjá Ternuni at
tryggja sær, at ongi fólk
stóðu har.
Ferðafólkini siga, at tey
eru klár yvir, at onki gist-
ingarhús er í Leirvík, men
tey halda so avgjørt, at
Strandferðslan sum ein
tænasta til sítt viðskiftafólk
átti at hava eina ella aðra
avtalu við skúlan ella skót-
ar ella líknandi um, at tá
tílíkt hendir, so verður tað
traðkað til beinanvegin og
syrgt fyri, at ferðafólkini,
sum ikki hava nakað inni-
vist, fáa onkrastaðni at
verða fyri eina nátt.
– Vit ferðafólk, sum
stóðu har sunnukvøldið,
kunnu bara takka fyri, at
enn er næstrakærleiki til í
Føroyum. Og takka húsa-
vørðinum í Leirvíkar skúla
fyri, at hann tók sær so væl
av okkum, tá tey, ið áttu at
hava gjørt tað, meldaðu
"hus forbi", siga sera vón-
brotnu og illu ferðafólkini
at enda.
Boðini ov sein
Poul
Jákup
Thomsen,
ferðafólkaflutningsleiðari á
Strandferðsluni, sigur, at
hetta kvøldið var eitt ser-
stakt dømi, tí alt hendi so
brádliga.
– Tá ferðafólkini fingu at
vita á farstøðini, at Ternan
sigldi, tá passaði tað. Men
skiparin tók nokk so brád-
liga avgerð um ikki at sigla
meira. Hann segði, at
veðrið var øtlað so brádliga
har norðuri, og at sýnið var
nakað so vánaligt,at so at
siga ongin mynd sást á
radaranum, so hann helt
ikki, at tað var ráðiligt at
sigla meira hetta kvøldið,
sigur Poul Jákup Thomsen.
Hann harmast støðuna,
men sigur, at tey á Strand-
ferðsluni fóru beinanvegin í
gongd við at kanna, hvussu
veðurlíkindini vóru fyri, at
Ternan kundi fara tann
seinna túrin, sum eisini var
tann seinasti túrurin hetta
kvøldið. Men veðrið bara
versnaði, og so var greitt, at
Ternan fór ikki at sigla
aftur hetta kvøldið, og tá
settu tey á Strandferðsluni
seg aftur í samband við
ferðafólkini í Leirvík.
– Tá vit tá ringdu og
bjóðaðu eitt nú ein buss til
at koyra tey onkrastaðni,
varð sagt, at tey høvdu
funnið eina loysn. Tey
skuldu yvirnátta í Leirvíkar
skúla, sigur Poul Jákup,
sum leggur dent á, at
Strandferðslan altíð roynir
at hjálpa, tá tílíkt hendir.
– Veðrið fáa vit onki gjørt
við, men vit royndu at fáa
ein túr afturat hetta kvøld-
ið, og tá tað ikki eydnaðist,
so bjóðaðu vit aðra hjálp,
men tá var tað ov seint,
sigur hann. Men hann av-
sannar ikki, at tað er feil-
urin hjá Strandferðsluni, at
boðini komu ov seint fram
til ferðafólkini, og leggur
samstundis afturat, at tað
verður arbeitt miðvíst við at
betra um tænastuna allatíð-
ina.
At enda sigur Poul Jákup,
at hóast tað ikki er bein-
leiðis skyldan hjá Strand-
ferðsluni at syrgja fyri tílík-
um, so gera tey tað kortini,
tí tað er umráðandi at við-
skiftafólkini eru nøgd.
Men onkuntíð miseydn-
ast tað, sum til dømis hetta
sunnukvøldið í Leirvík, tí
ferðafólkini, sum vóru við
leið 400 hetta kvøldið fara
altíð at halda, at tey áttu at
hava fingið boðini nógv
skjótari enn eftir, at tey
vóru komin til Leirvíkar.
Og tað tænastustøðið hjá
Strandferðsluni
hetta
kvøldið var út av lagi vána-
ligt.
Ónøgd ferðafólk svóvu
í Leirvíkar skúla
Tá Ternan ikki sigldi tveir teir seinastu túrarnar seinasta sunnukvøld, stóð ein bussur fullur av ferðafólkum í Leirvík. Tólv av
teimum høvdu onki innivist, men við hjálp frá leirvíkingum fingu tey tak yvir høvdið í Leirvíkar skúla
C
M
Y
K
5
4