Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. februar 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 25 - 6. februar 2003 Nr. 25 - 6. februar 2003 7 Gomlu vártingini skulu vekjast aftur til lívs. Føroyingar skulu innan flaggdagin á val at velja 68 fólk í eitt grundlógarráð, sum skal vekja forna siðin at halda várting í Føroyum. Endamálið er at fáa eina kom- andi føroyska stjórn- arlóg til hoyringar hjá fólkinum GRUNDLÓG Ingi Rasmussen Innan 25. apríl í ár skulu føroyingar á val. Veljast skulu fólk í eitt grundlógar- ráð, og øll fólk, sum kunnu velja til løgtingsvalið, kunnu stilla upp. Hetta er ein aðaltáttur í uppskoti til Grundlógar- nevnd, sum Høgni Hoydal, landsstýrismaður við lógar- málum, hevur lagt fyri løg- tingið. Fyrst skal ein grundlóg- arnevnd veljast at gera upp- skot um grundleggjandi stjórnarlóg fyri Føroyar. Í uppskotinum skulu vera ásetingar um stýrisskipan, valdsbýti og grundleggj- andi rættindi og skyldur hjá borgarunum. Hendan grundlógarnevndin, sum verður vald millum polit- isku flokkarnar og persónar við hægri samfelagsvís- indaligum útbúgvingum, skal byggja á herðarnar hjá gomlu grundlógarnevndini, sum ikki kom á mál við sínum setningi. Nýggja nevndin skal lata landsstýr- ismanninum álit og uppskot til grundlóg í seinasta lagi 25. apríl 2005. Eitt fólkavalt ráð Ein aðaltanki í nýggja leist- inum er at tryggja eina fólksliga undirtøku fyri komandi føroysku stjórnar- lógini. – Tað fólksliga skal part- víst loysast við, at nevndin sjálv fær betri umstøður at kunna og hoyra um arbeiði sítt. Men fyrst og fremst skulu vit lata Føroya fólk velja eitt grundlógarráð. Eitt slíkt ráð eigur at vekja til lívs gamlan føroyskan sið. Fyrr hildu føroyingar várting í øllum sýslunum og møttu síðani á tingi á Tinganesi at røða um lands- ins viðurskifti, sigur Høgni Hoydal í viðmerking til uppskotið. Grundlógarráðið, sum telur 68 fólk, skal skipa fyri vártingum kring allar Før- oyar, har ætlanin er at fáa eitt kjak um eina komandi grundlóg. Ráðið skal ikki fara ígjøgnum alt tilfarið hjá sjálvari grundlógar- nevndini, men skal taka tey mest viðkomandi evnini til viðgerðar. Uppskotið hevur verið til hoyringar hjá politisku flokkum, og á viðmerking- unum sæst greitt, at and- støðuflokkarnir eru ímóti einum grundlógarráði, men Høgni Hoydal og formað- urin í Grundlógarnevndini hava kortini hildið fast við hendan partin. Fæst ikki politisk undirtøka, er lands- stýrismaðurin kortini sinn- aður at viðgera onnur upp- skot um, hvussu hoyringar av fólkinum kunnu fara fram. 21 manna nevnd Í sjálvari grundlógarnevnd- ini skulu sita tvey umboð fyri stóru flokkarnar á tingi, meðan smáu flokk- arnir við trimum tinglimum og færri fáa eitt umboð. Harafturat fáa løgtingsfor- maðurin, løgmaður og landsstýrismaðurin við lóg- armálum sæti í nevndini. Formaðurin í nevndini, sum verður útnevndur av lands- stýrismanninum, velur síð- ani átta umboð við hægri samfelagsvísindaligum útbúgvingum. Sostatt verða tilsamans 21 fólk í grund- lógarnevndini – 13 politik- arar og 8 samfelagsfrøðing- ar. Seks milliónir Óvist er, hvat framhaldandi grundlógararbeiðið fer at kosta. Higartil hevur grundlóg- ararbeiðið kostað 3 millión- ir krónur og verður støðið tikið í hesum, verður mett, at írestandi kostnaðurin av at gera uppskotið til før- oyska grundlóg liðugt verð- ur tvær milliónir krónur aft- urat. Afturat hesum kemur kostnaðurin av at halda fólkaval til grundlógarráð- ið, sum verður mett til eina góða millión afturat. So- statt verður samlaði kostn- aðurin fyri eina føroyska grundlóg eftir hesum met- ingum 6 milliónir krónur. Andstøðan vrakar tankan um eitt fólkavalt grundlógar- ráð, ið skal skipa fyri vártingum. Eitt slíkt ráð er ongin loysn og alt ov umfatandi, halda Javnaðarflokk- urin og Sambands- flokkurin. Teir minna eisini á, at orðið Grundlóg er ein óneyðugur fótongul GRUNDLÓG Ingi Rasmussen Fólkslig undirtøka er loys- unarorðið, nú nýggj grund- lóg verður smíðað. Undirtøkan skal tryggjast við einum grundlógarráði, og føroyingar skulu á val innan flaggdagin at velja 68 fólk kring alt landið í hetta ráðið, ætlar Høgni Hoydal landsstýrismaður við lógar- málum. Men andstøðan tekur als ikki undir við hesum part- inum av uppskotinum um grundlógarnevnd, sum er lagt fyri løgtingið. Javnað- arflokkurin og Sambands- flokkurin hava fingið upp- skotið til hoyringar, og báð- ir flokkar vraka tankan um eitt serstakt fólkavalt grundlógarráð, ið skal skipa fyri vártingum sum í gomlum døgum. – Uppskotið um grund- lógarráð síggja vit ikki sum nakra loysn, tvørturímóti. Fólksligi parturin má kunna loysast á annan hátt, sigur Lisbeth L. Petersen, forkvinna Sambandsfloks- ins í sínum stutta hoyrings- svari. Javnaðarflokkurin er eins avgjørdur og heldur als ikki, at ráð eru til eitt grundlógarráð. – Ikki tí, fólksliga luttøk- an og hoyringin eru av sera stórum týdningi, men at fara at velja 68 fólk í eitt ráð er alt ov trupult og alt ov kostnaðarmikið at fáast við. Og hvør vissa er fyri, at tey, sum vald verða, eru umboðandi fyri fólkið? spyr Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins. Hann undrast í somu vend- ing á, at grundlógarráðið, sum er fólkavalt, bert skal fáa tilmælandi myndug- leika, tí vanligt er, at fólka- vald eisini fáa kompetansu. Nevnd í staðin Tað, sum er umráðandi, er at fólkið fær kunning og verður hoyrt, og tí hevur Javnaðarflokkurin eitt ann- að uppskot til, hvussu hetta verður framt. Flokkurin skjýtir upp, at grundlógar- nevndin velur sær eina framløgunevnd av valdu nevndarlimunum, sum fær til uppgávu at leggja málið fram fyri fólkið. Skipast kann fyri fundum, oyggja- tingum ella grundlógar- tingum runt landið, har uppskotini verða løgd fram, og har høvið síðan verður at kjakast um málið. – Tá vilja tey, sum veru- liga hava áhuga fyri málin- um, møta upp og bera sjón- armið fram. Tað er eingin ivi um, at júst hesin hátturin vil geva tað breiðasta grundarlagið fyri tí fólks- ligu umboðanini, sigur Jóannes Eidesgaard. Annað heiti Sambandsflokkurin vísir annars á, at grundlógar- nevndin eigur at fáa annað heiti, eins og lógin, sum nevndin skal arbeiða við. Javnaðarflokkurin styðjar eisini hetta sjónarmiðið og mælir til, at heitið ikki frammanundan liggur fast. – Grundlóg verður gjarna brúkt um grundleggjandi lógina í einum landi, sum hevur fullveldi. Tá hetta ikki er støðan hjá okkum, so kundu onnur heiti verið umhugsað, sigur Jóannes Eidesgaard og nevnir før- oyalóg, evstalóg, stjórnar- lóg ella stýrisskipanarlóg. 68 fólk skulu veljast í eitt grundlógarráð Býti í grund- lógarráði: Norðuroyar 8 Eysturoy 12 Vágar 6 Norðstreymoy 6 Suðurstreymoy 22 Sandoy 6 Suðuroy 8 Tilsamans 68 fólk Fakta Andstøðan vrakar eitt fólkavalt ráð Fólkið skal hoyrast. Stendur tað til landsstýrismannin við lógarmálum skulu heili 68 føroyingar veljast í eitt grundlógarráð. Øll kunn stilla upp, ið hava fingið 12 stillarar, sum eru løgtingsveljarar í valdøminum. Í hvørjum valdømi verða vald tvær ferðir so nógv umboð, sum umboða valdømi í Løgtinginum, tí í minsta lagi 6 umboð. - Eg haldi, vit kunnu siga, at kanningar- arbeiði hjá okkum er liðugt, og vit meta, at grundarlag er fyri hesi farleið, sigur Sámal Petur í Grund SKÁLAFJARÐALEIÐIN Vilmund Jacobsen Løgtingið hevur nú enda- liga avgjørt at broyta lógina um farma-og ferðafólka- flutning soleiðis, at Strand- faraskip Landsins ikki longur fer at røkja sigling- ina millum Skálafjørðin og Havnina. Nær farleiðin verður niðurløgd, er ikki endaliga avgjørt, men teir, sum sigla við gomlu Ternu, rokna við, at siglt verður hendan mánaðin aftrat; síð- an verður helst givist, 1. mars. Øll manningin við gomlu Ternu – 5 í tali – eru avloysarar, og tí er eisini óvist, hvat hesir hava í væntu hjá Strandferðsluni, nú siglingin millum Skála- fjørðin og Havnina verður niðurløgd. Við fyrru atkvøðu- greiðsluna á tingi vóru 23 løgtingslimir fyri at niður- leggja farleiðina og 6 ímóti. Við triðju og seinastu við- gerð vóru 20 fyri og 7 ímóti. Tað eru tinglimir Sambandsfloksins, sum hava verið ímóti at niður- leggja við lóg, men sum skilst, er ein partur av or- søkini hon, at teir ikki meta tað verða neyðugt við lóg- arbroyting fyri at fremja hesa ætlan. Fyritreytirnar í lagi Sosialurin var við gomlu Ternu úr Havn og inn á Skálafjørðin mikumorgun- in. Á brúnni hittu vit stýri- mannin, Sámal Petur í Grund, sum hendan morg- unin sat við stýripinninum. Teir hava ta skipan, at skip- arin situr í stólinum á leið- ini suðureftir og stýrimað- urin á leiðini heimeftir. Saman við øðrum hevur Sámal Petur søkt Vinnu- málaráðið um loyvi at sleppa at røkja farleiðina millum Skálafjørðin og Sund á privatum grundar- lagi. Brævið til Vinnumála- ráðið er dagfest, 18. sept- ember, og 17. januar hevur Vinnumálaráðið sagt seg vilja geva hetta loyvi, um fíggjarligu viðurskiftini eru í lagi, at Skipasýnið góð- tekur skipið, og at lógin um farma- og ferðafólkaflutn- ing verður broytt. - Vit hava havt neyvt samband við Vinnumála- ráðið alla tíðina, og nú lóg- in er broytt, eru fyritreyt- irnar fyri loyvinum í lagi, sigur Sámal Petur í Grund. Í november vóru teir, sum ætla sær undir hesa farleið, í Noregi og hugdu at skipum, og líkt er ikki til, at tað verður nakar trupul- leiki at finna eitt hóskandi skip til endamálið. Sámal Petur sigur, at áhugin er størstur fyri ein- um skipaslagi, sum er eitt sindur størtri enn Dúgvan. Hetta skipið er nakað longri og breiðari enn Dúgvan. - Skipaslagið, vit hugsa um, hevur tvey bildekk, har ovara dekkið er opið, með- an tað niðara er afturlatið. Henda ferjan hevur pláss fyri umleið 80 persónbilum – ella umleið 6 trailarum á hvørjum túri. Dúgvan hev- ur hinvegin pláss fyri 40 persónbilum, sigur hann. Rullandi eindir Sámal Petur sigur, at teir eru ógvuliga spentir uppá hesa ætlan, og hann ivast onga løtu í, at hon verður veruleiki. - Nú lógin er broytt, og fyritreytirnar eru tær røttu, er okkara gerandisdagur byrjaður – á tann hátt, at nú kunnu vit miðvíst fara at leggja til rættis smálutirnar, og hvussu tíðarætlanin annars skal síggja út. Hann dugir tó ikki at siga í løtuni, nær lagt verður til brots, men væntar, at gevst gamla Terna at røkja Skála- fjarðaleiðina, 1. mars, verð- ur ein tíð, har eingin sigling verður millum Skálafjørðin og Havnina. - Eg haldi, vit kunnu siga, at kanningararbeiði hjá okkum er liðugt, og vit meta, at grundarlag er fyri hesi farleið. Sámal Petur dylur ikki, at grundarlagið undir farleið- ini í fyrsta lagi verður tær rullandi eindir, sum nú einaferð flyta seg millum Eysturoynna og meginøkið, og hesar eru ikki fáar og smáar, nú fiska-og farma- flutningurin millum oyggj- arnar er so stórur. - Vit hava eisini fingið eina oljuvinnu, sum við tíð- ini kemur at hava brúk fyri skipaðum flutningi millum Eysturoynna og meginøkið, sigur hann. Sámal Petur vísir á, at stigtakararnir til nýggju farleiðina hava umrøtt ætlanina við tey stóru flutn- ingsfeløgini, sum taka sær av fiskaflutninginum. - Her er umráðandi at skipa so fyri, at nýggja far- leiðin kemur at tæna báðum pørtum til gagns, sigur Sámal Petur í Grund. Sterkt felag Ætlandi verður eitt parta- felag stovnað, sum kemur at taka sær av siglingini millum Skálafjørðin og Sund, og stigtakararnir miðja eftir, at hetta verður eitt sterkt felag. Væntandi verða einir 5 mans við ferjuni, sum fer at røkja hesa farleið. Neyðugt verður so eisini við avloys- arum. Lítið man vera at ivast í, at ætlanin hjá Sámal Peturi og øðrum er skilagóð, tá ið havt verður í huga, hvussu stórur flutningurin við Dúgvuni var í sínari tíð. Seinastu árini hevur gamla Terna røkt Skála- fjarðasiglingina, og tað kunnu ikki vera fleiri mein- ingar vera um, at skipið er totalt óegnað. Gamla Terna tekur ongar bilar og ongan farm og sum skip, lýkur hon ikki tey krøv, sum ferðafólk seta til ein hóskandi flutning í dag. Er veðrið vánaligt, fara fólk snøgt sagt ikki umborð á Ternuna. Ætlanin hjá Sámal Peturi og øðrum er at sigla á Sund, fleiri túrar um samdøgnið, og longu nú koyrir Buss- leiðin í Havn millum Havn- ina og Kollafjørð. Verður rætt atborið, kann eitt hóskandi skip saktans taka sær av fiskaflutningin- um við trailarum av Skála- fjørðinum vestur í Vágar, Suðurstreym, Sandoynna og Suðuroynna. Her eru nógvir møguleik- ar, sum tað almenna ongan- tíð hevur dugað at sæð. Møguleikarnir sum tað almenna ongantíð sá Sámal Petur við stýripinninum umborð á gomlu Ternu mikumorgunin. Lítið er at ivast í, at vit fara at undir siglingina millum Skálafjørðin og Sund, sigur hann. Mynd: Vilmund Jacobsen Maðurin á dekkinum, Jógvan Hentze, hyggur at klokkuni. Væntandi siglir gamla Terna sín seinasta túr millum Skálafjørðin og Havnina síðst í hesum mánaðinum. Mynd: Vilmund Jacobsen C M Y K 7 6