hósdagur 6. februar 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 25 - 6. februar 2003
Nr. 25 - 6. februar 2003
9
Arne Thorsteinsson:
Eitt politiskt val
STARV
Heri á Rógvi
Fyrrverandi landsantikvar-
urin, Arne Thorsteinsson,
er ikki í iva um, at setanin
av nýggja landsantikvar-
inum er ein politisk setan.
– Hetta er ein politisk set-
an. Talan er um reinan
politikk og einki fakligt. Eg
skal ikki ivast í førleikanum
hjá landsstýrismanninum
sum landsstýrismann, men
eg vil so sanniliga ivast í
førleikanum hjá landsstýr-
ismanninum sum embætis-
maður, sigur Arne Thor-
steinsson.
Hann grundgevur hetta
við, at Annlis Bjarkhamar
hevur sett sítt embætisverk
til viks, og hetta ivast fyrr-
verandi landsantikvarurin
stórliga í, um landsstýris-
maðurin hevur førleika til.
– Eg meti ikki, at hon
hevur førleika til at taka
dagar ímillum vísindaliga
førleikan hjá tveimum um-
søkjarum í sambandi við
setanina av einum lands-
antikvari. Hetta er púra
óhoyrt, sigur Arne Thor-
steinsson.
Sjálvur var Arne Thor-
steinsson landsantikvarur
frá fyrst í áttatiárunum til
ársskifitið 2000-2001.
Hann sigur seg ikki vilja
gera metingar um, hvør
kanditatur var tann best
hóskaði, tí hann hevur ikki
verið við í viðgerðinum í
málinum, og neyðugt er
eisini við tilfari til at gera
tílíkar metingar.
– Tað kann fyri sovítt
vera líka mikið, hvør er
best skikkaður. Tað, sum er
avgerandi her, er, at lands-
stýrismaðurin setir setunar-
bólkin til viks og tekur eina
avgerð, ið hon ikki hevur
fakliga førleikan til at taka,
sigur Arne Thorsteinsson.
Hetta við politiskum set-
anum heldur Arne Thor-
steinsson vera sera óhepp-
ið, og hetta skapar óneyð-
uga órógv.
– Fólk vita, at hetta er ein
politiska setan, og hetta
setir Fornminnissavnið í
ringt ljós, sigur Arne Thor-
steinsson.
Hann roknar við, at
verður hetta eitt fyridømi,
so kann roknast við fleiri
politiskum setanum.
– Vanliga plaga fólk, sum
eru politisk sett, at hvørja
aftur, tá teirra politiski verji
fer úr starvi, sigur Arne
Thorsteinsson.
Ógreitt bræv
Arne Thorsteinsson hevur
eisini lisið brævið frá Ann-
lis Bjarkhamar til Símun V.
Arge, har greitt verður frá,
at hesin ikki verður settur í
starv sum landsantikvarur.
–
Tann,
sum
hevur
skrivað hetta brævið, veit
ikki, hvat innihaldið í starv-
inum er. Tískil ivis eg í, um
tað er landsstýrismaður,
sum sjálv hevur viðgjørt
hetta málið. Tá má vera
onkur annar, men tað er
ikki hennara embætisverk,
sigur Arne Thorsteinsson.
Fyrrverandi landsantikv-
arurin heldur málið sum
heild vera rættiliga skak-
andi fyri framtíðina.
Úr flokkinum
Arne Thorsteinnsson sigur
seg vera skakaðan av hes-
um málinum, at hann vend-
ir
Tjóðveldisflokkinum
baki.
– Eg havi verið tjóðveld-
ismaður alt mítt lív, men
tað eri eg ikki longur. Tað
er hesa framtíð, eg ynski
fyri Føroyar. Fakliga og vís-
indaliga arbeiðið á Forn-
minnissavninum eigur ikki
at verða stýrt politiskt á
henda hátt, sigur Arne
Thorsteinsson.
Fyrrverandi landsantikv-
arurin, Arne Thorsteinsson,
er ikki í iva um, at nýggi
landsantikvarurin er settur
útfrá politiskum enda-
málum.
Mynd: Jens Kristian Vang.
–í stuttum
Hin 28. september 2002
standa lýsingar í føroysk-
um og donskum fjølmiðl-
um, har søkt verður eftir
nýggjum landsantikvari.
Starvið hevur verið leyst,
síðani Arne Thorsteinsson
fór úr starvinum um árs-
skiftið 2001-2002.
Einki óvanligt er við
lýsingini. Nevnt verður, at
møguligar bygnaðarbroyt-
ingar vilja fara fram, men
annars er lýsingin rætti-
liga standard orðað, og
Magistarafelagið hevur
eisini góðkent lýsingina.
Símun V. Arge hevur røkt
starvið fyribils. Á t t a
umsøkjarar eru til starvið.
Samstundis, sum søkt
verður eftir landsantikv-
ari, verður eisini søkt eftir
landsskjalavørði.
Í báðum førum verða
setunarbólkar settir at
viðgera umsóknirnar og
gera tilmæli til landsstýris-
mannin, Annlis Bjark-
hamar.
Umsóknarfreistin var
11. november 2002, og
setunarbólkurin, mannað-
ur við umboðum fyri
Mentamálráðið og starvs-
fólki í Fornminnissavnin-
um, fer beinanvegin undir
at viðgera umsóknirnar.
Fyrstu samrøðurnar við
umsøkjarar
eru
22.
november. Bæði Símun V.
Arge og Steffen Stumman
Hansen eru til samrøåu
við setanbólkin. Bólkurin
ger eitt tilmæli til lands-
stýrismannin, har Símun
V. Arge verður innstillað-
ur til at fáa starvið. Seinni
biðjur Annlis Bjarkhamar
sum eina nýggja tilmæl-
ing, men úrslitið er tað
sama, og aftur hesaferð
verður Símun V. Arge
settur í starv.
Annlis
Bjarkhamar
kennir ein iva um tilmæl-
ingina og velur sjálv at
fara aktivt inn í málið.
Hon hevur samrøður við
bæði Steffen Stumman
Hansen og Símun V. Arge.
Eftir drúgva umhugsun-
artíð velur hon at seta
Steffen Stumman Hansen,
sum er útbúgvin mag.art.
forsøguligar
fornaldar-
frøði.
Við hesum setir Annlis
Bjarkhamar tilmælingina
hjá setunarbólkinum til
síðis, og hetta eru fleiri
ógvuliga ónøgd.
Uppgávan hjá lands-
antikvarinum er serliga at
vera leiðari fyri Forn-
minnissavn Føroya og
hava ábyrgd fyri øllum
arbeiði hjá stovninum.
Málið
Virkandi lands-
antikvar, Símun V.
Arge, sigur seg
undrast á manna-
gongdina í sambandi
við setanina av nýggj-
um landsantikvari.
Hóast hann varð
innstillaður til starv-
ið tvær ferðir, valdi
landsstýrismaðurin
annan umsøkjara
framum
STARV
Heri á Rógvi
Tvær ferðir var Símun V.
Arge til setanarsamrøðu, og
tvær ferðir varð Símun V.
Arge innstillaður til at fáa
starvið sum landsantikvar.
Allíkavæl fekk Símun V.
Arge ikki starvið, sum hann
annars hevur røkt í meira
enn eitt ár.
Danin Steffen Stummann
Hansen varð settur sum
landsantikvar heldur enn
Símun V. Arge.
Fyrstu ferð Sìmun V.
Arge var til setunarsam-
røðu var 22. november
2002. Hann fekk at vita, at
tað skuldi ganga ein vika,
áðrenn at frætta aftur um
starvið, men einki frættist
aftur í longri tíð, og hann
varð heilt óvæntað kallaður
inn til eina nýggja setunar-
samrøðu.
Meðan hin fyrra var við
sjálvan setunarbólkin, so
var hendan seinna við
landsstýrismannin, Annlis
Bjarkhamar.
– Bæði eg og hann (Steff-
en
Stummann
Hansen,
blðm.) skuldu til samrøðu
aðru ferð. Tað er sera
óvanligt at skulu til tvær
setunarsamrøðu. Vanliga
plagar hetta at vera við set-
unarbólkin, og eg spurdi
eisini eftir, hvar hann var,
men eg fekk so at vita, at
hann ikki skuldi vera við,
sigur Símun V. Arge.
Eftir drúgva umhugsun-
artíð hevur Annlis Bjark-
hamar so gjørt av at seta
Steffen Stummann Hansen
í starv sum landsantikvar.
Undrast
Nú tað er greitt, at virkandi
landsantikvar ikki heldur
fram í starvinum, so undr-
ast hesin mest av øllum.
– Eg undrist yvir manna-
gongdina í málinum. Til-
mælið frá setunarbólkinum
og starvsfólkapolitikkurin
verða ikki fylgd, og tað
undri eg meg yvir, sigur
Símun V. Arge.
Spurdur, um hann kennir
hesa avgerðina hjá lands-
stýrismanninum,
Annlis
Bjarkhamar, sum eina reint
politiska avgerð, sigur Sím-
un, at tað kann hann ikki
gera stórvegis viðmerk-
ingar til.
– Tá ein landsstýrismað-
urin velur at kveistra til-
mælið frá setunarbólkinum
til viks, so má okkurt liggja
undir hesum. Eg má so
finna útav, hvør orsøkin er
til hetta, sigur Símun V.
Arge.
Virkandi landsantikvar
sigur sostatt ikki, at Annlis
Bjarkhamar hevur havt pol-
itiskan vinning fyri eyga, tá
hon ikki hevur viljað sett
hann í starv.
Símun V. Arge hevur ikki
hug at gera aðrar viðmerk-
ingar til málið í løtuni.
Hann vísir tó aftur, at or-
søkin til, at hann ikki varð
settur í starv, skyldast hans-
ara leikluti í málinum við-
víkjandi Kirkjubømúrinum.
Hann roknar við, at orsøkin
man vera ein onnur.
Royndur
Sjálvur er Símun V. Arge
cand. mag í miðaldarforn-
frøði. Hann hevur røkt
starvið sum fyribils lands-
antikvar í meira enn eitt ár.
Hann er leiðari á fornfrøði-
deildini á Føroya Forn-
minnissavni. Hetta starv
vendir hann aftur til, tá
Steffen Stummann Hansen
byrjar í starvinum sum
landsantikvar. Símun V.
Arge er 52 ára gamal.
Steffen Stummann Han-
sen er 47 ára gamal. Hann
er útbúgvin mag. art. í for-
søguligari fornfrøði og hev-
ur gjøgnum vísindaligt
virksemi
vunnið
sær
førleika innan miðaldar-
fornfrøði, stendur at lesa í
tíðindaskrivi frá Menta-
málaráðnum.
Meira enn
Hóast hann ikki hevur so
nógvar viðmerkingar í løt-
uni, so er síðsta orðið hjá
Símun V. Arge ikki sagt í
hesum málinum.
– Eg fari nú at umhugsa
støðuna, sigur Símun.
Spurdur, sigur Símun, at
tað kann væl hugsast, at
málið verður lagt fyri Mag-
istarafelagið, har hann er
limur.
Símun V. Arge:
Undrast yvir mannagongd
Símun V. Arge gjørdist ov
stuttur til starvið sum lands-
antikvarur, hóast ein setun-
arbólkur fleiri ferðir mælti
til, at hann fekk starvið.
Mynd: Jens Kristian Vang.
Setanarbólkurin
Í sambandi við, at søkt varð eftir nýggjum lands-
antikvari varð settur ein setunarbólkur. Hesin
skuldi meta um umsøkjararnar og gera tilmæli til
landsstýrismannain útfrá starvslýsingini. Í set-
unarbólkinum vóru:
Petur Petersen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum
Jóannes Dalsgaard, deildarleiðari í Mentamála-
ráðnum
Poul Nolsøe, løgfrøðingafulltrúi í Mentamála-
ráðnum
Andras Mortensen, umboð fyri starvsfólki í Før-
oya Fornminnissavni.
Hesin bólkur gjørdi í tveimum førum tilmæli til
landsstýrismannin, Annlis Bjarkhamar. Báðar
ferðir varð hildið, at Símun V. Arge var best skikk-
aður millum teir átta umsøkjararnar.
Fakta
– Setanarnevndin
varð greitt tikin av
ræði av landsstýris-
manninum, ið noyð-
ist at hava tikið polit-
isk fyrilit, tá hon ikki
vildi fylgja tilmæling-
ini frá setunarbólkin-
um, sigur Andras
Mortensen, starvs-
fólkaumboð í setan-
arnevndini
STARV
Heri á Rógvi
Andras Mortensen, søgu-
frøðingur og Ph.D., var
starvsfólkaumboð fyri Før-
oya Fornminnissavn í set-
unarbólkinum, sum skuldi
geva tilmæli til starvssetan-
ina av nýggjum landsantik-
vari.
Hann er ørkymlaður um,
at landsstýrismaðurin ikki
fylgir tilmælinum hjá bólk-
inum, og hann setir spurnar-
tekin við, hvat endamálið er
við einum tílíkum bólki, tá
tilmælini ikki verða fylgd.
– Setanarnevndin varð
greitt tikin av ræði av
landsstýrismanninum, ið
noyðist at hava tikið pol-
itisk fyrilit, tá hon ikki vildi
fylgja
tilmælingini
frá
setunarbólkinum, hon sjálv
hevur sett, sigur Andras
Mortensen.
Hann sigur seg ikki
kunna gera viðmerkingar til
sjálva viðgerðina í setunar-
bólkinum, tí hendan er
fevnd av tagnarskyldu.
– Eg dugi ikki at síggja,
at hetta kann vera í tráð við
setunarpolitikkin hjá lands-
stýrinum, sigur Andras
Mortensen.
Setunarbólkurin viðgerð
umsóknirnar til starvið
útfrá lýsingini. Setunar-
bólkurin metir um hvønn
umsøkjara og ger tilmæli til
landsstýrismannin.
Setunarbólkurin
hevði
átta umsóknir at taka støðu
útfrá. Ì tveimum førum
varð greitt tilmælt, at Sím-
un V. Arge skuldi setast í
starv sum landsantikvar.
Fyri felagið
Andras
Mortensen
fer
skjótast gjørligt, at boða
Magistarafelagnum
frá
gongdini í hesum málinum,
og hvør handfaringin av
málinum hevur verið.
– Eg má venda mær til
Magistarafelagið og spyrja,
hvussu eg skal fyrihalda
mær, tá eg meti, at starvs-
fólkapolitikkurin hjá lands-
stýrinum ikki verður fylgd-
ur, sigur Andras Mortensen.
Sjálvur sigur Andras seg
hava lítlan og ongan hug at
luttaka í líknandi setunar-
bólki aftur, tá teir á henda
hátt kenna seg tikin av ræði.
Andras Mortensen, limur í setunarbólkinum:
Tikin av ræði
Andras Mortensen heldur, at
landsstýrismaðurin hevur
tikið setunarbólkin av ræði í
sambandi við starvssetanina
av nýggjum landsantikvari.
C
M
Y
K
9
8