Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. februar 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 25 - 6. februar 2003 Nr. 25 - 6. februar 2003 11 – Eg eri ikki tað allar- minsta í iva um, at mín avgerð var tann rætta. Eg havi tikið eina sakliga og væl grundaðu avgerð, sum á ongan hátt er politisk, sigur Annlis Bjarkhamar, sum ikki metti tilmælini frá setunarbólkinum vera nóg greið STARV Heri á Rógvi Annlis Bjarkhamar er vís í sínari søk. Hennara avgerð at seta Steffen Stummann Hansen í starv hevur skapt misnøgd fleiri staðni, men sjálv er Annlis Bjarkhamar ikki í iva um, at hon hevur tikið røttu avgerðina. – Eg eri ikki tað allar- minsta í iva um, at mín av- gerð var tann rætta. Eg havi tikið eina sakliga og væl grundaðu avgerð, sum á ongan hátt er politisk, sigur Annlis Bjarkhamar. Landsstýrismaðurin í mentamálum valdi ikki at fylgja tilmælini frá setunar- bólkinum og seta Símun V. Arge í starv sum lands- antikvar. Sjálv vil Annlis Bjark- hamar ikki siga, at setunar- bólkurin ikki hevur gjørt eitt nóg gott arbeiði, og hetta skal ikki uppfatast sum eitt misálit á hendan bólk. – Eg metti ikki, at tilmæl- ingarnar frá setunarbólk- inum vóru nóg greiðar. Tað var ein ivi í mær, tá eg fekk hesi tilmæli, og tann iva valdi eg at fylgja. Í síðsta enda er tað eg, ið taki av- gerðina og siti við ábyrgd- ini, so eg vildi tryggja mær, at eg tók røttu avgerðina, og tískil valdi eg seta meg væl inn í málið. Eftir at hava viðgjørt málið gjølla í rættiliga langa tíð, kom eg til ta niðurstøðu, at Steffen Stumman Hansen var rætti maðurin at seta í starvið, sigur Annlis Bjarkhamar. Hon er ikki eitt sekund í iva um, at hendan avgerðin hjá henni var røtt, og vísir staðiliga á, at avgerðin er væl sakliga grundgivin. Hon sigur seg eisini – við støði í arbeiðinum hjá set- unarbólkinum – at hava for- treytirnar til taka sær av hesi uppgávuni. Annlis Bjarkhamar valdi at kalla teir báðar Steffen Stumman Hansen og Sím- un V. Arge inn til eina sam- røðu, eftir at hesir høvdu havt samrøður við setunar- bólkin. Hetta varð gjørt fyri at landsstýrismaðurin betri kundi tryggja sær, hvør tann rætti var at seta í starv- ið. Annlis Bjarkhamar sigur, at hon sjálvandi í arbeiðinum við setanini, hevur nýtt tað sum liggur til skjals frá setanarnevndini, har greitt varð gjølla frá um umsøkjararnar á einum fakligum støði. H o n sigur, at endaliga avgerðin byggir á eina heildar- meting, og hon er væl nøgd við endaliga valið. – Eftir at hava viðgjørt, hvørjar fortreytirnar eru fyri starvinum, og hvørjar framtíðar ætlanir eru við Fornminnissavninum valdi eg at seta Steffen Stumman Hansen í starv útfrá kvali- fikatiónin, førleikum og eginleikum. Hann er ein maður, sum hevur drúgvar og fjøltáttað- ar leiðslu og granskingar royndir. Hann hevur avbera góðar fakligar kvalifikati- ónir. Tær nógvu útgávurnar hjá honum vísa á eitt ógvu- liga fjøllbroytt virksemi. Maðurin hevur ein al- tjóða profil, og hann kann byggja brýr til útlondini bæði persónliga, fakliga og fíggjarliga, tí hann hevur arbeitt við nógvum verk- ætlanum seinnu árini, sigur Annlis Bjarkhamar. Einki politiskt Sum nevnt, so avvísir Annlis Bjarkhamar staði- liga, at talan er um nakað slag av einari politiskari setan. – Eg dugi ikki at síggja, hvat politiskt er í málinum. Eg havi fylgt øllum áset- ingum, sum eru í málinum, og eg havi tikið eina sakliga avgerð, sum er væl grund- givin, og Fornminnissavnið hevur fingið ein góðan leiðara, sigur Annlis Bjark- hamar. Hon sigur seg standa púra óskiljandi yvirfyri søgunum um, at orsøkin til, at Símun V. Arge ikki fær starvið, er hansara leiklutur í málinum viðvíkjandi Kirkjubømúrinum. – Tað er eingin, sum hev- ur sagt, at Steffen Stumman Hansen ikki er kvalifiser- aður til at røkja uppgávuna, sigur Annlis Bjarkhamar. Stendur við Avgerðin hjá landsstýris- manninum stendur við. Hetta ger Annlis Bjarkham- ar púra greitt, og hon vísir á, at møguleiki er at kæra, men hon stendur við sína avgerð. Løgmaður boðar aðra- staðni í blaðnum frá, at hann fer at hyggja eitt sind ur nærri at málinum. Hóast Annlis Bjarkhamar ikki heilt skilur hetta stigið hjá løgmanni, so óttast hon ikki fyri hesum. – Einki er dult í hesum málinum. Alt tilfar liggur til skjals, sigur Annlis Bjarkhamar. – Eg hevði roknað við eitt sindur av eftirspæli, og eg harmist um, at tað verð- ur sáddur ivi um avgerðina. Eg meti, at eg í allarhægsti grad havi tikið røttu av- gerðina, sigur Annlis Bjarkhamar. Annlis Bjarkhamar: Tilmælini vóru ikki nóg greið Annlis Bjarkhamar stendur við sína avgerð. Hon avvísir fult og heilt, at talan er um eina politiska starvssetan. Steffen Stumman Hansen er 47 ára gamal. Hann hevur útbúgving sum mag. art. í forsøguligari forn- frøði og hevur gjøgnum vísindaligt virksemi vunn- ið sær førleika innan miðaldarfornfrøði. Steffen Stummann Han- sen hevur verið leiðari á Gilleleje museum í 4 ár. Herumframt hevur Steffen Stummann Hansen eina fjølbroytta vísindaliga starvsleið, hann hevur lut- tikið í fornfrøðiligum rannsóknum í Hetlandi í tíðarskeiðnum 1994 til 1997. Hann hevur eisini tikið lut í fornfrøðiligum rannsóknum og verkætlan- um í Grønlandi, Íslandi, Írlandi og í Føroyum. Stef- fen Stummann Hansen hevur verið vísindaligur starvsmaður við lærda háskúlan í Keypmanna- havn og Århus og hevur skrivað eina røð av vís- indaligum ritgerðum um fornfrøðilig viðurskifti í Útnorði og aðrastaðir. Hann hevur starvast í Føroyum frá 1982 til 1987, og hann hevur eisini verið á smærri arbeiðsvitj- anum seinnu árini. Blábók - Er talan um eina politiska starvssetan, hvat eg í løtuni eri farin at kanna, so kann tað í ringasta føri enda við, at landsstýrismaður verður koyrdur frá sigur løgmaður STARSSETAN Jan Müller Anfinn Kallsberg, løgmað- ur sigur í eini viðmerking til málið um setan av lands- antikvari, at tá landsstýris- fólk ikki fylgja starvssetan- arpolitikkinum, sum er tann almenni politikkurin hjá landsstýrinum, so skal man hava sera góðar grund- gevingar fyri ikki at seta tann persónin í starv, sum ein samd setanarnevnd ann- ars hevur innstillað. Løgmaður er ikki heilt ókendur við hetta málið heldur. Landsstýriskvinnan hevur nevniliga spurt seg fyri á løgmansskrivstovuni, hvat man ger, tá man ikki er samd í eini einmæltari inn- stilling og í hvønn mun man kann kalla partarnar í málinum til samrøðu eftir at teir hava verið til sam- røðu hjá setanarnevndini. Løgmaður metir, at tá hetta verður gjørt, so víkir man eisini heilt frá setanar- politikkinum hjá landsstýr- inum. - Eg havi í míni tíð sum løgmaður ongantíð verið úti fyri slíkum áður, og tí ætli eg mær eisini at við- gera hetta málið til botns. Løgmaður tók málið upp í síni egnu fyrisiting týs- morgunin við tí fyri eygað at fáa eina frágreiðing um málið frá mentamálaráð- num og landsstýriskvinn- uni. Løgmaður sigur, at hann sjálvandi fer at síggja til, at tann vegleiðandi starvs- fólka- og setanarpolitikk- urin, sum man hevur roynt at fingið uppá at staðið, verður fylgdur. - Men um hann ikki er fylgdur hvat hendir so? - Nú skal man ansa eftir ikki at gera nakrar niður- støður í skundi, men verður hetta ikki tikið upp á hægsta stað nú beinanveg- in, so er tað líkamikið at hava nakran sum helst politikk á hesum økinum. Løgmaður er kunnaður um, at ein samd setanar- nevnd í tveimum førum er komin til somu niðurstøðu, nevniliga bara at innstilla Símun Arge í starvið. - At tú hevur eina setan- arnevnd, sum umboðar ráðið og sum roynir at fáa eina breidd í, soleiðis at tú fær eina kvalifiseraða, sak- liga og vælundirbygda inn- stilling til landsstýrismann- in er nettupp fyri at tryggja, at tað eru tey fakligu tingini, sum eru uppá pláss. Og tað er fyri at sleppa undan nøkrum sum helst iva um, at tað er ein politisk starvssetan. Løgmaður vísir á, at tann almenni starvsfólkapoli- tikkurin er staðfestur á óformligum landsstýris- fundum, og hann er latin øllum aðalstjórum og øllum landsstýrismonnum. Teir vita tí, hvat er avtalað. – Tað, sum er okkara høvuðsmál, er, at hesin politikkurin verður imple- menteraður niður gjøgnum alla skipanina, at hann verður brúktur við tí fyri eygað at fáa eins saksvið- gerð, fáa skipaðar reglur, soleiðis at ongin ivi skal vera. Og er tað so, at ein setanarbólkur - og sum tann einasti eg veit um - hevur gjørt tvær innstillingar, so er málið sera álvarsligt. Og hevur landsstýrismaðurin eftirfylgjandi kallað teir somu inn til eitt triðja um- far, tá er tað farið so langt út um tað, sum er vanligur setanarpolitikkur – og tí mugu liggja nøkur heilt serliga góð argument, skal tað góðtakast. Tá landsstýriskvinnan velur ikki at taka við hesi innstilling, so skal hon hava eina sera góða argumenta- tión fyri at koma til eina aðra niðurstøðu, ja tað skulu nakrar sera tungt- vigandi orsøkir til, at man totalt saðlar um í málinum, og tað er heldur ikki rætt at gera tað. Løgmaður sigur annars, at tað er ikki ólógligt at síggja burtur frá setanar- politikkinum, tí tað er ikki nøkur lóg, sum sigur, at tú skal fylgja honum. –Men hinvegin vil eg siga, at tað at man hevur roynt at skapt ein starvsfólkapolitikk, er fyri at hava greiðar reglur á økinum. Og hevur tú greið- ar reglur á økinum men kortini ikki fylgir teimum, so hevur man nakrar álv- arsligar trupulleikar. Tá starv verður sett skal man syrgja fyri, at tað ikki verða sett spurnartekin um kvali- fikatiónir kontra politikk. Politisk starvssetan verður ikki góðtikin - Um tað vísir seg at vera eitt mál, sum hevur eina politiska slagsíðu, hvat fer tú so at gera? - Ein politisk starvssetan kann als ikki góðtakast. - Men vísa tínar kann- ingar, at tað er ikki farið rætt fram, og mannagongd- in er í stríð við almenna set- anarpolitikkin, hvat kunnu so avleiðingarnar verða av tí? - Vit mugu syrgja fyri, at vit ikki undirgrava eina óvilduga starvssetan, sum gongur uppá kvalitetskrøv og kvalifikatiónir í sam- bandi við eitt leyst starv. Um tað vísir seg at liggja politikkur aftanfyri, so kann tað avgjørt ikki góð- takast. Ein politisk starvs- setan, sum gongur ímóti einum fakligum tilmæli er ikki nøkur lítil sak. Er talan um eina slíka, so hoyrir tað ongastaðni heima men hetta er so ein hypotetiskur spurningur í løtuni, tí eg havi ikki fingið tilfarið í málinum enn. Løgmaður leggur aftrat, at er talan um eina politiska starvssetan, so fær hon ta niðurstøðu, sum ein slík dispositión hevur og tað kann í ringasta føri enda við uppsøgn av landsstýris- manni. Løgmaður sigur seg annars ikki vita, hvat tað eru fyri metingar, sum set- anarbólkurin hevur brúkt, og tær má hann síggja, áðrenn hann kann fyritaka sær nakað í málinum. Anfinn Kallsberg váttar, at málið hevur tikið nógv longri tíð enn tað átti og hevur hann eisini rykt eftir tí fleiri ferðir. Løgmaður sigur seg annars ikki kenna teir persónarnar, sum hava søkt. – Eg havi ikki nakran før- leika til at kenna teir. Eg hevði annars ikki torað at átikið mær at havt ein fund við fólk av hasum slagnum við akademiskari útbúgv- ing og skula sett meg sum fakligan metara av, hvør var best egnaður. -Hevur mentanarmála- ráðharrin tann førleikan? - Tað veit eg ikki. Men tað hevði eg ikki hildið í hvussu er. - Er avgerðin hjá lands- stýrismanninum ikki ein tilsíðusetan av sínum egn- um embætisfólkum, sum annars dagliga skulu vera við til at stuðla uppundir grundarlagið og trúvirðið hjá einum landsstýris- manni? -Eg haldi, at her er okkurt alvorliga galið. Aðalstjórin í Mentamálaráðnum veit ikki at siga um líkninda dømi, har tilmæli hjá setun- arbólki ikki verður fylgt í sambandi við starvssetan STARV Heri á Rógvi Formaðurin fyri setunar- bólkin, sum eisini er aðalstjóri í Mentamála- ráðnum, Petur Petersen, hevur lítlar og ongar viðmerkingar til málið um setanina av lands- antikvari. Hann vil ikki gera viðmerkingar til, at landssstýrismaðurin, Annlis Bjarkhamar, hev- ur valt ikki at fylgja til- mælini frá setunarbólk- inum, har hann sjálvur var formaður. Hann sigur seg tó ikki kenna til nakað líknandi dømi, har tilráðingin hjá einum tílíkum setunar- bólki ikki verður fylgd. Samstundis sum søkt varð eftir landsantikvari, so varð eisini søkt eftir einum landsskjalavørði. Hesin varð settur uttan stórvegis hóvasták. Annlis Bjarkhamar sigur, at tað er kanska ein lítil munur á máls- viðgerðunum, men í báðum førum verður funnið fram til tann best egnaða til starvið. Petur Petersen, aðalstjóri: Fyrisitingar- ligt eindømi Petur Petersen, aðalstjóri og formaður í setanarbólkin- um, hevur lítlan hug at gera viðmerkingar til málið Løgmaður um setan av landsantikvari: Politisk starvssetan verður ikki góðtikin Løgmaður, Anfinn Kallsberg er nú farin at kanna málið um setanina av landsantikvari C M Y K 11 10