Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-06, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. februar 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 25 - 6. februar 2003 Nr. 25 - 6. februar 2003 13 Jógvan Arge Býráðslimur fyri Tjóðveldisflokkin Nú hava fólk stórt sæð bara frætt tað frá seinasta bý- ráðsfundi, at borgarstjórin sigur, at fólki nýtist ikki at bera ótta fyri Tórshavnar Kommunu. Hon er at líta á. Fleiri meiningar munnu vera um tað. Seinasti bý- ráðsfundur var eitt langt talandi dømi um, at fólk ikki altíð kunna kenna seg trygg við Tórshavnar Kommunu og Tórshavnar Býráð. Í summum førum sær út til, at alt ber til uttan mun til, hvørjar reglur og samtyktir eru galdandi. Í dag skal eg nevna eitt málunum frá býráðsfund- inum. Kanska koma fleiri seinni. Minnilutin hevði kravt eitt mál um reglugerð fyri politiska/fyrisitingarliga mannagongd í kommunal- um byggimálum fyri bý- ráðið. Annars hevði tað longu verið sett í verk eftir eina skalluta viðgerð í fíggjarnevndini. Uppskotið gongur beint ímóti andanum í komm- unulógini, hvørs skaparar hava lagt dent á, at opin- leiki og gjøgnumskygni skal vera í kommununum til tess, at borgararnir kunna fylgja við tí, sum hendir. Her varð løgd fram ein reglugerð, sum miðaði ímóti at halda sjálvt býráð- ið púra uttanfyri viðgerðina av kommunalum byggi- málum. Fyrisitingin skuldi fyrireika málini, og síðani skuldu tey antin í t.d. mentamálanevndina ella sosialu nevnd til avgerðar og avgreiðslu. Her var ongin regla um, at býráðið, sum hóast alt skuldi verið evsta vald í kommununi, skuldi vera við í viðgerðini. Vit fáa tað ikki til annað enn, at hetta er eitt uppskot, sum koplar evsta valdið í kommununi burtur úr týð- andi málum og flytir allar heimildir til fyrisiting og nevndir hjá býráðnum. Tað vil aftur siga, at ætlanin er, at bara ein minniluti av býráðslimum, skal vera við til at viðgera kommunal byggimál og taka endaligu avgerðirnar um, at arbeiðini skula ger- ast, hvussu tey skula gerast, hvør ið skal gera tey og fyri hvussu nógvar pengar. Kommunalar byggingar kunnu vera sera stór mál. Tað kann vera ein heilur skúli fyri tíggjutals milli- ónir, tað kann vera eina barnagarður fyri einar 10- 15 milliónir, tað kann vera eitt eldraheim fyri nógvar milliónir, og tað kann eisini vera stór og dýr havnar- bygging. Sambært uppskotinum til reglugerð er ætlanin, at endaligar avgerðir um slík framtøk á trivnaðarøkinum skula ikki leggjast fyri býráðið, men orðnast í fyrisiting og nevndum. Tað eru vit í tjóðveldis- flokkinum grundleggjandi ímóti.. Vit hava ta principi- ellu støðu, at øll mál av týdningi skula fyri býráðið, so almenningurin hevur høvi at fylgja við. Tað eru bara sjálvir býráðsfundir- nir, sum eru almennir, með- an nevndarfundir eru aftur- latnir. Vit hava eisini ta prin- sipiellu støðu, at mál, sum snúgva seg um týðandi kommunalar byggingar eiga at koma til umrøðu og avgerðar í býráðnum. Vit halda, at peninganýtsla í stórum mongdum til stór kommunal átøk eigur at verða staðfest í sjálvum bý- ráðnum, áðrenn pengarnir verða brúktir. Tað er í lagi, og tað er skilagott at gera íløgu- ætlanir frammanundan og á hvørjum ári marka so og so nógvar milliónir til tey økini, sum tær ymsu nevndirnar vara av, men tað má vera eitt minstakrav, at sjálvt býráðið sum evsta vald í kommununi stað- festir konkretar byggiætl- anir og peninganýtsluna, sum fer til tær. Hvat sita vit annars í býráðnum til? Vit varða av áhugamálum og skattapengum borgar- anna. Nógv hvukku við, tá tað týsdagin frættist, at lands- stýrismaðurin í mentamálum, tjóðveldiskvinnan Anliss Bjarkhamar, hevði sett ein dana í starv sum landsfornfrøðing. Við at seta Steffen Stumman Hansen fylgir hon ikki innstillingini hjá setanar- bólkinum, sum einmælt hevði innstillað Símun Arge, sum er settur landsfornfrøðingur, til starvið. Tað hevur tikið langa tíð at seta eftirmannin hjá Arna Thorsteinsson. Umsóknarfreistin var úti fyrst í november, og mong grunaðu tí, at okkurt var í umbúna. Hesin illgruni koma so týðuliga fram týskvøldið, tá tað frættist, at landsstýriskvinnan so dyggiliga fer uttan um setnarbólkin og tann alment skrásetta setanarpolitikkin. Setanarbólkurin, sum var mannaður við aðal- stjóranum, mentanarstjóranum og løgfrøðinginum í Mentamálaráðnum saman við einum umboði fyri Føroya Fornminnissavn, stillaði bara Símun Arge til stavið, og innstillingin var einmælt. Tá innstillingin ikki hóvaði Anliss Bjarkhamar bað hon tvær ferðir um eina nýggja innstilling, men setanarbólkurin helt fast um sína einmæltu innstilling. Hon tók so málið í egnar hendur - helst saman við øðrum úr egnum flokki, sum hava aðrar ætlanir við Fornminnissavninum, Granskingardepl- inum og Fróðskaparsetrinum!!! Hví nevndi landsstýriskvinnan fýra ferðir Fróð- skaparsetrið í samrøðuni við Dag og Viku týs- kvøldið? Anliss Bjarhamar hevur óivað sínar góðu og niður- skrivaðu grundgevingar at seta danan. Men tað átti eisini at talt, at Símun Arge hevur verið knýttur at Fornminnissavninum í meira enn 20 ár og hevur verið í arbeiðnum og flestu útgrevstrunum kring landið í meira enn 30 ár. Men málið er eisini rættiliga prinsipielt, tí nú hava vit aftur eitt dømi um, at landsins stýri undirgrevur sín egna setanarpolitikk. Vit kunnu aftur nú spyrja, hví vit skulu hava eina niðurfelda mannagongd við setanarbólki og innstillingum, tá landsstýrismaðurin loypur um landsins politikk, og setir eftir egnum høvdi! Hvussu fara alemennir stovnar at virða almenna setanarpolitikkin, tá landsstýrið ikki ger tað? Tað er einki at ivast í, at báðir umsøkjarar, sum hava verið alment frammi, eru skikkaðir til starvið. Men at tað skal ein ónatúrliga góð grund hjá Anliss Bjarkhamar til ikki at seta mannin, sum hevur virkað á stovninum í mong ár, hevur ferð eftir ferð verið settur landsfornfrøðingur, og sum setnar- bólkurin við hægstu embætismonnunum í Menta- málaráðnum hevur innstillað einmælt! DAGSINS MEINING Sosialurin Ódámlig starvssetan VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Olav Enomoto Vestmanna Ótrúligt er tað at hoyra, hvussu miðvíst og væl til- rættislagdar sendingarnar hjá Birgir Kruse eru fyri at boða loysingarboðskapin. Vælsmakkandi: Við síni blíðu, yvirbevís- andi rødd ruddar Birgir Kruse slóð fyri loysingar- veinginum inn í okkara stovur og lindi. Sjálvur ger hann ikki tað praktiska ar- beiðið, men virkar sum ein viti fyri tann boðskap, sum skal beina okkum lurtaran- um á kós. Pedagogiskt: Eg vil geva Paula Nielsen rektara á Læraraskúlanum eitt 11-tal fyri pedagogik og framløgu. Væl varð greitt frá, hvussu ófrælsar Føroyar eru sum so mong onnur lond, og eisini hvussu føroyska fólkið bleiv hildið niðri av ávísum afturhaldskreftum, bæði í skúla og á tingi. Kelduvalið var gott og valdu endur- gevingarnar vóru enn betri. Eitt 13-tal hevði verðið uppiborið, um hendan grein ikki bleiv skrivað. Fjølmiðlaábyrgd: Skilligt er nú fyri mær, hví so hart arbeiði verður lagt í at yvirtaka fjølmiðlábyrgd- ina. Ivaleyst so at almenn upplýsing kann halda ó- tarnað fram og eisini fyri at slíkar sendingarnar, sum núverandi lógmálaráðharri luttøk í í kreppuárunum kunnu halda áfram. Væ- signað einum sjálvumog gerðum sínum. Somu tíð sama boðskap: Nú báðir tveir eru Hard Core tilhangarar hjá tjóð- veldisflokkinum. So manglar bara, at eftir yvir- tøkuni av fjølmiðlaábyrgd- ini verða yndisligu svensku songfuglarnir kveistraðir burtur og 200 spælir lagið: "Hvis tú ikki ert við upp á loysing, so ert tú skítklikk- aður". Ja takk, eina ment- unarsending við paraply. Býráðið setast uttanfyri Mentunarsending við paraply Hóskvøldið verður stovandi aðalfundur av áhugafelagi fyri ST í Føroyum. Ætlanin er at skapa kjak og kunna um STvirk- semi, sigur stigtakari ST Heri á Rógvi Nú skal ST og arbeiðið hjá felagsskapinum ikki vera so fremmant í Føroyum. Justin Philbrow hevur saman við øðrum arbeitt í gott og væl eitt ár við at seta á stovn eitt ST felag í Føroyum. – Hugskotið við felag- num er at skapa eitt forum fyri kjaki um ST í Føroy- um, sigur Justin Philbrow. Ein stórur partur av ar- beiðinum hjá felagnum fer at snúgva seg um at kunn- ing. Hendan kunningin fer kanska einamest at snúgva seg um útbúgvingarmøgu- leikar og annað í tí sam- bandi. ST felagið fer at hava eina heimasíðu, har ymisk kunnandi tilfar verður tøkt. Hóast nøkur endalig orðing ikki er gjørd enn fyri felagið, so ætlar felag at nýta fleir høvi til at mar- kera seg. – Tað eru ein rúgva av ST døgum, har vit kunnu koma framat í fjølmiðlum og aðrastaðni. Eisini ætla vit at bjóða okkum fram at koma í skúlar at kunna um ST og ST felagsskapir, sigur Justin Philbrow. Fleiri av limunum í felag- num hava royndir innan ST arbeiði, eitt nú herliðum hjá ST, og Justin metir hetta vera grundarlag fyri, at gott kunnandi arbeiði kann gerast. Fyrireikararnir miðja eisini ímóti at gerast limur í UNA, sum er altjóða kervi av ST-stuðulsfeløgum. Hetta verður kortini ikki beinanvegin, tí felagið skal lúka ávísar skipanarligar treytir og fáa til vega fleiri limir, áðrenn føroyska ST felagið kann fara upp í altjóða kervi. Òpolitiskt Sjálvur leggur Justin Phil- brow dent á, at áhuga- felagið fyri ST í Føroyum skal virka ópolitiskt. – Felagið skal vera fyri øll, og vit hava eisini lagt stóran dent á at fáa fólk við ymsum politiskum uppfat- unum við, sigur Justin Philbrow. Hann ivast ikki í, at tað er neyðugt við einum tílíkum felag í Føroyum. – Vit mettu, at ST var ov fjart í Føroyum, og neyðugt er við betri kunningt. Tí hóast vit liggja langt vekk, so eru vit eisini ein partur av heiminum, sigur Justin Philbrow. Stovnandi aðalfundurin hjá áhugafelagnum fyri ST í Føroyum verður hós- kvøldið 6. februar í hølun- um hjá Føroya Ellisakfør- um yviri við Strond 22 í Havn. Sonni Jacobsen Várharra vísti hvat Hann helt um sokallaðu "friðar- stevnuna" á Vaglinum við at lata veðrið vera í "krígs- humør" leygardagin. Eg taki tað í øllum førum sum eitt tekin av himni. Fyra at fáa frið, má stundum eitt kríggj til. Tað er so lætt at siga, at vit vilja hava frið og so má heim- urin passa seg sjálvan og so verður bara friður burtur úr tí. Hevði tað verið so ein- falt, var eingin fegnari enn eg. Men veruleikin er tí- verri ikki so einfaldur. Og tað var tá eisini ein av "heimsmeistarunum" í at taka feil og spáa rangt ein ex., ella enn verandi kommunistur (?), nevniliga Jóannes Nielsen, í øllum førum jødahatari og amerikuhatari um ein háls, ið skuldi vera stóri læru- meistarin! Og tað lítla brotið eg hoyrdi hann verða endurgivnan í ÚF var – ja gita? sjálvandi feil! ella í besta fall rein propaganda. "Ísraelar byggja á stolið land," pástóð maðurin. Mær vitandi fingu ísrealar landið, fyrst frá Gudi sjálv- um (men tað er sjálvsagt einki hjá einum kommun- isti), men síðan frá sjálvum ST (og tað er sikkurt heldur einki hjá einum blóðreyð- um grót-kommunisti). At ísraelar tóku ein part av arabiskum landi eftir eitt stórálop frá arabum sjálv- um har teir ætlaðu at beina fyri Ísrael, er sjálvsagt bæði ljótt og órættvíst, heldur áðurnevndi lærumeistari helst, og tað man vera tað hann hugsar um, tá hann nevnir um "stolið land". Løgið nokk so hoyrir ein aldrin sama mann nevna orðið "stolið land" tá tað snýr seg um Tibet, ella tá Sovjetsamveldið var til um øll tey eysturevropeisku londini. Tá var tað okay. So har stendur maðurin við sínum órættvísa pástandi. Kina hevur ikki brúk fyri Tibet fyri at yvirliva heldur ikki hevði Sovjetsamveldið brúk fyri t.d baltisku lond- unum, bert fyri at nevna nøkur. Ísrael hevur haraft- urímóti brúk fyri tí land- inum teir tóku í 6 daga krígnum fyri at verja seg og hava eitt bulvirki móti øgiligu yvirmaktini. Og Ísrael fer at standa seg ímóti einari milliard av muslimum, sjálvt um teir sjálvir bert eru ein hondfull milliónir. Aftur har tekur Jóannes Nielsen feil! Hann gloymir ein brøk, og gloymir ein ein brøk, gong- ur roknistykki ikki upp. Tí hava kommunistar ongan- tíð fingið sítt roknistykki at ganga upp og fáa tað ongantíð. Teir gloyma tann størsta og mest umráðandi brøkin, hin altvaldandi Gud. Ja, teir kunnu læa, og teir hava læið, men láturin hjá teim flestu eystanfyri man vera tagnaður, og lítið man vera um teir eftirverandi bláoygdu vestanfyri heldur. Kommunistiska ævintýrið er so væl og virðiliga av- dúkað sum ræðulig kata- strofa við einaræði, kúgan og fólkamorði sum avleið- ing. Fara vit í søguna síggja vit, at allir kommunista- leiðarar og fasistaleiðarar hava ført seg fram á júst sama hátt sum Sadam Husein: Lenin, Stalin, Mao, Hitler, Franco, Musolini og "you name it". So eg skilji væl, at t.d. kommunistarnir kenna brøðralag við Sadam Husein og vilja hava hann sitandi. Teir eru jú ands- brøður tá talan er um atferð. Halt fólkið niðri við jarnhæli, búra og stong tey inni og drep tey, sum vága sær at tala ímóti tær. Vit hava einarætt upp á sann- leikan. Sjálvandi má ein slíkur maður sum Sadam Husein fáa frið at stýra sínum landi. Tað er "ófriður" og "ódemokratiskt" at vága sær at loysa irakiska fólki úr síni leinkju. Í míni verð er kærleiki ella "humanisma" ikki at standa og hyggja at meðan fólk verða hildin niðri, dripin og fjøtraði av devl- um. Kærleiki er at loysa leinkjurnar hjá teimum kúgagu og at sleppa neyð- støddu leysum! Afganarar eru fríaðir frá sínum vit- leysu valdsharrum, loyvi irakum tað sama. Eg ivist ikki í, at vóru hesir menn og kvinnur, sum leygardagin stóðu og róp- aðu upp á Vaglinum, uppi á døgum í 1940 so stóðu tey á gøtuhornunum og geyl- aðu um, at Adolf Hitler mátti fáa frið at stýra sínum ríki, at ein mátti vinna á honum við "friðarligum demokratiskum politikki og við samráðingum". Gud forbarmi seg fyri bláskygni og vitloysi – ja, fyrigev mær at eg tosi so beint fram, tí annað eru hesar lótir ikki í mínum eygum. Sjálvt um hetta er púra láturligt so harmist eg so nógv, at eg fái ikki ein gong flent. Men, eg má siga sum ein kendur maður segði, sum demokratur verji eg kortini teirra rætt at vrøvla. VIÐMERKINGAR Tann reini galimatias Seta ST á dagsskránna Justin Philbrow skipar saman við øðrum fyri stovnandi aðalfundi av ST felagi í Føroyum. Felagið skal vera eitt forum fyri kjaki og kunna um ST, sigur Justin. Mynd: Jens Kristian Vang Gudmundi Lindenskov Joensen til minnis Tað er altíð hugstoytt, at festa minnisorð á blað! Gudmund vaks upp í einum góðum heimi, tey vóru fýra systkin. Gudmund hevði góða útbúgving og gott arbeiði. Hann fekk í boði at ogna sær hús, sum farbróðirin hevði átt. Og hóast bæði móður og troyttur av at arbeiða í Havn og at sigla ímillum, brúkti hann hvørja løtu til at hampa um húsini sum frægast. Men meðan alt sá ljóst út, komu brádliga myrk skýggj rekandi. Hann bleiv so sárt svikin av lívsins beiskleika, at hann sá ongan glotta fyri framman. Góði Gudmund, saknurin er stórur - øll bygdin drýpur høvur í tøgn! Enn nakrar tungar gøtur, Og vit koma heim! Enn nakrar myrkar løtur, Og vit koma heim! Enn bera krossin eina tíð, So kemur hvílan long og blíð - Enn nakrar tungar gøtur, og vit koma heim! Eftir streymi skjóta, vit móti friði flóta - Ei meir tungar gøtur, Tá vit koma heim! Eitt kvøld enn eygað grætur, Og vit koma heim! Enn nakrar vøkunætur, Og vit koma heim! Enn syndin ónda sigrast má, Enn nøkur bundi inn at fá! Enn nakrar tungar gøtur, Og vit koma heim! Enn nakrar sorgir bera, Og vit koma heim! Enn okkurt gott at gera, Og vit koma heim! Enn onkur sárur skilnaður, So gleðifundur ævigur - Enn nakrar tungar gøtur, Og vit koma heim! Hildibjørt C M Y K 13 12