hósdagur 6. februar 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 25 - 6. februar 2003
15
Seinastu tríggjar
vikurnar eru eini hús
brend í grund í
Sumba og eini onnur
eru rættiliga illa farin
av eldi. Tað hevur
fingið sumbingar at
tosa um støðuna
ELDSLØKKING
Áki Bertholdsen
Sumba: Seinastu tríggjar
vikurnar hava sumbingar av
røættum sanna gamla orða-
taki um, at eldur er góður
tænari men ringur harri.
Uppá tríggjar vikur eru
eini hús í bygdini rættiliga
illa farin av eldi og eini
onnur eru brend í grund.
Hetta hevur fingið sumb-
ingar at taka støðuna við
tilbúgving og eldsløkking
upp og nú eitt kvøldið
høvdu teir fund í Sumba,
har støðan varð eftirmett.
Dánjal Johan Lisberg,
sum tók stig til fundin, sig-
ur, at ætlanin við fundinum
var einans at gera støðuna
upp og at vita, um tað ikki
ber til at fyrireika seg betri
til slíkar støður.
Tó leggur hann afturat, at
sama hvat varð gjørt, nú
eldur var í seinast í Sumba,
høvdu húsini ikki staðið til
at bjarga, tí tey stóðu í ljós-
um loga, tá ið fólk komu á
staðið.
Við á fundinum vóru
sumbingar, sløkkiliðsmenn
úr Vági løgregla og bygda-
ráðslimir.
Annars eru ongir sløkki-
liðsmenn í Sumba. Tað eru
valdir nakrir sløkkiliðs-
menn fyri einum 20 árum
síðani, men tað er ongantíð
fylgt upp við skeiðum og
útbúgvingum. Úrslitið er, at
tað er bara ein sumbingar,
sum hevur skeið í at sløkkja
eld og tað er ein maður,
sum kommunan hevur sent
á skeið.
Annars hevur alarmsentr-
alurin ein lista við nøkrum
sumbingum á, sum ringjast
kann til í slíkum førum.
– Men í hvørgum førum,
eldur hevur verið í hesar
seinastu ferðina, tríggjar
vikurnar,
fekk
nakar
sumbingur boð um eldin.
Tann einasti, sum fekk
boð, var ein arbeiðsformað-
ur hjá kommununi, sum
fekk boð av tilvild.
Hetta er ein maður, sum
um hendi hevur útgerðina,
sum kommunan eigur.
Stigtakarin til fundin sig-
ur, at eitt úrslit av fundinum
var, at sløkkiliðið í Vági
skal fara runt bygdina við
arbeiðsformanninum
hjá
kommununi at skráseta all-
ar sløkkikranar í bygdini.
Sløkkiliðið hevur framm-
anundan onki kort við
sløkkikranum á. Tað er hel-
dur ikki av nóg tætt ímill-
um sløkkikranarnar og ar-
beitt eigur at vera fyri at
seta fleiri upp.
Ein niðurstøða av fundin-
um var eisini, at skipast
eigur at vera fyri fleiri venj-
ingum.
Annars hevur Sumbiar
Bygdaráð samtykt at vera
við til at keypa brandbil til
suðuroyar
syðru
helvt.
Kommunan hevur eisini
havt ætlanir um at senda
fólk á skeið. Ætlanin er eis-
ini at keypa roykkavaraút-
gerð.
Annars
sigur
Dánjal
Johan Lisberg, at samstarv-
ið ímillum teir, sum vóru
við í sløkkiarbeiðnum í
Sumba, gekk fyrimyndar-
ligt, hóast teir ikki høvdu
vant saman frammanundan.
Í syðru helvt í
Suðuroy ætla tey at
gera seg betri út til at
sløkkja eld
ELDSLØKKING
Áki Bertholdsen
Suðuroy: Tær fýra komm-
unurnar í syðru helvt í
Suðuroy ætla nú at brynja
seg betri út til at basa eldi.
Sløkkiliðið í Vági, sum er
fyri alla suðuroyar syðru
helvt, arbeiðir tískil við
ætlanum um at keypa ein
nýggjan brandbil.
Í tí sambandi hevur
sløkkiliðið
teir
spurt
kommunurnar í suðuroyar
syðru helvt, um tær vilja
vera við til at stuðla keyp-
inum.
Í suðuroyar syðru helvt
eru Sumbiar-, Vágs-, Por-
keris og Hovs Kommuna og
tað tykist sum um at undir-
tøka er fyri tí.
Tað skilst, at Sumbiar
Kommuna hevur samtykt at
vera við í keypinum.
Leygardagin var málið
fyri í Hovs Kommunu og
har varð eisini samtykt at
vera við í keypinum.
Men Hovs Kommuna vil
samstundis hava greiði á,
hvussu nógv bilurin fer at
kosta og, hvussu stórur
parturin hjá Hovs Komm-
unu verður og hvussu part-
urin hjá hvørjari kommunu
verður roknaður út.
Sløkkiliðið í Vági sigur,
at tey hava harðliga brúk
fyri nýggjum brandbili.
Tann, sum liðið hevur, er
meiri enn 25 ára gamalur.
Hann hevur hartil so lítlan
motor, men tað allarmesta
hann klárar eftir sløttum er
50-60 kilometrar um tíman
og er eitt sindur av mót-
brekku er skjótt, at hann fer
niður á 40.
Annars verður sagt, at
bilurin er góður- tá ið hann
er komin á staðið. Men teir
kundu hugsa sær ein bil,
sum var nýggjari og sum
hevði størri motor og sum
kundi verið skjótt frammi.
Eisini samstarv
norðureftir
Annars eru tað ikki bara
kommurnar í suðuroyar
syðru helvt, sum eru áhug-
aðar í at samstarva við Hov
um eldsløkking.
Hov er mitt í Suðuroynni
og sløkkiliðið á Tvøroyri
hevur eisini spurt seg fyri
hjá Hovs Kommunu um
samstarv í sambandi við
venjingar, skeið o.sfr.
Á bygdaráðsfundinum í
Hovi var niðurstøðan, at tað
tóktist
natúrligari
fyri
kommununa at samstarva
við syðru helvt um sløkki-
liðsútgerð.
Men kommunan hevði
onki ímóti at samstarva um
venjingar, skeið o.a. við
sløkkiliðið í norðaru helvt,
sum er Tvøroyrar-, Fámj-
ins- og Hvalbiar Komm-
unu.
Ikki minst verður hesin
spurningurin átrokandi, nú
ætlanin er at fara undir
Hovstunnilin seinni í ár.
Ikki minst skal greiða
fáast á, hvør hevur ábyrgd-
ina, tekur ein neyðstøða seg
upp í tunlinum. Í tí sam-
bandinum hevur bygdaráð-
ið í Hovi fingið upplýst, at
kommunurnar í syðru helvt
koma at hava ábyrgdina av
syðru helvt av tunlinum,
sum kemur út omanfyri
Hov, men at kommunurnar
í norðaru helvt koma at
hava ábyrgdina av norðaru
helvtini av tunlinum, sum
kemur út við Tjaldavík.
Annars eru hovbingar
ikki so illa fyri hvat sløkki-
liðið, tí fleiri mans hava
verið á skeiði í roykkaving
og eldsløkking og komm-
unan hevur í fleiri ár sent
pening av til at útbúgva
brandfólk við. Kommunan
hevur eisini ein lítlan vogn
við ymsari útgerð.
Men bygdaráðið heldur,
at tað mest natúrliga hevði
verið, um øll oyggin sam-
starvaðu um venjingar,
skeið og annað, ikki minst
nú Hovstunnilin verður
gjørdur og tað verður so
nógv styttri at koyra úr
einum enda í annan.
Sumbingar hava eftirmett støðuna
Ætla at keypa brandbil í felag
Bygdaráðið í Hovi hevði ársins fyrsta fund leygardagin og har varð samtykt at verða við til at
keypa nýggjan brandbil til sløkkiliðið í Suðuroyar syðru helvt. Frá vinstru eru tey Delmar Tausen,
Dagfríð Hovgaard, Jákup Petur Joensen, varaborgarstjóri, Emma Petersen, borgarstjóri og Alexius
Midjord
Í farnu viku brendu hesi
húsini í Sumba í grund og fyri
trimum vikum síðani fóru
eini onnur hús í Sumba
rættiliga illa av eldi. Tað
hevur fingið sumbingar at
taka støðuna upp
15
14
Nr. 25 - 6. februar 2003
Heiðurskonsertir fyri Bob Marley
Um Bob Marley hevði
livað, hevði hann fylt
58 ár í dag. Aftur í ár
verður fyri 22. Ferð
skipað fyri árliga
reggae festivalinum
til heiðurs fyri mann-
inum, ið gjørdi reggae
tónleikin kendan.
RAGGAE
Annika S. Olsen
Tónleikarin og politiski
aktivisturin Bob Marley var
føddur 6. februar 1945.
Sum sonur av einum mið-
aldrandi hvítum manni og
eini
ungari,
svartari
mammu vaks Bob Marley
upp fátækur í býnum
Trenchtown
í
Jamaica.
Hann byrjaði at syngja og
spæla saman við tveimum
øðrum vinmonnum sum 16
ára gamal. Tað var tó fyrst í
70’unum, at Bob Marley
saman við The Wailers
veruliga gjørdi um seg.
Fløgan “Catch a Fire” setti
fyri fyrstu ferð reggae-tón-
leikin á heimsmarknaðin,
og gjørdist reggae tónleik-
urin tá sera vælumtóktur.
Seinni komu fløgurnar
Natty Dread, Rastaman
Vibration og Exodus við
kendum løgum so sum “No
Woman, No Cry”, “Jamm-
ing” og “Exodus”.
Bob Marley hevur altíð
verið kendur fyri sínar sang-
tekstir, Ið eisini klárt vísa
hansara politisku sjónarmið.
Bob Marley legði stóran
dent á frælsi. Sum persónur
var hann sera fríur, og vildi
hann eisini, at øll onnur fólk
áttu at liva í frælsi.
Í 1977 løgdu læknar til
merkis, at Marley ikki
hevði tað so gott. Teir
funnu krabbameinskyknur.
Marley vildi tó ikki hava
viðgerð. Í 1980 funnu
læknar út av, at krabba-
meini hevði breitt seg til
heila, lungu og livur. Frálíki
tónleikarin og uppreistrar-
maðurin andaðist í 1981.
Aðrir tónleikarar vísa
virðing
Líka síðan Bob Marley læt
lív hevur verið heiðurs-
festivalur fyri honum á
hvørjum ári við ymsum
reggae-tónleikarum. Í ár er
ikki nakað undantak, og
fara konsertirnar hesaferð
at hava vitjan av millum
øðrum Sean Paul, Shaggy,
Buju Banton og Steel
Pulse. Synirnir hjá Bob
Marley, Stephen, Damian
og Julian verða eisini at
hoyra á konsertunum, sum
byrjað 15. februar í Long
Beach, Kalifornia.
Sum persónur var Bob
Marley sera fríur, og vildi
hann eisini, at øll onnur fólk
áttu at liva í frælsi
Í 1999 steðgaði
nevndin í Ung í MáF.
Eftir steðg í 3 ár, hava
fólk nú aftur tikið seg
saman og gjørt eina
nýggja nevnd. Í
nýggju, frísku nevnd-
ini eru ung fólk mill-
um 18 og 24 ár, og
hava tey sett eina skrá
fyri 2003
SJÓNLEIKARAR
Annika S. Olsen
Ung í MáF er ungdómsfel-
agsskapurin undir Megin-
felag Áhugaleikara Føroya,
og er fyri sjónleikaáhugaði
ung millum 15-25 ár.
Í nýggju skránni hjá Ung
í MáF stendur at lesa um
nógv ymiskt spennandi. Í
fyrru helvt av 2003 fer Ung
í MáF at skipa fyri fýra til-
tøkum í Føroyum.
Tað fyrsta tiltakið verður
vikuskiftið, 21.-23. mars.
Tá verður stór stevna á
Sandi. Heili 50 limir í Ung
í MáF kunnu luttaka á
stevnuni, sum fer at leggja
serligan dent á sjónleik og
stuttleika.
Í apríl 2003 fara tey
væntandi at skipa fyri ljós-
designaraskeiði í páskafrí-
tíðini, og vikuskiftið 25.-
27. apríl verður skeið í
“stage-fight”. Har kunnu
sjónleikaáhugaði læra um
bardaga á palli. Skeiðið
verður í Klaksvík.
Í 17. mai verður barnasjó-
nleikarastevna í Havn, har
allir skúlar eru bodnir við.
Ung í MáF hevur ætlanir
um útnorðurskeið vesturi í
Vágum í juli. Ætlanin er at
lærarar skulu koma úr Grøn-
landi, Íslandi og Føroyum
Ymisk norðurlendsk til-
tøk eru eisini til boðið, hjá
sjónleikaáhugaðum føroy-
ingum at luttaka á. T. d.
summarskúlin hjá NUTU,
har 15-25 ára gomul sleppa
at luttaka, og læra nakað
nýtt innan sjónleik og
drama.
Gerst limur
Fyri at luttaka í flestu av
hesum tiltøkunum, skal ein
vera limur í Ung í MáF. Um
áhugi er til tess, skal ein
bert seta seg í samband við
Ung í MáF ella fáa fatur á
skránni, har tilmeldingar-
blað er í. Limagjaldið er 50
kr um árið.
Ung í
MáF 2003
C
M
Y
K
14