leygardagur 6. januar 1990síða 21
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 2 — 6. januar 1990
Síða 21
Rain Man
Stórsligni ameri-
kanski filmurin >Rain
Man< við Dustin
Hoffman sum høvuds-
leikara, verður nú
sýndur í Leikhús Bio.
Filmurin varð innstill-
aður til 8 Oscarsvirð
islønir.
Charlie Babbitts, leiktur
av Tom Cruise, er bil-
handilsmaður, men illa
gongur hjá honum, hon-
um manglar pengar, og
er tí ikki serliga keddur,
tá pápi hansara doyr.
Men tann stóri arvurin,
hann væntar at fáa,
verður av ongum, pápin
hevur avgjørt at geva
bróður Charlies, Ray-
mond (Dustin Hoff-
mann), allan peningin.
Charlie minnist ikki
henda bróðurin, tí Ray-
Hetjan
Leikhús Bio sýnir í
hesum døgum fram-
tidar-rædufilmin
»Hetjan«.
Kríggj og dálking hava
oytt nærum alt lív á
Jerðini, og millum tey
fáu, sum liva eftir, herjar
ein egilig pest.
Men í Atlanta City
royna nakrir granskarar
av øllum alvi at finna
heilivág móti sjukuni.
Men teir hava brúk fyri
nekrum serligum upp-
lýsingum, ið eru á
goymslu í New York.
Teir senda tí ein kyborg
Pearl Prophet (kyborg =
mannaheili í robotthami)
eftir hesum upplýsing-
um.
Pearl verður á ferðini
álopin av ránsmonnum,
men hetja okkara krígs-
maðurin Gidson, leiktur
mond er uppvaksin á
einum heimi fyri autist-
isk bern
hann seg í
Men nú setur
samband við
bróðurin, fyri at royna at
faa peningin
Men hetta
lætt, (I lann
frå honum
ikki
autistiski
gerst
Raymond er ringur at
við,
sær
samband
hann er læstir inni í
koma
sjálvum Í byrjanini
roynir Charlie bert at
koma í samband við
Raymond fyri egnan
vinning, men so líðandi
gerst hann góður við
hann, og sær í honum
eina skuggamynd av
sær sjálvum.
Hóast stóru mótsetn-
ingarnar, so líkjast hesir
ymisku breður. Charlie,
ið bæði er rótleysur og
ógvuliga tosingarsamur,
er kensluliga eins inni-
byrgdur og bróðurin. Á
DUSTIN TOM
HOFFMAN CRUISE
tv BARRY LEYINSON
RAIN MAN
FOPNOMINERE I
8 OSCARS
Bl.a. Bedste film
Dustin Hoffman
Bedste mandlige skuespiller =
eini ferð gjøgnum USA
til Las Vegas nærkast
breðurnir hverjum eðr-
um, vit síggja eitt sjáld-
samt sálarligt saman-
spæl, ið báðir leikarar-
nir, Tom Cruise og Dust-
in Hoffmann, framfera
sera væl. Barry Levin-
son hevur leikstjórnað.
VAN DAMME
(Stjernen fra “"Bloodsport“
A
UK” 7,
Han er alene
Han er vort eneste håb!
HELTEN
1016
av Jean-Claude van
Damme, hjálpir henni
burtur úr trupulleiku-
num. Men ránsmenninir
gevast ikki so, teir loypa
á fyri aðru ferð, og hesu
ferð gongst teimum bet-
ur, nú seta teir kós móti
Atlanta City fyri at yvir-
taka granskingarmið-
steðina, ið roynir at
hjálpa menniskjaættini
undan týning.
Gentan Nady roynir at
fáa hetjuna Gibson at
bjarga Pearl enn eina-
ferð. Men fer hetta at
A B Collection
eydnast? Kann hann,
einsamallur maður,
bjarga Atlanta City og
mannaættini?
Møguligt er at leggja at-
gongumerki av hvert
kveld kl. 18.00—22.00 á
Tif. 11131, eisini er at-
gongumerkjasøla vid
dyrnar. Telefonsvararin
hjå Leikhus Bio 15666
sigur frå hvørjir filmar
verða sýndir einstøku
kvøldini.
Ashildur Haraldsdóttir er, hóast bara 24 ára gomul.
um fyri frålika floytuspæl sitt
Ungar og evnaligar
Í morgin kl. 16.00 hava
tveir ungir og evnaligir ís-
lendskir tonleikarar kon-
sert í Norðurlandahúsinum
og skráin verður endurtik-
in í byrådshøllini í Klaks-
vík månakvøldid kl.
19.00.
Áshildur Haraldsdóttir
spælir tvørfloytu og Helga
Bryndís Magnúsdóttir hev-
ur klaverfylgispælið. A
skránni eru verk hjá Bach,
Carl Philip, Theobald
Bøhm, Elbert Roussel,
Atla Ingólfssyni og Prok-
ofieff.
Konsertfelagið skipar
fyri hesum báðum kons-
ertunum. Harumframt hev-
ur Musica Nova fingið tær
báðar at spæla nútíðartón-
list á einari konsert í List-
askálanum í kveld kl.
19.00. Á hesi konsertini
£( longu
fer Áshildur at vísa,
hvussu tónaskald í okkara
øld brúka lj6dføri við
óvanligum tónalag og
tekniskum snildum. Á
skránni eru trý solostykki,
teirra millum eitt hjá ís-
lendska tónaskaldinum
Hjalmari Ragnarssyni, eitt
stykki við klaverfylgi-
spæli efur George Roch
berg og eitt stykki fyri
floytu og elektronisk ljóð
á bandavspælara.
Hetta er ein óvanlig
konsert her hjá okkum.
Áshildur Haraldsdóttir er
fødd í Reykjavík í 1965
og hon byrjaði at spæla
tvørfloytu níggju ára gom-
ul. Hon var bara 17 ára
gomul, tá hon tók prógv
sum einaleikari í Tónlist-
arskúlanum í Reykjavík.
ie
orðin kend í flet
Síðani før hon ul New
York, har hon í 1988 tók
meistaraprógv við Julliard
skúlan.
Áshildur Haraldsdóttir
hevur fingið góð ummæli,
bæði í Íslandi og aðra-
staðni. Í 1988 vann hon
eina norðurlendska kapp-
ing fyri ungar einaleikarar
Ur Føroyum liggur leið-
in ul Mexico, har hon
skal spæla saman vid
symfoniorkestrinum.
Helga Bryndís Magnús-
dóttir er úr Vestmanna-
oyggjunum og hevur
spælt klaver síðani hon
var seks ára gomul. Hon
tók prógv sum einaleikari
í Reykjavík í 1987 og
hevur síðani verið í fram-
haldsnámi í Wien.
Veva og skriva myndir
Pensionistaskeiðini á Há-
skúlanum eru væl umtókt
og øll try skeidini nú í
januar eru longu fulltekn-
að.
Men Háskúlin hevur
onnur almenn skeið í fyrru
helvtini av 1990 og har
eru framvegis pláss eftir.
Eitt veviskeið verður
25. januar til 6. februar.
Elin Lindenskov og Poul-
ina Jensen undirvísa í
mynda- og rammuveving.
Føroyskt tógv, millum
annað plantulitað, verður
brúkt á skeiðinum. Skeið-
10 er bæði fyri fólk, sum
júst eru byrjað at veva og
fyri tey, sum eru von at
veva.
I påskavikuni, 9. - 16.
apríl, verður skeiðið
"Skrivið ein film", sum
,
Háskúlin og Filmsfelagið
skipa fyri. Evnið er films-
gerð, men høvudsdentur
verdur lagdur å at skriva
filmshandrit. Lærari verd-
ur Kirsten Rask, sum i
mong år hevur verið virk-
in i donsku filmsverdini,
millum annad sum råd-
gevi hjå danska films-
stovninum.
Og so er sjálvt háskúla-
skeiðið eftir, várskeiðið.
Tað byrjar 14. februar og
varar 18 vikur. Næming-
arnir skulu vera fyltir 17
ár, skulu búgva á skúlan-
um tær 18 vikurnar og
vera við í húsarhaldinum á
skúlanum, vaska, gera mat
og annað slíkt.
Undirvísingin leggur
dent á at gera næmingarnar
medvitandi um tíðina og
samfelagið, teir liva í.
Faklig vitan og kunnleiki
eru ikki nóg mikið í sjálv-
um sær, sigur skúlin. Ikki
minni umráðandi eru
sjálvræði og persónliga
menningin.
Lærugreinarnar eru før-
oyskt, bókmentir, vist-
fróði og samfelagsvidur-
skifu heima og úti.
Næmingarnir fåa eisini
nógvar møguleikar at
royna sini skapandi evni.
Teir kunnu fáast við ljós-
myndir, tekning, málning-
alist, batikk, silkiprent,
plantuliting, veving,
seyming, garving, Uæ-
smíð og leir. Skúlin hevur
eisini ein sokallaðan
skriviverkstad.
Tey, sum hava åhuga
fyri hesum skeiðum,
kunnu skriva ella ringja ul
Føroya Fólkaháskúla, Hå-
skúlavegi 14, 100 Tórs-
havn, tlf. 11743.