týsdagur 9. januar 1990síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
1. deild menn:
Treiskir strandingar
góvu Kyndli mótstoðu. Og Neistin hevur helst tryggjað sær
pláss í ovara bólki, meðan KIF ferð í niðara
Kyndil-StiF
28-23 (16-11)
Kyndil
Mål: Andreas F. Hans-
en og Hannis Wardum
9, Jónleif Sólsker 3,
Leivur Holm, André
Wraae og Hartvig Joen-
sen 2 og Dia Midjord 1
Avaring: Jónleif Sól-
sker
Uivisingar: Hartvig Jo-
ensen 2, Dia Midjord,
Tað hevur leingi ligið á
ljóði, at SÍF fór ikki at
meta upp ul dystin ímóti
Kyndil, tí liðið kendi seg
órættvíst viðfarið við
John Egholm og Jónleif
Sólsker
SUF
John Petersen 6, Just-
inus Justinussen 5, Poli
Hansen og Pól Enok
Hansen 4, Sveinbjørn
Poulsen 2, Jan Højgard
1.
Åvaring: Agnar Høj-
gaard og Poli Hansen
Utvising: Poli Hansen
3, Agnar Højgaard og
Justinus Justinussen
triggjå daga leikbanninum
ul Elias Hansen. Men
strandingar véru full-
mannaðir í Havn og
manssterkir á áskoðara-
plássunum.
Og lukkutíð fyri ti, ti vit
fingu ein rættiliga góðan
hondbóltsdyst at síggja.
Hóast Kyndil hevði
leiðsluna allan dystin, so
vóru teir ongantíð tryggir.
Og eina løtu í seinna
hálvleiki sá tað rættiliga
út, sum fór tað at eydnast
StÍF at skapa sensatiónina.
Tað gekk sum eftir ánni,
og teir skoraðu eina rgð av
málum beint eftir at
Kyndil hevði misnýtt í
hinum endanum
Men Kyndil fótaði sær
aftur, m.a. upp á nøkur
skjótálopum, har ein sera
nærlagdur Andreas F.
Hansen rættiliga vísti sín
tydning fyri kyndlaliðið
og fekk lagt bóltarnar
innum Pól Dánjal Poulsen
í StÍF-málinum.
Hesi bæði liðini meta við
bestu målverjunum i
landinum fyri tíðina, og
tað fingu teir eisini víst.
Men Regin Jakobsen í
kyndlamálinum hevði al-
stórar trupulleikar við
skotunum frá Jústinusi
Justinussen, ið at kalla
skoraði eftir vild eina lotu
í fyrra hálvleiki (næstu
stong).
StÍF-liðið er tepurt í tali
og helst ikki konditións-
sterkt. Tá liðið hartil
hevur ein rættiliga orku-
krevjandi spælihått, so
stóðst endaúrslitið fyri
stóran part av, at kreftirnar
gingu undan.
H 71-Stjørnan
21-14 (9-9)
Stjørnan var sær sjålvum
lik, tå hon spældi i å uti-
vølli ímóti H 71 leygar-
dagin: fyrra hálvleik
spældu klaksvíkingar, sum
um teir hoyrdu heima í 1.
deild, og í seinna hálvleiki
rapaði alt.
9-9 var hålvleiksstødan,
og tad var eingin tilvild.
Stjørnan spældi fult so
frægt so væl sum heima-
liðið og var eisini framm-
anfyri meginpartin av
hålvleikinum. Og kundi
eisini verið tað í steðg-
inum. Men gestirnir mis-
nýttu tvey brotskøst, sum
kundu givið
trygga leiðslu.
teimum
Tveir av bestu skjúttunum
í dystinum í hornaløum.
Hannis Wardum, Kyndil
g fremst
at takka, ti
forerdi triggjar
»ytliørnan
bóltar á rað burtur í á-
opinum, sum H 71 við
åkup Simuni Simonsen
sum herleiðara fór av stað
við.
Og ikki nóg mikið við
málunum. Tá talan er um
Stjórnuna, so hava slík
mål vi sær, at liðið tveitir
alt frá sær. Nærlagni fellur
burtur, mistøkini vinda
upp á seg og Osigurslag
kemur uppí. Í tí skili
kundi H 71 fara av
vøllinum við einum
tryggum Sigri.
NSI-Neistin
18-22 (8-13)
Neistanum eydnaðist ul
fulnar at taka broddin av
NSI-álopinum: Sámal
Hansen, ið var settur at
ansa efur Jens Martini
Knudsen, gjørdi tað so
munagott, at NSÍ-essið als
ikki kom á málskjúttara-
listan. Og tað er ein
uppliving, ið man vera
sera sjáldsom fyri hann.
Neistin legði seg trygt á
odda beinanvegin í dyst-
inum í Runavík ímóti NSÍ.
Leiðslan var beinanvegin
so trygg sum trý, fýra mál,
og hon stóð við allan
dysuin.
Neista-leiðslan var heldur
onga løtu hótt, og tað er
eingin tilvild at NSÍ liggur
niðast saman við Stjørn-
uni: NSI, sum hevði