týsdagur 9. januar 1990síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 3 — 9. januar 1990
Hvussu varð árið
Eftir umsteðunum roynd-
ist árið 1989 hjá fiski-
monnum eins væl og árið
1988.
Sum umsteðurnar eru
nú, eru menn ivasamir um
1990 árið fer at roynast
eins væl og tað undan-
farna.
Arið 1989 var ringt ár
fyri fiskimenn í aðrar
mátar. Skattur og tvung-
in uppsparing fóru við ein-
um stórum parti av hýr-
uni. Hetta gjørdi, at tungt
varð hjá fiskimonnum at
fáa endarnar at rekka
saman fíggjarliga. Tó ser-
liga hjá teimum,
høvdu bygt sær hús.
Havið tað tekur og tað
gevur, hetta fingu fiski
menn eisini at sanna í
1989. Vit minnast teir,
sum farnir eru.
Sjúku og aðrar skaða-
tilburðir fekk fiskimaður-
in eisini at fela í 1989.
Hesir tilburðir minkaðu
nógv um inntekurnar hjá
fiskimanninum. Trygg-
ingarviðurskiftini vóru
sera ógreið á hesum eki og
mátti tí Fiskimannafelag-
ið mangan eftir áheitan
sum
frá fiskimanninum traðka
til fyri at hann kundi fáa
endarnar at rekka saman.
Fiskimannafelagið hev-
ur við samráðingum roynt
at fáa tær ymisku trygg-
ingarnar fyri fiskimannin
tryggari og greiðari.
Hetta hevur eydnast i ein
stóran mun, men enn er
langt eftir á mál. Við ein-
um góðum og tolnum vilja
verður roynt at rekka á
mál.
Sum tann týðandi per-
sónur, fiskimaðurin er,
krevur hann at verða
hoyrdur og virdur og ikki
brúktur sum kastibløka
millum tær ymisku mein-
ingarnar hjá teimum ráð-
andi. Uttan fiskimannin,
hvat høvdu vit tá verið
Fiskimaðurin er tað
tolnasta menniskja, vit
eiga, hann góðtekur
mangt sum umsteðurnar
hava verið. Tíðin broytist
og tað gera krøvini eisini.
Øll royna at fylgja við, eis-
ini fiskimaðurin, men
hann fær ikki altíð tað,
sum hann eigur eftir sátt-
málanum, sum hann er
undir.
Alitismaðurin, sum
hver manning hevur rætt
at velja sær, hevur tað
ikki altíð líka lætt. Hans-
ara starvsfelagar bakka
hann ikki altíð upp, tá ið á
stendur. Og av teirri orsøk
vil næstan eingin vera
ålitismadur. Her eru bert
eini ráð: standið saman
eisini, tá ið tit krevja
tykkara rætt eftir sátt-
málanum. Fiskimannafe-
lagið eigur her meguliga
at lata álitismanninum
eina samsýning fyri hetta
sera týðandi starvið.
Eins og undanfarin ár,
so hevur fiskimaðurin
heldur ikki í 1989 fingið
sína hýru til tíðina, sjálvt
um sáttmálin er púra
greiður á hesum eki. Fiski
menn eiga tí í ein nógv
sterri mun beinanvegin at
venda sær til felagið um
tað, tí felagið hjálpir
onkursvegna, tað veit
tann fiskimaðurin, sum
hevur roynt tað sum sein-
asta meguleika.
Tað er ellum púra
greitt, at tá ið tann sterki
ikki er nóg sterkur og vil
verða sterkari, fer hann al-
hjá fiskimonnum?
tíð til tann veika í samfe-
lagnum fyri at styrkja seg
og síni.
Henda gongd má ikki
sleppa at halda fram og
mugu tey veiku standa
enn meira saman enn áð-
ur. Við felagsstyrki kann
nógv náast til
gagn.
Fiskimaðurin
landsins
veit, at
orð og gerningar mangan
ikki passa
her hevur
dugað at fótað sær
Eisini
fiskimaðurin
Við
tað
stiga
saman.
hevur
honum at
rætt og á
Hóast
sínum
eydnast
fótin
grund.
brøtt og vitin
sløktur, so
felagi
trygga
bylgjan
mangan
hevur fiski-
maðurin um enn leingi al-
tíð vunnið upp sítt mál
Hann misti ongantíð vón-
ina, tað var hansara
styrki. Mátti so Harrin
signa tykkum allar og oll í
landinum
Harri, gev teimum og
okkum ellum eitt gott og
eydnuríkt 1990.
Heilsan
Steingrím Haldansen
stjórnarlimur FF
Nónhamar einaferð enn
Umborð á Nónhamar
14/12-89
Hugstoytt er at hoyra, at
ætlanin er at selja okkara
arbeiðspláss »Nonhamar«
frá okkum, nú tíðirnar
sígga daprar út fyri
framman búskaparliga
sæð. Kanska einasti bát-
ur, ið ber seg eystanfyri
og sum er eitt gott íkast
fyri landsbúskapin. Tey
fáu tonsini, ið hinir fáa
meira uppá bekostning av
Nónhamri týða lítið fyri
raksturin — av teimum
nýggju bátunum. Landið
má taka um endan í øllum
forum, um tey nýggju
skipini skulu verða ver-
andi í flotanum. Um russ-
ar sum nú í framtíðini lata
okkum fiskað yvir ásettu
kvotu fyri meira svart-
kjaft við Feroyar, er tað
tað sama sum at tveita
fleiri dýr tons av fiski frá
sær, um Nónhamar verður
seldur.
Hava hoyrt fyri vist, at
báturin stendur í ca. 8
mill. kr., so ein fullur túrur
eystanfyri (ca. 12 mill.
kr.), skuldi verið ríkiligt
fyri raksturin og behalda
vit eini 32 arbeiðspláss
umborð pluss tey, ið ar-
beiða fiskin heima.
Eyðsæð er tað rætt, at
landið roynir at behalda
teir nýggju trolararnar, ið
hava betri meguleika í
framtíðini. Hugsið um
frystimeguleikarnar
frysta hýsu, kongafisk
o.a. kanska í longri fram-
tíð (vónandi ongantíð) um-
byggjast til annan fiski-
skap.
Samanumtikið halda vit
tað vera at leypa framav
at selja Nónhamar nú;
heldur bíða eina tíð enn, tí
tað hjálpir einki uppá
raksturin hjá hinum bátu-
num, og tað at báturin
stendur í so lítlum pen-
ingi. Einasta fiskiskip, ið
hevur goldið aftur í veð-
haldsgrunnin hjá landi-
num, er Nónhamar.
Vit hava áður sæð
panikkloysnir frá tveim-
um av nú sitandi lands-
stýrisflokkum, t.d. tá ætl-
anin var at avreiða trolar-
arnar eystanfyri fyri rækj-
ur og í 82, tá meiningin
var at selja Nónhamar. Tá
hevdu norðingar ein góð-
an bakk í Asbjerni, takk
skal hann hava fyri tað
Maður kemur í mans stað,
verður ofta tikið til, vit
fáa at síggja, um so verður
í hesum føri
Ja, spennandi verður at
síggja, hvussu -Jógvan,
Anfinn og Heini fara at
roynast, livst so spyrst
Fyri umleið einum ári síð
an var kvotan frá russum
skírd »blodpeningur« av
Dagbladnum. Munnu teir
hava somu meining enn?
Fini gledilig jol og eitt
gott nyggjår ynskja vit
øllum heima.
Heilsan
Alex L. Johannesen
Poul J. Andreasen
Eyðun Mikkelsen
Kunngerð
Býráðið hevur regluligar fundir hesar
dagar í 1990:
17. januar
14. februar
14. mars
11. apríl
9. mai
30. maí
27. juni
. September
. oktober
. oktober
. november
. desember
Fundirnir verða settir kl. 18.30, um ikki
onnur fundartid er fráboðað framman
undan.
Vágs Býráð, 2. januar 1990
S. íða 15
A *
BUUS AN
Karl Andreassen
f. 4.7.1933
d. 19.12.1989
til åminningar
Vit tær takka,
so góður við systur okkar var,
25 ár saman tit fingu sum par,
nú tú er burtur svárt at bera,
men Gud hjálpir, vit tað læra,
tit ið eftir sita, skulu vita,
í tonkum vár, vit eru nær.
Friður veri við minni tínum.
Jóna, Lis,
Poula, Bodil
Kunngerð
um stakroyndir til frá-
faringarroynd fólkaskúl-
ans fyri sjálvlesandi
Vísandi til 88 í kunngerð um fråfaringar
royndir fólkaskúlans, verður hervið sagt
frá, at persónar, ið hava fylt 18 ár í sein
asta lagi 31. desember 1990, og sum
ætla at fara upp til fráfaringarroyndir
fólkaskúlans í lærugrein(-um) uttan at
hava fyrireikað seg til tess á skúla, skulu
skrivliga innan 1. februar venda sær til
Landsskúlafyrisitingina við upplýsingum
um lærugrein(ir), teir ætla at fara til
roynd í.
Gjøllari upplýsingar royndunum viðvíkj-
andi fáast við at venda sær til Lands
skúlafyrisitingina.
Tórshavn, 4. januar 1990
Landsskúlafyrisitingin