Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-06, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. februar 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 25 - 6. februar 2003 Nr. 25 - 6. februar 2003 21 Nýggjur Nissan Micra er á veg. Micra er fyrsta evropeiska úrslitið av samstarv- inum millum Renault og Nissan. Bilurin er ein blandingur av japanskum og fronskum designi og koyrieginleikum BILAR Magnus Gunnarsson Navnið er tað einasta, ið nýggi Nissan Micra hevur til felags við forgangaran. Hóast bilurin er 4 cm styttri enn forgangarin, er hann bæði hægri og breiðari, og harvið verður meira pláss í kabinuni. Baksetrið kann flytast aftur og fram, men tað ávirkar sjálvsagt plássið í viðførisrúminum. Micra hevur nýggja "Keyless- Go"systemið, har bilførarin uttan at taka lykilin úr lummanum kann læsa seg inn í bilin, starta motorin og koyra avstað. Eisini hev- ur bilurin "battarísikring" sum tryggjar at ljósið inni í bilinum søknar eftir 10 min. ella 2 tímum, alt eftir hvat tað er stillað til. Hetta er fyri at tryggja, at bilurin ikki stendur uttan streym, um eigarin hevur gloymt at sløkt ljósið. Micra kemur við trimum bensinmotorum við ávikavist 65, 80 og 88 hk og turbo-dieselmotorum við 65 og 82 hk. Bilurin verður gjørdur á Nissan bilverksmiðjuni í Sunder- land í Onglandi. Peugeot 206 mest seldi Peugeot 206 bleiv aftur í fjør mest seldi persónbilur í Dan- mark. Hann var framman fyri t.d. Peugeot 307 og Citroën C5. Kelda: Motor Magasinet Sportsvan mest seldi Toyota Sportsvan var mest seldi vørubilur í Danmark í fjør. Sportsvan er ein vøru- vognsútgáva av Toy- ota Avensis Verso. Kelda: Motor Magasinet Aston Martin Ford keypti Aston Martin bilverksmiðj- una í 1994. Tað árið seldu teir bert 42 bil- ar. Í fjør seldu teir 1.500 bilar. Nú eru teir í ferð við at byggja eina nýggja bilverksmiðju í Ong- landi. Málið er at selja 5.000 bilar árliga. Kelda: Motor Magasinet Nýggjur Nissan Micra á veg Nissan Micra verður enn sum áður gjørdur við 3 og 5 hurðum. Bilurin er bygdur yvir sama plattform sum ein komandi Renault Clio. Designið er ein blandingur av fronskum og japanskum stíli. Bilurin hevur stóra baklúku, og viðførisrúmið kann gerast størri við at flyta baksetrið fram. Micra hevur nýggja "Keyless-Go"systemið, har bilførarin uttan at taka lykilin úr lummanum kann læsa seg inn í bilin, starta motorin og koyra avstað Betra um ungdóms- karmarnar í Runavík UHF er heitið á nýggjum felag, sum júst er sett á stovn í Runavík. UHF stend- ur fyru Ungdóms- felagið Høganes. Hetta felagið hevur sett sær sum mið at betra um karmarnar hjá teimum ungu í kommununi UNGDÓMSFELAG Ingrid Bjarnastein Nýggja ungdómsfelagið í Runavíkar Kommunu eitur UHF, sum stendur fyri Ungdómsfelagið Høganes. Felagið hoyrir undir felagið Høganes. Stigtakarar eru ung úr framhaldsdeildini í Runa- víkar skúla, sum hava sett sær fyri at brúka sluppina, Høganes sum savnistað fyri tey ungu í kommununi. Har er ætlanin, at tey ungu skulu halda til tríggjar dag- ar um vikuna. Mánadag, mikudag og fríggjadag. Mána- og mikudag frá klokkan 19 – 22.30 og fríggjadag til klokkan 01. Orsøkin til, at felagið er sett á stovn er, at eitt stað vantar í kommuni, har ung- dómurin kann halda til. Frá ungdómsfelagnum sigat ey, at tað verða vanlig spøl, tónleikur, videokvøld á skránni, og harafturat ætla tey at skipa fyri tiltøkum fyri almenninginum. Runavíkar Kommuna hevur játtað at hjálpa teim- um ungu við at koma í gongd, millum annað við spølum og anleggi. Annars gjalda tey onki fyri at vera umborð á Høganesi. Tað einasta felagið krevur aftur- fyri er, at sluppin verður hildin rein, tí høvuðsenda- málið er, at sluppin verður nýtt til nakað gott. Ungdómsfelagið hevur eisini gjørt nakrar viðtøkur, ið skulu góðkennast á aðal- fundinum, sum verður í næstum. Millum annað tað, at tað skal vera rús- og roykfrítt umhvørvi umborð á sluppini. Eisini verður ein lítil kiosk, sum ungdómsfelagið skal umsita. Stigtakararnir, sum eru Súsanna Thomassen, for- maður, Bogi Steingrund, næstformaður, Helena Jo- hannesen, skrivari, Barbara Tórunnardóttir, kassameist- ari, Amon Ellingsgaard, nevndarlimur og Sámal Einarsson, nevndarlimur, vænta, at undirtøkan fer at vera góð. Nýtt ungdómsfelag er stovnað í Runavík. UHF er heitið. Súsanna Thomassen, Bogi Steingrund, Helena Johannesen, Barbara Tórunnardóttir, Amon Ellingsgaard og Sámal Einarsson eru stigtakarar, sum skipa fyri, at sluppin Høganes, sum liggur við kei í Runavík, skal gerast eitt til- haldsstað hjá teimum ungu Mynd: Vilmund Jacobsen C M Y K 21 20