Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-01-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. januar 1990síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

F- 5 tíðindablaðið - = Abyrgdarbiadstjori Jen Miller Blaðfáik Høgni Djurhuus | Utgevar P'4 Sosialurin | Bústaður Argjavegur 28 i Postadressa: Postsmoga 76 Fyritaksstjór:: Kristjan Dei! Randi Jacobsen | Uppseting: P'1 Sosialusin | Argir Í 110 Tórshavn : Ljósmyndar! Kalmar Lindenskov i Torfinn Smith | Prent P/f Pressan 1981 | Telefon: 11820 | Tetefax 14720 er———————————8å|$|88l8.€”%$>w—m—$% + » William VIT — føroyingar — kenna reksast upp. Tað verður VIÐ merkis- og hátíðardagar steðga vit á. Skipa fyri og heiðra hana ella hann, ella okkurt annað, sum er fyrifar- ist. Í vikuni fylti Malena Han- sen í Klaksvík 100 ár og mánadagin fyllir William Heinesen 90 ár. Føroyingur in, sum gjørdi Havnina til Heimsins Nalva. | degningsvindunum henda januar-morgunin — eftir eina illvedursnått - brosar himinin ikki og spælimenni- nir sova. Men vit hava vón- ina og framvegis stendur tornið á heimsins enda. Ellið og tíðarinnar tonn sæst á tí, treyðugt so, men enn stend- ur tað sum ein varði. WILLIAM Heinesen stendur sum ein varði. Ikki bara i før- oyskum menta- og andslivi, men eisini i nordurlendskum og altjóða høpi. Hann verður settur millum teir stóru rit- høvundar. Rithøvundin, úr hesum litla oyggjalandinum uti i ti baldruta Atlantshavi- num, vid ti stóra og víða hugfloginum, mannatokka- num og livsvånini. hann ikki bara sum rithøv- undan, skaldid. Vit kendu hann kanska fyrst sum list- armannin — málaran og keiputeknaran. Madurin, sum hevdi gjørt tekningar- nar í lesibókunum. Humor- isturin. Samfelagsrevsarin. Ella tann stríðandi humanist- urin, sum onkur hevur tíkið til. Sum tónasmiðin. Sum mannin, sum fjálgaði um tónleikalívið, leiklistina og myndalistina. IKKi var hann meira enn far- in um tey 20, tá fyrsta yrk- ingasavnið, Arktiske Elegi- er, kom út. Góð ummæli. Seinri komu so skaldsøgur, stuttsøgur, yrkingasøvnini — ofta vid longum millum- bili — og i føroyskum blød- um, serliga i yngri årum, er mong greinin og ummæli. Men øll hesi årini målar og teknar hann, og tey síðstu árini hevur hann prýtt og glett við teimum mongum, fjálgu og hugfloygdu klippu- num. Á hesum stað skal ikki sig- ast frá livssøgu. Heldur ikki skulu bóka- listarverk og gjørt á ødrum støðum í hes- um døgum við framsýning- um, upplestri, fyrilestrum, tónleiki og framførslum av ymsum slag HINVEGIN takka vit fyri alt tað hann hevur givið okkum av skaldskapi og list. Fyri tað hann hevur gjørt fyri for- oyskt mentalív. Eisini skal vísast á, at hann var millum tey fyrstu, sum talaðu fyri friði — eins og hann í síni tíð var millum tey fyrstu, sum mótmæltu, at hervaldið troðkaði seg inn og upp á fjøll okkara. Tað takka vit honum eisini fyri. KEYPMANSSONURIN úr Havn, sum royndi seg sum journalist og - keypmann, setti skapningar og verur í Heimsins Nalva — tey so- kallaðu vanligu og serliga tey sermerktu, originalar- nar, við teimum eyðkendu nøvnunum og eykngvnu- num — í eitt kosmiskt per- spektiv. NÓGV — serliga gott havn- arfólk — eru errin. William z smirist kanska har uppi å Varda, meðan hann lítur út yvir henda heimsins minsta høvudsstad, og lesur heim- spekiligar hugleiðingar. Vit takka honum fyri alt tað hann hevur avrikað og latið úr hondum — alt tað, sum hevur glett tey flestu av okkum — og vit ynskja Willi- ami eydnu og lukku á fød- ingardegnum og alt tað besta í komandi døgum. j- útvarps- og Spurningar við beitu Áðrenn vit favna meira, so rósur til tvær sendingar: Armgarð í útvarpinum við bókatáttinum, serliga sam- rødurnar við tey ungu um bókina Suphaya. Her var hon eftir llum at dóma inni á einum hjartamáli, og saman við fólki, ið hon ikki hevdi ovurrespekt fyri; tí fingu vit eina frá- líka samrødu um bæði bókina sjálva og evni í henni. Frálíkt! Hin er sjónvarpssendingin hjá Helga Jacobsen um norðmenn og -kvinnur, sum flyddu til Føroya undir krignum. Hetta var frålikt tiltak, har tann, ið fyri stendur, hevur hjartað við og hevur givið sær stundir. Slíkar sendingar bera boð um eitt: fólkini á fjølmiðlum okkara hava ikki stundir at gera tíðar- krevjandi sendingar. Ann- ars gav eg mær far um, at Helgi tosaði norskt við bæði norðmenn og føroy- ingar (hyggjararnar). Samrødurnar vóru forvitn- isligar, men Helgi hevur lagt ov nógv i hetta at lata tær standa cinsamallar. Áðrenn hver einstakur kom á skermin, átti Helgi í stuttum at sagt okkum um túrin hjá júst hesum persóninum, tí tidarrødin varð ov fløkjaslig, tá vit bert høvdu høvudspers- ónin at halda okkum til. So var tað Malena í Beiti. 100 fylti hon, og straks lýsa lampurnar á øllum redakuónum. Lat tað fara hesa ferð... Men hvat hendir, tá fjølmiðlafólkini koma í prát við hana? Jú, bæði Bergur (útvarpið) og Arni (SvF) vilja hava svar av einum heilt ávísum slag, - tað líkasum liggur í hverjum einasta spurningi. >Vóru tygum ofta og ferð- aðust?<, spurdi annar t.d. Og svarið, hann vildi hava, var: »Å nei, á nei, lå var tað ikki sum í dag...<. Og lønin? Á nei, tå var tað ikki sum í dag... Altso: skorið eftir leistinum fyrr og nú. Og tað var synd fyri bæði Malenu og okk- um. Tað kom fram av óvart, at Malena dugir væl at siga frå. tå hon ikki verður noydd at svara, sum spyrj- arin vil. Malena fór úr fyrr og nú- Sporinum av sínum einungum og fortaldi um ein kålv, tey skuldu hava hendur å. Og hon var heilt burtur í minnunum, með- an hon fortaldi. Tað var nakað av tí. Men hvat gjørdi Bergur? Aftur á slóðina: >Hvussu vóru børnini uppald« ella okk- urt líknandi! Á nei, tað var ikki sum í dag... Útvarpið fortaldi sunnu- dagin, at norðmenn nú fara at ieggja doyin á at flyta út feskan fisk til européiska meginlandið og eisini at fáa ul sættis tað av fiski, sum verður tveitt burtur í dag; harvið skuldi útflutningsvirðið margfaldast. Her er tilfar til eina føroyska sending um sama evnid og hartil umráðandi. Hetta er eym- ur spurningur og kanska tora 'prentisarnir' í Sortu- díki ikki til allar kanón- irnar við ieimum nærgang- andi spurningunum. Men nú er so Niels Juul aftur í mikrofonini, so kanska vit fáa eina sending um evn- ið, sum ikki bakkar fyri nøkrum, men setur røttu avvarðandi teir neyðugu spurningarnar. Tað skuldi verið lagamanni, hann hevur einki starv at missa. Ein slík sending hevði verið eitt heiðurligt punkt- um fyri eina drúgva stjóra- tid. Brotid i Degi og viku um frårenslid frå brennistødini å Sandvikarhjalla var frå- likt. Fyrst veruleikan å staðnum vid góðum spurningum og greiðum svarum. Og síðani Poul Michelsen á skermin: Tað vita vit væl, men treyt- irnar, vit fingu fyri trimum árum síðani, vóru órími- ligar, so tær síggja vit stórt uppá. Undarði meg bara á, hvussu try ár kunnu ganga, áðrenn fjøl- miðlarnir fáa søguna. Mangt bendir annars á, at sendingin >Kærleiki og vald< hevur lagt linjurnar fyri sparingunum á lands- sjúkrahúsinum. Hóskveldið fóru nevniliga bæði Ramos og Adriano, báðir læknar, í verkfall. Er hatta háttalagið hjá lækn- um, hava sparikirurgarnir hugsað, so er best ikki at nerta læknarnar, men heldur skera í rgkt og reingerð. Eg síggi teir fyri mær: Essa og Rodmund sjónvarpsummæli sum anarkistar! Eg meini tað. Annars var alt í »Kærleika og vald«-sendingini til at rokna út frammanundan. Eins og fjølmiðlarnir her heima. Olavur W. Høgnesen PS: Vidvikjandi løgtings- ordaskiftinum: útvarpið visti í gjár at siga, at lith- auar eru misnøgdir við, at ríkisumfatandi fjølmidl- arnir í Sovjetsamveldinum ikki hava umrøtt og víst, tá ein lithauiskur maður og ein lithauisk kona skeldadu Gorbatjov út. Lithauar stúra fyri, at sov- jetbúgvar fáa eina avlag- aða mynd av vidurskift- unum.