Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-06, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. februar 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 25 • hósdagur • 6. februar 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Frank Skytte heldur, at danskir fótbólts- leikarar eru kræsnir og spiltir, men teir fara at vakna við kaldan dreym, og kanna sær møguleik- an fyri at spæla í Føroyum FÓTBÓLTUR Páll Holm Johannesen HB-venjarin, Frank Skytte, er ikki í iva um, at innan ikki ov langa tíð fara danskir fótbóltsleikarar at vakna við kaldan dreym. HB-venjarin hevur verið í Danmark í vetur, og hansara fatan er, at danskir leikarar slettis hava ikki skilt støðuna á fótbólts- marknaðinum í løtuni. -Mín fatan er, at Tað er ein sannroynd, at fíggjarviðurskiftini hjá flestu feløgum í Evropa ikki eru av teimum bestu, og tað hevur havt við sær at nógvir fótbóltsspælarar ganga arbeiðsleysir. Hetta er eisini støðan í Danmark, og tí skilir Frank Skytte ikki danskar fótbóltsspæl- arar. HB-venjarin heldur at danskir spælarar eru kræsn- ir og spiltir, men teir fara at vakna við kaldan dreym. - Eg skilji ikki at ar- beiðsleysu leikararnir ikki kanna støðuna at koma til Føroya at spæla. Teir fáa eitt arbeiðið, høvi at royna nakað nýtt og møguliga luttøku í evropeiskum fót- bólti, sigur Frank Skytte opinskáraður Frank Skytte vísir góðu úrslitini við Ulrik Balling, Nocko Jokovic og Anders Nygaard í fjør, og væntar at fleiri danir vera at síggja í føroyskum fótbólti í fram- tíðini. - Støðan bara versnar á fótbóltsmarknaðinum, og fleiri og fleiri leikarar ger- ast arbeiðsleysir, og tí vænti eg, at fleiri danskar fót- bóltsleikarar fara at royna í føroysku kappingini, um ikki eftir summarsteðgin í ár, so komandi kappingarár, sigur Frank Skytte at enda. Nógvir leigu sáttmálar Ringa fíggjarstøðan hjá fel- øgum kring Evropa hevur havt við sær, at feløgini eru sera varin við at gera sátt- málar við leikarar, ið tey ikki kenna nóg væl. Rákið seinasta árið vísir, at fleiri og fleiri leigusátt- málar vera gjørdir, har fel- øgini royna leikararnar í eitt hálvt ár, fyri síðani at hava møguleikan fyri at keypa leikaran. Dømi um hesa mannagongd hava vit í eitt nú okkara egna Jón Róa Jacobsen, sum hevur skriv- að leigusáttmála við donsku meistarafelagið Brøndby til í summar. Samstarvsavtalan prógvar, at gamla agg- ið millum Havnina og Klaksvíkina, hoyrir meira skemtinum til, segði Birgir Engham- ar á tíðindafundin- um, tá samstarvsav- talan millum Føroya Bjór og HB var undir- skrivað týsdagin SAMSTARVSAVTALA Páll Holm Johannesen Sum væntað skrivaðu bryggjaríð í Klaksvík, Før- oya Bjór, og HB undir sam- starvsavtalu seinnapartin týsdagin. Avtalan inniber, at Føroya Bjór gert høvuðs- stuðul hjá 1.liði hjá HB komandi tvey árini. Á tíðindafundinum fegn- aðist formaðurin í HB, Birgir Enghamar, um, at avtalan var komin undir land. - Vit er sera takksom og glað í HB fyri nýggja høvuðsstuðulin hjá felagn- um, segði formaðurin á tíðindafundinum. Birgir Enghamar legði afturat, at samstarvsavtalan var prógv um, at gamla aggið millum Havnina og Klaksvík hoyrdi meira skemtinum til, enn álvara. Birgir Enghamar lovaði Føroya Bjór, at felagið fór at gera alt fyri at marknað- arføra fyritøkuni so væl sum gjørligt komandi tvey árini. Einar Waag, stjóri á Før- oya Bjór, fegnaðist eisini um samstarvsavtaluna. Hann segði, at Føroya Bjór og HB altíð hava havt gott samstarv, og vónaði at tað framhaldandi fór at vera so í framtíðini. - Vit hava stuðlað HB í nøkur ár, og tá møguleikin nú var fyri at gerast høv- uðsstuðul, valdu vit at taka av. Vit meta avtaluna vera ein góðan møguleika fyri Føroya Bjór, segði Einar Waag í viðmerking á tíðindafundinum. Fleiri stuðlar HB fer í ár at hava fleiri stuðlar til 1.lið felagsins. Felagið hevur farnu árini bert havt Føroya Banka sum sjónligan stuðul á troyggju og brókum. Um- framt Føroya Bjór á troygg- uni, vera smærri lýsingar við Eimskip, Shell og Før- oya Banka og Puma at síggja á troyggju og brók- um hjá 1.liði hjá HB í ár. Fleiri danskir leikarar á veg til Føroya HB-venjarin skírir danskar fótbóltsleikarar fyri at vera kræsnar og spiltar, og hann væntar, at innan ikki alt ov langa tíð, fara fleiri danskir leikarar at venda sær til føroysk feløg. Mynd: Jens Kristian Vang Føroyar Bjór verður høvuðsstuðul hjá HB HB og Føroya Bjór skrivaðu sum væntað undir sam- starvsavtalu týsdagin, og Birgir Enghamar lovaði at marknaðarføra Føroya Bjór á bestan hátt komandi tvey árini Mynd: Jens Kristian Vang 25 24 Nr. 25 - 6. februar 2003 UTTAN ÚR HEIMI Jugoslavia avtikið Beinleiðis tingingar Russar flúgva Steina ikki longur Jugoslavia verður nú endaliga strikað av evropeiska kortinum. Tað hendir, eftir at tjóðar- tingið týsdagin samtykti at upploysa Jugoslavia, sum ístaðin fyri verður partur av samveldinum Jugoslavia Montenegro. Til hetta kravdist nýggj grundlóg, og tá tingið at- kvøddi um hana, at- kvøddu 84 tinglimir fyri og 31 ímóti. Samstundis varð avgjørt at velja eitt nýtt tjóðarting innan fjúrtan dagar. Har verða 91 umboð úr Jugoslavia og 35 úr Montenegro. Tingið skal so velja nýggjan forseta, sum skal sita í fýra ár. Beograd verður høv- uðsstaður í Jugoslavia Montenegro, men hægsti- rættur skal hava sæti í Podgorica. Ein felags herur skal eisini skipast. Amerikanska stjórnin ætlar sær at tosa bein- leiðis við myndugleikar- nar í Norðurkorea fyri at loysa kreppuna um ta norðurkoreansku kjarn- orkuverkætlanina. Amerikanski varauttan- ríkisráðharrin, Richard Armitage, segði í einari hoyring í kongressini, at USA fer at tingast við Norðurkorea, og at Kina, Russland, Suðurkorea og Japan verða eisini við í tingingunum. Norðurkorea avdúkaði í heyst, at landið hevði ar- beitt við einari kjarnorku- verkætlan, sjálvt um land- ið í 1994 bant seg til at steðga verkætlanini. Síð- ani hetta kom fram, hava viðurskiftini millum Norðurkorea øðrumegin og USA og Suðurkorea hinumegin verið spent, og orðalagið hevur verið ógvuliga hvast. Vanlukkan við amerik- ansku rúmdarferjuni "Columbia" hevur ikki ávirkað russisku rúmdar- verkætlanina, og nú hevur eitt russiskt rúmdarskip verið úti á støðini ISS við mati og vatni til teir tríggjar rúmdarmenninar, sum eru á støðini. Rúmdarskipið, sum eitur "Progress", hevði eisini ymsa tekniska út- gerð til teir tríggjar menn- inar, tveir amerikanarar og ein russara. "Progess" varð skotið út í rúmdina sunnudagin, dagin eftir vanlukkuna við "Col- umbiu". Amerikanska rúmdar- umsitingin hevur fyribils steðgað øllum sínum verkætlanum, og tí er ógreitt, nær teir tríggir rúmdarmenninir í ISS sleppa niður aftur á Jørð- ina. Menninir hava verið á støðini síðani í novem- ber, og ætlanin var, at rúmdarferjan "Atlantis" skuldi fara eftir teimum í næsta mánað. Ovastin fyri dómsvaldin- um í Iran sigur, at lands- ins dómstólar hava fingið boð um at gevast við at døma fólk til deyða við steining. Tíðindini vórðu borin í iranska sjónvarpinum í gjár, og har varð sagt, at ovastin fyri dómsvaldin- um hevði kunnað uttan- ríkiskommiserin hjá ES, Chris Patten, um avgerð- ina. Patten var fyrr í vik- uni á vitjan í Teheran, men sjálvur sigur hann, at tað bar ikki til at fáa at vita, um avgerðin at steðga deyðarevsing við steining er fyribils, ella um hon verður varandi. Chris Patten fekk held- ur ikki at vita, hvør revs- ing kemur ístaðin fyri steining. Í seinastuni hevur norski forsætisráðharrin, Kjell Magne Bondevik, fleiri ferðir sagt, at Noreg fer ikki at kenna seg bundið av einari nýggjari ST-samtykt um Irak, men hesa støðu vildi uttanríkispolitkska nevndin hjá Stórtinginum ikki góðtaka. Samstundis hevur Jan Petersen, uttan- ríkisráðharri sagt tað beint øvugta. Á einum loyniligum fundi í uttanríkisnevndini týsdagin fekk Bondevik at vita, at orð hansara hava ør- kymlað bæði norðmenn og fólk í øðrum londum. Nevndin gjørdi greitt, at ger ST eina nýggja samtykt um Irak, er Noreg bundið at fylgja henni. Tað skal for- sætisráðharrin eisini gera. Bondevik settur upp á pláss Bretski forsætisráð- harrin, Tony Blair, var fyri einum av sínum sjáldsomu ósigrum í Undirhúsinum fyrra- dagin, tá meirilutin samtykti, at í fram- tíðini skulu lordarnir í Yvirhúsinum veljast. BRETLAND Árni Joensen: Í framtíðini sleppa bara 20 prosent av lordunum í bretska Yvirhúsinum at sita har, tí teir eru tilnevndir, ella tí teir hava arvað sætið. Allir hinir noyðast at stilla upp til val, og skulu teir varðveita sætið, noyðast teir at vinna sær tekki veljaranna. Sjálvur hevði Tony Blair, forsætisráðharri, skotið upp, at teir politisku flokk- arnir skuldu velja lordar- nar, og síðani skuldi hann sjálvur biðja drotningina tilnevna teir. Blair helt, at hetta var tann betra loysnin. Hann segði seg stúra fyri, at skulu lordarnir veljast, fer tað at bera í sær eina kapp- ing millum Undirhúsið og Yvirhúsið. Higartil hava lordarnir í Yvirhúsinum bara tikið støðu til tær lógir, sum Undirhúsið hevur sam- tykt. Undan atkvøðugreiðsluni var greitt, at hugskotið hjá Blair fór at møta harðari mótstøðu. Serliga vinstra- vongurin í Arbeiðaraflokk- inum tók undir við, at lord- arnir skulu veljast, og hóast forsætisráðharrin royndi at sannføra sínar floksfelagar um tað øvugta, eydnaðist tað ikki. Mótstøðumenn hansara mintu hann á, at undir valstríðnum í 1994 hevði Balir fleiri ferðir sagt, at í framtíðini skuldu lordarnir veljast, og at hann átti at halda orð. Í London verður hildið, at í hvussu er fimm av ráðharrunum hjá Blair atkvøddu ímóti honum í hesum málinum. Tað gjørdi Robin Cook, sum er for- maður í tingbólkinum hjá Arbeiðaraflokkinum, eis- ini, og fleiri aðrir leiðandi flokslimir gjørdu tað sama. Hansara egnu atkvøddu ímóti Blair Amerikanska stjórnin varð í síðstu viku kunnað um, at yvir- gangsfelagsskapurin al-Qaeda fyrireikar eina atsókn, sum verður líka ógvuslig sum tann, ið var tann 11. september í 2001. YVIRGANGUR Árni Joensen: Sambært blaðnum Wash- ington Times vóru yvir- gangsmenninir komnir væl áleiðis við sínum fyrireik- ingum, men amerikanskar fregnartænastukeldur upp- lýsa fyri blaðnum, at tær nógvu handtøkurnar sein- astu mánaðarnar hava darv- að fyrireikingunum. Amerikanska fregnartæn- astan sigst hava fingið fatur á samskifti ímillum limir í al-Qaeda, og sagt verður, at hetta samskiftið boðar ikki frá góðum. Sambært Wash- ington Times benda upplýs- ingarnar á, at fleiri av bólk- unum í al-Qaeda eru við at gerast líka sterkir og væl skipaðir, sum teir vóru und- an atsóknini í USA tann 11. september í 2001. Í síðstu viku vórðu Hvítu Húsini kunnað um upplýs- ingarnar, sum fregnartæn- astan hevði fingið fatur á. - Hetta verður eitt ógvus- ligt álop, sigur ein kelda við Washington Times. Keldan vil tó ikki siga, hvørji mál talan er um, ella hvar yvirgangsmenninir ætla at søkja at. Í desember metti ovastin fyri CIA, George Tenet, at ein triðingur av leiðarunum í al-Qaeda vóru tiknir ella deyðir, og í september í fjør tók pakistanska løgreglan Ramzi bin al-Shibh, sum verður hildin at vera ein av høvuðsmonnunum aftan fyri atsóknina at World Trade Center og Pentagon. Men nógv bendir á, at al- Qaeda er framvegis førur fyri at skipa fyri atsóknum. George W. Bush, forseti hevur fleiri ferðir sagt seg bera ótta fyri, at yvirgangs- felagsskapir sum al-Qaeda skulu fáa fatur á biologisk- um ella kemiskum vápnum. Forsetin vil vera við, at Irak samstarvar við al-Qaeda, og júst hetta er ein orsøkin til, at forsetin umhugsar at leypa á Irak fyri at fáa stýrið hjá Saddam Hussein, forseta frá. Fleiri ætlanir Hóast fleiri av leiðarunum í al-Qaeda sigast vera tiknir ella deyðir, viðganga amer- ikanarar, at teir hava fram- vegis ikki funnið teir tríggjar ovastu leiðararnar í felags- skapinum, Osama bin Lad- en, Ayman al-Zawahiri og Khalid Sheik Mohammad. Í desember sendi arab- iska sjónvarpsstøðin Al- Jazeera eina bandupptøku, og serfrøðingar vilja vera við, at tað var bin Laden, sum tosaði á bandinum. Har hótti hann sum so mangan fyrr við álopum á USA og amerikanarar. -Bin Laden er altíð trý stig frammanfyri, og hann hevur altíð fleiri ætlanir, ikki bara eina. Vit halda, at summar av hesum ætlanum skulu fremjast í verki, sigur ein ónevnd kelda við Wash- ington Times. Al-Qaeda hóttir við nýggjum 11. september Júst sum amerikanarar umhugsa, hvat teir skulu byggja á Ground Zero, har World Trade Center stóð, eru ábandingar komnar um, at al-Qaeda fyrireikar eina líka ógvusliga atsókn sum tann 11. september í 2001. C M Y K 24