Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-06, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. februar 2003síða 14

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 25 - 6. februar 2003 27 Fleri nýggj nøvn eru at síggja í hópinum hjá Henrik Larsen, sum fer til Spania 14.februar LANDSLIÐIÐ Páll Holm Johannesen Føroyska landsliðið er út- tikið til venjingarleguna á Malaga seinni í hesum mán- aðinum. Fleiri nýggj nøvn er at síggja, og nøkur gomul nøvn eru við aftur. Bárður Johannesen, Jann Ingi Pet- ersen, Bárður Mortansson og Inga Højsted eru fyri fyr- stu ferð við í landsliðshøpi. Byrial við aftur Nakað óvæntað hevur Henrik Larsen sent boð eftir Johan Byrial Hansen aftur. Hann hevur ikki verið á landsliðinum, síðan landsliðsvenjarin Henrik Larsen tók við venjara- starvinum í fjør. Johan Byrial spælur í Horsens, og har leika teir 4-4-2, og tí verður høvið hjá lands- liðsvenjaranum at síggja Johan Byrial á føroysku landsliðnum við somu spæliskipan í Malaga. Umframt Johan Byrial, eru boð eisini send eftir GÍ- leikaranum, Súna Olsen, sum var fastur maður í hóp- inum hjá Allani Simonsen, men ikki hevur við á lands- liðnum hjá Henrik Larsen. Ungir leikarar við Í síðstu viku boðaði hjálp- arvenjarin, Jógvan Martin Olsen, frá, at tveir ungir leikarar skuldu við vissu við á ferðina til Spania. Valið fall á Jann Inga Peter- sen úr B68 og Inga Højsted úr enska meistarafelagnum Arsenal. Jann Ingi Petersen hevur verið á øllum ung- dómslandsliðum hjá Føroy- um, og hann var tann spæl- arin, ið markeraði seg best á U-19 landsliðnum í fjør, og tí er úttøkan av honum ikki heilt óvæntað. 17 ára gamli Arsenal leikarin, Ingi Højsted, hev- ur eisini roynt seg á ung- dómslandsliðunum. Hann hevur verið plágaður nógv av skaðum, síðan hann fór til Onglands, men seinastu tíðina hevur hann verið skaðafríður. Ingi Højsted er yngsti leikari nakrantíð at vera úttikin á føroyska landsliðið. Arbeiðið argar Hjá Helga Petersen og Hans Fróða Hansen liggur ikki fyri at fara til Spania. Báðir eru upptiknir av arbeiði, og tí vera teir ikki við á ferðini. KÍ-málverjin, Meinhard Joensen, hevur seinastu mánaðirnar verið roknaður sum triði málmaður á lands- liðnum, og tí var væntandi at hann skuldi við til Spania, nú ikki bar til hjá Jákupi Mikkelsen. Meinhard hevur ikki luttikið á landsliðsvenj- ingunum seinastu vikuskift- ini vegna skaða í rygginum, og tí bar eisini honum undan at vera við á venjingarleguni í Spania Ingi kann gerast yngsti leikarin Verður talan um at nakran landsdyst niðri í Malaga, so verður Ingi Højsted-leik- arin yngsti føroyski lands- liðsleikari nakrantíð. Tað hevur verið tutlað í krókun- um um, at føroyingar møguliga fara at møta Luksemburg í Spania, men enn so bara dysturin ímóti Bryne avtalaður. Møta føroyingar Luksemburg, og Arsenal- leikarin kemur á vøllin, brýtur Ingi Højsted metið hjá Jón Róa Jacob- sen, sum yngsti leikarin nakrantíð í føroysku lands- liðs-troygguni. Johan Byrial og Ingi feskastu nøvnini 1. umfar 16/05/03 HB FSV 15/05/03 GÍ KÍ 16/05/03 VB B36 16/05/03 EB/ST B68 2. umfar 26/05/03 NSÍ HB 25/05/03 B36 EB/ST 25/05/03 KÍ VB 25/05/03 FSV GÍ 25/05/03 SKÁLA B68 17. umfar 28/09/03 EB/ST VB 28/09/03 B68 GÍ 28/09/03 B36 HB 28/09/03 KÍ NSÍ 28/09/03 FSV SKÁLA 18. umfar 05/10/03 NSÍ FSV 05/10/03 HB KÍ 05/10/03 GÍ B36 05/10/03 VB B68 05/10/03 SKÁLA EB/ST Nú er greitt, at Ingi Højsted verður við á venjingarleguni í Spania. Verður talan um nakran landsdyst á ferðini, verður Arsenal-leikarin við sínum 17-árum yngsti føroyski landsliðsleikarin nakrantíð. Mynd: Heri á Rógvu Landliðið til Spania: Bárður Johannesen, Rógvi Jacobsen, Andrew av Fløtum HB, Johannus Joensen FS Vágar, Fróði Benjaminsen, Jann Ingi Petersen B68, Jens Kristian Hansen, Pól Thorsteinsson, Julian Johnsson, Heðin á Lakjuni, Jákup á Borg, Bárður Mortansson, John Petersen B36, Atli Danielsen, Hjalgrím Elttør KÍ, Jens Martin Knudsen NSÍ, Óli Johannesen TB, Suni Olsen GÍ, Johan Byrial Hansen Horsens og Ingi Højsted Arsenal Umframt sunnudag, so verða væntandi nakrir dystir leiktir leygardag og mána- dag í ár. LEIKSKÁ Páll Holm Johannesen Fótbóltsfeløgini kring land- ið hava nú fingið fyrsta út- kastið frá kappingarnevnd- ini í FSF um leikskrá fyri komandi kappingarár. Ávís misnøgd var í fjør um at ov fáir spennandi dystir vóru síðstu leikumførini. Á fyri- bils útkastinum sær út sum kappingarnevndin hevur tikið hesa misnøgdina til sín. Næst seinasta leikumfar standa HB og B36 til at bresta ímóti hvørjum øðr- um; meðan KÍ fær vitjan av silvurvinnarunum úr Runavík. Seinasta leikum- far fær HB vitjan av KÍ, meðan B36 skal til Gøtu, so væntast kann ein spennandi endaspurtur í landskapp- ingini hjá monnum í ár. Mána- og leygar- dagsdystir Í landskappingini í 1. deild í ár verða ikki allir dystir leiktir sunnudag. Í fyribils skránni frá FSF verður lagt upp til, at nakrir dystir verða avgreiddir leygardag og mánadag. Eysturoyar- liðini vístu á í fjør, at torført var at savna áskoðarar úr allari Eysturoynni til dystir- nar, tí fleiri Eysturoyarlið spældu samstundis. Tey setti tí eitt ynski fram um, at nakrir 1.deildar dystur vórðu fluttir. Hesum ynski, tykist FSF, hava gingið Eysturoyarlið- unum á møti, tí í skránni eru nakrir dystir lagdir antin til mánadag ella leygardag. Spennandi endaumfør í 1.deild Lagt er upp til spennandi endaspurt í landskappingini í ár. Stórdystur verður í Havn seinasta leikumfar, tá HB fær vitjan av Kí. Mynd Savnsmynd 27 26 Nr. 25 - 6. februar 2003 HB gjørt sáttmála við tveir danir LEIKARASKIFTI Páll Holm Johannesen Á tíðindafundinum týsdag- in, kunngjørdi formaðurin í Havnar Fótbólti, Steinfinn- ur Mittelstein, at HB hevur gjørt eitt-ára sáttamála við verjuleikaran Martin Christensen og áleyparan Carsten From. Tað hava leingi verið git- ingar um, at HB skuldi fáa útlendskar leikarar til fel- agið í ár, og týsdagin vóru hesar gitingar váttaðar. Carsten From kemur úr Superliga liðnum FC Midt- jylland, har hann hevur verið fulltíðarleikari burt- urav. Hann hevur verið knýttur FC Midtjyllandi í tvey ár, og tilsamans er tað blivið til 10 dystir á besta liðnum. Hann er 23 ára gamal. Martin Christensen hevur seinasta hálv árið leikt fyri Kalundborg í donsku 2. deild. Hann hevur áður roynt seg í Holbæk, Glostr- up og Kalundborg. Martin Christensen er 26 ára gamal. Eg kundi tikið av onkrum tilboði frá 1. deildar feløgum í Danmark, men eg havi hug at royna nakað nýtt, sigur nýggi HB-framherjin Carsten From LEIKARASKIFTI Páll Holm Johannesen - Eg havi leikt tveir UEFA- Cup dystir fyri FC Midt- jylland, og tað var nakað heilt serligt, og tí er luttøkan í Champions League hjá HB, ein av orsøkunum, eg havi valt at gera sáttmála við HB fyri komandi kapp- ingarár, segði Carsten From eftir tíðindafundin týsdagin. Nýggi HB-leikarin vísti á, at um hann hevði fingið sama tilboð frá grannunum í B36, hevði hann ikki tikið av, tí B36 luttekur ikki í evropeiskum fótbólti í ár. Carsten From hevði til- boð frá fleiri 1.deildar fel- øgunum í Danmark, men valdi kortini at gera sátt- mála við HB. - Eg havi hug at royna okkurt nýtt, og tá tað vísti seg at HB kom við einum tilboði, valdi eg at taka av, greiðir Carsten From frá. Ætlanin er, at nýggi HB- framherjin, umframt at spæla fótbólt, eisini skal ar- beiða. Gentan hjá Carsten From kemur eisini til Føroya at búgva, og tey skulu bú- leikast í Føroyum næsta árið. Hann sigur seg gleða seg til kappingarárið og til tilveruna í Føroyum. - Nú kenni eg av góðum grundum ikki støðið í Før- oyum, og eg havi latið mær fortalt, at HB hevur mist fleiri lykla-leikarar frá meistaraliðnum í fjør, men kortini havi eg góðar vónir til at vit fara at standa okk- um væl í ár, sigur nýggi HB-áleyparin at enda. Nýggi HB-leikarin, Carsten From: -Evropa Cup dregur Á tíðindafundið í HB-húsin- um týsdagin, kunngjørdi for- maðurin í Havnar Fótbólti, at sáttmálið er gjørdur við danarnir Carsten From og Martin Christensen. Mynd: Jens Kristian Vang Nýggi HB-framherjin, sigur seg hava hug at royna ein nýggja eina aðra fótbóltstil- veru, enn í Danmark, og tí hevur hann gjørt sáttmála við HB. Mynd: Jens Kristian Vanga Sunnudagin gongur leiðin hjá donsku meistarunum til Turkalands á venjingarlegu ÚTISETAFELAG Páll Holm Johannesen Felagið hjá Jón Róa Jac- obsen, Brøndby, møtir fríggjadagin HFK Sønd- erjylland. Dysturin verður helst á graslíkisvøllinum hjá Brøndby, og væntandi verður Jón Rói millum Brøndby-leikararnar á vøllinum. Nummar 24 Av tí, at fleiri av leikarar eru farnir úr Brøndby í vetrarsteðginum, hava leikararnir í Brøndby fingið nýggj leikara- nummar. Á heimasíðuni hjá Brøndby standa leik- aranummarini hjá 1. liðs hópinum, og við nummar 24 stendur navnið hjá Jón Róa. Fyrrverandi HB- leikarin hevur tí longu vunni sær pláss á 1. liði hjá meistaraliðnum. Til Turkalands Eftir dystin ímóti HFK Sønderjylland fríggjadag- in, gongur leiðin hjá Brøndby til Turkalands á venjingarlegu. Enn er ikki vist, hvørjir leikarar skulu við. Jón Rói er partur av 1. liðshópinum hjá Brøndby, og tí er rættiliga sannlíkt, at hann skal við Turkalands. Hetta fer at hava við sær, at føroyski verjuleikarin ikki verður tøkur hjá Henriki Larsen til venjingarleguna í Spania. Brøndby møtir Sønderjylland C M Y K 26